Stýrisskipanarlógarviðgerðin

Avrit av orðaskifti løgtingsins frá 93 fundi 25.07.1994: 3. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya í 2. umfari

Formaðurin (Jógvan I. Olsen, sb):
So vil eg biða tingið um frávik aftur frá tíðarfreistini til at taka hetta løgtingsmálið, løgtingsmál nr. 207: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya upp til 3. viðgerð. Um eingin mótmælir, so gangi eg út frá, at játtanin er givin, og vit fara undir 3. viðgerðina av hesum her løgtingsmálinum.

Orðaskiftið er byrjað, eingin biður um orðið, so er orðaskiftið endað, og vit fara undir atkvøðugreiðsluna.

Tað er løgtingsmál nr. 207: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, og sum tað fram gekk á seinasta fundi, so er tað framlagt 20. juli, 1. viðgerð 22. juli og fór í serliga stýrisskipanarnevnd, og álitið er lagt fram í dag, og onnur viðgerð er farin fram í dag.

Tey tingfólk, sum atkvøða fyri, at henda løgtingslóg um stýrisskipan Føroya kann koma í gildi soleiðis, sum hon er samtykt við 2. viðgerð, biðast gera so væl og reisa seg.

(Atkvøðugreiðsla: 14+1=15, 12+1=13)

15 og 13 er 28 pluss 1 tað er 29. Er nakar ímóti, tað er eingin. So er tað samtykt við 29 fyri og ongari ímóti og verður sent til landsstýrið vil avgreiðslu.

Løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya/ om Færøernes styrelsesordning

Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg/ I overenstemmelse med vedtagelse af Færøernes Lagting stadfæster og kundgør lagmanden følgende lagtingslov:

( Lógin er hin sama sum uppskotið á bls. *)

Tórshavn, 26. juli 1994.

Marita Petersen
   løgmaður
                                / Finnbogi Ísakson, varaløgmaður