Arbeiðsháttur løgtingsins

 

Tingið starvar eftir teim formligu reglum sum ásettar eru í stýrisskipanarlógini og tingskipanini.

Mál koma fyri løgtingið í fimm formum:

1. Uppskot til løgtingslóg

2. Uppskot til ríkislógartilmæli

3. Uppskot til samtyktar

4. Frágreiðingar, skrivligir ella munnligir ella ófráboðaðir fyrispurningar

5. Misálit á løgmann ella landsstýrismenn

Aðrir viðgerðarformar eru ikki. Bert løgmaður, landsstýrismaður ella løgtingsmaður kunnu byrja mál í løgtinginum. Skrivar borgari ella felag løgtinginum bræv um eitthvørt, so verður hetta ikki tikið til viðgerðar uttan so, at løgtingsmaður tekur málið upp í einum av teim formum sum omanfyri eru nevndir.

 

Uppskot til løgtingslógir

Uppskot til løgtingslóg skal verða fyri á fýra ymiskum tingfundum. Harumframt fær málið nevndarviðgerð í løgtingsnevnd og hjá løgmanni.

Framløga

Tá mál verður lagt fyri tingið, boðar løgtingsformaðurin frá framløgu. Á hesum fundi verður málið ikki umrøtt og kann ei heldur beinast í nevnd.

1. viðgerð

Uppskot kann fáa 1. viðgerð 2. yrkadagin eftir framløgu. Við 1. viðgerð verður uppskotið umrøtt í síni heild. Broytingaruppskot kann verða fráboðað og umrøtt.

Nevndarviðgerð

Eftir 1. viðgerð fáa málini vanliga nevndarviðgerð. Tað er løgtingsformaðurin, ið gerð av, um mál skal beinast í nevnd og hvørja nevnd tað skal í. Nevndin skrivar álit til tingið, og meirlutin ella minnilutar í nevndini kunnu seta fram broytingaruppskot. Vanliga fáa mál bara nevndarviðgerð millum 1. og 2. viðgerð. Tingið kann tó á øðrum viðgerðarstigum samtykkja at beina mál í nevnd. Undir nevndarviðgerðini granska nevndarlimirnir uppskotið gjøllari og fáa til vega eyka upplýsingar frá almennum og privatum, og í førum kallar nevndin eisini fólk inn á fund, at fáa tey at siga sína hugsan um uppskotið.

2. viðgerð

2. viðgerð kann verða 3. yrkadagin eftir, at 1. viðgerð endaði, tó ikki fyrr enn 2. dagin eftir, at møguligt nevndarálit er lagt fram. Tingmaður kann skrivliga seta fram broytingaruppskot, men skal tað vera gjørt, áðrenn orðaskiftið við 2. viðgerð er byrjað. Nevndin, meirluti ella minniluti í henni kann eisini skrivliga seta fram broytingaruppskot, eftir at 2. viðgerð er byrjað, men áðrenn orðaskiftið er endað. 2. viðgerð endar við atkvøðugreiðslu. Fellur uppskotið, steðgar viðgerðin her.

3. viðgerð

3. viðgerð kann vera 3. yrkadagin eftir, at 2. viðgerð endaði, ella eftir at møguligt nevndarálit er lagt fram. 4 tingmenn kunnu í felag skrivliga seta fram broytingaruppskot, og um málið er beint í nevnd við 2. ella 3. viðgerð, so kann meirluti ella minniluti í nevndini skrivliga seta fram broytingaruppskot. Broytingaruppskot kann leggjast fram við 3. viðgerð, áðrenn orðaskiftið byrjar. Við 3. viðgerð verða broytingaruppskot og tær greinar, broytingaruppskotið viðvíkir, umrøddar fyrst og koma fyrst til atkvøðugreiðslu. Eftir hetta verður endalig viðgerð, tá tingið samtykkir ella fellur uppskotið.

Staðfesting og kunngerð

Fyri tí um løgtingið endaliga hevur samtykt løgtingslógaruppskot, so er tað ikki bindandi fyri borgaran. Tað gerst tað ikki fyrr enn løgmaður hevur staðfest uppskotið sum løgtingslóg og kunngjørt tað í Kunngerðablaðnum. Løgmaður hevur fullan rætt at nokta at staðfesta uppskotið og tá verður so eingin løgtingslóg, men í flestu førum ger hann tað tí annars fær hetta helst til avleiðing at tingið noyðir hann frá sum løgmann.

 

Uppskot til ríkislógartilmæli

Uppskot til ríkislógartilmælini fáa á løgtingi púra eins viðgerð og uppskot til løgtingslógir. Einasti munur er, at endaliga úrslitið verður ikki kunngjørt alment, men harafturímóti fráboðað ríkismyndugleikunum av løgmanni. Tað samtykta uppskotið er ikki bindnadi fyri borgaran, men sum orðið sigur, harafturímóti eitt óbindandi tilmæli til ríkismyndugleikarnir at gera eina lóg. Aloftast fylgja ríkismyndugleikarnir tilmælinum.

 

Uppskot til samtyktar

Hesi mál verða viðgjørd sum uppskot til løgtingslógir. Tó enda hesi mál eftir atkvøðugreiðsluna við 2. viðgerð, og skulu ikki stafestast og kunngerast av løgmanni. Uppskot til samtyktar eru ikki bindandi, hvørki fyri landsstýrið ella borgaran. Í onkrum førum krevst tó eftir stýrisskipanarlógini, at ein tingssamtykt skal til fyri at landsstýrið kann gera eitthvørt, eitt nú gera týdningarmiklar sáttmálar við onnur lond.

 

Frágreiðingar, skrivligir ella munnligir ella ófráboðaðir fyrispurningar

Tað sum eyðkennir hesar viðgerðarformar er, at løgtingið ger onga niðurstøðu undir hesum viðgerðarformum. Málið verður umrøtt á tingi, og so er liðugt, eingin atkvøðugreiðsla og eingin nevndarviðgerð.

Við hesum viðgerðaformum kann løgtingsmaður fáa allar teir upplýsingar hann hevur fyri neyðini frá løgmanni ella landsstýrismanni, og út frá hesum gera sær sínar politisku niðurstøður um, hvat ið hann ætlar.

 

Misálit

Eftir stýrisskipanini er tað so, at løgmaður ella landsstýrismenn eru óheftir av løgtinginum. Landsstýrismenninir verða tilnevndir av løgmanni, meðan løgmaður verður tilnevndur av løgtingsformanninum, tó so, at ikki 17 tingmenn eru ímóti løgmansevni løgtingsformansins.

Løgmaður og landsstýrismenninir eru tó ikki óheftari enn so, at um so er, at 17 tingmenn eru ímóti einum av teimum, so mugu teir leggja frá sær.

Mál um misálit á løgmann ella landsstýrismann verða bert viðgjørt á einum tingfundi. Uppskot verður framlagt um hetta av løgtingsmanni og alt fyri eitt tikið til umrøðu í tinginum.