100-23 Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi tunfiskaloyvum
Ár 2000, týsdagin 15. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:
Fyrispurningur
Viðmerkingar:
Havsins tilfeingi, fiskurin, er fólksins ogn. Hvussu henda meginregla skal tolkast, eru menn ikki heilt samdir um. Tó er vist semja um, at fólksins ognir skulu koma flest møguligum til góða, manning, reiðara, landinum.
Seinastu árini hava víst, at tunfiskur er í føroyskum sjógvi ein part av árinum, og at tað loysir seg at fiska hann. Hetta hevur eggjað monnum, og umsóknir eru sendar landsstýrinum um royndarveiðu. Sum í happadráttinum hava summir verið hepnir, meðan aðrir hava drigið svart; onkur hevur mist á borði, hvat loyvum viðvíkur.
Torført er at síggja nakað fast mynstur fyri, hvørjar fortreytir liggja til grund, tá ið loyvir verða givin, og verða tí omanfyri settu spurningar reistir.
Á tingfundi 16. februar 2000 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
Á tingfundi 10. mars 2000 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis (orðaskiftið annars er tøkt):
Svar:
ad 1.
Í 1999 vóru latin 6 loyvir at royndarfiska eftir tun í føroyskum sjógvi trimum
føroyskum og trimum japanskum skipum. Tey føroysku skipini vóru :
m/s Ågot hjá P/F Ågot, Klaksvík
m/s Leitissteinur hjá P/F Thor, Hósvík
m/s Selnes hjá Sp/f Selnes, Trongisvágur
Tey japansku skipini vóru umboðað av:
Sp/f Nancy, Argir
Sp/f Far-Nipp, Sandavágur
Faroe Seafood, Tórshavn.
ad 2.
Øll skipini, sum høvdu loyvi í 1999, vóru til royndarfiskiskap.
ad 3.
Ongi loyvir eru tikin aftur nakað av árunum, sum royndarloyvir hava verið latin. Í
hesum sambandi kann verða lagt aftrat, at tá endalig støða varð tikin til umsóknir
um royndarfiskiskap við føroyskum skipum í 1998, vóru tilsagnir givnar um royndarloyvi
við 4 skipum, umframt einum leiguskrásettum skipi undir føroyskum flaggi.
Treytin fyri at fáa royndarloyvi útskrivað var, at skipini veruliga fóru til royndarfiskiskap. Í 1998 vóru tað bara tað leiguskrásetta skipið (m/s Boada 7) og m/s Ågot, sum fóru til royndarfiskiskap. Hini skipini, sum ætlandi eisini skuldu fara (m/s Skútunes, m/s Boðasteinur og m/s Leitissteinur), fóru ikki til fiskiskap.
Í 1999 vóru somu treytir settar, men m/s Boðasteinur og m/s Skútunes fingu ikki tilsøgn um royndarloyvi hetta árið. Ongar ítøkiligar ætlanir tóktust at vera í gongd, til tess at m/s Boðasteinur fór til henda fiskiskap, og m/s Skútunes varð seldur øðrum eigara.
ad 4.
Eingin situr við veiði- og fiskiloyvi at veiða tunfisk. Higartil í ár er bara eitt
royndarloyvi útskrivað til m/s Selnes í altjóða sjógvi.
ad 5.
Sí svarið upp á spurning 1 og 4.
ad 6.
Samsvarandi treytum settum teimum føroysku feløgunum, ið samstarva við japansk skip um
royndarfiskiskap eftir tunfiski í Føroyum, skulu minst tríggir føroyingar, umframt
eygleiðari frá Fiskirannsóknarstovuni, vera við hvørjum skipi. Av teimum trimum skal
minst ein vera á brúnni. Fiskimálastýrið hevur kravt hetta, til tess at føroyingar
kunnu fáa vitan um tunfiskiskap umvegis tær japansku fiskiroyndirnar.
Vanliga eru um 25 mans við útlendsku skipunum tilsamans.
ad 7.
Fiskimálastýrið hevur ikki lagt seg út í fíggjarliga samstarvið millum eigarnar av
útlendsku skipunum og tey føroysku feløgini, sum umboðaðu tey. Tí kann
landsstýrismaðurin ikki geva nakrar upplýsingar hesum viðvíkjandi. Annars kann verða
lagt aftrat, at í avtalunum millum loyvishavarar og Fiskirannsóknarstovuna fyri 1999,
varð álagt teimum japansku skipunum at gjalda Fiskirannsóknarstovuni 10.850 US$ um
mánaðin, sum gjald fyri eygleiðarar o.a. í tí sambandi.
ad 8.
Fyrst er at siga, at talan ikki hevur verið um at handla loyvi víðari til útlendingar.
Skipanin virkar soleiðis, at Fiskimálastýrið útskrivar royndarloyvi til japansku
skipini, treytað av at váttan er fingin frá japanskum myndugleikum um, at skipið hevur
loyvi at fiska av japansku tunfiskakvotuni, og at avtala er gjørd millum
Fiskirannsóknarstovuna og loyvishavara um royndarfiskiskapin.
Landsstýrismaðurin metir annars, at tað sum fyrst og fremst fæst burturúr royndarfiskiskapinum er vitan um tunfiskavinnu. Í tí sambandi kann nevnast, at einir 20 føroyskir yvirmenn og dekkarar hava verið við japansku skipunum og hava á tann hátt fingið upplæring um fiskiskapin, arbeiðið á dekkinum og hagreiðing av fiskinum.
Samstarvið við japanarar hevur harumframt givið føroyskum vinnulívi upplýsingar og vitan um marknaðarviðurskifti.
Japanska royndarveiðan hevur somuleiðis útvegað vísindaligt tilfar um tunfiskin í føroyskum sjógvi, t.e. stødd, vekt, ferðingarmynstur, dýpi o.a. Vísindaligir eygleiðarar frá Fiskirannsóknarstovuni hava verið við japansku skipunum øll árini. Hesir hava verið fíggjaðir av loyvishavarunum. Teirra niðurstøður verða væntandi nýttar at undirbyggja føroysk krøv um rættindi til tunfisk.
Samstarvið við japanarar hevur eisini verið gagnligt fyri føroysku tunfiskaskipini. Ikki bara viðvíkjandi sjálvum fiskiskapinum, men eisini í atgongdini til og innliti í heimsins størsta tunfiskamarknað í Japan, har føroysku loyvishavararnir eru komnir í samband við einstaklingar og fyritøkur í tunfiskavinnuni.
Hvat føroyska samfelagið hevur fingið burturúr í krónum og oyrum er torført at siga. Ein meting vísir tó, at tey trý japansku tunfiskaskipini fyri árini 1998 og 1999 tilsamans løgdu millum 8 og 10 mió. kr. eftir seg í Føroyum í lønum til manning og eygleiðarar, gjøld til Fiskirannsóknarstovuna, keyp av provianti og útgerð, umvæling, havnagjøld, trygging og líknandi tænastur.
ad 9.
Tá royndarloyvini vóru givin, vóru fortreytirnar mettar við atliti at útlitunum um at
nakað kundi fáast burturúr bæði til føroyska samfelagið, fyri føroyskt vinnulív
og at vísundaligt tilfar kundi útvegast um tunfisk í føroyskum sjógvi, sum kundi
verða við til at menna veiðimøguleikar føroyinga sum fiskiveiðitjóð,
marknaðaratgong og skapa framburð til frama fyri alt samfelagið.
Tá umsóknir komu varð málið lætið Fiskirannsóknarstovuni til ummælis. Fiskirannsóknarstovan metti um málið og viðmælti tíðaravmarkað royndarloyvi í føroyskum sjógvi eftir nærri treytum um reiðskap og hvar roynast skuldi, umframt at krav varð sett um eygleiðarar umborð.
Út frá hesum metingum og við atliti at omanfyri nevndu fortreytum vóru royndarloyvi latin fyrst í 1997 og síðani í 1998 og 1999.
ad 11.
Landstýrismaðurin skilir fyrsta partin av spurninginum sum hvørjar upplýsingarskyldur
Fiskimálastýrið áleggur japansku tunfiskaskipunum. Grundað á hetta kann upplýsast,
at fyrsta treytin fyri, at Fiskimálastýrið útskrivar japansku skipunum royndarloyvi
er, at japanskir fiskiveiðimyndugleikar vátta, at fiskifarið hevur loyvi úr Japan at
veiða tun av japanskari kvotu.
Japansku tunfiskaskipini skulu boðað Fiskiveiðieftirlitinum frá, tá tey koma í føroyskan sjógv. Tey skulu somuleiðis boða frá, tá tey fara úr føroyskum sjógvi og upplýsa, hvussu nógv og hvat tey hava inni. Haraftrat skulu tey hvønn fyrrapart boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, hvar tey eru stødd og veiðina dagin fyri.
Álagt er skiparunum á øllum tunfiskaskipum gjølliga at føra dagbók, sum skal vísast Fiskiveiðieftirlitinum, tá biðið verður um tað. Øllum skipum er álagt at senda Fiskirannsóknarstovuni/Fiskiveiðieftirlitinum avrit av veiðidagbókini, tá royndartíðin er av.
Viðvíkjandi spurninginum um upplýsingarskyldu hjá landsstýrinum og Fiskirannsóknarstovuni er at siga, at tunfiskaveiða eigur at fara fram eftir reglum ásettar av ICCAT um serstakliga fráboðarskyldu við góðkendum gildisváttanum, sum fylgja við fiskinum í útflutningsliðnum fram til marknaðin í Japan. Hesar reglur hava Fiskimálastýrið sum fyrisitingarmyndugleiki og Fiskirannsóknarstovuni sum almennur granskingarstovnur hildið seg til.
Hjálagt er avrit av royndarloyvum til føroysk og útlendsk skip og avtaluútkast millum útlendskt skip og Fiskirannsóknarstovuna.
Home Government of the Faroe Islands
Ministry of Fisheries
Tórshavn,
Permission for Experimental Fishing
With the authority in Article 23, Section 2 of Act No. 28 by the Faroese Parliament from the 10th of March, 1994 with later amendments and in conformity with signed agreement between the Fisheries Laboratory of the Faroe Islands and Faroe Seafood Prime P/F/Japanese vessel owner the Faroese Home Rule Government, Ministry of Fisheries has decided that the Japanese vessel :
is permitted to undertake experimental fishing for tuna in the Faroese Fishing Zone from The permission is conditional to that :
Breaches of the regulations in this license will be subjected in conformity with the Articles 40-48 of Act No. 28 by the Faroese Parliament from the 10th of March, 1994 with later amendments.
It is a prerequisite for this permission to become valid that the agreement between Faroe Seafood Prime/the vessel owner and the Fisheries Laboratory of the Faroe Islands has been duly signed of both parties.
Ministry of Fisheries
Agreement between the Fisheries Laboratory of the Faroe Islands (FL) and " " Co. Ltd, Japan (SC) on experimental longlining fishing for tuna inside the Faroese EEZ.
Place Date On behalf of the Fisheries Laboratory of the Faroe Islands (sign)
Place Date On behalf of " " Co. Ltd. Japan (sign)
FISKIMÁLASTÝRIÐ
Tórshavn 16.02.2000
R O Y N D A R L O Y V I
Samsvarandi § 20, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap veitir Fiskimálastýrið við hesum
m/s
loyvi at royndarfiska eftir tun í føroyskum sjógvi í.
Loyvið er treytað av:
Skiparin hevur ábyrgdina av, at treytirnar í hesum royndarfiskiloyvi verða gjølliga fylgdar. Royndarloyvið kann verða inndrigið uttan ávaring, um skiparin ikki ansar væl eftir, at treytirnar í hesum loyvi verða fylgdar.
Brot á hesar reglur og reglur ásettar í kunngerðum og lógini annars verður revsað eftir lógini.
v. Fiskimálastýrið