Fyrispurningur um tunnil millum Hov og Ųravķk

100-3 Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstżrismann, um tuunnil millum Hov og Ųravķk

 

Įr 1999, tżsdagin 24. august, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Henrik Old, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

  1. Er tann kanning av tunnilsgerš millum Hov og Ųravķk gjųrd, sum Lųgtingiš jįttaši pening til?
  2. Um ikki, nęr kann vęntast, at nakaš śrslit fyriliggur?
  3. Hvųrja ętlan hevur landsstżrismašurin um peningajįttan į komandi fķggjarlóg til tunnilsgerš millum Hov og Ųravķk?

Višmerkingar
Į verandi fķggjarlóg er 1 mió.kr. sett av til kanning av umstųšunum at byggja tunnil millum Hov og Ųravķk, og sagt veršur ķ višmerkingunum til hesa jįttan, at sera trupult er at breiška hettar vegastrekkiš.

Sum ųllum kunnugt, so er feršslumynstriš nógv broytt seinastu įrini, har m.a. stórur partur av okkara fiskaśtflutningi fyrst skal flytast eftir vegum okkara, įšrenn hesin fer av landinum, ķ mun til fyri fįum įrum sķšani, har farmaskip lųgdu til so at siga hvųrja kei.

Fyri at taka ein part av tķ tyngstu feršsluni millum Vįg og Drelnes samtykti Lųgtingiš ķ vįr, at Smyril skuldi sigla į Vįg, men fyri at mótarbeiša hesum legši Strandferšslan og Vinnumįlastżriš ein tśr soleišis, at eingin fekk nyttu av honum.

Taš stendur ųllum greitt, at neyšugt er sum skjótast at fara undir tunnilsgerš millum Hov og Ųravķk. Tķ veršur hesin fyrispurningur settur landsstżrismanninum ķ samferšslumįlum, Finnboga Arge.

Į lųgtingsfundi 26. august 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į lųgtingsfundi 30. september 1999 svaraši Finnbogi Arge, landsstżrismašur fyrispurninginum soleišis:

S v a r

Ad. 1 og 2
Landsverkfrųšingurin hevur arbeitt viš mįlinum saman viš Jaršfrųšissavninum sķšani tķšliga ķ vįr. Komiš er so langt įvegis, at funniš er fram til linjuna, har fręgastu umstųšur eru at leggja tunnilin.

Nęsta stigiš veršur at gera neyvari jaršfrųšiligar kanningar, boriroyndir og skjóta seismikk. Hetta veršur gjųrt ķ hesum įrinum. Landsstżrismašurin vęntar at fįa tilmęli um mųguligan tunnil fyrst ķ komandi įri.

Ad. 3
Į komandi fķggjarlóg hevur landsstżrismašurin ętlanir um at nżta 0,45 mió kr til framhald av kanningunum og mųguliga projektering. Vķsa kanningarnar, at rįšiligt er at fara undir hesa tunnilsgerš, vil landsstżrismašurin męla til, at arbeišiš uppį at gera tunnill millum Hov og Ųravķk byrjar so skjótt, sum ķlųgukarmurin į fķggjarlógini loyvir hesum.

Mįliš avgreitt.