Fyrispurningur um Skślan į Trųšni

100-18 Fyrispurningur til Signar į Brśnni, landsstżrismann, višvķkjandi Skślanum į Trųšni og Sernįmsdeplinum

 

Įr 2000, tżsdagin 25. januar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Rśnu Sivertsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

  1. Hvųrjum lógargrundarlagi var Skślin į Trųšni undir ķ įrunum 1990 - 1998?
  2. Hvat var lógagrundarlagiš fyri at leggja Skślan į Trųšni og Sernįmsfrųšiligu Rįšgevingina saman?
  3. Er Sernįmsdepilin ein almennur undirvķsingarstovnur undir landinum?
  4. Hevur skślin ķ Sernįmsdeplinum skślastjóra eins og ašrir skślar, og hvųrjar heimildir hevur hesin?
  5. Hvķ er barnagarsdeildin ķ Sernįmsdeplinum nišurlųgd sum višgeršarstovnur, og višgeršarskyldan flutt ķ almannaverkiš?

Višmerkingar:

Tann 24. novembur 1999 setti eg Signari į Brśnni, landsstżrismanni, fyrispurning ķ 6 punktum um Skślan į Trųšni.

Svariš frį landsstżrismanninum kom til višgeršar į tingfundi hin 18. januar 2000.

Eftir sum eg ikki meti meg hava fingiš fullgott svar upp į 5 av spurningum mķnum, seti eg teir fram av nżggjum, tó eitt sindur ųšrvķsi oršašar, so eingin misskiljing skal vera.

AD. 1: Ķ fyrra svarinum upp į 1. spurning: Hvat fyri undirvķsingarstaš var Skślin į Trųšni, og hvųrjum lógargrundarlagi var skślin undir, veršur nógv gjųrt burturśr at greiša frį tķšarskeišnum, tį iš Skślin į Trųšni var danskur sjįlvsognarstovnur.

Seinni partur av spuninginum: Hvųrjum lógagrundarlagi skślin virkaši undir tey įrini frį tķ, hann ikki longur var danskur sjįlvsognarstovnur, og til hann hin 1. januar 1998 varš nišurlagdur sum sjįlvstųšugur skśli, og ķstašin gjųrdist partur av tķ, iš eitur Sernįmsdepilin, veršur als ikki svarašur.

Ķ stašin greišir landsstżrismašurin frį eini nevnd, iš hevur sitiš og arbeitt ķ 1989, og um eina kunngerš, iš kom burtur śr hesum arbeiši. Oršarętt stendur ķ svarinum frį landsstżrismanninum at: "Nevndin var samd um at męla landsstżrinum til at leggja virksemi skślans ķ skipašan karm viš kunngerš um sernįmsfrųšiliga rįšgeving, har skślin var ein lišur.

Hetta varš so gjųrt, og kunngerš um sernįmsfrųšiliga rįšgeving varš sett ķ gildi ķ oktober 1990. Sķšani sigur landsstżrismašurin, at "Skślin į Trųšni var ikki longur sjįlvsognarstovnur, og vištųkur skślans vóršu avtiknar."

Spurningur mķn til landsstżrismannin var jśst: Hvat var Skślin į Trųšni so?

Skślin hevur ųll hesi įrini veriš partur av skślaverkinum viš egnari jįttan į fķggjarlógini, so onkrari lógarheimild hevur hann virkaš eftir.

Śt frį svarinum hjį landsstżrismanninum kunnu fólk fįa ta fatan, at Skślin į Trųšni aftur ķ 1990 gjųrdist partur (lišur) av Sernįmsfrųšiligu Rįšgevingini og hevur veriš taš sķšani tį.

Men so kann ikki vera. Tķ Sernįmsfrųšiliga Rįšgevingin var ein partur av Landsskślafyrisitingini og kann tķ ikki vera sama skipan sum ein sjįlvstųšugur skśli. Lógargrundarlagiš undir virksemi skślans mį tķ finnast onkra ašrastašni.

Kap. 4 ķ fyrisitingarlógini frį 1978 eitur: "ašrir almennir skślar". Fyrrverandi landsskślastjórin hevur sagt, at lógargrundarlagiš undir skślanum jśst var hesin partur av lógini. Ķ setanarskrivunum hjį starvsfólkunum į Skślanum į Trųšni, tį iš tey gjųrdust tęnastumenn ķ fųroyska fólkaskślanum ķ 1990, stendur, at landsstżriš hevur gjųrt av, at Skślin į Trųšni skal vera ein almennur skśli.

Hesum upplżsingum kemur landsstżrismašurin ķ svari sķnum als ikki fram viš.

AD. 2. Landsstżrismašurin nevnir einki ķ svari sķnum um, hvųrjar heimildir hann hevši at nišurleggja ein almennan undirvķsingarstovn og flyta jįttanina (12,2 milliónir kr.) til fyrisitingina. Landsstżrismašurin sigur, at grundarlagiš fyri at leggja Skślan į Trųšni og Sernįmsfrųšiligu Rįšgevingina saman er avgerš landsstżrismansins, dagfest 16. feb. 1988. T.v.s., ein avgerš hjį landsstżrismanninum hįlvttrišja įr fyri, at Sernįmsfrųšiliga Rįšgevingin yvirhųvur var til. Helst er ein villa ķ svarinum. Landsstżrismašurin meinar helst 16. feb. 1998. Men hóast taš, er spurningurin um lógargrundarlagiš ikki svarašur. Til samanlķkningar kann nevnast, at sambęrt fólkaskślalógini er ikki so lķkatil at nišurleggja ein kommunalan skśla. Tķ tykist taš lųgiš, at landsstżrismašurin kann nišurleggja ein almennan skśla uttan at hava spurt Lųgtingiš, foreldur ella avvaršandi.

AD. 3: Her svarar landsstżrismašurin bęši ja og nei. Fyrst sigur hann, at Sernįmsdepilin er ein almennur stovnur ķ Undirvķsingar- og Mentamįlastżrinum. T.v.s. fyrisiting burturav. Um so er, er ikki heimild at undirvķsa.

Seinni ķ svarinum sigur landsstżrismašurin: "Skślin er almennur."

Um so er, so skal skślin hava egna jįttan, reglugerš og stjóra, tķ grein 55 ķ fólkaskślalógini sigur, at į hvųrjum skśla er skślastjóri, iš hevur fyrisitingarliga-, pedagogiska- og fķggjarliga įbyrgd.

AD. 4: Her svarar landsstżrismašurin: "Leišari er ķ skśladeildini viš įvķsum heimildum."

Nś hevur landsstżrismašurin bęši tosaš um "almennan skśla" og "skśladeild"

Fyrispurningurin um, hvųrjar heimildir skślastjórin hevur, veršur ikki svarašur. Heldur einki veršur nevnt um, hvųrjar tęr įvķsu heimildirnar eru, sum leišarin į skśladeildini hevur.

AD. 5: Heldur ikki hesin spurningurin veršur svarašur. Bert veršur stašfest, at "sum nś er, hevur einki barn fast stovnsplįss ķ barnadeildini."

Restin av svarinum snżr seg um eygleišing, stušulstovnar į bygd viš ongum barnagarši o.a. Men taš var ikki taš, iš spurt varš um.

Upp ķ grein 66 ķ fólkaskślalógini frį 1997 (almennir undirvķsingarstovnar) hevur Lųgtingiš knżtt grein 4, stk. 4: "Landsstżrismašurin kann bjóša bųrnum, iš enn ikki hava byrjaš skślagongdina, sernįmsfrųšiliga hjįlp."

Hetta vil siga, at veršur Skślin į Trųšni (Skślin ķ Sernįmsdeplinum) mettur sum ein almennur undirvķsingarstovnur, so er eisini heimild fyri at hava serbarnagarš. Landsstżrismašurin mį kunna greiša frį, hvķ višgeršarskyldan, iš barnagaršurin hevur havt, sķšani Skślin į Trųšni byrjaši, ikki er har longur.

Er taš so, at taš ikki longur finst heimild fyri at hava serbarnagarš ķ Sernįmsdeplinum, so kann heldur ikki finnast heimild fyri at hava skśla.

Į tingfundi 26. januar 2000 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 23. februar 2000 svaraši Signar į Brśnni, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar:

Ad. 1: Skślin į Trųšni var ķ 1989 fluttur frį Socialstyrelsen į fųroyskar hendur. Hann var undan yvirtųkuni sjįlvsognarstovnur og stżrdur av einum stżri, sum hevši manning av fólki ķ įvķsum stųrvum. Skślin kom eftir yvirtųkuna beinleišis undir fyrisitingina. Ein partur av virkseminum fór undir Almannastovuna, mešan stųrsti parturin av virkseminum kom undir Landsskślafyrisitingina. Heimildirnar til virksemiš og til at bera śtreišslurnar hjį Skślanum į Trųšni var at finna ķ § 3 ķ lųtingslóg nr. 21 frį 22. mars 1979 um fólkaskślan, har taš var įsett, at bųrn viš serligum tųrvi hųvdu rętt til sernįmsfrųšiliga hjįlp og undirvķsing. Hóast heimildirnar til virksemiš var og er lógarįsett ķ lųgtingslógini um fólkaskślan, so hevur Skślin į Trųšni ongantķš veriš ein fólkaskśli. Hann er ikki ein kommunalur skśli, og tķ ikki stżrdur eftir somu reglum sum ein fólkaskśli, men beinleišis av fyrisitingini. Reglurnar um heimildirnar hjį skślanevndum, kommunustżrum, lęrararįšum o.s.fr. vóru ikki galdandi fyri skśladeildina ķ Sernįmsdeplinum, sum skślin veršur nevndur ķ dag.

Ad. 2: Landsstżrismašurin gjųrdi av at samskipa sernįmsfrųšiligu rįšgevingina ķ Landsskślafyrisitingini og virksemiš ķ Skślanum į Trųšni ķ eina fyrisitingarliga, nįmsfrųšiliga og fķggjarliga eind, sum er nevnd ķ Uppritinum um Sernįmsdepilin. Sernįmsdepilin er skipašur fyrisitingarliga ķ eina eind undir Undirvķsingar- og Mentamįlastżrinum. Heimildirnar til virksemiš ķ Sernįmsdeplinum eru ķ § 4, stk. 3, 4 og 5 ķ lųgtingslóg nr. 125 frį 20. juni 1997 um fólkaskśla, har vķst veršur til ręttin hjį landsstżrismanninum at įseta reglur um sernįmsfrųšiligt virksemi.

Skślin į Trųšni var, sum nevnt er ķ spurningi 1 ein fyrisitingarlig eind beinleišis undir meginfyrisitingini og Sernįmsfrųšiliga Rįšgevingin var eisini ein partur av meginfyrisitingini. Taš krevst tķ ikki nakaš įvķst lógargrundarlag fyri at leggja hesar bįšar partarnar saman ķ eina eind.

Ad. 3: Skślin ķ Sernįmsdeplinum er ein serskśli ķ Sernįmsdeplinum, sum er ein stovnur undir landinum.

Ad. 4: Ķ skślanum ķ Sernįmsdeplinum er skślaleišari, hvųrs heimildir ikki eru įsettar ķ lóg ella kunngerš. Starviš er tķ ikki skipaš į sama hįtt sum eitt skślaleišarastarv ķ fólkaskślanum. Skślaleišarin og stjórin ķ Sernįmsdeplinum eru bįšir settir av landsstżrismanninum og eru partar av fyrisitingini. Skślaleišarin hevur śtint virki sķtt, soleišis at taš starvsliga sęš ķ mest mųguligan mun samsvarar viš skślaleišarum fólkaskślans. Landsstżrismašurin kann altķš umvegis stjóran ķ Sernįmsdeplinum taka aftur ella geva skślaleišaranum ųktar heimildir.

Ad. 5: Taš hevur veriš hildiš rętt at leggja so nógv sernįmsfrųšiligt virksemi fyri bųrn sum heild śti, har barniš bżr saman viš foreldrum, og har sum tųrvurin er eyšsżndur. Taš er hetta, iš veršur gjųrt. At barnadeildin er minkaš burtur ķ einki, er m. a. eisini ein avleišing av hugburšinum um, at barniš hevur taš best ķ heimaumhvųrvinum. Barnagaršsdeildin er ikki ein sjįlvstųšugur stovnur, og kann tķ minka, veksa, setast į stovn ella verša nišurlųgd viš eini av landsstżrismanninum tiknari fyrisitingarligari avgerš.

Mįliš avgreitt.