Fyrispurningur um ręttartrygd

100-10 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, lųgmann, višvķkjandi ręttartrygd hins einstaka

 

Įr 1999, frķggjadagin 8. oktober, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Bergi P. Dam, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

  1. Er – sambęrt stżrisskipanar- ella ašrari lóggįvu – loyvt landsstżrismanni at almannakunngera privat višurskifti hjį borgara, sum landsstżrismašur ķ sķnum landsstżrisstarvi hevur fingiš kunnleika til.
  2. Heldur lųgmašur taš vera rętt og gagnligt fyri demokratiska oršaskiftiš, at landsstżrismašur į almennum fundi kunnger, hvussu samrįšingar viš navngivnan embętismann um samsżning eru farnar fram. Harundir hvųrjar upphęddir viškomandi embętismašur kravdi ķ samsżning.
  3. Er taš stųša landsstżrisins, at embętisfólk, iš eru atfinningarsom mótvegis landsstżrinum ella landsstżrismanni, ikki skulu kunna rokna viš, at privat višurskifti ikki verša almannakunngjųrd.
  4. Hevur lųgmašur ętlanir um ķtųkilig stig fyri at styrkja ręttartrygdina hjį einstaka borgaranum soleišis, at hann er vardur fyri, at hansara privatu višurskifti og samskifti viš landsstżriš verša almannakunngjųrd.

Višmerkingar:

ad 1.
Į almennum fundi ķ lęraraskślahųllini hin 21/9-1999 um "Hvķtubók" tók seg upp oršaskifti um, hvųrt bśskaparfrųšingar eru samdir um tęr nišurstųšur, sum landsstżriš ger av bśskaparpartinum. Ķ hesum hųpi helt landsstżrismašurin ķ sjįlvstżrismįlum, at ein av hųvundunum av bśskaparfylgibindinum, sum alment hevši funnist at framlųgu landsstżrisins, hevši veriš so kravmikil, at landsstżriš ikki hevši rįš at hava hann viš į framlųguferšunum. Sķšani kunngjųrdi hann, hvussu stór krųv hesin hevši sett, og roknaši fyri fundinum śt, hvussu nógv taš samanlagt hevši kostaš landsstżrinum at tikiš viš samsżningskrųvunum.

ad 2.
Landsstżriš hevur sett so nógvar og so vęl mannašar arbeišsbólkar ķ sambandi viš śtgreiningararbeišiš um fullveldisętlanina, at stórur partur av serfrųšingunum ķ Fųroyum eru knżttir at hesum śtgreiningararbeiši. Hetta ķ sjįlvum sęr er įlvarsamt. Taš er jś ein royndur lutur, at luttųka ķ įvķsum arbeiši hevur lyndi at knżta fólk ķ eitt loyalitetsband, sum lęttliga kann darva teimum ķ annars at luttaka ķ almenna oršaskiftinum. Og tį so stórur partur av serfrųšingunum ķ landinum hava ampa av at luttaka ķ almenna oršaskiftinum, er taš sjįlvsagt ein minking av dygdini ķ oršaskiftinum.

Men tį so harafturat fólk kunnu ivast, hvųrt teirra privatu višurskifti – sum einki hava viš politiska mįliš at gera – ikki eru vard fyri almannakunngerš, er demokratiska oršaskiftiš so nógv skert, at taš gerst mest sum meiningsleyst.

Eingin ivi er um, at mong hava tulkaš hesa hending sum eitt greitt tekin frį landsstżrismanninum: Dittar nakar sęr at finnast at einhvųrjum, skulu tey ikki kenna seg vķs ķ ikki at verša "hongd śt", um landsstżrismašurin "hevur okkurt uppį tey".

ad 3.
Ķ hesum tķšum, har so stórar og tżšandi avgeršir skulu takast, hevur taš alstóran tżdning, at borgarin veit, at ręttartrygd hansara er vard, uttan mun til hvųrja stųšu hann hevur ķ ymsum mįlum.

ad 4.
Lųgmašur setir og koyrir landsstżrismenn frį. Tķ er taš ķ evsta enda lųgmašur, iš hevur įbyrgdina fyri, at landsstżrismenn halda seg innan fyri tęr reglur, iš galda fyri virki teirra.

Į lųgtingsfundi 14. oktober 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreisšlu, at fyrispuringurin skal svarast.

Į lųgtingsfundi 5. november 1999 svaraši Anfinn Kallsberg, lųgmašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar

Fyri at svara hesum fyrispurningi hevur lųgmašur bišiš landsstżrismannin ķ sjįlvstżrismįlum um eina frįgreišing ķ mįlinum. Lųgmašur tekur ķ svari sķnum stųši ķ hesi frįgreišing, iš er hjįlųgd.

1) Er – sambęrt stżrisskipanar- ella ašrari lóggįvu – loyvt landsstżrismanni at almannakunngera privat višurskifti hjį borgara, sum landsstżrismašur ķ sķnum landsstżrisstarvi hevur fingiš kunnleika til.

Svar: Taš sum upplżst varš um ķ nevnda mįli var sambęrt landsstżrismanninum, hvat kravt varš ķ samsżning, men onki um sjįlv fķggjarvišurskiftini hjį bśskaparfrųšinginum. Landsstżrismašurin upplżsti heldur ikki, hvussu samrįšingarnar annars vóru farnar fram.

Talan er sostatt ikki um upplżsingar, sum vildu veriš undantiknir almennum innliti sambęrt lógini um innlit ķ fyrisitingina.

At upplżsingar um setanarvišurskifti, lųnir o. t. eru undir almennum innliti, er jśst gjųrt viš atliti at ręttartrygdini:

Hetta kann ikki metast at vera annaš enn gott og gagnligt, tķ at taš er viš til at tryggja, at umsitiš veršur forsvarliga og eins.

2) Heldur lųgmašur taš vera rętt og gagnligt fyri demokratiska oršaskiftiš, at landsstżrismašur į almennum fundi kunnger, hvussu samrįšingar viš navngivnan embętismann um samsżning eru farnar fram. Harundir hvųrjar upphęddir viškomandi embętismašur kravdi ķ samsżning. 

Lųgmašur heldur meginregluliga ikki, at taš er gagnligt fyri demokratiska oršaskiftiš, at landsstżriš upplżsir hvussu samrįšingar viš navngivnan embętismann um samsżning eru farnar fram. Hinvegin var sambęrt frįgreišingini frį landsstżrismanninum talan um, at pallboršsluttakari į almenna fundinum į Lęraraskślanum reisti spurningin um, hvųrt hvķtabók og kunningin hjį landsstżrinum var eftirfarandi, og nevndi ķ hesum sambandi navniš og śtsagnirnar hjį tķ bśskaparfrųšingi, sum alment hevši funnist at landsstżrinum.

Sambęrt landsstżrismanninum so harmašist hann į fundinum um, at ivi varš sįddur um arbeišiš hjį bśskaparnevndini. Hann greiddi frį gongdini višvķkjandi kunningini um hvķtubók og greiddi frį mįlinum um samsżning fyri kunningarfundir, sum hevši veriš millum bśskaparfrųšingin og landsstżriš. Herundir nevndi landsstżrismašurin eisini upphęddirnar, sum talan hevši veriš um. Hetta varš gjųrt, tķ at spurningurin varš reistur av ųšrum luttakara viš pallboršiš, og tķ varš mett, at fundarfólkiš og almenningurin annars hųvdu krav uppį eitt svar frį landsstżrinum um taš, sum var fariš fram.

3) Er taš stųša landsstżrisins, at embętisfólk, iš eru atfinningarsom mótvegis landsstżrinum ella landsstżrismanni, ikki skulu kunna rokna viš, at privat višurskifti ikki verša almannakunngjųrd

Hugburšur landsstżrisins er, at taš į ongan hįtt skal koma embętisfólki aftur um brekku, at tey eru atfinningarsom mótvegis landsstżrinum ella landsstżrismanni. Sostatt skulu teirra privatu višurskifti heldur ikki av hesi orsųk verša almannakunngjųrd. Eftir lųgmansins fatan hevur taš tżdning, at embętisfólk kunnu fųla seg so mikiš trygg ķ sķnum starvsumhvųrvi, at tey ikki halda seg aftur ķ at koma viš atfinningum. Hetta er neyšugt fyri at styrkja um ręttartrygdina, og kann eisini vera viš til at tryggja eina įvķsa menning innan politisku skipanina og almennu fyrisitingina.

4) Hevur lųgmašur ętlanir um ķtųkilig stig fyri at styrkja ręttartrygdina hjį einstaka borgaranum soleišis, at hann er vardur fyri, at hansara privatu višurskifti og samskifti viš landsstżriš verša almannakunngjųrd.

Lųgmašur tekur undir viš heildarmetingini ķ frįgreišingini hjį landsstżrismanninum og tekur annars frįgreišing landsstżrismansins til eftirtektar. Lųgmašur hevur tķ ikki ętlanir um ķtųkilig stig grundaš į hetta mįl.

Taš er sjįlvandi altķš óheppi at višgera einstaklingar alment, eisini į lųgtingi. Hinvegin hevši landsstżrismašurin ķ hesum mįli tann trupuleika, at hann skal greiša fólki frį, hvķ umrųddi persónur ikki luttók ķ framlųguni av hvķtubók, nakaš, sum hann eisini hevur skyldu at gera.

Lųgmašur leggur stóran dent į, at ręttartrygdin ķ samfelagnum er į einum hųgum stųši, og at hon framhaldandi veršur styrkt bęši fyri hin einstaka borgaran og ķ samfelagnum sum heild.  

Višmerkingar

Taš tykist sum taš vindur meira og meira upp į seg, at tingmenn seta lųgmanni fyrispurningarnar sum hava viš embętisfųrsluna hjį landsstżrismonnum at gera, heldur enn at seta spurningarnar til viškomandi landsstżrismann. Hetta er óheppi, tķ taš er landsstżrismašurin, iš įbyrgdist mótvegis lųgtinginum fyri sķna embętisfųrslu.

Viš stżrisskipanarlógini vóršu settar ķ gildi reglur um rįšharrastżri ķ Fųroyum. Hetta merkir, at hvųr landsstżrismašur sjįlvur situr fyri og hevur įbyrgdina av sķnum mįlsųki. At lųgmašur hevur eina yvirskipaša samskipanaruppgįvu sambęrt stżrisskipanarlógini ger ikki, at lųgmašur til dųmis kann įleggja einum landsstżrismanni at śtinna sķna embętisfųrslu į įvķsan hįtt. Hinvegin kunnu ósemjur millum lųgmann og įvķsan landsstżrismann enda viš, at lųgmašur er noyddur at seta hann śr starvi.

Mannagongdin mį tķ vera soleišis, at spurningar, iš til dųmis snśgva seg um embętisfųrsluna hjį įvķsum landsstżrismanni, verša settir landsstżrismanninum sjįlvum.

Lųgmašur hevur sambęrt stżrisskipanarlógini skyldu til at hava eftirlit viš, at hvųr landsstżrismašur situr fyri sķnum mįlsųki į lógligan og fullgóšan hįtt. Um fyrispurningurin tķ snżr seg um, hvussu lųgmašur hevur rųkt hesa eftirlitsskyldu, eigur fyrispurningurin sjįlvsagt at verša settur lųgmanni. 

 

Til lųgmann.

Višvķkjandi fyrispurningi um ręttartrygd hins einstaka um fund į lęraraskślanum og gongdina ķ mįlinum annars.

Gongdin ķ hesum mįli:

Landsstżrismašurin ķ sjįlvstżrismįlum setti tann 21. desember 1998 eina bśskaparnevnd at greina grundarlagiš fyri einum sjįlvberandi fųroyskum bśskapi. Ķ nevndina vóršu eftir tilmęli vald 11 fólk. Nevndin fekk uppkast til ein arbeišssetning, og eftir višgerš og afturmelding frį nevndini, varš endaligi arbeišssetningurin latin nevndini.

Sķšani hevur formašurin havt įbyrgdina av nevndararbeišinum og landsstżriš ella landsstżrismašurin hava ikki havt nakran lut ķ nevndararbeišinum.

Eftir at frįgreišingin varš handaš og Hvķtabók var almannakunngjųrd, gjųrdi landsstżriš av at skipa fyri kunningarfundum kring landiš, har umboš fyri tęr ymsu nevndirnar, sum hava skrivaš Hvķtubók, lųgdu fram, hvųrjar nišurstųšur nevndirnar vóru komnar til og har fólk fingu hųvi at spyrja allar spurningar.

Ķ hesum sambandi baš landsstżriš formenninar ķ nevndunum um at taka lut ķ kunningini ella at leggja uppgįvuna til ašrar av nevndarlimunum.

Fyri bśskaparnevndina peikaši formašurin į tveir bśskaparfrųšingar at leggja fram, sum hvųr hųvdu skrivaš stųrri partar av bśskaparfrįgreišingini. Landsstżriš heitti sķšani į teir um at taka lut į kunningarfundunum. Annar jįttaši at taka lut, mešan hin kravdi eina sera stóra samsżning fyri hvųnn kunningarfund omanį ta samsżning, sum er latin fyri at gera arbeišiš ķ nevndini.

Landsstżrismašurin hevur ķ ųllum arbeišinum viš at gera Hvķtubók hildiš fast viš, at ręttast er at bjóša samsżning til allar nevndarlimir eftir somu reglum, og hesum hevur landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum og samlaša landsstżriš tikiš undir viš. Tķ varš sambęrt landsstżrissamtyktini hildiš fast viš at bjóša vanliga samsżning til nevndarlimir į kunningarfundunum umframt feršapening eftir vanligum reglum.

Hesum ynskti annar av bśskaparfrųšingunum ikki at taka av, og tķ varš bśskaparnevndin bert umbošaš ev einum nevndarlimi į kunningarfundunum. Honum varš įlagt at kunna um alt arbeišiš og nišurstųšurnar hjį nevndini og svara ųllum spurningum frį fundarfólki.

Eftir teir fyrstu kunningarfundirnar vóru greinar ķ blųšunum frį tķ nevndarliminum, iš ikki hevši ynskt at taka lut į kunningarfundunum fyri vanliga nevndarsamsżning. Ķ hesum greinum varš funnist at kunningini, sum Fųroya landsstżri skipaši fyri, tķ hon ikki var nóg upplżsandi um ųll višurskifti. Landsstżrismašurin kannaši beinanvegin, um hetta var ein atfinning, iš varš komin til landsstżriš, lųgd fyri bśskaparnevndina ella fyri formannin ķ bśskaparnevndini, so mųguligar betringar kundu gerast. Men ongin hevši fingiš nakra atfinning ella rįš um serlig višurskifiti, iš įttu at veriš lżst nęrri į kunningarfundunum.

Landsstżrismašurin undrašist į hesa gongd, men valdi ikki at gera meira burturśr hesum, tķ taš stendur sjįlvsagt einum og hvųrjum frķtt at finnast at og siga sķna hugsan alment.

Atfinningin um, at landsstżriš ikki kunnaši um ųll višurskifti ķ Hvķtubók varš sķšani endurtikin ķ blašgreinum og ķ tķšindasending ķ Śtvarpi Fųroya frį sama nevndarlimi. Har fųrdi bśskaparfrųšinguirn fram, at hann hevši giviš landsstżrinum eitt tilboš um kunning, men at landsstżriš - kanska orsakaš av peningatroti - ikki hevši rįš at gjalda fyri kunningina.

Landsstżrismašurin helt tķ, at almenningurin hevši krav uppį eina kunning um, hvat varš fariš fram ķ hesum mįli. Hann gjųrdi ķ tķ sambandi av, at senda eitt tķšindaskriv, har greitt varš frį:

Fundur į Lęraraskślanum 21/9 1999:

Ķ fyrispurninginum er oršaskiftiš į einum fundi ķ Lęraraskślahųllini tann 21/9 1999, nevnt sum grundgeving fyri fyrispurninginum.

Į fundi ķ Lęraraskślahųllini um Hvķtubók, har umboš fyri allar politiskar flokkar tóku lut, reisti formašurin ķ javnašarflokkinum spurningin um, hvųrt Hvķtabók og kunningin hjį landsstżrinum um Hvķtubók var eftirfarandi. Hann nevndi ķ hesum sambandi navniš og śtsagnirnar hjį tķ bśskaparfrųšingi, sum alment hevši funnist at landsstżrinum.

Landsstżrismašurin harmašist į fundinum um, at ivi varš sįddur um arbeišiš hjį bśskaparnevndini. Hann greiddi frį gongdini višvķkjandi kunningini um Hvķtubók og greiddi frį mįlinum um samsżning fyri kunningarfundir, sum hevši veriš millum bśskaparfrųšingin og landsstżriš. Herundir nevndi landsstżrismašurin eisini upphędirnar, sum talan hevši veriš um. Hetta varš gjųrt, tķ at spurningurin varš reistur av ųšrum luttakara viš pallboršiš, og tķ varš mett, at fundarfólkiš og almenningurin annars hųvdu krav uppį eitt svar frį landsstżrinum um taš, sum fariš var fram.

Heildarmeting
Samanumtikiš kann sigast, at landsstżrismašurin ikki hevur ynskt og vil ikki reisa nakaš mįl alment um samsżningar ella innanhżsis nevndararbeiši ķ almenninginum. Ųll slķk mįl hava lyndi til at draga ųll onnur višurskifti fram enn taš sakliga oršaskiftiš. Mįliš varš reist ķ almenninginum av umrųdda bśskaparfrųšingi og av luttakara viš eitt pallborš, og ķ tķ sambandi noyddist landsstżrismašurin at svara spurningunum, sum vóršu reistir. Landsstżrismašurin heldur, at hetta er at meta sum eitt mįl um alment innlit ķ fyrisitingina og landsstżrisarbeiši, har almenningurin hevur krav uppį allar upplżsingar og spurningar, sum verša reistir.

Landsstżrismašurin leggur stóran dent į, at allir borgarar og herundir serfrųšingar taka lut ķ almenna oršaskiftinum, og fegnast um, at Hvķtabók ķ hesum sambandi hevur elvt til oršaskifti og kjak millum serfrųšingar og fólk annars. Eisini frameftir fer landsstżrismašurin at hava sum eitt ašalmįl, at ręttartrygd hins einstaka veršur sett ķ hįsęti ķ almenna oršaskiftinum, sum er grundarlagiš undir fólkaręšinum.

Hųgni Hoydal
landsstżrismašur