Stýrisskipanarlógarviðgerðin

Uppskot landsstýrisins til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya

23.03.1994
JH/or

Føroya Løgting.

Løgtingsmál nr. 190/1993: Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya

U p p s k o t
til

løgtingslóg um stýrisskipan Føroya

Inngangur

§ 1. Í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá dómsstólunum.

Lóggávuvaldið

§ 2.
Løgtingið er ting við í mesta lagi 32 tingmonnum.

§ 3. Valrætt til løgtingið hevur hvør, ið fylt hevur 18 ár, hevur danskan heimarætt og er heimahoyrandi í Føroyum, uttan so er, at hann er gjørdur ómyndugur.

§ 4. Valbærur er hvør, sum hevur valrætt til løgtingið, uttan so er, at hann er revsaður fyri gerð, sum hevur við sær, at hann eftir almannahugsan ikki er verdugur at sita á tingi.

Stk. 2. Tann, ið dømdur er fyri revsiverda gerð, verður ikki óverdugur til tingsess, uttan so, at hann fær treytaleysan fongsulsdóm í 4 mánaðir ella longri, ella trygdarvarðhaldsdóm.

Stk. 3. Heldur ikki er hann óverdugur, tá ið 5 ár eru liðin frá tí, at revsingin er avsitin, fyrnd, ella eftirgivin ella frá endaligari leysgeving úr trygdarvarðhaldi.

§ 5. Løgtingið verður valt á almennum, loyniligum og beinleiðis vali.

Stk. 2. Nærri reglur um at inna valrættin verða givnar í løgtingsvallógini, heruppií at áseta løgtingsmannatalið innan fyri tað hámark, ið ásett er í § 2.

§ 6. Løgtingsmenn verða valdir fyri fýra ár í senn.

Stk. 2. Løgtingið eins væl og løgmaður kunnu, nær ið vera skal, skriva út nýval, sum hevur við sær, at tey løgtingsumboð, ið verið hava, falla burtur, tá ið nývalda løgtingið er sett.

Stk. 3. Tað áliggur løgmanni at skipa so fyri, at nýval verður hildið, áðrenn valskeiðið er runnið.

Stk. 4. Løgtingsmaður, sum missir valbæri sítt, fer úr tingsessinum.

§ 7. Løgtingið ger sjálvt av, um val tingmanna hevur gildi, og spurningin um, hvørt tingmaður hevur mist valbæri sítt.

§ 8. Tá ið góðkent er, at løgtingsmaður er valdur, skal hann leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum o.t., sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skipað hann í, sessur í bý-, ella bygda(r)ráði tó undantikin.

§ 9. Nývalda løgtingið kemur saman til fundar kl. 10.00 tólvta yrkadag eftir valdagin, uttan so er, at løgmaður ikki longu hevur boðað til fundar ella fyri veður hevur flutt fundin fram.

Stk. 2. Tá ið valbrøvini eru góðkend, verður løgtingið sett, og valdir verða løgtingsfor- maður og næstformenn fyri alt valskeiðið.

§ 10. Løgtingssetan byrjar ólavsøkudag og heldur á til ólavsøkudag árið eftir.

Stk. 2. Ólavsøkudag ganga løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið. Løgtingsformaðurin ger av, hvør er við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað.

Stk. 3. Løgtingið verður sett aftur ólavsøkudag kl. 13.00.

§ 11. Samkomustaður løgtingsins er Tórshavn. Í serstøkum føri kann løgtingið tó koma saman til fundar á øðrum staði í landinum.

§ 12. Á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja.

lagtingslov om Færøernes styrelsesordning

Indledning

§ 1. Den lovgivende magt i overtagne anliggender er hos lagtinget og lagmanden i forening. Den udøvende magt er hos landsstyret. Den dømmende magt er hos domstolene.

Den lovgivende magt

§ 2. Lagtinget udgør een forsamling bestående af højst 32 medlemmer.

§ 3. Valgret til lagtinget har enhver, der er fyldt 18 år, har dansk indfødsret og er hjemmehørende på Færøerne, medmindre vedkommende er umyndiggjort.

§ 4. Valgbar er enhver, som har valgret til lagtinget, medmindre vedkommende er straffet for en handling, der i almindeligt omdømme gør ham uværdig til at være medlem af lagtinget.

Stk. 2. Den, der er dømt for en strafbar handling, er ikke uværdig til lagtingsmandat, med mindre domfældte er idømt ubetinget straf af fængsel i 4 måneder eller derover eller forvaring.

Stk. 3. Ej heller er den dømte uværdig, når der er forløbet 5 år fra straffens udståelse, forældelse eller eftergivelse eller fra den endelige løsladelse fra forvaring.

§ 5. Lagtinget vælges ved almindelige, hemmelige og direkte valg.

Stk. 2. De nærmere regler for valgrettens udførelse gives ved lagtingsvalgloven, herunder at fastsætte antallet af lagtingsmedlemmer indenfor det i § 2 fastsatte højeste antal.

§ 6. Lagtingets medlemmer vælges for fire år.

Stk. 2. Såvel lagtinget som lagmanden kan til enhver tid udskrive nyvalg med den virkning, at de bestående lagtingsmandater bortfalder, når det nyvalgte lagting er sat.

Stk. 3. Det påhviler lagmanden at foranledige, at nyvalg afholdes inden valgperiodens udløb.

Stk. 4. Mister et medlem af lagtinget sin valgbarhed, bortfalder dennes mandat.

§ 7. Lagtinget afgør selv gyldigheden af sine medlemmers valg samt spørgsmål om, hvorvidt et medlem har mistet sin valgbarhed.

§ 8. Når valget af et lagtingsmedlem er godkendt, skal medlemmet nedlægge alle hverv i nævn, råd o.l., som er under tilsyn af landsstyret eller, hvor medlemmet er be- skikket til hvervet af landsstyret, mandat i by- eller bygderåd dog undtaget.

§ 9. Det nyvalgte lagting træder sammen kl. 10.00 den tolvte søgnedag efter valgdagen, dersom lagmanden ikke har indkaldt det til møde forinden eller på grund af vejrfor- holdene har udsat mødet.

Stk. 2. Straks efter prøvelsen af mandaterne sættes lagtinget ved valg af lagtingsformand og næstformænd for hele valgperioden.

§ 10. Lagtingsåret begynder Olajdag og varer til Olajdag det følgende år.

Stk. 2. Olajdag går lagtingsmænd, lagmanden, medlemmer af landsstyret og embedsmænd i procession fra lagtinget til og fra domkirken, hvor der afholdes gudstjeneste. Lagtingsformanden fastsætter, hvem der deltager i processionen, og i hvilken orden, der bliver gået.

Stk. 3. Lagtinget sættes påny Olajdag kl. 13.00.

§ 11. Lagtinget træder sammen i Tórshavn. I overordentlige tilfælde kan lagtinget dog samles andetsteds på Færøerne.

§ 12. På Olajmødet afgiver lagmanden en redegørelse for landets almindelige stilling og de af landsstyret påtænkte foranstaltninger.

Stk. 2. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu landsins til umrøðu.

§ 13. Løgtingsformaðurin boðar til løgtingsfundar og kunnger samstundis dagsskrá. Formaðurin hevur skyldu til at boða til fundar uttan óneyðuga dvøl, um so er, at í minsta lagi tveir fimtingar av tingmonnum ella løgmaður skrivliga biðja um tingfund við dagsskrá.

§ 14. Løgmaður, landsstýrismenn og ríkisumboðsmaður hava embætis vegna, uttan atkvøðurætt, atgongd at løgtinginum, og hava rætt til á fundum at krevja at koma til orðanna, men skulu annars halda tingskipanina.

§ 15. Løgmanni, landsstýrismonnum og løgtingsmonnum eru heimilað at seta fram uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir.

Stk. 2. Uppskot til løgtingslóg ella ríkislógartilmæli kann ikki verða endaliga samtykt, uttan at tað hevur fingið tríggjar viðgerðir á løgtingi.

Stk. 3. Um nýval verður, ella tá ið løgtingsseta er lokin, falla burtur øll tey uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir, sum ikki frammanundan eru endaliga samtykt.

§ 16. Løgtingið sjálvt ásetur tingskipan sína, sum inniheldur nærri reglur um málsgongd og skilhald.

§ 17. Løgtingsfundir eru almennir. Útvarpi og sjónvarpi er frítt at senda beinleiðis av fundunum. Løgtingið kann tó í einstøkum førum samtykkja viðgerð aftan stongdar dyr.

Stk. 2. På grundlag af den af lagmanden afgivne redegørelse finder inden 6 søgnedage en almindelig forhandling sted.

§ 13. Lagtingsformanden indkalder lagtinget til møde med angivelse af dagsorden. Det påhviler formanden at indkalde til møde uden ugrundet ophold, når mindst to femtedele af lagtingets medlemmer eller lagmanden skriftlig fremsætter begæring herom med angivelse af dagsorden.

§ 14. Lagmanden, landsstyresmedlemmerne og rigsombudsmanden har i embeds medfør, uden stemmeret, adgang til lagtinget, og er berettigede til under forhandlingerne at forlange ordet, idet de iøvrigt iagttager forretningsordenen.

§ 15. Lagmanden og de øvrige medlemmer af landsstyret samt ethvert medlem af lagtinget er berettiget til at fremsætte forslag til lagtingslove, beslutninger vedrørende rigslovgivning og andre beslutninger.

Stk. 2. Et lagtingslovsforslag eller forslag til beslutning vedrørende rigslovgivning kan ikke endelig vedtages, forinden det tre gange har været behandlet i lagtinget.

Stk. 3. Ved nyvalg, og ved lagtingsårets udgang, bortfalder alle forslag til lagtingslove, beslutninger vedrørende rigslovgivning og andre beslutninger, der ikke forinden er endelig vedtaget.

§ 16. Lagtinget fastsætter selv sin forretningsorden, der indeholder de nærmere bestemmelser vedrørende forretningsgang og ordens opretholdelse.

§ 17. Lagtingets møder er offentlige. Radio og fjernsyn er berettiget til at transmittere direkte fra møderne. Lagtinget kan dog i enkelte tilfælde beslutte, at en sag skal behandles for lukkede døre.

 

§ 18. Løgtingið kann ikki taka avgerð um mál, uttan at meira enn helmingur av tingmonnum er á fundi.

Stk. 2. Løgtingsmál er samtykt, tá ið fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti, um ikki annað er ásett í hesi løgtingslóg.

§ 19. Løgtingið kann skipa nevndir av tingmonnum at kanna alment umvarðandi mál. Nevndirnar hava rætt at krevja skrivligar ella munnligar upplýsingar frá einskildum borgarum eins væl og frá almennum embætismonnum.

§ 20. Løgtingið velur limir í nevndir og størv við lutfalsvali.

§ 21. Heimilt er hvørjum løgtingsmanni við tingsins loyvi at leggja fram til viðgerðar eitt og hvørt alment mál og tí viðvíkjandi krevja frágreiðing frá løgmanni ella landsstýrismanni.

Stk. 2. Sama rætt hevur løgtingsmaður, um ein triðingur av tingmonnum á fundi tekur undir.

§ 22. Eingin umsókn verður løgd fyri løgtingið, uttan at tingmaður ella landsstýrið flytur hana fram.

§ 23. Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.

§ 24. Eingin løgtingsmaður má uttan samtykki løgtingsins verða ákærdur ella fongslaður á nakran hátt, uttan so at hann verður tikin á búri.

Stk. 2. Eingin løgtingsmaður kann uttan samtykki tingsins verða kravdur til svars uttantings fyri tað, hann hevur sagt innantings.

§ 25. Samsýning løgtingsmanna verður ásett við løgtingslóg.

§ 26. Løgtingslógaruppskot, ið løgtingið hevur samtykt, fær lógargildi, tá ið tað seinast 30 dagar eftir endaligu samtyktina er staðfest av løgmanni og kunngjørt sambært kunngerðarreglum ásettum í løgtingslóg.

 

Útinnandi valdið

§ 27. Í landsstýrinum sita løgmaður og minst tveir landsstýrismenn.

Stk. 2. Løgmaður verður tilnevndur eftir teirri skipan, sum ásett er í § 28. Løgmaður ásetur, hvussu nógvir landsstýrismenninir skulu vera, og tilnevnir teir.

§ 28. Tá ið løgmaður skal verða tilnevndur, boðar løgtingsformaðurin formonnunum fyri flokkunum, ið umboðaðir eru á løgtingi, hvørjum sær til samráðs.

Stk. 2. Innan 10 yrkadagar eftir at fráfarandi løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr embæti, leggur løgtingsformaður uppskot um løgmansevni fyri løgtingið. Um løgtingsval verður, ella løgmaður doyr, gongur freistin ávikavist frá tí degi, fyrsti tingfundur var eftir valið, ella frá tí degi, ið løgmaður doyði.

Stk. 3. Løgtingið skal í seinasta lagi 4. yrkadagin eftir, uttan nevndarviðgerð, greiða atkvøðu um uppskotið. Atkvøður meiri enn helmingur av øllum tingmonnum ímóti uppskotinum, er tað fallið. Annars er tað samtykt.

Stk. 4. Havnar løgtingið uppskoti frá løgtingsformanninum um løgmansevni, boðar formaðurin aftur til samráðs sambært stk. 1 og setur innan 4 yrkadagar eftir at uppskot hansara var havnað framaftur uppskot um løgmansevni, sum løgtingið sama dag greiðir atkvøðu um eftir reglunum í stk. 3.

Stk. 5. Um so er, at løgtingið fýra ferðir hevur felt uppskot løgtingsformansins um løgmann, skrivar starvandi løgmaður út nýval til løgtingið.

§ 29. Loystur skal verða úr embæti løgmaður ella landsstýrismaður, ið biður um

tað. Løgtingsformaðurin loysir løgmann úr embæti, og løgmaður loysir landsstýrismann úr embæti.

Stk. 2. Løgmaður kann eisini í øðrum førum loysa úr embæti landsstýrismann og skal loysa landsstýrismann úr embæti, um tað við atkvøðugreiðslu í løgtinginum, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á landsstýrismanni.

§ 30. Um tað við atkvøðugreiðslu á løgtingi, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøðir fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á løgmanni, skal løgmaður biðja løgtingsformannin loysa seg úr embæti.

§ 18. Lagtinget kan kun tage beslutning, når over halvdelen af medlemmerne er tilstede.

Stk. 2. Forslag i lagtinget er vedtaget, når der er flere stemmer for end mod forslaget, såfremt ikke andet er fastsat i denne lagtingslov.

§ 19. Lagtinget kan nedsætte kommissioner af sine medlemmer til at undersøge almenvigtige sager. Kommissionerne er berettigede til at fordre skriftlige eller mundtlige oplysninger såvel af private borgere som af offentlige myndigheder.

§ 20. Lagtingets valg af medlemmer i kommissioner og hverv sker ved forholdsvalg.

§ 21. Ethvert lagtingsmedlem kan med lagtingets samtykke bringe ethvert offentligt anliggende under forhandling og derom æske lagmandens eller et landsstyremedlems forklaring.

Stk. 2. Samme ret har lagtingsmedlem såfremt en trediedel af de fremmødte lagtingsmedlemmer billiger dette.

§ 22. Intet andragende må overgives lagtinget uden gennem dets medlemmer eller landsstyret.

§ 23. Lagtingsmedlemmerne er ene bundet ved deres overbevisning og ikke ved nogen forskrift af deres vælgere.

§ 24. Intet medlem af lagtinget kan uden dettes samtykke tiltales eller underkastes fængsling af nogen art, medmindre medlemmet er grebet på fersk gerning.

Stk. 2. For sine ytringer i lagtinget kan intet af dets medlemmer uden lagtingets samtykke drages til ansvar udenfor samme.

§ 25. Lagtingets medlemmer oppebærer et vederlag, hvis størrelse fastsættes ved lagtingslov.

§ 26. Et af lagtinget vedtaget forslag til lagtingslov får lovskraft, når det senest 30 dage efter den endelige vedtagelse er stadfæstet af lagmanden og kundgjort i henhold til kundgørelsesregler fastsat ved lagtingslov.

 

Den udøvende magt

§ 27. Landsstyret består af lagmanden og mindst to landsstyresmedlemmer.

Stk. 2. Lagmanden udnævnes efter de i § 28 fastsatte regler. Lagmanden fastsætter antallet af landsstyresmedlemmer og foretager udnævnelsen af dem.

§ 28. Når en lagmand skal udnævnes, tilkalder lagtingsformanden formanden for hvert af de i lagtinget repræsenterede partier hver for sig til samråd.

Stk. 2. Lagtingsformanden fremlægger inden 10 søgnedage efter, at den afgående lagmand anmodede om sin afsked, for lagtinget forslag til lagmand. I de tilfælde, hvor der afholdes lagtingsvalg, eller lagmanden dør, løber fristen fra henholdsvis den dag, lagtinget afholdt sit første møde efter valget eller lagmandens dødsdag.

Stk. 3. Lagtinget skal senest 4. søgnedagen herefter, uden udvalgsbehandling, prøve forslaget ved afstemning. Stemmer mere end halvdelen af det samlede antal lagtingsmed- lemmer mod forslaget, er det forkastet. Ellers er det vedtaget.

Stk. 4. Forkaster lagtinget lagtingsformandens forslag til lagmand tilkalder lagtingsformanden påny til samråd jfr. stk. 1 og fremlægger forinden 4 søgnedage efter at hans forrige forslag var forkastet påny forslag til lagmand som lagtinget samme dag prøver ved afstemning efter reglerne i stk. 3.

Stk. 5. Såfremt lagtinget fire gange har forkastet lagtingsformandens forslag til lagmand, udskrives der af den fungerende lagmand nyvalg til lagtinget.

§ 29. Lagmanden eller et landsstyresmedlem skal afskediges, såfremt den pågældende fremsætter begæring herom. Lagmanden afskediges af lagtingsformanden og medlemmerne af landsstyret af lagmanden.

Stk. 2. Lagmanden kan også i andre tilfælde afskedige et landsstyresmedlem og skal gøre det, såfremt det ved afstemning i lagtinget, hvor mere end halvdelen af samtlige lagtingsmedlemmer stemmer for, vedtages, at lagtinget ikke længere har tillid til den pågældende.

§ 30. Såfremt der ved afstemning i lagtinget, hvor mere end halvdelen af samtlige lagtingsmedlemmer stemmer for, vedtages, at lagtinget ikke længere har tillid til lagmanden, skal denne anmode lagtingsformanden om sin afsked.

§ 31. Hevur løgmaður biðið um at verða loystur úr embæti sbr. § 29, ella løgtingið hevur váttað honum misálit sbr. § 30, starvar landsstýrið, til nýggjur løgmaður er tilnevndur. Í tíðarbilinum fram til, at nýggjur løgmaður er tilnevndur, kann landsstýrið ikki gera annað enn tað, sum er alneyðugt, til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað. Løgmaður kann tó innan eina viku eftir, at hann fekk misálit, nýta heimild sína í § 6, stk. 2, at skriva út nýval.

§ 32. Nærri reglur um setingarviðurskifti løgmans og landsstýrismanna verða ásettar í løgtingslóg.

§ 33. Løgmaður býtir málsøki landsstýrisins millum landsstýrismenninar. Teir sita fyri málsøkjum sínum hvør sær.

Stk. 2. Løgmaður samskipar starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfunda, har m.a. øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og eykajáttanir verða framløgd áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið.

Stk. 3. Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.

§ 34. § 1 í hesi løgtingslóg er ikki til hindurs fyri, at landsstýrið ella stovnur undir landsstýrinum í nærri ásettan mun, við løgtingslóg fær heimild til við kunngerð at áseta rættarreglur av almennum slagi. Ein tílík heimild kann ikki verða treytað av, at reglurnar, sum ásettar verða, skulu hava góðkenning frá umboðum løgtingsins.

§ 35. Hóast § 1 kann við løgtingslóg í nærri ásettan avmarkaðan mun heimild verða latin nevndum, stýrum og ráðum at taka endaligar fyrisitingarligar avgerðir.

Stk. 2. Løgtingið kann ikki velja limir í nevndirnar, stýrini ella ráðini, sum umrødd eru í stk. 1.

§ 36. Løgmaður ger av, hvør av landsstýrismonnunum er varaløgmaður og røkir heimildir løgmans, meðan hann hevur forfall. Er einki ásett, verða heimildir hansara røktar av tí landsstýrismanni, sum longst hevur sitið í embæti. Hava tveir landsstýrismenn sitið líka leingi, tekur hin eldri við heimildunum.

§ 37. Løgmaður og landsstýrismenn hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra. Mál viðvíkjandi hesi rættarligu ábyrgd verða dømd av nevningatingi. Greiniligari reglur um hesa ábyrgd verða at áseta við løgtingslóg.

§ 38. Løgtingið setur eina tríggja manna nevnd av løgtingsmonnum at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.

Stk. 2. Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra, sum ikki hevur dómsmyndugleika. Hann skal, eftir at hann hevur kannað málið, gera eina frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávísum máli er útint á lógligan hátt. Ein triðingur av løgtingsmonnunum kann skrivliga seta fram sama krav.

Stk. 3. Kanningarstjórin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv og skal ikki verða starvsettur í fyrisiting landsstýrisins, á stovni undir landsstýrinum, hjá dómsvaldinum ella fyrr hava viðgjørt málið.

Stk. 4. Kanningarstjórin hevur rætt til at krevja skrivligar ella munnligar upplýsingar frá einskildum borgarum eins og frá almennum embætismonnum.

Dómsvaldið

§ 39. Dómsvaldið er hjá óheftum dómstólum, sum virka sambært rættargangslógini fyri Føroyar.

Fíggjarmál landsins

§ 40. Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg.

Stk. 2. Beinleiðis ella óbeinleiðis skattur kann ikki verða álagdur fyri inntøkur, innflutning, útflutning, sølu, gjald ella tílíkt, sum er farið fram í tíðini, áðrenn løgtingslógaruppskot um hetta var lagt fyri løgtingið.

Stk. 3. Áðrenn løgtingsfíggjarlóg ella bráðfeingis fíggjarlóg er samtykt á løgtingi, er ikki loyvt at krevja inn teir skattir, ið nevndir eru í stk. 1.

§ 41. Lán ella borgan o.a.m, ið skuldbindur løgting, landsstýri ella stovnar undir landinum, kann ikki verða tikið ella veitt uttan við heimild í løgtingslóg.

§ 42. Fyri 1. oktober á hvørjum ári leggur landsstýrið fyri løgtingið uppskot um løgtingsfíggjarlóg fyri komandi álmanakkaár.

Stk. 2. Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Tó kann í tíðarskeiðinum fram til 1. apríl, eftir at fíggjarárið er endað, verða ávístur peningur av farnu fíggjarlógini fyri útreiðslur, ið havdar eru í farna fíggjarári.

Stk. 3. Um útlit eru til, at uppskot til fíggjarlóg ikki er liðugt viðgjørt fyri fíggjarársbyrjan, leggur landsstýrið fram uppskot um eina bráðfeingis játtanarlóg.

§ 43. Eykajáttan verður veitt við løgtingslóg.

Stk. 2. Um mál hevur skund, kann fíggjarnevnd løgtingsins, um meirilutin av nevndarlimunum atkvøður fyri, eftir uppskoti frá landsstýrinum veita eykajáttan.

Stk. 3. Eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur veitt ígjøgnum árið, verða at góðkenna við eykafíggjarlóg í seinasta lagi 31. desember sama ár.

§ 44. Landskassaroknskapurin skal verða lagdur fyri løgtingið í seinasta lagi seks mánaðir eftir fíggjarárslok.

Stk. 2. Løgtingið velur nakrar grannskoðarar. Teir fara ígjøgnum árliga landskassasroknskapin og ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg. Teir kunnu krevja at fáa allar upplýsingar og øll skjøl, ið teimum tørvar. Greiniligari reglur um, hvussu mangir grannskoðarar skulu vera, og um virki teirra, verða ásettar í løgtingslóg.

Stk. 3. Landskassaroknskapurin við viðmerkingum grannskoðaranna verður lagdur fyri løgtingið til samtyktar.

Stk. 4. Reglurnar í stk. 1-3 verða eisini nýttar fyri roknskapir hjá almennum stovnum, sum hava sjálvstøðugan roknskap.

Felagsmál

§ 45. Eftir avgerð heimastýrisins verða mál yvirtikin sambært løgtingslóg.

§ 46. Áheitan á ríkismyndugleikarnar um at seta í gildi fyri Føroyar ríkislóg ella kongliga fyriskipan, sum setur í gildi ríkislóg fyri Føroyar, kann bert verða gjørd við ríkislógartilmæli.

§ 47. Uppskot til ríkislógartilmæli, ið løgtingið hevur samtykt, fær gildi, tá ið tað seinast 30 dagar eftir endaligu samtyktina er staðfest av løgmanni og sent ríkismyndugleikunum.

§ 48. Landsstýrið ummælir tey uppskot til kongligar fyriskipanir, sum ikki seta ríkislóg í gildi í Føroyum. Hetta geldur somuleiðis fyri allar kunngerðir, sum ráðharri sendir heimastýrinum við atliti at gildisseting í Føroyum.

Stk. 2. Landsstýrið ummælir somuleiðis uppskot til ríkislógir, ið veita ávísum navngivnum persónum heimarætt í danska ríkinum.

§ 49. Um heimild við ríkislóg ella við kongligari fyriskipan er løgd til heimastýrið, verða almennar reglur sambært slíkari heimild at áseta við løgtingslóg; í øðrum førum liggur heimildin hjá landsstýrinum.

Stk. 2. Í teimum førum, sum heimild er løgd heimastýrinum í kunngerð frá ráðharra, er hon hjá landsstýrinum.

§ 50. Landsstýrið umboðar heimastýrið mótvegis ríkismyndugleikunum.

Stk. 2. § 51, stk. 2 og 3, galda á sama hátt í hesum førum.

Millumtjóðasáttmálar

§ 51. Landsstýrið hevur málsræði í førum, sum heimastýrinum er heimilað at tingast við og gera avtalur við onnur lond.

Stk. 2. Uttan samtykki løgtingsins kann landsstýrið tó ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar.

Stk. 3. Samstundis sum slík avtala verður løgd fyri løgtingið til góðkenningar, boðar landsstýrið frá, hvørjar løgtingslógir og hvørji ríkislógartilmæli, neyðug eru, til tess at millumlandasáttmálin kann verða útintur.

§ 52. Landsstýrið ummælir heimastýrisins vegna teir millumtjóðasáttmálar, sum ríkismyndugleikarnir leggja fyri heimastýrið til ummælis.

Stk. 2. § 51, stk. 2 og 3, galda á sama hátt í hesum førum.

§ 53. Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við í spurningum sum hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.

Stk. 2.
Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnir av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.

§ 54. Løgtingslóg, ella partur av løgtingslóg, hevur ikki gildi, um

a) hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, heimastýrið hevur gjørt við onnur lond,

b) hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, Danmørk hevur gjørt við onnur lond, og sum eisini fevnir um Føroyar.

Kommunurnar

§ 55. Rættur kommunanna at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins verður ásettur í løgtingslóg, m.a. í hvønn mun kommunur og millumkommufelagsskapir kunnu skuldbindast við láni, borgan o.ø.m.

Fyriskipanir um gildiskomu

§ 56. Um so er, at løgtingið samtykkir uppskot til broytingar av hesi løgtingslóg, kann samtykta løgtingslógaruppskotið ikki beinanvegin verða staðfest av løgmanni. Hitt soleiðis samtykta løgtingslógaruppskotið skal eftir næsta val verða samtykt óbroytt í fyrstu setu nývalda tingsins, og kann síðan verða staðfest á vanligan hátt av løgmanni.

Stk. 2. Verður heimastýrislógin broytt, kunnu uppskot um at broyta hesa løgtingslóg, orsakað av broytingini í heimastýrislógini, verða samtykt og staðfest eftir vanligum reglum.

§ 57. Løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samtundis fara úr gildi:

a) Løgtingslóg nr. 1 frá 13. mai 1948 um stýrisskipan Føroya í sermálum seinast broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 3. januar 1985.

b) Løgtingslóg nr. 2 frá 13. mai 1948 um umboðsvald Føroya.

c) Løgtingslóg nr. 22 frá 22. mai 1962 um millumtinganevnd í fiskimarks- og felagsmarknaða- málum.

d) § 2, stk. 2, 2. pkt., í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya løgting seinast broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 13. mai 1992.

§ 31. Har lagmanden begæret sin afsked jfr. § 29, eller har lagtinget udtalt, at det ikke længere har tillid til ham jfr. § 30, fungerer landsstyret, til en ny lagmand er udnævnt. I tiden indtil den nye lagmand er udnævnt, kan landsstyret kun foretage sig, hvad der er særdeles fornødent til administrationens uforstyrrede førelse. Lagmanden kan dog inden en uge efter, at lagtinget udtalte sin mistillid til ham, udskrive nyvalg i henhold til § 6, stk. 2.

§ 32. De nærmere regler om lagmanden og landsstyresmedlemmernes ansættelsesforhold fastsættes ved lagtingslov.

§ 33. Lagmanden bestemmer forretningernes fordeling imellem landsstyrets medlemmer. Disse administrerer deres sagsområder hver for sig.

Stk. 2. Lagmanden koordinerer landsstyrets arbejde og indkalder i denne forbindelse regelmæssigt til landsstyresmøder hvor bl.a alle landsstyrets forslag til lagtingslove, beslutninger vedrørende rigslovgivning og tillægsbevillinger forelægges forinden de fremlægges for lagtinget.

Stk. 3. Lagmanden udøver tilsyn med, at hver enkelt landsstyresmedlem administrerer sine sagsanliggender på lovlig og forsvarlig vis.

§ 34. Ved lagtingslov kan uanset bestemmelsen i § 1 gives landsstyret eller en af dettes institutioner i et nærmere bestemt omfang bemyndigelse til ved kundgørelse at fastsætte retsregler af generel karakter. En sådan bemyndigelse kan ikke gives med det vilkår, at regelfastsættelsen skal ske efter godkendelse af repræsentanter for lagtinget.

§ 35. Ved lagtingslov kan, uanset bestemmelsen i § 1, i nærmere bestemt begrænset omfang, henlægges bemyndigelser til nævn, bestyrelser og råd til at udøve endelige forvaltningsafgørelser.

Stk. 2. Lagtinget kan ikke vælge medlemmer i de i stk. 1 omhandlede nævn, bestyrelser eller råd.

§ 36. Lagmanden fastsætter, hvem af landsstyrets medlemmer er vicelagmand, og varetager lagmandens funktioner under forfald. Er intet fastsat, udøves lagmandens funktioner af det medlem af landsstyret, der har størst anciennitet. Har to medlemmer af landsstyret lige anciennitet, har den ældste fortrinsret.

§ 37. Lagmanden og de øvrige medlemmer af landsstyret har det retlige ansvar for administrationen af det sagsområde, der er tillagt dem. Sager vedrørende dette retlige ansvar pådømmes ved nævningeting. De nærmere regler om ansvaret fastsættes ved lagtingslov.

§ 38. Lagtinget nedsætter af sin midte et udvalg på tre medlemmer til at have tilsyn med, at landsstyrets virksomhed foregår på lovlig vis.

Stk. 2. Såfremt udvalget får mistanke om, at uregelmæssigheder har fundet sted, kan det kræve, at lagtingsformanden udpeger en undersøgelsesleder. Den pågældende, der ikke har dømmende myndighed, skal efter stedfunden undersøgelse udarbejde en redegørelse til lagtinget, om administrationen af en konkret sag har været foretaget på lovlig vis. En trediedel af lagtingets medlemmer kan skriftligt fremsætte samme krav.

Stk. 3. Undersøgelseslederen skal have juridisk embedseksamen og må ikke være ansat i landsstyrets administration, i en af dets institutioner, ved domstolene eller tidligere have beskæftiget sig med den pågældende sag.

Stk. 4. Undersøgelseslederen er berettiget til at fordre

skriftlige eller mundtlige oplysninger såvel af private borgere som af offentlige myndigheder.

Den dømmende magt

§ 39. Den dømmende magt er hos uafhængige domstole, som udøver deres virksomhed i henhold til retsplejeloven for Færøerne.

Landets finanser

§ 40. Ingen direkte eller indirekte skat kan pålægges, forandres eller ophæves uden ifølge lagtingslov.

Stk. 2. Ingen direkte eller indirekte skatter kan pålægges for indtægter, indførsel, udførsel, salg, betaling eller lignende, som er foregået i tiden, før forslag til lagtingslov herom var fremlagt i lagtinget.

Stk. 3. Forinden lagtingsfinansloven, eller en midlertidig bevillingslov er vedtaget af lagtinget, må de i stk. 1 nævnte skatter ikke opkræves.

§ 41. Lån eller kaution m.v., som forpligter lagtinget, landsstyret eller institutioner under landet, kan kun optages eller ydes med hjemmel i lagtingslov.

§ 42. Landsstyret skal hvert år inden den 1. oktober fremsætte forslag for lagtinget til lagtingsfinanslov for det kommende kalenderår.

Stk. 2. Ingen udgift må afholdes, som ikke har hjemmel i den på anvisningstiden gældende finanslov. Dog kan i tidsrummet frem til 1. april efter finansårets udløb, anvises udgifter, afholdt i sidste finansår, som måtte være bevilgede på finansloven for det forløbne år.

Stk. 3. Kan behandlingen af finanslovforslag ikke forventes tilendebragt inden finansårets begyndelse, skal landsstyret fremsætte forslag til en midlertidig bevillingslov.

§ 43. Tillægsbevilling ydes ved lagtingslov.

Stk. 2. Såfremt en sag er af hastende karakter, kan lagtingets finansudvalg, såfremt flertallet af udvalgets medlemmer stemmer for, efter forslag fra landsstyret yde en tillægsbevilling.

Stk. 3. Tillægsbevillinger, som finansudvalget yder i løbet af året, skal godkendes i en tillægsbevillingslov senest 31. december samme år.

§ 44. Landskassens regnskab skal fremlægges for lagtinget senest seks måneder efter finansårets udløb.

Stk. 2. Lagtinget vælger et antal revisorer. Disse gennemgår landskassens årlige regnskab og påser, at samtlige landets indtægter er opført deri, og at ingen udgift er afholdt uden hjemmel i finansloven eller anden bevillingslov. De kan fordre sig alle fornødne oplysninger og aktstykker meddelt. De nærmere regler for revisorernes antal og virksomhed fastsættes ved lagtingslov.

Stk. 3. Landskassens regnskab med revisorernes bemærkninger forelægges lagtinget til beslutning.

Stk. 4. Reglerne i stk. 1-3 anvendes også for de offentlige institutioner, der fører et selvstændigt regnskab.

Fællesanliggender

§ 45. Overtagelse af et anliggende i.h.t. hjemmestyrets bestemmelse sker ved lagtingslov.

§ 46. Indstilling til rigsmyndighederne om ikraftsættelse af rigslovgivning på Færøerne, hvadenten det sker som en egentlig rigslov eller som en kongelig anordning om ikraftsættelse for Færøerne af en rigslov, kan kun ske ved beslutning om indstilling til rigsmyndighederne om ikraftsættelse (beslutning vedrørende rigslovgivning).

§ 47. Et af lagtinget vedtaget forslag til beslutning vedrørende rigslovgivning får gyldighed, når det senest 30 dage efter den endelige vedtagelse er stadfæstet af lagmanden og oversendt rigsmyndighederne.

§ 48. Landsstyret udtaler sig om sådanne forslag til kongelige anordninger, der ikke sætter rigslovgivning i kraft på Færøerne. Det samme gælder alle de bekendtgørelser, som et ministerium oversender med henblik på eventuel ikraftsættelse på Færøerne.

Stk. 2. Landsstyret udtaler sig på samme måde om forslag til rigslove, der meddeler bestemte navngivne personer dansk statsborgerskab.

§ 49. Såfremt der ved rigslov eller kongelig anordning er henlagt bemyndigelser til hjemmestyret, skal generelle regler fastsættes ved lagtingslov; i andre tilfælde har landsstyret bemyndigelsen.

Stk. 2. Såfremt der ved en ministeriel bekendtgørelse er henlagt bemyndigelser til hjemmestyret, er det landsstyret, der har den pågældende bemyndigelse.

§ 50. Landsstyret repræsenterer hjemme- styret overfor rigsmyndighederne.

Stk. 2. § 51, stk. 2 og 3, er på samme måde gældende i disse tilfælde.

Internationale traktater

§ 51. Såfremt hjemmestyret er tillagt hjemmel til at forhandle med og indgå aftaler med andre lande, udøver landsstyret denne ret på hjemmestyrets vegne.

Stk. 2. Landsstyret kan dog ikke uden lagtingets samtykke indgå nogen aftale, til hvis opfyldelse lagtingets medvirken er nødvendig, eller som iøvrigt er af større betydning.

Stk. 3. Når en sådan aftale fremlægges i lagtinget til godkendelse, skal landsstyret samtidig meddele hvilke lagtingslove og hvilke beslutninger vedrørende rigslovgivning, som er nødvendige for opfyldelse af den på- gældende traktat.

§ 52. Landsstyret udtaler sig på hjemme- styrets vegne om de internationale traktater, som rigsmyndighederne forelægger hjemme- styret til udtalelse.

Stk. 2. § 51, stk. 2 og 3, er på samme måde gældende i disse tilfælde.

§ 53. Lagtinget vælger af sin midte et udenlandsnævn på syv medlemmer, med hvilket landsstyret rådfører sig i spørgsmål af større udenlandspolitisk rækkevidde.

Stk. 2. På samme måde skal landsstyret rådføre sig med dette udvalg i forbindelse med forhandlinger med rigsmyndighederne af større betydning for forholdet mellem Færøerne og Danmark.

§ 54. En lagtingslov eller en del af en lagtingslov har ikke gyldighed, såfremt

a) den strider imod en international traktat, hjemmestyret har indgået med andre lande,

b) den strider imod en international traktat, Danmark har indgået med andre lande, og som også omfatter Færøerne.

Kommunerne

§ 55. Kommunernes ret til under landsstyrets tilsyn selvstændigt at styre deres anliggender bestemmes ved lagtingslov bl.a i hvilket omfang kommuner og interkommunale selskaber kann forpligtes ved lån, kaution m.v.

Ikrafttrædelsesbestemmelser

§ 56. Såfremt lagtinget vedtager forslag til ændringer i denne lagtingslov, kan det således vedtagne lagtingslovsforslag ikke umiddelbart stadfæstes af lagmanden. Det således vedtagne lagtingslovsforslag skal efter førstkommende valg til lagtinget, i det nyvalgte lagtings første lagtingsår, vedtages uændret og kan derefter stadfæstes på normal vis af lagmanden.

Stk. 2. Såfremt de foreslåede ændringer af denne lagtingslov alene skyldes ændringer i hjemmestyreloven, kan disse vedtages og stadfæstes efter de almindelige regler.

§ 57. Lagtingsloven træder i kraft dagen efter dens kundgørelse.

Stk. 2. Samtidig ophæves:

a) Lagtingslov nr. 1 af 13. maj 1948 om Færøernes Styrelsesordning i Særanliggender, som senest ændret ved lagtingslov nr. 2 af 3. januar 1985.

b) Lagtingslov nr. 2 af 13. maj 1948 om Færøernes Forvaltning.

c) Lagtingslov nr. 22 af 22. maj 1962 om et siddende lagtingsudvalg i fiskerigrænse- og fælledsmarkedsspørgsmålene.

d) § 2, stk. 2, 2. pkt., i lagtingslov nr. 49 af 20. juli 1978 om valg til Færøernes lagting, som senest ændret ved lagtingslov nr. 68 af 13. maj 1992.

 

Almennar viðmerkingar:
Á landsstýrisfundi 1. apríl 1993 samtykti landsstýrið at velja limir í eina nevnd at kanna stýrisskipan Føroya.

Í nevndina vóru valdir:

Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri, Hans Trygvi Henriksen, adv. ft., Sjúrður Rasmussen, adv., Bjørn á Heygum, adv. og Annfinn V. Hansen, adv.

Arbeiðssetningurin hjá nevndini var settur at verða hesin:

  1. at kanna og lýsa lógargrundarlagið undir stýrisskipanini og umboðsvaldinum og gera eina metan av, um henda lóggáva er hóskandi longur, herundir arbeiðsbýti millum lóggevandi og útinnandi valdið,

  2. at lýsa munin millum landsstýrið sum kollegium og ráðharrastýri,

  3. at gera uppskot til stýrisskipan, sum byggir á eitt ráðharrastýri, og í hesum sambandi meta um, hvørji krøv ein tílík skipan setir til umsitingina og kostnaðinum av hesum,

  4. at lýsa, hvørjar stýrisskipanarreglugerðir neyðugar eru afturat, um Føroyar skulu hava fult sjálvstýri.

Nevndin hevur latið landsstýrinum álit dagfest 22 desember 1993 og landsstýrið hevur latið løgtingsmonnum eintak av hesum.

Løgmaður heitti síðani á allar politisku flokkarnar og bað teir siga sína hugsan um uppskot nevndarinnar.

Við støði í álitinum og teimum viðmerkingum, sum landsstýrið hevur fingið, hevur landsstýrið samtykt at leggja fyri løgtingið frammanfyri standandi uppskot til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.

Uppskot landsstýrisins er í stóran mun samsvarandi uppskoti nevndarinnar. Tó hevur landsstýrið ikki tikið við nakrar av ásetingunum í nevndaruppskotinum, og í nøkrum greinum er orðingin broytt.

Ásetingar, sum ikki eru tiknar við:

1) Í § 8, stk. 2 og stk. 3 skjýtur nevndin upp, at løgtingsmaður, sum starvast á skrivstovun hjá landsstýrismanni og tekur fyrisitingarligar avgerðir hansara vegna, ella er fyristøðumaður á stovni beinleiðis undir landsstýrinum, fer úr hesum starvi, meðan hann er løgtingsmaður. Landsstýrið skilir væl hugsanina hjá nevndini, men heldur ikki, at tað er rætt í eini stýrisskipanarlóg at treyta valbæri hjá einum borgara av, at hann leggur frá sær sítt borgarliga starv. Í hesum sambandi verður víst til grundlógarinnar § 30, stk. 2.

2) Í § 15, stk. 3 skjýtur nevndin upp, at ein ávísur minniluti av løgtingsmonnum skal kunna krevja, at triðja viðgerð av einum lógaruppskoti ikki fer fram, fyrr enn 12 yrkadagar eftir at uppskotið er samtykt við aðru viðgerð. Landsstýrið heldur ikki eina tílíka reglu vera hepna, tí hon kann hava við sær óneyðuga seinkan av lógararbeiðinum.

3) Í § 16 skjýtur nevndin upp, at ein ávísur minniluti kann krevja eitt endaliga samtykt lógaruppskot roynt við fólkaatkvøðu, áðrenn tað verður staðfest. Landsstýrið ivast í, um ein tílík fyriskipan er heppin.

4) Í § 33, stk. 1 skjýtur nevndin upp, at løgtingsmaður, sum verður løgmaður ella landsstýrismaður, skal siga frá sær løgtingssessin, meðan hann situr í landsstýrinum. Vanligt er, at løgtingsmaður, sum verður løgmaður ella landsstýrismaður sjálvkravdur leggur tingsessin niður. Landsstýrið heldur, at rættast er, at núverandi skipan, har tann valdi sjálvur ger av, um hann sigur tingsessin frá sær, heldur fram.

5) Í § 34, stk. 3 og 4 skjýtur nevndin upp, at landsstýrið kann gera avtalu við ríkismyndugleikarnar, at hesir fyrisita málum, har fyrisitingin annars eigur at vera hjá landsstýrinum og undir hvørjum treytum, hetta kann verða gjørt. Landsstýrið heldur, at gongdin eigur at vera, at fleiri og fleiri ábyrgdarøki eiga at verða løgd til heimastýrið. Ein heimild til at ganga øvugta vegin eigur ikki at vera.

6) Í § 47, stk. 2 skjýtur nevndin upp, at løgtingið í sambandi við samtykt um at seta ríkislóg í gildi eisini skal kunna samtykkja, at tað ikki er neyðugt at leggja lógarbroytingar á hesum øki fyri heimastýrið, áðrenn tær verða settar í gildi her. Landsstýrið heldur, at í øllum førum eigur at verða gingið eftir mannagongdini higartil soleiðis, at allar tílíkar lógir, eisini lógarbroytingar verða lagdar fyri heimastýrið, áðrenn tær verða settar í gildi.

Viðmerkingar til einstøku greinirnar í lógaruppskotinum:
Har landsstýrið ikki hevur serstakar viðmerkingar, verður víst til nevndarálitið. Landsstýrið hevur hesar viðmerkingar:

Ad § 4. Landsstýrið heldur, at innihaldið í galdandi stýrisskipanarlóg § 12, stk. 2 fyri valbæri eigur at verða varðveitt, soleiðis at revsiverd gerð bert førir við sær, at valbærið er mist í førum, har álvarsligt revsað brotsverk er framt.

Ad § 8. Landsstýrið hevur strikað seinasta punktum í § 8 sum verandi óneyðugt, tá tað er sjálvsagt at § 8 eisini fevnir um borgaralig umboð (tey størv ein eftir lóggávuni er skyldugur at taka á seg) vegna tess at stýrisskipanarlóg Føroya er lóg, sum hevur gildi fram um alla aðrar løgtingslógir.

Ad § 10. Landsstýrið tekur undir við ásetingini í § 10, eisini við at løgtingið altíð verður sett ólavsøkudag og at tingformaðurin skipar fyri skrúðgongu, men heldur landsstýrið tað ikki vera rætt, at raðfylgjan í skrúðgonguni skal siga, hvørji tign skrúðgonguluttakararnir hava, tí slíkt samsvarar ikki við føroyskan hugsunnarhátt.

Ad § 12. Landsstýrið heldur, at rættast er, at løgmansrøðan kemur til umrøðu beinan vegin, so betri samanhang verður millum framløgu og viðgerð.

Aftaná § 15 verða øll greinanumrini flutt aftur í mun til uppskot nevndarinnar, við tað at § 16 í uppskoti nevndarinnar ikki er við í uppskoti landsstýrisins.

§ 16 (nevndarinnar § 17)

§ 17 (nevndarinnar § 18)

§ 18 (nevndarinnar § 19)

§ 19 (nevndarinnar § 20)

§ 20 (nevndarinnar § 21)

§ 21 (nevndarinnar § 22)

§ 22 (nevndarinnar § 23)

§ 23 (nevndarinnar § 24)

§ 24 (nevndarinnar § 25)

§ 25 (nevndarinnar § 26)

Ad § 26 (nevndarinnar § 27)
Her kann verða lagt afturat viðmerkingum nevndarinnar at løgmaður við staðfestingini er tann, sum rættarliga stendur til svars fyri, at løgtingslógin, sum staðfest verður, er samsvarandi grundlógini, heimastýrislógini og stýrisskipanarlógini, meðan løgtingsmenn standa veljaranum til svars fyri gerðir sínar.

§ 27 (nevndarinnar § 28)

Ad § 28 (nevndarinnar § 29)
Í grundregluni er landsstýrisins uppskot samsvarandi uppskoti nevndarinnar. Frestirnar fyri framløgu løgtingsformansins av uppskoti til løgmann eru bert broyttar soleiðis, at frestin er hin sama, sum skotið upp av nevndini hvat viðvíkir fyrsta umfari, men munandi stytt um ikki løgtingsformansins uppskot á fyrsta sinni verður samtykt, tá ið sjónarmiðini hjá flokkunum mugu standa nógv greiðari hjá øllum í einum seinni samráðingarumfari.

Harumframt heldur landsstýrið, at frestin eisini eigur at ganga leygardagur, tá ið leygardagur er at rokna sum vanligur arbeiðsdagur hjá tingmonnum.

Í stk. 5 (nevndarinnar stk. 4) hevur landsstýrt gjørt tað greiðari at skyldan at skriva út nýval um løgtingsformansins uppskot fjórðu ferð er fallið liggur á løgmanni.

§ 29 (nevndarinnar § 30)

§ 30 (nevndarinnar § 31)

§ 31 (nevndarinnar § 32)

§ 32 (nevndarinnar § 33)

Ad § 33 (nevndarinnar § 34)
Hóast landsstýrisskipanin við hesi lóg verður broytt til ráðharraskipan, har hvør landsstýrismaður situr fyri sínum málsøkjum, er her ásett, at landsstýrisfundir skulu vera, og at øll uppskot, sum løgmaður og landsstýrismenninir leggja fyri løgtingið og fyri fíggjarnevndina, skulu fyri á landsstýrisfundi.

§ 34 (nevndarinnar § 35)

§ 35 (nevndarinnar § 36)

Ad § 36 (nevndarinnar § 37)
Landsstýrið heldur at heitið varaløgmaður eigur at verða lógarfest, og er greinin tí broytt samsvarandi hesum.

§ 37 (nevndarinnar § 38)

§ 38 (nevndarinnar § 39)

§ 39 (nevndarinnar § 40)

§ 40 (nevndarinnar § 41)

Ad § 41 (nevndarinnar § 42)
Landsstýrið hevur tikið reglurnar um skuldbinding kommunannna burtur úr hesi grein tá ið yvirskriftin fyri greinini er "fíggjarmál landsins" og at seinni partur er í lógaruppskotinum við heitinum "kommunur" í § 55 (nevndarinnar § 56), sum umrøður viðurskifti kommunurnar. - Landsstýrið mælir til, at reglurnar verða fluttar til hesa grein.

§ 42 (nevndarinnar § 43)

Ad § 43 (nevndarinnar § 44)
Landsstýrið hevur broytt orðing nevndarinnar um, at ein fíggjarnevndarlimir skal kunna nýta vetorætt í sambandi við umsókn um eykajáttan. Landsstýrið heldur, at nóg góð trygd er, um ásett verður, at meira enn helmingurin av fíggjarnevndini tekur undir við umsóknini.

§ 44 (nevndarinnar § 45)

§ 45 (nevndarinnar § 46)

§ 46 (nevndarinnar § 47)

§ 47 (nevndarinnar § 48)

§ 48 (nevndarinnar § 49)

§ 49 (nevndarinnar § 50)

§ 50 (nevndarinnar § 51)

Ad § 51 (nevndarinnar § 52)
Landsstýrið hevur broytt orðingina av stk. 3 tá ið tað ikki altíð ber til at hava øll tey uppskot til løgtingslógir og ríkislógartilmæli greið at leggja fyri løgtingið, áðrenn millumlandasáttmálin skal háveldisstaðfestast (ratifiserast). - Landsstýrið heldur tó, at boðað eigur at verða frá, hvør lóggáva er neyðug, samstundis sum millumlandasáttmálin verður lagdur løgtinginum til góðkenningar.

§ 52 (nevndarinnar § 53)

Ad § 53
(nevndarinnar § 54)
Landsstýrið hevur broytt orðingina í stk. 1 í greinini til ta somu sum í stk. 2. Vandi kann annars vera fyri, at landsstýrið verður steðgað í at taka avgerð í málum, sum hava bráðskund. Sjálvsagt eru eisini slíkar avtalur treytaðar av undirtøku løgtingsins.

§ 54 (nevndarinnar § 55)

Ad § 55 (nevndarinnar § 56)
Til hesa grein hevur landsstýrið flutt ein part av uppskoti nevndarinnar til § 42.

§ 56 (nevndarinnar § 57)

§ 57 (nevndarinnar § 58).

Marita Petersen
løgmaður

/ Jalgrim Hilduberg