Stýrisskipanarlógarviðgerðin

Álit í løgtingsmáli nr. 190/1993: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 24. mars 1994 og eftir 1. viðgerð tann 6. apríl 1994 beint í serliga løgtingsnevnd við umboðum fyri allar flokkar á tingi og uttanflokka tingmanninum Tordi J. Niclasen.

Í nevndini hava sitið fyri Javnaðarflokkin Vilhelm Johannesen, Fólkaflokkin Anfinn Kallsberg, Sambandsflokkin Edmund Joensen, Tjóðveldisflokkin Hergeir Nielsen, Sjálvsstýrisflokkin Helena Dam á Neystabø, Kristiliga fólkaflokkin Føroya framburðs- og fiskivinnuflokk Niels Pauli Danielsen og sum nevnt Tordur J. Niclasen.

Nevndin varð á tingfundi 19. mai 1994 víðkað við Lassa Klein, eftir at hann hevði boðað tinginum frá, at hann stóð uttanflokka. Lasse Klein hevur seinni tikið seg úr nevndini, eftir at hann er farin uppí Kristiliga fólkaflokkin Føroya framburðs- og fiskivinnuflokk. Eisini skal verða nevnt, at Jógvan Sundstein hevur tikið sæti í nevndini fyri Anfinn Kallsberg.

Áðrenn støða varð tikin til, um málið skuldi beinast í eina víðkaða rættarnevnd, ella eina serliga løgtingsnevnd, heitti løgtingsformaðurin á floksformenninar á tingi, um at koma við einum tilmæli hesum viðvíkjandi. Floksformenninir mæltu til eina serliga nevnd har allir floksformenninir á tingi skuldu hava sæti í nevndini, og at størsti flokkur á tingi skuldi hava formannin.

Ætlanin var, at nevndin skuldi arbeiða sum millumtinganevnd við tí fyri eyga, at leggja álit fyri tingið í ólavsøkutingsetuni 1994. Nevndin skuldi fara til arbeiðis, tá ið tingsetan 1993 var endað, men av tí, at val varð útskrivað, helt henda ætlan ikki.

Á fundi millum løgtingsformannin og floksformenninar á tingi hin 19. mai 1994 varð niðurstøðan tann, at hóast val skal verða tann 7. juli 1994, so var tað rættast, at løgtingsmál nr. 190/1993: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya varð avgreitt hesumegin valið. Nevndin hevur sostatt havt rættiliga avmarkaða tíð til at arbeiða í.

Mannagongdin fyri broyting av stýrisskipanarlógini er ásett í løgtingslóg nr. 1 frá 13. mai 1948 um stýrisskipan Føroya í sermálum § 30, har ásett er, at fyri at uppskot til broyting av stýrisskipanarlógini skal fáa gildi, skal tað samtykkjast í tveimum umførum á løgtingi.

Fyrst skal uppskotið verða samtykt eftir tríggjar viðgerðir á tingi. Hereftir hvílir málið, og verður eftir løgtingsval - í fyrstu tingsetuni eftir valið - at samtykkja óbroytt av nýggjum á løgtingi eftir tríggjar viðgerðir. Tá verður soleiðis endaliga samtykta lógaruppskotið staðfest av løgmanni og medundirskrivað av landsstýrismanni og kunngjørt, og hevur tá lógagildi.

Nevndin hevur viðgjørt málið. Undir viðgerðini hevur nevndin hildið fund við serligu nevndini, ið landsstýrið setti 1. apríl 1993 at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya (stýrisskipanarnevndin). Nevndin hevur eisini hildið fund við løgmann, landsstýrismenn og stjóran á lógadeildini í landsstýrinum.

Undir viðgerðini hevur nevndin gjøgnumgingið lógaruppskotið grein fyri grein og samanhildið uppskot landsstýrisins við uppskotið frá stýrisskipanarnevndini. Nevndin hevur somuleiðis gjøgnumgingið viðmerkingarnar til tær einstøku greinirnar í uppskoti landsstýrisins og samanhildið hesar við viðmerkingarnar í álitinum frá stýrisskipanarnevndini.

Nevndin hevur staðfest, at størstu broytingarnar hjá landsstýrinum í mun til uppskotið hjá stýrisskipanarnevndini eru, at landsstýrið ikki tekur undir við uppskotinum hjá stýrisskipanarnevndini um, at ein triðingur av tingmanningini kann krevja eina 3. viðgerð útsetta í 12 dagar, og at ein triðingur av tingmanningini somuleiðis kann krevja fólkaatkvøðu um ávís løgtingsmál.

Undir viðgerðini í nevndini hava hesir spurningar fingið drúgvar og gjølligar umrøður. Spurningarnir eru somuleiðis viðgjørdir á fundi við stýrisskipanarnevndini, og á fundi við løgmann og landsstýrið. Nevndin sum so tekur ikki undir við uppskotinum hjá stýrisskipanarnevndini. Tó hevur partur av nevndini serstøðu í hesum spurningi, og kemur hesin við sínum egna broytingaruppskoti.

Nevndin viðmerkir til § 2, at meira hóskandi er, at mestatalið er eitt ólíkað tal, og metir, at mestatalið eigur at vera 33 tingmenn ístaðin fyri 32. Sum er, heldur nevndin, at 5 eykamenn afturat teimum 27 umdømisvaldu gevur eitt ov ójavnt býti, og at tað tí eigur at verða møguleiki at hækka tingmannatalið við einum upp til 33. Nevndin viðmerkir tó, at 33 er mestatalið, og einki er til hindurs fyri at gera eina skipan í løgtingsvallógini, har talið av umdømisvaldum verður sett niður, og eykamansvalið eisini sett niður samsvarandi hesum. Tordur J. Niclasen tekur ikki undir við hesum.

Í spurninginum um valbæri eru stýrisskipanarnevndin og landsstýrið ikki á einum máli. Stýrisskipanarnevndin mælir til, at løgtingið sjálvt tekur støðu í hvørjum einstøkum føri, tá talan er um, at løgtingsmaður er revsaður. Í sínum uppskoti endurtekur landsstýrið galdandi reglur (stýrisskipanarlógin § 12 stk. 2), sum eru, at løgtingsmaður kann ikki missa valbæri uttan so, at hann fær treytaleysan fongsulsdóm í 4 mánaðir ella longur. Ein meiriluti í nevndini tekur undir við hesum seinna, tó at orðið treytaleysan verður strikað, tá ið spurningurin, um dómur er treytaður ella ikki, aloftast ikki verður gjørdur av útfrá, hvussu álvarsligt brotsverkið er, men heldur eftir teim persónligu umstøðunum hjá tí dømda. Nevndin hevur umrøtt, um § 2, stk. 2, 2. pkt. í løgtingsvallógini (sbr. uppskoti landsstýrisins § 57 stk. 2 d) skal standa við, tá rættarstøðan á hesum øki verður óbroytt. Nevndin heldur, at henda avtøka eigur at standa við, nú hetta er ásett í stýrisskipanarlógini.

Hergeir Nielsen tekur tó ikki undir við uppskoti landsstýrisins, men mælir til, at uppskotið hjá stýrisskipanarnevndini um, at løgtingið sjálvt tekur støðu í hvørjum einstøkum føri, tá talan er um, at løgtingsmaður er revsaður, verður samtykt. Út frá hesi serstøðu setir Hergeir Nielsen fram broytingaruppskot.

Í samband við § 6 í uppskoti landsstýrisins hevur nevndin gjølliga umrøtt spurningin um, antin løgtingið skal sita í fýra ár, ella um møguleiki fyri nývali í ótíð skal vera til staðar. Bæði stýrisskipanarnevndin og landsstýrið mæla til, at møguleikin fyri vali í ótíð skal vera. Og hetta hevur nevndin tikið til eftirtektar.

Í § 8 í uppskoti landsstýrisins verður sagt, at valdur løgtingsmaður skal leggja frá sær øll álitisstørv í ráðum, nevndum o.t., sum eru undir eftirliti landsstýrisins, tó undantikið sessur í bý- og bygdar(r)áð. Nevndin heldur, at undantaksreglan eigur at fevna um allar sessir, har talan er um fólkavald umboð, t.d. skúlanevndir, kirkjuráð o.s.fr. Nevndin setir fram broytingaruppskot samsvarandi hesum.

Stýrisskipanarnevndin hevur í áliti sínum skotið upp (§ 33, stk 1. og 2.), at løgmaður og landsstýrismenn, sum eru valdir løgtingsmenn, skulu leggja frá sær løgtingssessin, meðan teir sita í landsstýrinum. Hesa áseting hevur landsstýrið ikki við í sínum uppskoti, men undir viðgerðini í nevndini er komið fram, at nevndin sum heild tekur undir við uppskotinum hjá stýrisskipanarnevndini hesum viðvíkjandi. Nevndin setir tí fram broytingaruppskot samsvarandi hesum.

Sambært bæði uppskotinum hjá stýrisskipanarnevndini og uppskotinum hjá landsstýrinum verður løgtingsformaður valdur fyri alt valskeiðið. Undir viðgerðini hevur nevndin verið sera ivasom í spurninginum um, hvørt ikki skal bera til at seta frá løgtingsformannin í valskeiðinum. Nevndin heldur, at møguleikin fyri nývali av formansskapi eigur at vera og skjýtur tí upp, at § 9 verður broytt soleiðis, at nýval kann fara fram um 4/5 av tingmanningini skrivliga krevja hetta.

Undir viðgerðini hevur nevndin gjørt sær greitt, at nýggja stýrisskipanarlógin krevur umfatandi broytingar í tingskipanini og í fleiri løgtingslógum. Hetta hevur gjørt, at nevndin er vorðin ivasom um, antin stýrisskipanarlógin kann koma í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, ella ikki. Nevndin mælir tí til, at lógin fær gildi ólavsøkudag 1995.

Somuleiðis er nevndin vorðin greið yvir, at nýggja skipanin við ráðharrastýri sambært uppskotinum krevur umfatandi fyrireikingar, og tí heldur nevndin, at hesin parturin av stýrisskipanarlógini eigur at koma í gildi seinni enn lógin annars. Skotið verður upp, at hesin parturin kemur í gildi ólavsøkudag 1996.

Nevndin hevur givið spurninginum um minnilutaverjureglurnar eina sera nágreiniliga viðgerð. Spurningurin er, hvussu stóran part av tingmanningini hesar reglur skulu fevna um. Stýrisskipanarnevndin og landsstýrið mæla til 1/3 (11 tingmenn). Nevndin heldur, at 2/5 (13 tingmenn) er meira hóskandi og setir fram broytingaruppskot samsvarandi hesum.

Undir viðgerðini av uppskotinum hevur nevndin umrøtt løgtingsumboðsmansstovn. Tingssamtykt er sum kunnugt gjørd hesum viðvíkjandi í løgtingsmáli nr. 197/1992, og peningur er settur av á verandi fíggjarlóg (§ 10/10177) til tílíkan stovn. Nevndin heldur tí, at rættast er, at tað í stýrisskipanarlógini verður veitt heimild til stovnseting av løgtingsumboðsmanni. Nevndini er tó greitt, at skal stovnurin virka eftir ætlan, mugu heimildir og størv stovnsins gjølliga verða umhugsað, áðrenn lógaruppskot stovninum viðvíkjandi verður samtykt.

Sum nevnt hevur nevndin ásannað, at nýggja stýrisskipanarlógin krevur umfatandi broytingar í tingskipanini og í fleiri løgtingslógum. Nevndin setir tí fram tvey uppskot til samtyktar. Í fyrra uppskotinum verður mælt til at seta nevnd við verandi og fyrrverandi løgtingsformonnum at endurskoða tingskipanina. Í seinna uppskotinum verður álagt landsstýrinum at leggja uppskot fyri løgtingið um broytingar í ymiskum løgtingslógum.

Nevndin heldur, at hjá nevndini, ið verður sett at endurskoða tingskipanina, eigur at bera til at taka sær serkøna hjálp, og mælt verður tí til, at landsstýrið og løgtingsins fíggjarnevnd útvega neyðugan pening til endamálið.

Spurningurin, hvørt tað er neyðugt at hava eina reglu í stýrisskipanarlógini svarandi til grundlógarinnar § 20 viðvíkjandi luttøku í millumtjóða felagsskapum, sum taka við heimildum heimastýrisins á tann hátt, at felagsskapurin á ávísum málsøkjum fær beinleiðis vald mótvegis føroyska borgaranum, hevur fingið drúgva umrøðu í nevndini.

Nevndin er vorðin samd um, at skal luttakast í slíkum millumtjóða felagsskapum, so er neyðugt at fremja broytingar í heimastýrislógini. Hetta kemst av, at heimildin fyri stýrisskipanarlógini er heimastýrislógin.

Harumframt er neyðugt við broytingum í stýrisskipanarlógini.

Vanliga mannagongdin, tá ið stýrisskipanarlógin skal broytast, er ásett í lógaruppskotinum § 56 stk 1, sum endutekur galdandi rættarstøðu.

Mannagongdin, tá ið heimastýrislógin skal broytast, er umrødd í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini bls. 69 ff.

Sambært álitinum hjá stýrisskipanarnevndini er neyðugt við
- samtykt á løgtingi og staðfesting løgmans
- samtykt á fólkatingi og staðfesting drottningar

Hvørki eftir grundlógini ella heimastýrislógini krevst formliga fólkaatkvøða í Føroyum fyri at broyta heimastýrislógina. Nevndin heldur tó, at eftir óskrivaðum reglum krevst eisini játtan fyri slíkari broyting við fólkaatkvøðu í Føroyum.

Tá ið so er, at heimastýrislógarbroyting krevur fólkaatkvøðusamtykt í Føroyum, er eingin andsøgn í at hava eina grein, sum landsstýrið mælir til í § 56, stk. 2, har sagt verður, at um so er, at heimastýrislógin verður broytt, ber til at gera broytingar orsakað av hesum í stýrisskipanarlógini við vanligari løgtingslóg. Broytingin er tá longu frammanundan gjørd av sum heimastýrislógarbroyting í Føroyum og Danmark við staðfesting á fólkaatkvøðu í Føroyum.

Samsvarandi tí, ið frammanfyri er ført fram, mælir ein meiriluti (Vilhelm Johannesen, Jógvan Sundstein, Hergeir Nielsen, Helena Dam á Neystabø, Niels Pauli Danielsen og Tordur J. Niclasen (tó ikki viðv. § 2)) til

I. at samtykkja

uppskot landsstýrisins við hesum broytingum:

1) § 2 verður orðað soleiðis:

" Løgtingið er ting við í mesta lagi 33 tingmonnum"

2) § 4 stk. 2 verður orðað soleiðis:

" Stk. 2. Tann, ið dømdur er fyri revsiverda gerð, verður ikki óverdugur til tingsess, uttan so, at hann fær fongsulsdóm í 4 mánaðir ella longri, ella trygdarvarðhaldsdóm."

3) § 8 verður orðað soleiðis:

"§ 8. Tá ið góðkent er, at løgtingsmaður er valdur, skal hann leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum o.t., sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skipað hann í, tó undantikin beinleiðis fólkavald umboð."

4) § 9 verður orðað soleiðis:

"§ 9. Nývalda løgtingið kemur saman til fundar kl. 10.00 tólvta yrkadag eftir valdagin, uttan so er, at løgmaður ikki longu hevur boðað til fundar.

Stk. 2. Tá ið valbrøvini eru góðkend, verður løgtingið sett, og valdir verða løgtingsformaður og næstformenn. Stk. 3. Løgtingsformaður og næstformenn sita alt valskeiðið uttan so er, at teir sjálvbodnir leggja frá sær ella fýra fimtingar av øllum tingmonnum skrivliga krevja nýval av formanskapi."

5) § 10 stk. 2 verður orðað soleiðis:

" Stk. 2. Ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið. Løgtingsformaðurin ger av, hvørjir embætismenn eru við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað."

6) § 21 stk. 2 verður orðað soleiðis:

" Stk. 2. Sama rætt hevur løgtingsmaður, um tveir fimtingar av tingmonnum á fundi tekur undir."

7) § 32 verður orðað soleiðis:

"§ 32. Løgtingsmaður, sum verður løgmaður ella landsstýrismaður, sigur frá sær løgtingssessin, meðan hann situr í landsstýrinum.

Stk. 2. Nærri reglur um setingarviðurskifti løgmans og landsstýrismanna verða ásettar í løgtingslóg."

8) § 38 stk. 2 verður orðað soleiðis:

"Stk. 2. Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra, sum ikki hevur dómsmyndugleika. Hann skal, eftir at hann hevur kannað málið, gera eina frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávísum máli er útint á lógligan hátt. Tveir fimtingar av løgtingsmonnunum kunnu skrivliga seta fram sama krav."

9) Sum nýggj § 39 verður sett:

"§ 39. Í løgtingslóg kann verða ásett, at løgtingið velur uttantingsmann, at hava innlit við fyrisiting heimastýrisins"

§ 39 og allar § seinni í uppskoti landsstýrisins fáa hereftir eitt nr. hægri. Sama er fyri ávísingar til somu § nr. (Um samtykt verður at seta inn nýggja § 16 millum § 15 og § 16, tá tvey nr.)

10) § 42 stk. 2 verður orðað soleiðis:

"Stk. 2. Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Tó kann í tíðarskeiðinum fram til 1. apríl, eftir at fíggjarárið er endað, verða ávístur peningur av farnu fíggjarlógini fyri útreiðslur, ið havdar eru í farna fíggjarári."

11) § 43 stk. 2 verður orðað soleiðis:

" Stk. 2. Um mál hevur skund, kann løgtingsins fíggjarnevnd eftir uppskoti frá landsstýrinum veita eykajáttan, uttan so er, at tveir fimtingar av nevndarlimunum krevja málið avgjørt við løgtingslóg."

12) Stk. 3 í § 43 verður orðað soleiðis:

" Stk. 3 Eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur veitt ígjøgnum árið, verða at góðkenna við eykafíggjarlóg í seinasta lagi 31. desember sama ár. Landsstýrið hevur skyldu at leggja fram uppskot hesum viðvíkjandi innan 1. desember."

13) § 48 stk. 2 verður strikað.

14) § 53 stk. 1 verður orðað soleiðis:

" Stk. 1. Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning."

15) Í § 55 verður orðið "millumkommufelagsskapir" broytt til "millumkommunufelagsskapir"

16) § 57 stk. 1. verður orðað soleiðis:

"Løgtingslógin fær gildi ólavsøkudag 1995."

17) Sum nýggj § 57 stk. 3 verður sett:

"Stk. 3. § 33 í hesi løgtingslóg fær tó ikki gildi fyrr enn Ólavsøkudag 1996. Til henda § fær gildi hava § 6 í løgtingslóg nr. 1 frá 13. 05.1948 um stýriskipan Føroya í sermálum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 03.01.1985 og § 8 í løgtingslóg nr. 2 frá 13.05.1948 um umboðsvald Føroya framvegis gildi."

 

1) § 2 affattes således:

" Lagtinget udgør een forsamling bestående af højst 33 medlemmer"

2) § 4 stk. 2 affattes således:

" Stk. 2. Den, der er dømt for en strafbar handling, er ikke uværdig til lagtingsmandat, med mindre domfældte er idømt straf af fængsel i 4 måneder eller derover eller forvaring."

3) § 8 affattes således:

"§ 8. Når valget af et lagtingsmedlem er godkendt, skal medlemmet nedlægge alle hverv i nævn, råd o.l., som er under tilsyn af landsstyret eller, hvor medlemmet er beskikket til hvervet af landsstyret, dog med undtagelse af direkte folkevalgte repræsentanter."

4) § 9 affattes således:

" § 9. Det nyvalgte lagting træder sammen kl. 10.00 den tolvte søgnedag efter valgdagen, dersom lagmanden ikke har indkaldt det til møde forinden.

Stk. 2. Straks efter prøvelsen af mandaterne sættes lagtinget ved valg af lagtingsformand og næstformænd.

Stk. 3. Lagtingsformanden og næstformændene er valgt for hele valgperioden medmindre de nedlægger deres hverv eller fire femtedele af alle lagtingsmedlemmerne skriftlig kræver nyvalg af formandsskabet."

5) § 10 stk. 2 affattes således:

" Stk. 2. Olajdag går lagtingsformanden, lagtingsmænd, lagmanden, medlemmer af landsstyret og embedsmænd i procession fra lagtinget til og fra domkirken, hvor der afholdes gudstjeneste. Lagtingsformanden fastsætter, hvilke embedsmænd der deltager i processionen, og i hvilken orden, der bliver gået."

6) § 21 stk. 2 affattes således:

"Stk. 2. Samme ret har lagtingsmedlem såfremt to femtedele af de fremmødte lagtingsmedlemmer billiger dette."

7) § 32 affattes således:

"§ 32. Et lagtingsmedlem, der udnævnes til lagmand eller landstyresmedlem, udtræder af lagtinget, medens vedkommende er medlem af landsstyret.

Stk. 2. De nærmere regler om lagmanden og landsstyresmedlemmernes ansættelsesforhold fastsættes ved lagtingslov."

8) § 38 stk. 2 affattes således:

"Stk. 2. Såfremt udvalget får mistanke om, at uregelmæssigheder har fundet sted, kan det kræve, at lagtingsformanden udpeger en undersøgelsesleder. Den pågældende, der ikke har dømmende myndighed, skal efter stedfunden undersøgelse udarbejde en redegørelse til lagtinget, om administrationen af en konkret sag har været foretaget på lovlig vis. To femtedele af lagtingets medlemmer kan skriftligt fremsætte samme krav."

9) Som ny § 39 indsættes:

"§ 39. Ved lagtingslov kan bestemmes, at lagtinget vælger en person, der ikke er medlem af lagtinget, til at have indseende med hjemmestyrets forvaltning"

§ 39 og alle § nr. herefter i landsstyrets forslag får herefter et nr. højere. Det samme gælder henvisninger til samme § nr. (Såfremt vedtages at indsætte ny § 16 imellem § 15 og § 16, så tvey nr.)

10) § 42 stk. 2 affattes således:

" Stk. 2. Ingen udgift må afholdes, som ikke har hjemmel i den på anvisningstiden gældende finanslov eller i anden bevillingslov. Dog kan i tidsrummet frem til 1. april efter finansårets udløb, anvises udgifter, afholdt i sidste finansår, som måtte være bevilgede på finansloven for det forløbne år."

11) § 43 stk. 2 affattes således:

" Stk. 2. Såfremt en sag er af hastende karakter, kan lagtingets finansudvalg efter forslag fra landsstyret yde en tillægsbevilling, medmindre to femtedele af medlemmerne kræver sagen afgjort ved lagtingslov."

12) Stk. 3 i § 43 affattes således:

"Stk. 3. Tillægsbevillinger, som finansudvalget yder i løbet af året skal godkendes i en tillægsbevillingslov senest 31. december samme år. Landsstyret er pligtigt til at fremsætte forslag herom inden 1. desember."

13) § 48 stk. 2 udgår.

14) § 53 stk. 1 affattes således:

" Stk. 1. Lagtinget vælger af sin midte et udenlandsnævn på syv medlemmer, med hvilket landsstyret rådfører sig forud for enhver beslutning af større udenlandspolitisk rækkevidde."

16) § 57 stk. 1 affattes således:

" Lagtingsloven træder i kraft olaidag 1995."

17) Som ny § 57 stk. 3 indsættes:

"Stk. 3. § 33 i denne lagtingslov træder dog ikke i kraft førend olaidag 1996. Indtil denne § træder i kraft bevarer § 6 i lagtingslov nr. 1 af 13.05.1948 om Færøernes styrelsesordning i særanliggender, som senest ændret ved lagtingslov nr. 2 af 03.01.1985 og § 8 i lagtingslov nr. 2 af 13.05.1948 om Færøernes forvaltning deres gyldighed."

 

 

Sami meiriluti setur eisini fram soljóðandi:

II. U p p s k o t
            til
     samtyktar

Løgtingið setir nevnd við formanninum í tinginum, valdum 7. juli 1994, og fyrrverandi formonnum løgtingsins Lassa Klein, Anfinnn Kallsberg, Jacob Lindenskov, Hergeir Nielsen, Jógvan Sundstein, Agnar Nielsen og Hilmar Bech, at gera uppskot til broyting av tingskipan løgtingsins soleiðis, at tingskipanin m.a. samsvarar tí av løgtinginum í juni 1994 í fyrsta umfari samtykta uppskoti til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya. Álitið verður at leggja fyri løgtingið samstundis, sum uppskotið um nýggja stýrisskipan kemur til viðgerðar á øðrum sinni.

III. U p p s k o t
            til
     samtyktar

Løgtingið áleggur landsstýrinum at leggja fyri løgtingið innan 1. januar 1995:

- Uppskot til løgtingslóg, sum tekur av allar fyrisitingarligar heimildir hjá løgtingsnevndum og leggur tær til         landsstýrið,

- uppskot til løgtingslóg, og uppskot til tilmæli til ríkismyndugleikarnar til ríkislóg, sum leggur allar heimildir løgtingsins at velja limir í nevndir, stýri og ráð til landsstýrið,

- uppskot til løgtingslóg og uppskot til tilmæli til ríkismyndugleikarnar til ríkislóg, sum tekur av fyrisitingarligan myndugleika hjá nevndum, stýrum og ráðum, og leggur hann til landsstýrið í teim førum, tá ið nevndin, stýrið ella ráðið ikki umboðar serligan yrkiskunnleika ella serlig áhugamál, men bert vanlig politisk áhugamál,

- uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna soleiðis, at hon verður lagað til samtykta stýrisskipanarlógaruppskotið.

Niels Pauli Danielsen vísir á, at málið hevur fingið politiska viðgerð í nevnd, sum hevði sín fyrsta fund hósdagin hin 2. juni 1994, 13 dagar aftaná, at løgmaður hevði ásett løgtingsval at verða hin 7. juli 1994.

Tað ber illa til at geva einum so stórum og týdningarmiklum máli sum løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ta neyðugu politisku viðgerð, samstundis sum politikararnir hava nógv um at vera við fyrireikingum til val og við at føra valstríð.

Tí hevur tað verið høvuðsáskoðan minnilutans, at nýggja løgtingið eigur at sleppa at viðgera lógaruppskotið uttan at kenna seg bundið av nakrari í skundi gjørdari samtykt hjá løgtinginum, ið nú leggur frá sær.

Tá ið vit hava livað undir teimum gomlu lógunum so leingi sum síðani 1948, man tað bera til at gera tað ta tíð afturat, sum krevst til eina gjølliga viðgerð av nýggju stýrisskipanarlógini.

Harumframt er eingin til fulnar førur fyri at siga, hvussu nógv ið uppskotið hjá nevndini kemur at føra við sær av útreiðslum fyri landskassan bæði til umsiting og broytingar av lógar- og kunngerðartekstum.

Nógv vald verður við uppskotinum hjá nevndini lagt til landsfyrisitingina og tann einstaka landsstýrismannin, og hevur minnilutin undir nevndarviðgerðini víst á ta skipan, ið er galdandi í øðrum londum, og alt meira verður nýtt í næstu grannalondum okkara við nøkrum embætismonnum, ið koma og fara saman við teimum ymisku politikarunum, ið sita fyri ráðharrastovunum.

Hetta vil styrkja politikaran mótvegis tí fasta embætisvaldinum, tryggja politiska viljan og vera við til at fyribyrgja misnýtslu.

Tordur J. Niclasen fegnast yvir, at nú tykist at vera komið á mál við nýggjari stýrisskipannarlóg fyri Føroyar. Hetta er eisini fult í tráð við tað uppskot, sum Tordur J. Niclasen í mars mánaði 1993 legði fyri tingið, har álagt varð landsstýrinum at gera broytingar í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya í sermálum og sum skjótast at leggja málið fyri tingið.

Í viðmerkingunum til uppskotið varð m.a. sagt: "Tey seinnu árini í politisku søgu landsins hava verið merkt av rembingum, skuldsetingum um heimildarloysi landsstýrismanna, og hevur ein gøla fyri og onnur eftir merkt orðaskiftið".

Sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya í sermálum, er tað landsstýrið, sum stendur til svars fyri fyrisitingini av sermálum. Her er talan um eina kollegiala ábyrgd.

Trupulleikin við føroysku stýrisskipanini er sostatt tann, at tað als ikki ber til at plasera ábyrgd hjá landsstýrismonnum.

Henda "ábyrgdarleysa" skipan hevur ikki gagnað fyrisitingini ella politiska umdømi Føroya - hvørki heima ella uttanlands.

Vit áttu tí sum skjótast at gingið burtur frá hesi kollegialu skipan, har allir (ella eingin) hevur ábyrgd at tí, ein fremur, og heldur fingið eina sokallaða ráðharraskipan, har einstaki landsstýrismaðurin einsamallur hevur ábyrgd av sínum málsøki.

Ein annar vansi í okkara skipan er samanblandingin av útinnandi og lóggevandi valdinum. Her verður hugsað um, hvussu tær stóru nevndirnar - eina mest fíggjar- og fiskivinnunevndin eru við í beinleiðis fyrisitingini av samfelagnum. Tað átti at kunna latið seg gjørt, at fyrisitingarvaldið - landsstýrið - umsat eftir lógum og reglum, uttan at tær ymisku nevndirnar beinleiðis løgdu seg út í fyrisitingina.

Broytingin á hesum øki hevði somuleiðis gjørt tað lættari at plasera ábygdina.

Lond við fólkaræðisligari stýrisskipan hava skipað almenna valdið í tríggjar sínámillum óheftar partar: lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið.

Slík skipan er ikki av tilvild, men fyri at tryggja borgaranum fólkaræðisligu rættindini.

Hvat eftirliti við útinnandi fyrisitingini viðvíkir, hevði tað tænt borgarans sak, at havt ein løgtingsumboðsmann.

Einki at ivast í, at ein ráðharraskipan, har greiður skilnaður var millum lóggevandi og fyrisitingarvaldið hevði gjørt, at skattgjaldarans peningur hevði verið fyrisitin við størri ábyrgd enn higartil.

Sum nakað nýtt í hesum uppskoti er fingið við heimildin at seta løgtingsumboðsmann.

Hetta metir undirritaði av avgjørdum týdningi fyri rættartrygdina í hesum samfelagi og ein styrki fyri borgarar landsins.

Eisini er komið við í fyriliggjandi uppskot, at eykafíggjarløgtingslóg skal vera framløgd í seinasta lagi 31. december í avvarðandi fíggjarári.

Hetta er at fegnast yvir - og fer at geva løgtingi eins væl og borgarum landsins eitt gjøllari dagført innlit í, hvussu skattgjaldarans peningur verður (hevur verið) fyrisitin í avvarðandi fíggjarári.

Nú er bert at vóna, at uppskotið um nýggja stýrisskipanarlóg fyri Føroyar verður samtykt - fyrst av sitandi løgtingi, síðani av komandi.

Hetta skylda vit skattgjaldaranum, og hetta skylda vit okkum sum tjóð.

Ein minniluti (Edmund Joensen, Niels Pauli Danielsen og Tordur J. Niclasen) hevur soljóðandi

IV. broytingaruppskot til uppskot landsstýrisins:

1) § 15 stk. 3 verður soljóðandi:

"Stk. 3. Tveir fimtingar av løgtingsmonnum kunnu av formanninum krevja, at triðja viðgerð ikki fer fram, fyrr enn 12 yrkadagar eftir at uppskotið er samtykt við aðru viðgerð. Áheitanin skal verða skrivlig og undirritað av teimum løgtingsmonnunum, ið taka undir. Viðgerð av uppskotum til fíggjarlógir, eykafíggjarlógir, bráðfeingis fíggjarlógir, lán- og borganarlógir, lógir um ognartøku, lógir um óbeinleiðis skatt kunnu ikki verða freistaðar. Heldur ikki kann, í átrokandi førum, viðgerðin av uppskotum til løgtingslógir og ríkislógartilmæli verða freistað, tí at gildisseting teirra kann ikki verða freistað av fyriliti fyri endamáli lógarinnar."

§ 15, stk. 3 verður § 15, stk. 4.

2) Sum nýggj § 16 verður sett:

"§ 16. Tá ið løgtingslógaruppskot ella uppskot til ríkislógartilmæli er samtykt av løgtinginum, kunnu tveir fimtingar av løgtingsmonnunum innan eina frest upp á tríggjar yrkadagar, frá tí at uppskotið er endaliga samtykt, biðja løgtingsformannin um fólkaatkvøðu um uppskotið. Áheitanin skal verða skrivlig og undirritað av løgtingsmonnunum, ið taka undir.

Stk. 2. Eitt løgtingslógaruppskot ella uppskot til ríkislógartilmæli, sum kann fara til fólka- atkvøðu, sbr. stk. 6, kann bert í tí føri, ið nevnt er í stk. 7, verða staðfest av løgmanni, innan frestin nevnd í stk. 1 er úti, ella áðrenn umbiðin fólkaatkvøða hevur verið.

Stk. 3. Tá ið fólkaatkvøða er umbiðin um eitt løgtingslógaruppskot ella ríkislógartilmæli, kann løgtingið innan eina frest upp á fimm yrkadagar frá tí, at uppskotið er endaliga samtykt, gera av, at uppskotið skal falla burtur.

Stk. 4. Tekur løgtingið ikki avgerð sbr. stk. 3, skal fráboðan um, at uppskotið skal verða roynt við fólkaatkvøðu, skjótast gjørligt verða latið løgmanni, sum síðan letur uppskotið kunngera við fráboðan um, at fólkaatkvøða verður hildin. Fólkaatkvøða verður hildin eftir nærri reglum ásettum av løgmanni í fyrsta lagi tólv og í seinasta lagi átjan yrkadagar eftir kunngerðina.

Stk. 5. Á fólkaatkvøðuni verður atkvøtt fyri og ímóti uppskotinum. Til tess, at uppskotið skal falla burtur, krevst, at meirilutin av løgtingsveljarunum, ið hava greitt atkvøðu, hevur atkvøtt ímóti uppskotinum.

Stk. 6. Uppskot til fíggjarlógir, eykafíggjarlógir, bráðfeingis fíggjarlógir, láns- og borganarlógir, lønar- og eftirlønarlógir, lógir um ognartøku, lógir um beinleiðis og óbeinleiðis skattir og lógir um útinning av galdandi millumlanda sáttmálum kunnu ikki fara til fólkaatkvøðu.

Stk. 7. Í serliga átrokandi førum kann eitt uppskot til løgtingslóg ella ríkislógartilmæli, sum kann fara til fólkaatkvøðu, verða staðfest av løgmanni alt fyri eitt eftir samtykt, tá ið tað er ásett í uppskotinum. Um so er, at tveir fimtingar av løgtingsmonnunum eftir reglunum ásettum í stk. 1 krevur fólkaatkvøðu um uppskotið ella staðfestu løgtingslógina ella ríkislógartilmælið, verður hildin fólkaatkvøða eftir frammanfyri nevndu reglum. Fellur løgtingslógin ella ríkislógartilmælið á fólkaatkvøðuni, kunnger løgmaður tað uttan óneyðugan dvøl og í seinasta lagi fjúrtan dagar eftir fólkaatkvøðuna. Frá kunngerðardegnum er løgtingslógin burturfallin. Sama er við ríkislógartilmæli."

§ 16 og allar seinni greinir og ávísingar í uppskoti landsstýrisins til somu greinir fáa hereftir eitt nr. hægri.

1) § 15 stk. 3 affattes således:

" Stk. 3. To femtedele av lagtingets medlemmer kan overfor formanden begære, at tredie behandling tidligst finder sted 12 søgnedage efter forslagets vedtagelse ved anden behandling. Begæringen skal være skriftlig og underskrevet af de deltagende lagtingsmedlemmer. Udsættelse kan dog ikke finde sted, forsåvidt angår forslag til finans- love, tillægsbevillingslove, midlertidige bevil- lingslove, låne- og kautionslove, love om ekspropriation, love om indirekte skatter samt i påtrængende tilfælde forslag til lag- tingslove og forslag til beslutninger vedrø- rende rigslovgivning, hvis ikrafttræden ikke kan udsættes af hensyn til lovens formål."

§ 15, stk. 3 bliver herefter § 15, stk. 4.

2) Som ny § 16 indsættes:

" § 16. Når et lagtingslovsforslag eller forslag til beslutning vedrørende rigslovgivning er vedtaget af lagtinget, kan to femtedele af lagtingets medlemmer inden for en frist af tre søgnedage fra forslagets endelige vedtagelse overfor formanden begære folkeafstemning om lovforslaget. Begæringen skal være skriftlig og underskrevet af de deltagende medlemmer.

Stk. 2. Et lagtingslovsforslag eller et forslag til beslutning vedrørende rigslovgivning, som kan undergives folkeafstemning, jfr. stk. 6, kan kun i det i stk. 7 omhandlede tilfælde stadfæstes af lagmanden inden udløbet af den i stk. 1 nævnte frist, eller inden begæret folkeafstemning har fundet sted.

Stk. 3. Når der er begæret folkeafstemning om et lagtingslovsforslag eller et forslag til beslutning vedrørende rigslovgivning, kan lagtinget indenfor en frist af fem søgnedage fra forslagets endelige vedtagelse beslutte, at forslaget skal bortfalde.

Stk. 4. Træffer lagtinget ikke beslutning i henhold til stk. 3, skal meddelelse om, at lovforslaget skal prøves ved folkeafstemning, snarest tilstilles lagmanden, der derefter lader lovforslaget bekendtgøre med meddelelse om, at folkeafstemning vil finde sted. Folke- afstemningen iværksættes efter lagmandens nærmere bestemmelse tidligst tolv og senest atten søgnedage efter bekendtgørelsen.

Stk. 5. Ved folkeafstemningen stemmes for og mod lovforslaget. Til lovforslagets bortfald kræves, at et flertal af de i afstemningen deltagende lagtingsvælgere, har stemt mod lovforslaget.

Stk. 6. Forslag til finanslove, tillægsbevillings- love, midlertidige bevillingslove, låne- og kautionslove, lønnings- og pensionslove, love om ekspropriation, love om direkte og indirekte skatter og love om gennemførelse af bestående traktatmæssige forpligtelser kan ikke undergives folkeafstemning.

Stk. 7. I særdeles påtrængende tilfælde kan et lagtingslovsforslag eller forslag til beslut- ning vedrørende rigslovgivning, som kan undergives folkeafstemning, stadfæstes af lagmanden straks efter dets vedtagelse, når forslaget indeholder bestemmelse herom. Såfremt to femtedele af lagtingets medlem- mer efter de i stk. 1 omhandlede regler be- gærer folkeafstemning om forslaget eller den stadfæstede lagtingslov eller beslutning ved- rørende rigslovgivning, afholdes sådan folke- afstemning efter foranstående regler. For- kastes loven eller beslutningen vedrørende rigslovgivning ved folkeafstemningen, kund- gøres dette af lagmanden uden unødigt op- hold og senest fjorten dage efter folkeaf- stemningens afholdelse. Fra kundgørelses- dagen er loven eller beslutningen vedrørende rigslovgivning bortfaldet. "

§ 16 i landsstyrets forslag og alle senere § og henvisninger til samme får herefter et § nr. højere.

V. Ein minniluti (Tordur J. Niclasen) heldur at eitt mestatal við 27 tingmonnum er meira hóskandi sæð í mun til fólkatalið í Føroyum og setur tí fram soljóðandi broytingaruppskot til uppskot landsstýrisins:

§ 2 verður orðað soleiðis:

" Løgtingið er ting við í mesta lagi 27 tingmonnum."

§ 2 affattes således:

" Lagtinget udgør een forsamling bestående af højst 27 medlemmer."

Ein minniluti (Hergeir Nielsen) hevur soljóðandi

VI. broytingaruppskot til uppskot landsstýrisins:

§ 4 verður orðað soleiðis:

"§ 4. Valbærur er hvør, sum hevur valrætt til løgtingið, uttan so er, at hann er revsaður fyri gerð, sum hevur við sær, at hann eftir almannahugsan ikki er verdugur at sita á tingi."

§ 4 affattes således:

"§ 4. Valgbar er enhver, som har valgret til lagtinget, medmindre vedkommende er straffet for en handling, der i almindeligt omdømme gør ham uværdig til at være medlem af lagtinget."

Ein minniluti (Edmund Joensen) heldur, at í uppskoti landsstýrisins er ov nógvur ivi viðvíkjandi teimum broytingum í stýrisskipanarlógini, sum skulu fremjast, um so er, at Føroyar søkja um limaskap í ES.

Í viðmerkingunum til § 1 á bls. 173 í álitinum hjá stýrisskipanarnevndini verður sagt:

"Innihaldið í greinini ger endaliga valdsbýti upp í yvirtiknum málum, og førir hetta m.a. við sær, at lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið ikki kann lata hetta vald frá sær sjálvt, heldur ikki við løgtingslóg. - Ein avleiðing av greinini er, at Føroyar ikki kunnu fara upp í ES, uttan at lógin verður broytt, við tað at ES tá fær ávísar heimildir, sum umrøddu stovnar hava í dag."

Útgangsstøðið er sostatt, at Føroyar ikki kunnu gerast limir í ES uttan so, at stýrisskipanarlógin verður broytt sambært verandi skipan. T.v.s. at broytingaruppskotið fyrst verður samtykt av einum sitandi løgtingsmeiriluta. Síðani skal val útskrivast, og ikki fyrr enn nývalda tingið samtykkir uppskotið enn eina ferð í óbroyttum líki, kann løgmaður endaliga staðfesta og kunngera lógina, sbr. § 56 stk. 1.

Hetta er ein sera stirvin og tung mannagongd og kann í ringasta føri bera í sær, at ein samtykt um møguligan limaskap í ES dregur út í væl meira enn eitt valskeið uppá 4 ár.

Eftir minnilutans áskoðan er hetta ein óhaldbar støða, tá flest onnur lond hava eina innbygda skipan, har limaskapur í millumtjóða felagsskapi kann setast í verk við tingsamtykt og eftirfylgjandi góðkenning við fólkaatkvøðu.

Her kundi minnilutin hugsað sær, at ein regla, sum er lík § 20 í donsku grundlógini, var skoytt uppí verandi uppskot, soleiðis at nevndu møguleikar vóru til staðar.

Hetta hevur ikki verið gjørligt orsakað av, at løgfrøðingar eru komnir til ta niðurstøðu, at ein evt. limaskapur í ES krevur broytingar í heimastýrislógini.

Soleiðis er ikki gjørligt at lóggeva í stýrisskipanarlógini um viðurskifti, sum eru ásett í hægri lóggávu, sum stýrisskipanarlógin sjálvsagt má virða.

Spurningurin er nú, um verandi løgtingslógaruppskot til nýggja stýrisskipanarlóg loysir upp fyri hesum trupulleikum.

Spurningurin snýr seg í hesum serstaka føri um tulkingina av § 56 stk. 2 í uppskoti landsstýrisins.

T.v.s. verður komið til ta niðurstøðu, at broytingar krevjast í heimastýrislógini til tess at gerast limur í ES, so er eingin trupuleiki, grundað á tann veruleika, at broytingar í stýrisskipanarlógini tá kunnu verða framdar eftir vanligum reglum.

Verður úrslitið av eini tulking av hesum spurningi hinvegin, at tað ikki er tørvur á nøkrum broytingum í heimastýrislógini, so fella vit aftur á upprunaligu reglurnar, sum gera tað bæði torført og drúgført at fremja eina slíka broyting, við tað at eitt valskeið tá skal vera runnið ímillum hvørja samtykt á Føroya Løgtingi.

Vegna tess, at tað ikki enn er fingin nøkur endalig vissa fyri, hvør tulking er tann rætta, skjýtur minnilutin upp, at loyst verður upp fyri hesum trupulleikum á tann hátt, at broytingar í stýrisskipanarlógini kunnu fremjast við løgtingsins samtykt og eftirfylgjandi góðkenning við fólkaatkvøðu.

Sostatt kunnu Føroyar gerast limir í ES sambært vanligari tingsamtykt og góðkenning við fólkaatkvøðu, líkamikið hvørja niðurstøðu komið verður fram til, antin tað so er tørvur á broytingum í heimastýrislógini ella ikki.

Mett verður, at hetta er eins trygg mannagongd fyri at mótvirka broytingum í úrtíð av hesi lóg, sum verandi skipan við einum valskeiði ímillum hvørja samtykt.

Fyri at beina eina og hvørja óvissu hesum máli viðvíkjandi av vegnum tekur sami minniluti tí undir við uppskoti meirilutans (Vilhelm Johannesen v. fl.), um so er, at hjálagda broytingaruppskot til uppskot landsstýrisins harafturat verður samtykt.

VII. Broytingaruppskotið er soljóðandi:

§ 56 stk. 2 verður orðað soleiðis:

" Stk. 2. Løgmaður kann tó staðfesta uppskotið aftaná vanliga samtykt á løgtingi, um so er, at ein meiriluti á fólkaatkvøðu hevur atkvøtt fyri uppskotinum"

§ 56 stk. 2 affattes således:

" Stk. 2. Lagmanden kan dog stadfæste forslaget efter en almindelig vedtagelse i lagtinget, såfremt et flertal ved en folkeafstemning har afgivet deres stemme for forslaget."

LØGTINGSINS STÝRISSKIPANARNEVND
22. juni 1994

Vilhelm Johannesen     Jógvan Sundstein      Helena Dam á Neystabø

Hergeir Nielsen     Edmund Joensen      Niels Pauli Danielsen    Tordur J. Niclasen