Fyrispurningur um oljuavgjald

100-24 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstżrismann, višvķkjandi bensin- og oljuavgjųldum

 

Įr 2000, frķggjadagin 25. februar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Bjarna Djurholm, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

 

  1. Hvųr er fakturaprķsurin į bensini (kalium og blżfrķtt, 98 oktan) og į diesel?
  2. Hvųrji eru avgjųldini į bensini (kalium og blżfrķtt, 98 oktan) og į diesel, og hvussu verša tey įsett?
  3. Hevur landsstżrismašurin ętlanir um at lękka/regulera avgjųldini į bensini, so bensinprķsurin veršur ķ javnari lutfalli viš dieselprķsin?

Višmerkingar:

Farnu įrini eru alt fleiri og fleiri bilar viš dieselmotori seldir ķ Fųroyum. Orsųkin er, at mešan dieselmotorarnir alsamt verša meira tekniskt framkomnir, so er prķsmunurin ķ śtsųlu millum diesel og bensin ķ krónum stųšugt vaksin, so hvųrt sum oljuprķsirnir eru hękkašir.

Bilurin er ķ dag at rokna sum eitt neyšugt arbeišstól. Arbeišsmarknašurin hevur eisini ręttaš seg eftir, at arbeišsmegin er mobil. Eisini er vegakerviš śtbygt, so at farast kann millum bygda stytstu og skjótastu leiš.

Hóast almennu farleiširnar eisini eru vęl śtbygdar, so skerst ikki burtur, at hesar leišir ongantķš fara at nųkta allan tųrvin, eins og taš landsbśskaparliga ikki fer at loysa seg at byggja śt kollektivu feršsluna, so hon kann nųkta tųrvin hjį ųllum kring allan sólarringin.

Farnu tķšina eru oljuprķsirnir į heimsmarknašinum stųšugt hękkašir. Hetta hevur m.a. havt viš sęr, at prķsurin fyri blżfrķa bensiniš nś er 8,29 kr/l, mešan kaliumbensiniš kostar 8,41 kr/l (pr. 24. februar 2000).

Hóast alheims prķsvųkstur, so er endaprķsurin į bensini og diesel treytašur av vinninginum, sum oljufelųgini taka, og ikki minst avgjųldunum, sum fara ķ landskassan. Politiski myndugleikin hevur tķ stóra įvirkan į endaliga prķsin.

Farna įriš er bensinprķsurin hękkašur viš uml. 1 kr/l, ella um 200 kr/mšr. fyri vanliga koyring.

Prķshękkanin hevur ikki rakt eigararnar viš dieselbilunum lķka meint, men eisini her er talan um munandi prķsvųkstur (4,33 kr/l pr. 24. februar 2000).

Śrslitiš av prķsgongdinini farna įriš er, at prķsmunurin millum superdiesel og bensin nś er umleiš 4 kr/l.

Avgjaldslegan fyri bensin byggir neyvan į nakran skilvķsan orku- ella umhvųrvispolitikk og slettis ikki į nakaš fyrilit til lųntakaran, sum er noyddur at hava egnan bil til tess at kunna rųkja sķtt arbeiši og annars taka lut ķ ųllum tķ, sum gerandisdagurin krevur.

Byggir avgjaldsskipanin annars į at tryggja landskassanum inntųkur og at tįlma orkunżtsluni, so er endamįliš fokiš, nś vaksandi tal av privatbilum nżta diesel sum brennievni.

Spurningurin er tķ, um landsstżrismašurin ikki eigur at endurskoša avgjaldsskipanina į bensini, so skipanin veršur ķ javnari lutfalli viš avgjųldini į diesel. V.ų.o. at lękka bensinavgjųldini.

Fakturaprķsurin į olju/bensini veršur m.a. regulerašur av altjóša oljuprķsinum og dollarkursinum, sum skifta javnan. Hetta skuldi tó ikki forša landsstżrismanninum at fingiš til vega prķsleguna pr. 24. februar 2000.

Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum varar av avgjaldspolitikki landsins. Tķ veršur hesin spurningur settur honum.

Į tingfundi 7. aprķl 2000 svaraši Karsten Hansen, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar

Pr. 2. mars 2000 eru fakturaprķsirnir hesir:

Bensin – kalium, 8,41 kr.
Bensin – blżfrķtt, 8,29 kr.
Diesel, 4,33 kr.

2. hvųrji eru avgjųldini į bensini (kalium og blżfrķtt, 98 oktan) og į diesel, og hvussu verša tey įsett?

 

Og gjųldini eru hesi:

Bensin – kalium 3,50 kr.
Bensin – blżfrķtt 3,05 kr.
Diesel, 0,73 kr.

Avgjųldini į bensini eru įsett sambęrt lųgtingslóg nr. 176 frį 18. desember 1992 um avgjald į framleišslu og innflutningi.

Avgjaldiš į diesel veršur įsett sambęrt lųgtingslóg nr. 179 frį 18. desember 1992 um serlig avgjald į brenniolju.

Nevnast skal eisini, at sambęrt lóg nr. 38 frį 31. mars 1982 um vektgjald av motorakfųrum v. m. viš seinni broytingum veršur įlagt eitt śtjavningargjald fyri akfųr, iš nżta annaš brennievni enn bensin.

Men, sum taš veršur vķst į ķ višmerkingunum til spurningin, so er bilurin ķ dag eitt neyšugt arbeišstól (ķ nógvum fųri ķ hvussu er) og alt samfelagiš, taš veriš seg arbeišsmarknašurin, skślar og bżarplanleggingin ķ heila tikiš hevur innręttaš seg uppį, at bilur er ķ so at siga hvųrjum hśsi.

Og taš er eisini rętt, sum stendur ķ višmerkingunum til spurningin, at sjįlvt um almennu farleiširnar eru śtbygdar, so fara hesar leišir helst ongantķš at nųkta allan tųrvin.

Men, tį talan er um avgjųld į bensini og olju, so er annar politikkur inni ķ myndini enn bert at skaffa landskassanum pening sum til dųmis umhvųrvisspurningurin. Ķ londunum rundan um okkum veršur meira og meira fari yvir til at nżta umhvųrvisskatt.

Herafturat kemur, at teknikkurin alla tķšina broytist, nś ķ seinastuni til fyrimuns fyri dielsdrivnu bilarnar.

Taš er mķn meting av mįlinum, at tey sjónarmiš, sum hava ligiš til grund fyri avgjųldunum į olju og bensini, sum eru ķ dag, ikki longur eru tķšarhóskandi. Tķ veršur neyšugt, at mįliš veršur tikiš upp til višgeršar, og at taš veršur ķ einum stųrri hųpi enn bara reint fķggjarpolitiskt, soleišis at spurningar um hvussu vektin į almennan flutning og privatan skal leggjast, umhvųrvisspurningar o.s.v. eisini verša tiknir viš ķ myndina.

Mįliš avgreitt.