Stýrisskipanarlógarviðgerðin

Avrit av orðaskifti løgtingsins frá 92. fundi 25.07.1994: 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya í 2. umfari

A. Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður, sb. - 1 - 2
B. Bjørn á Heygum, sb.

Formaðurin (Jógvan I. Olsen) (sb):
Nú er tað soleiðis, at tað skulu vera tríggir dagar frá 1. viðgerð til 2. viðgerð, og tær treytirnar lúkað vit, men harafturat so skal álitið verða framlagt tveir dagar, áðrenn 2. viðgerð kann fara fram, og tær teytirnar lúka vit ikki, og tí fari eg at biða tingið um frávik til at taka 2. viðgerð av hesum málinum, sjálvt um álitið hevur ligið ov stutt frammi. Um eingin mótmælir, so gangi eg út frá, at tað er givið loyvi til tað.

So fara vit undir 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 207/1994: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya. Tað hevur verið í stýrisskipanarnevndini, og har er framsøgumaðurin Bjørn á Heygum, ger so væl:

Bjørn á Heygum (sb):
Harra formaður!
Serliga stýrisskipanarnevndin, sum sett varð undir 1. viðgerð tann 22. juli, hevur gjøgnumgingið málið og leggur soljóðandi álit í løgtingsmáli nr. 207/1993: Løgtingslóg um stýriskipan Føroya.

(lesur upp álitið á bls. *)

Og hetta er so dagfest 25. juli í 94 og undirskrivað av øllum nevndarlimum.

Formaðurin:
Ja takk, tað eru ikki fleiri, sum hava biðið um orðið, orðaskiftið er endað, og vit fara undir atkvøðugreiðsluna.

Nú er hetta ein lang lóg, men hon er soleiðis háttað, at vit skulu siga annaðhvørt ja ella nei til alt hetta lógarkompleksið, sum tað er, og tí fara vit at atkvøða um alla lógina undir einum.

Hetta uppskotið er lagt fram av landsstýrinum 20. juli og hevði 1. viðgerð 22. juli og fór í serliga stýrisskipanarnevnd, og álitið varð lagt fram 25. juli, also í dag. Vit atkvøða um alt lógaruppskotið í einum, tað er líka frá grein 1 til og við grein 57. Tey tingfólk, sum atkvøða fyri løgtingslóg um stýrisskipan Føroya frá grein 1 og til og við grein 57, biðast gera so væl og reisa seg.

(Atkvøðugreiðsla: 14+1=15, 9+1=10)

tað er 25 plus 1, tað er 26, nakar ímóti, eingin, so er tað samtykt við 26 fyri og ongari í móti.

Tey tingfólk, sum atkvøða fyri grein 58, biðast gera so væl at reisa seg.

(Atkvøðugreiðsla: 14+1=15, 9+1=10)

15 og 10 er 25 pluss 1, tað er 26.

Tey tingfólk, sum atkvøða fyri, at málið soleiðis, sum tað nú liggur fyri, kann fara yvir til 3. viðgerð, biðast gera so væl og reisa seg.

(Atkvøðugreiðsla: 14+1=15, 9+1=10)

tað er 25 pluss 1 tað er 26.

So hava vit eitt uppskot til samtyktar, tað stendur á síðu 3 í álitinum, eg skal lesa tað upp: "Uppskot til samtyktar. Løgtingi setir nevnd við sitandi formanni í tinginum, og fyrrverandi formonnum løgtingsins Lasse Klein, Anfinn Kallsberg, Jacob Lindenskov, Hergeir Nielsen, Jógvan Sundstein, Agnar Nielsen og Hilmar Bech, at gera uppskot til broyting av tingskipan løgtingsins soleiðis, at tingskipanin m.a. samsvarar tí av løgtinginum í juni 1994 í fyrsta umfari og í juli 1994 í øðrum umfari samtykta uppskot til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya. Álitið verður at leggja fyri løgtingið í seinasta lagi fyri árslok 1994."

Tey tingfólk, sum atkvøða fyri hesum uppskoti, biðast gera so væl at reisa seg.

(Atkvøðugreiðsla: 14+1=15, 9+1=10)

15 og 10 tað er 25 pluss 1, tað er 26. So er hetta samtykt at fara til avgreiðslu til landsstýrið.