Grannskošan av landsroknskapinum

Ll. nr. 25 frį 21. aprķl 1999 um grannskošan av landsroknskapinum v.m.

§ 1. Innan ein mįnaš eftir, at nżtt lųgting er valt, velur lųgtingiš millum limir sķnar 4 lųgtingsgrannskošarar eftir lutfalsvali. Starvstķš teirra er valskeišiš hjį tķ lųgtingi, sum hevur valt teir.
Stk. 2. Formašur lųgtingsgrannskošaranna er hin fyrst valdi, nęstformašurin hin nęst valdi.
Stk. 3. Leggur lųgtingsgrannskošari frį sęr, velur lųgtingiš skjótast gjųrligt annan ķ hansara staš.

§ 2. Formašurin hjį lųgtingsgrannskošarunum bošar til fundar viš hóskandi freist, tį tųrvur er į tķ, ella tį ein ella fleiri av hinum lųgtingsgrannskošarunum bišja um fund.
Stk. 2. Formašurin stżrir fundunum. Berst formanninum frį, tekur nęstformašurin viš starvi hansara.
Stk. 3. Lųgtingsgrannskošararnir eru vištųkufųrir, tį ķ minsta lagi 3 lųgtingsgrannskošarar eru mųttir. Uppskot eru samtykt, tį meira enn helmingurin av teimum, sum eru į fundi, atkvųša fyri.
Stk. 4. Geršabók veršur skrivaš um arbeišiš hjį lųgtingsgrannskošarunum. Geršabókin veršur lųgd fram til góškenningar į nęsta fundi.
Stk. 5. Lųgtingsgrannskošari kann fįa sķni sjónarmiš fųrd ķ geršabók. Somuleišis kann lųgtingsgrannskošari fįa sķnar višmerkingar og grundgevingar viš ķ tęr frįgreišingar v.m., sum lųgtingsgrannskošararnir lata śr hondum.

§ 3. Lųgtingsgrannskošararnir fįa fundarpening eftir reglunum, sum eru galdandi fyri tęnastumenn landsins. Formašurin fęr harumframt eina fasta samsżning, sum er kr.30.000 įrliga.

§ 4. Lųgtingsgrannskošararnir fara ķgjųgnum:

  1. įrliga landsroknskapin
  2. roknskapir hjį landsstovnum o.l., um hesir ikki eru viš ķ landsroknskapinum.

Stk. 2. Lųgtingsgrannskošararnir ansa eftir, at allar inntųkur landsins eru settar ķ roknskapin, og at eingin śtreišsla er goldin uttan heimild ķ fķggjarlóg ella ašrari jįttanarlóg.
Stk. 3. Lųgtingsgrannskošararnir ansa eftir, at roknskapurin er ręttur, og at tęr avgeršir, sum roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum jįttanum, galdandi lógum og fyriskipanum, verandi avtalum og vanligum siši. Harumframt veršur ansaš eftir, at taš er hóskandi atboriš fķggjarliga ķ sambandi viš umsiting av ognum og višvķkjandi rakstri av teimum stovnum og tķ virksemi, roknskapurin fevnir um.
Stk. 4. Sum grundarlag undir virki sķnum, kunnu lųgtingsgrannskošararnir nżta tęr vįttanir, frįgreišingar o.t., iš roknskapargrannskošanin letur śr hondum.

§ 5. Arbeišiš hjį lųgtingsgrannskošarunum skal kunna grunda seg į eina roknskapargrannskošan, sum formansskapur lųgtingsins stķlar fyri.
Stk. 2. Formansskapur lųgtingsins tilnevnir eftir tilmęli frį lųgtingsgrannskošarunum ein Landsgrannskošara at standa fyri roknskapargrannskošanini.
Stk. 3. Landsgrannskošarin er óheftur ķ virki sķnum.
Stk. 4. Landsgrannskošarin setir sjįlvur starvsfólk sķni, og kann sjįlvur siga tey śr starvi.
Stk. 5. Uppskot til jįttan į fķggjarlógini fyri Landsgrannskošanina veršur višgjųrt saman viš fķggjarętlan lųgtingsins.

§ 6.  Landsgrannskošarin stušlar lųgtingsgrannskošarunum ķ arbeiši teirra. Landsgrannskošarin er skrivari hjį lųgtingsgrannskošarunum.

§ 7.  Roknskapargrannskošanin fevnir um:

  1. tann įrliga landsroknskapin, t.v.s. roknskapir fyri virkseminum hjį landsumsitingini og hjį landsstovnum o.l. umframt roknskapir hjį ųšrum stovnum v.m., hvųrs rakstrarętlan er tikin viš ķ jįttanarlóg.
  2. roknskapir hjį landsstovnum o.l., um hesir ikki eru viš ķ landsroknskapinum.

Stk. 2. Tį roknskapir, sum koma undir stk. 1, verša grannskošašir, veršur kannaš, um tey ķ § 4, stk. 2 og 3, nevndu krųv til roknskapin eru hildin. Harumframt skal regluliga gerast ein gjųgnumgongd av roknskapar- og eftirlitsskipanum fyri at kanna, um hesar eru tryggar.

§ 8. Roknskapargrannskošanin veršur śtinnt av Landsgrannskošanini, lųggildum og skrįsettum grannskošarum
Stk. 2. Landsgrannskošanin śtinnir grannskošanina av roknskapum, sum koma undir § 7, um annaš ikki er įsett ķ stk. 3.
Stk. 3. Lųggildir ella skrįsettir grannskošarar śtinna grannskošanina av roknskapum, sum koma undir § 7, tį hetta er įsett ķ lųgtingslóg, kunngerš e.l.
Stk. 4. Formansskapur lųgtingsins stķlar fyri grannskošanini av roknskapi lųgtingsins.

§ 9. Formansskapur lųgtingsins ger av, eftir tilmęli frį lųgtingsgrannskošarunum, um grannskošanin av roknskapum, sum sambęrt § 8, stk. 2, veršur śtinnt av Landsgrannskošanini, frameftir skal śtinnast av lųggildum ella skrįsettum grannskošarum.
Stk. 2. Formansskapur lųgtingsins ger av, eftir tilmęli frį lųgtingsgrannskošarunum, um grannskošanin av roknskapum, sum sambęrt § 8, stk. 3, veršur śtinnt av lųggildum ella skrįsettum grannskošarum, frameftir skal śtinnast av Landsgrannskošanini, um annaš ikki er įsett ķ ella sambęrt lųgtingslóg.
Stk. 3. Landsgrannskošanin kann samskipa og gera avtalur viš lųggildar og skrįsettar grannskošarar um grannskošanina av įvķsum roknskaparųkjum.

§ 10. Roknskapargrannskošanin og landsstżrismašurin kunnu gera av, at grannskošanaruppgįvur, sum koma undir § 8, stk. 2 og 3, kunnu śtinnast ķ einum formliga skipašum samstarvi ķmillum roknskapargrannskošanina og eina innanhżsis grannskošan.

§ 11. Ķ seinasta lagi 6 mįnašir eftir fķggjarįrslok letur landsstżrismašurin lųgtingsgrannskošarunum og Landsgrannskošanini tann įrliga landsroknskapin fyri undanfarna fķggjarįr.
Stk. 2. Landsstżrismašurin letur lųgtingsgrannskošarunum roknskapir hjį landsstovnum o.l., um hesir ikki eru viš ķ landsroknskapinum, ķ seinasta lagi 6 mįnašir eftir fķggjarįrslok.
Stk. 3. Ķ seinasta lagi 6 mįnašir eftir fķggjarįrslok letur landsstżrismašurin lųgtingsgrannskošarunum og Landsgrannskošanini frįgreišing um frįvik ķmillum jįttanar- og roknskapartųl.

§ 12. Tį grannskošanin av einum roknskapi, sum kemur undir § 7 er lokin, sendir roknskapargrannskošanin landsstżrismanninum eina skrivliga frįbošan um śrslitiš av grannskošanini til višmerkingar. Eftir įheitan skal roknskapargrannskošanin kunna landsstżrismannin um, ķ hvųnn mun og į hvųnn hįtt grannskošaš hevur veriš.
Stk. 2. Innan 10 mįnašir eftir fķggjarįrslok letur roknskapargrannskošanin lųgtingsgrannskošarunum frįgreišingar um śrslitiš av grannskošanini sambęrt stk. 1. Lųgtingsgrannskošararnir kunnu leingja hesa freist.
Stk. 3. Įšrenn ein frįgreišing, sambęrt stk. 2, veršur latin lųgtingsgrannskošarunum, skal hon leggjast fyri landsstżrismannin til višmerkingar, uttan so at bręvaskifti įšur hevur veriš um tey mįl, sum eru umrųdd ķ frįgreišingini. Ķ frįgreišingina til lųgtingsgrannskošararnar skulu takast viš mųguligar višmerkingar og frįbošanir frį landsstżrismanninum um tiltųk og ętlanir, sum frįgreišingin hevur elvt til.
Stk. 4. Lųgtingsgrannskošararnir kunnu įseta nęrri reglur um uppseting og innihald ķ teimum grannskošanarfrįgreišingum, sum koma undir stk. 2.

§ 13. Ein og hvųr kann krevja at fįa hųvi at kunna seg um tęr frįgreišingar, iš eru latnar lųgtingsgrannskošarunum sambęrt § 12.

§ 14.  Lųgtingsgrannskošararnir kunnu įleggja roknskapargrannskošanini at gera frįgreišingar um višurskifti, iš lųgtingsgrannskošararnir vilja hava lżst, herundir frįgreišingar um vķškaša fyrisitingargrannskošan į įvķsum roknskaparųkjum.
Stk. 2. Lųgtingsgrannskošararnir kunnu įleggja Landsgrannskošanini at gera frįgreišingar um vķškaša fyrisitingargrannskošan į ųllum roknskaparųkjum.

§ 15. Lųgtingsgrannskošararnir og Landsgrannskošanin kunnu beinleišis ella frį landsstżrismanninum krevja at fįa til kanningar roknskapir hjį stovnum, felųgum, grunnum v.m.:

  1. hvųrs śtreišslur ella roknskaparliga hall veršur goldiš viš landsstudningi ella viš gjųldum, avgjųldum ella ašrari inntųku sambęrt lóg
  2. sum fįa kapitalinnskot, studning, lįn, vešhald o.t. ella annan stušul frį landinum, ella frį einum stovni v.m., sum kemur undir nr. 1, ella sum fįa gjųld, avgjųld ella ašra inntųku sambęrt lóg.

Stk. 2. Lųgtingsgrannskošararnir og Landsgrannskošanin kunnu beinleišis ella frį landsstżrismanninum krevja at fįa til kanningar roknskapir hjį parta- og smįpartafelųgum, um ųll partabrųvini eru ogn landskassans. Lųgtingsgrannskošararnir og Landsgrannskošanin kunnu frį landsstżrismanninum krevja at fįa til kanningar roknskapir hjį ųšrum parta- og smįpartafelųgum, sum landiš eigur partabrųv ķ.
Stk. 3. Roknskapir sambęrt stk. 1 og 2 fevna um įrsroknskapir viš mųguligum koncernroknskapum og įrsfrįgreišingum, roknskapir fyri styttri tķšarskeiš, roknskapartilfar, herundir bókhaldstilfar og skjųl, geršabųkur e.l. hjį leišsluni, grannskošanarprotokollir, ašrar grannskošanarfrįgreišingar o.l. umframt annaš tilfar og upplżsingar, sum lųgtingsgrannskošararnir ella Landsgrannskošanin meta hava tżdning fyri at śtinna virki sķtt.

§ 16. Lųgtingsgrannskošararnir og Landsgrannskošanin kanna tann partin av teimum kommunalu roknskapunum, iš višvķkir virksemi, har avroknaš veršur viš landiš.

§ 17. Tį iš roknskapir verša kannašir sambęrt §§ 15 og 16, eigur serliga at verša ansaš eftir, at roknskapirnir eru hóskandi grannskošašir, at treytirnar fyri studningi v.m. eru loknar, og at taš er hóskandi atboriš fķggjarliga ķ sambandi viš umsiting av ognum og višvķkjandi rakstri av teimum stovnum og tķ virksemi, roknskapirnir fevna um.
Stk. 2. Landsgrannskošanin letur lųgtingsgrannskošarunum frįgreišingar um śrslitiš av kanningum sambęrt §§ 15 og 16.

§ 18. Lųgtingsgrannskošararnir kunnu lata lųgtinginum tęr frįgreišingar, iš nevndar eru ķ §§ 12, 14 og 17 saman viš mųguligum višmerkingum. Slķkar frįgreišingar verša at senda landsstżrismanninum, samstundis sum tęr verša latnar lųgtinginum.
Stk. 2. Įšrenn ein frįgreišing veršur latin lųgtinginum, kunnu lųgtingsgrannskošararnir bišja roknskapargrannskošanina, landsstżrismannin ella ašrar landsmyndugleikar um at śtvega fleiri upplżsingar višvķkjandi teimum mįlum, sum eru umrųdd ķ frįgreišingini.

§ 19. Ķ  seinasta lagi 14 mįnašir aftanį, at fķggjarįriš er lišiš, leggja lųgtingsgrannskošararnir fyri lųgtingiš uppskot til samtyktar um góškenning av landsroknskapinum saman viš višmerkingum sķnum.
Stk. 2. Reglurnar ķ stk. 1 fevna eisini um roknskapir hjį landsstovnum o.l., sambęrt § 4, stk. 1, nr. 2.

§ 20. Ųll skriv og višmerkingar frį lųgtingsgrannskošarunum og roknskapargrannskošanini višvķkjandi grannskošan og gjųgnumgongd av roknskapum skulu svarast innan 6 vikur, um longri freist ikki veršur sett.

§ 21. Lųgtingsgrannskošararnir og roknskapargrannskošanin kunnu frį einum og hvųrjum almennum myndugleika krevja allar tęr upplżsingar og ųll tey skjųl, sum hesir meta vera av tżdningi fyri at śtinna starv sķtt. Upplżsingar og skjųl skulu latast lųgtingsgrannskošarunum og/ella roknskapargrannskošanini innan 6 vikur aftanį umbųnina, um longri freist ikki veršur įsett.
Stk. 2. Lųgtingsgrannskošararnir kunnu śtvega sęr upplżsingar sambęrt stk. 1 viš kanningum į stašnum. Roknskapargrannskošanin kann til eina og hvųrja tķš grannskoša og gjųgnumganga roknskapir į stašnum, har roknskaparhaldiš fer fram, ella har taš neyšuga tilfariš annars finst.

§ 22. Um skjųl verša śtflżggjaš sambęrt § 21, sum sambęrt lųgtingslóg um innlit ķ fyrisitingina eru innanhżsis skjųl og undantikin ręttinum til innlit, verša hesi framhaldandi undantikin ręttinum til innlit, eftir at tey eru śtflżggjaš.

§ 23. Avvarandi landsstżrismašur, sum hevur įbyrgdina av teimum roknskapum, sum koma undir § 7, skal geva roknskapargrannskošanini frįbošan um allar įsetanir višvķkjandi roknskaparhaldi og ųšrum višurskiftum, iš kunnu metast at hava tżdning fyri grannskošanina.
Stk. 2. Įšrenn landsstżrismašurin, sambęrt stk. 1, ger broytingar ķ roknskaparskipanum ella mannagongdum, iš hava tżdning fyri grannskošanina, skal roknskapargrannskošanin hava frįbošan um hesar.

§ 24. Henda lóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd. Lógin er eisini galdandi fyri roknskapir sambęrt §§ 15 og 16, fyri tķšarskeiš, sum liggja framman undan gildiskomuni.
Stk. 2. Samstundis fer śr gildi lųgtingslóg nr. 16 frį 26. aprķl 1965 um grannskošing av landsins almennu roknskapum.
Stk. 3. § 1, stk. 1, kemur ķ gildi eftir fyrstkomandi lųgtingsval, aftanį at lógin er kunngjųrd. Teir lųgtingsgrannskošarar, iš seinast eru valdir eftir § 1 ķ lųgtingslóg nr. 16 frį 26. aprķl 1965 um grannskošing av landsins almennu roknskapum viš seinni broyting, verša sitandi til § 1, stk. 1, kemur ķ gildi. 
Stk. 4. Tęr tķšarfreistir, iš įsettar eru ķ §§ 11, stk. 2 og 3, 12, stk. 2 og 19 koma ķ gildi fyri grannskošan v.m. av roknskapum frį roknskaparįrinum, iš byrjar 1. januar 1999.
Stk. 5. § 13 hevur gildi fyri frįgreišingar um grannskošan v.m. av roknskapum frį roknskaparįrinum, iš byrjar 1. januar 1999.
Stk. 6. Tęr uppgįvur, iš eru įlagdar Landsgrannskošanini sambęrt hesi lóg, verša rųktar av teimum starvsfólkum og innan tann fķggjarkarm, iš er jįttašur til "Innanvirkis grannskošan" ķ § 1 ķ fķggjarlųgtingslógini fyri fķggjarįriš 1999.