Fólkaskúlalóg


Ll. nr. 125 frá 20.06.1997 um fólkaskúlan sum broytt við Ll. nr. 46 frá 10.05.1999 og Ll. nr. 127 frá 22.12.2000

Kapittul 1
Endamál fólkaskúlans

§ 1. Fólkaskúlin er tann almenni skúlin, sum býður undirvísing eftir hesi lóg, ið er givin út sambært lóg nr. 51 frá 14. februar 1979 "for Færøerne om folkeskolen".

§ 2. Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
Stk. 2. Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.
Stk. 3. Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.

§ 3 Innan fyri settar karmar hevur tann einstaki skúlin ábyrgdina av undirvísingardygdini sambært endamáli fólkaskúlans, smb. § 2, og innan fyri hesar karmar ger skúlin av, hvussu hann skipar og leggur sína undirvísing til rættis.
Stk. 2. Skúlin samstarvar við næmingar og foreldur um at megna tað, sum er ásett í endamálsgrein fólkaskúlans.

Kapittul 2
Bygnaður fólkaskúlans og innihald

§ 4. Fólkaskúlin er ein 9 ára grundskúli og ein 1 árs 10. flokkur.
Stk. 2. Kommunum kann verða loyvt at seta 1 árs forskúlaflokk/ar á stovn eftir gjøllari reglum, sum landsstýrismaðurin setur.
Stk. 3. Skúlum verður veitt sernámsfrøðilig ráðgeving og næmingum sernámsfrøðiligur stuðul.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann bjóða børnum, ið enn ikki hava byrjað skúlagongdina, sernámsfrøðiliga hjálp. Somuleiðis kann sernámsfrøðilig ráðgeving verða veitt foreldrum og øðrum, ið varða av hesum børnum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann harumframt bjóða tvímæltum børnum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt, og sum enn ikki hava byrjað skúlagongdina, stuðul til frama fyri málsligu menningina í føroyskum máli. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um 3., 4. og 5. stk. og kann í tí sambandi víkja frá teimum í §§ 5, 7, 8 og 9 og § 14, 3. - 6. stk. og §§ 15 og 16 settu reglum.
Stk. 6. Fólkaskúlin kann bjóða næmingunum undirvísing í frítíðini.
Stk. 7. Undirvísingarligt samarbeiði kann vera ímillum 8. - 10. flokk og aðrar undirvísingarstovnar. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um hetta samarbeiðið.
Stk. 8. Fólkaskúlin kann í samstarvi við ungdómsfeløg, áhugabólkar og annað sjálvboðið felagslív stuðla ella fyrisita og samskipa fólkaupplýsing og annað mentanarvirksemi á staðnum.

§ 5. Undirvísingarinnihaldið skal vera valt og skipað soleiðis, at næmingarnir fáa líkindi at nema sær fakliga djúphugsan, høpi og heild. Í undirvísingini skulu næmingarnir hava høvi at ogna sær sannkenning og teir arbeiðshættir, ið eyðkenna einstøku lærugreinina. Í sínámillum ávirkan við tí skulu næmingarnir hava høvi at nýta og menna kunnleika og fimi við undirvísing í tvørgreinaligum evnum og spurdómum.
Stk. 2. Í 9 ára grundskúlanum skulu allir næmingar verða undirvístir í:

1. kristnikunnleika øll skúlaárini
føroyskum øll skúlaárini
donskum 3. - 9. skúlaár
enskum 5. - 9. skúlaár
søgu/samtíð 4. - 9. skúlaár
2. støddfrøði øll skúlaárini
heimstaðarlæru 1. - 3. skúlaár
náttúru/tøkni 4. - 6. skúlaár
alis-/evnafrøði 7. skúlaár
landalæru 7. - 9. skúlaár
lívfrøði 7. - 9. skúlaár
3. ítrótti øll skúlaárini
4. handaverki og list (tónleiki, tilevning, handarbeiði, smíði, heimkunnleika) í fimm ella fleiri skúlaár í
1. - 7. skúlaári.

 

Stk. 3. Undirvísingarligt samstarv kann verða skipað lærugreina og flokka millum.
Stk. 4. Undirvísing í alis-/evnafrøði og týskum skal standa næmingunum í 8. og 9. flokki í boði. Annað fremmandamál kann tó verða valt í staðin fyri týskt.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann loyva, at næmingar, ið ikki hava fingið undirvísing í longri tíð, ella sum hava skift skúla, kunnu í hóskandi vavi fáa ískoytisundirvísing ella annan fakligan stuðul.
Stk. 6. Næmingar, ið hava føroyskt sum seinna málið, kunnu í hóskandi vavi fáa serstaka undirvísing í føroyskum. Landsstýrismaðurin kann harumframt áseta, at boðið skal vera tvímæltum næmingum undirvísing í teirra móðurmáli. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um undirvísing av tvímæltum næmingum, og kann hann í hesum sambandi víkja frá § 5, 1. - 4. stk., §§ 7, 9 og 19, 1., 2., 3. og 5. stk. og § 26, 1. stk.
Stk. 7. Næmingar, sum eru deyvir og hava teknmál sum fyrsta mál, skulu hava holla undirvísing í teknmáli. Landstýrismaðurin ásetur reglur fyri, hvussu undirvísing av deyvum næmingum skal skipast, og kann hann í hesum sambandi víkja frá § 26, stk. 1.

§ 6. Undirvísingin í kristnikunnleika í fólkaskúlanum skal samsvara við fólka-kirkjunnar evangelisk-luthersku læru.
Stk. 2. Er barnið í fólkakirkjuni, kunnu foreldrini fyrst í einum skúlaári skrivliga til skúlastýrið vátta, at tey sjálv ynskja at hava barnsins undirvísing í kristnikunnleika í hondum. Barnið sleppur tá undan at verða undirvíst í kristnikunnleika í skúlanum, um ein prestur í fólkakirkjuni váttar, at hann hevur umsjónina við undirvísing barnsins í kristnikunnleika. Liva foreldrini saman í hjúnalagi, skal váttanin um, at barnið sleppur undan at verða undirvíst í kristnikunnleika í skúlanum, verða undirritað av báðum í felag. Er barnið 15 ár, kann frítøka tó bert verða framd við samtykki barnsins.
Stk. 3. Børn, sum ikki eru í fólkakirkjuni, skulu, tá ið foreldrini krevja tað, sleppa undan at verða undirvíst í kristnikunnleika í skúlanum. Er barnið í øðrum trúarsamfelag uttan fyri fólkakirkjuna, so hevur hetta trúarsamfelag umsjónina við átrúnarligu uppaling barnsins. Foreldur ella verji hava kortini skyldu til at ansa eftir, at barninum ikki vantar upplýsing um vanligu reglurnar fyri lívinum í skipaðum samfelag, antin tað so er í einum trúarsamfelag ella ikki. Verður barnið vanskettað í so máta, skal skúlin geva tí neyðugu undirvísingina. Er barnið 15 ár, kann frítøka tó bert verða framd við samtykki barnsins.

§ 7. Í 10. flokki skulu hesar lærugreinir standa næmingunum í boði: føroyskt, danskt, støddfrøði, kristnikunnleiki, ítróttur, samtíð og enskt.
Stk. 2. Teir næmingar, ið sambært § 5, 4. stk. hava fingið undirvísing í alis-/evnafrøði og týskum, teimum skal framhaldandi standa í boði at fáa undirvísing í alisfrøði, evnafrøði og týskum í 10. flokki. Sama er eisini galdandi fyri teir næmingar, ið hava valt annað fremmandamál enn týskt.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann í serligum førum loyva, at næmingar í 10. flokki fáa undirvísing í alis/evnafrøði og týskum og fara til próvtøku í fráfaringarroynd fólkaskúlans í alis/evnafrøði og týskum.
Stk. 4. Boðið kann vera næmingunum í 10. flokki undirvísing í latíni.
Stk. 5. § 5, 1. og 3. stk. og § 11 eru eisini galdandi fyri undirvísingina í 10. flokki.

§ 8. Upp í undirvísingina í fólkaskúlanum koma í hóskandi lærugreinum og á hóskandi aldursstigum hesi kravdu undirvísingarevnini:

  1. Kvæðamentan, kvøðing/føroyskur dansur
  2. ferðsla
  3. útbúgvingar- og vinnulívskunning
  4. heilsukunnleiki og seksualupplýsing.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um undirvísing eftir 1. stk., og hann kann góðkenna, at onnur evni koma upp í skyldugu undirvísingina.
Stk. 3. Børn skulu, tá ið foreldrini krevja tað, sleppa undan at luttaka í føroyskum dansi eftir stk. 1, nr. 1.

§ 9. Umframt ta undirvísing, ið skal vera boðin sambært §§ 5, 7 og 8 vera hesar valgreinir og hesi evni at standa næmingunum í 8. - 10. flokki í boði:

  1. sjóvinna
  2. landbúnaður
  3. tekstviðgerð/rokniark
  4. tøknifrøði
  5. miðlar
  6. ljósmyndalæra
  7. filmskunnleiki
  8. drama
  9. tónleikur
  10. tilevning
  11. heimkunnleiki
  12. handarbeiði
  13. smíð
  14. motorlæra
  15. arbeiðskunnleiki.

Stk. 2. Næmingum í 8. - 10. flokki eiga at standa í boði verkætlanararbeiði, evnis-kunnandi undirvísing og undirvísingartilboð, har verkligt og ástøðiligt innihald er samskipað í eina undirvísing, ið kann fara fram eins væl í skúlanum og uttan fyri skúlan.
Stk. 3. Skúlin kann bjóða øllum næmingum í 8. - 10. flokki at fara í starvspraktikk á virkjum og stovnum ella at vera á skeiðum í øðrum skúlaformum eitt styttri tíðarskeið, smb. § 18, 6. stk.
Stk. 4. Skúlasamstarv kann harumframt verða skipað um 10. flokkarnar ímillum fólkaskúlar sínámillum og aðrar skúla-/útbúgvingarformar, vinnulív, almanna-/heilsuverk o.o. viðvíkjandi breytatilboðum, ið kunnu standa næmingunum í 10. flokki í boði.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann loyva, at boðið verður næmingunum undirvísing í øðrum lærugreinum og evnum enn teimum, sum standa í 1. stk., eins og honum er heimilað at áseta gjøllari reglur eftir 2. og 4. stk. og at senda út leiðbeinandi tilfar hesum viðvíkjandi.

§ 10. Innihaldið í forskúlaflokki eigur í høvuðsheitum at vera leikur og annað mennandi virksemi. Miðað verður eisini eftir at geva børnunum kunning um dagliga lívið í skúlanum.

§ 11. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um undirvísingarendamálið í lærugreinum og evnum eftir §§ 5 - 9 og tilskilar í høvuðsheitum kunnleika- og fimisøkini. Landsstýrismaðurin kann senda út leiðbeinandi undirvísingarætlanir og lýsa undirvísingarinnihaldið við dømum um næmingalagaðar undirvísingargongdir. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis senda út leiðbeinandi tilfar um undirvísing í tvørgangandi evnum, spurdómsvendari undirvísing, leiðbeinandi uppgávur o.a.

§ 12. Næmingarnir verða undirvístir á tí floksstigi í grundskúlanum, ið samsvarar við skúlaaldur teirra. Næmingur kann tó í samráð við foreldrini, smb. § 65, verða undirvístur á sama floksstigi í 2 ár, um hann ikki hevur fingið undirvísing í longri tíð, ella aðrar serligar grundir benda á, at hetta er best fyri hann. Somuleiðis kann ein næmingur undir heilt serligum umstøðum leypa eitt floksstig um.
Stk. 2. Serundirvísing sambært § 4, 3. stk., ið ikki er fyribils, kann verða grundað á eina námsfrøðiliga/sálarfrøðiliga kanning og eigur at fara fram í samráð við næmingin og foreldrini.
Stk. 3. Foreldrini, smb. § 65, og næmingurin taka í samráð við skúlan avgerð um val av lærugreinum smb. §§ 7 og 9, 1. - 4. stk. um framhaldandi skúlagongd.

§ 13. Fólkaskúlin eigur at vera floksbýttur. Í ársbýttum skúlum eigur hvørt floksstigið at vera undirvíst sær.
Stk. 2. Hóast skúli er ársbýttur, kann undirvísing fara fram tvørtur um floksbýtið, smb. § 30, 4. stk.
Stk. 3. Tann einstaki skúlin skal vera floksbýttur eftir hesum meginreglum:

  1. Skúli, ið hevur millum 1 og 14 næmingar, er 1-flokkaður,
  2. skúli, ið hevur millum 15 og 30 næmingar, er 2-flokkaður,
  3. skúli, ið hevur millum 31 og 48 næmingar, er 3-flokkaður,
  4. skúli, ið hevur millum 49 og 68 næmingar, er 4-flokkaður,
  5. skúli, ið hevur millum 69 og 90 næmingar, er 5-flokkaður,
  6. skúli, ið hevur millum 91 og 114 næmingar, er 6-flokkaður, og
  7. skúli, ið hevur 115 næmingar og fleiri, er 7-flokkaður og ársbýttur.

Stk. 4. Landsstýrismanninum er heimilað í serstøkum føri at gera frávik frá meginreglunum í 3. stk. Landsstýrismaðurin eigur at gera frávik, tá óvanliga nógvir næmingar eru í einum árgangi.

§ 14. Næmingar og foreldur, smb. § 65, skulu regluliga fáa at vita skúlans áskoðan um, hvat næmingarnir fáa burtur úr skúlagongdini.
Stk. 2. Úrtøka næminganna skal javnan verða eftirmett. Henda eftirmeting, ið er sameindur partur av undirvísingini, skal vera støðið undir teirri leiðbeining, tann einstaki næmingurin fær, og undir ráðleggingini av komandi undirvísing.
Stk. 3. Hjá næmingum, sum eru á 8. - 10. floksstigi, verður støða teirra í royndarlærugreinunum, smb. § 16, 2. - 6. stk. lýst við talmetum (støðutalmetum). Sama er galdandi fyri næmingar, sum fara úr skúlanum eftir 7. floksstig, smb. § 15.
Stk. 4. Á 8. - 10. floksstigi verða støðumet givin í minsta lagi 2 ferðir um árið. Síðstu støðumetini, ið lýsa fakligu heildarstøðu næmingsins, skulu verða givin beint fyri tær skrivligu royndirnar.
Stk. 5. Á 9. og 10. floksstigi gera næmingarnir eina kravda verkætlanar-uppgávu, ið verður mett við skrivligum ummæli, smb. tó § 67, 4. stk. Uppgávan kann eisini verða talmett, um næmingurin ynskir tað. Landsstýrismaðurin ásetur somuleiðis karmar, meginreglur o.a. verkætlanaruppgávuni viðvíkjandi.
Stk. 6. Á 9. og 10. floksstigi kunnu næmingarnir harumframt gera eina fría, sjálvvalda uppgávu. Henda uppgáva kann, um næmingurin ynskir tað, verða mett við skrivligum ummæli og/ella talmeti.

§ 15. Næmingar, sum fara úr skúlanum eftir 7. floksstig, smb. § 41, 3. stk., ella seinni, skulu fáa eitt fráfaringarskjal. Á fráfaringarskjalinum, ið skúlin skrivar, skal standa, hvørji undirvísing næmingurin hevur fylgt, tey seinast givnu støðumetini og møgulig royndarmet, smb. § 16, 2.- 6. stk. Eftir næmingsins egna vali kann tað skrivliga ummælið og/ella eitt talmet fyri ta kravdu verkætlanaruppgávuna verða sett á fráfaringarskjalið. Ein møgulig meting av tí fríu, sjálvvaldu uppgávuni kann somuleiðis verða sett á fráfaringarskjalið.

§ 16. 1) Tá ið undirvísingin í 9. flokki endar, verður fráfaringarroynd fólkaskúlans í hesum lærugreinum: kristnikunnleika, føroyskum, donskum, enskum, týskum, støddfrøði og alis-/evnafrøði.
Stk. 2. Tá ið undirvísingin í 10. flokki endar, verður víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans í hesum lærugreinum: føroyskum, donskum, enskum, týskum, støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði.
Stk. 3. Tá ið undirvísingin í 10. flokki endar, kunnu næmingarnir í staðin fyri at fara til víðkaðu fráfaringarroynd eftir 3. stk., fara til fráfaringarroynd eftir 2. stk.
Stk. 4. Í lærugreinunum søgu/samtíð, landalæru, lívfrøði, latíni, handarbeiði, smíði og heimkunnleika verður fráfaringarroynd fólkaskúlans, tá ið undirvísingin endar.
Stk. 5. Um so er, at næmingur heilt ella lutvíst hevur fylgt undirvísingini í eini lærugrein á øðrum undirvísingarstovni ella gjøgnum frítíðarundirvísing samsvarandi krøvunum til fráfaringarroyndir fólkaskúlans, so kann ein tílíkur næmingur skriva seg inn til fráfaringarroynd í viðkomandi lærugrein.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann gera av, at eingin roynd verður í ávísum lærugreinum og/ella lærugreinapørtum hvørt royndar-skeiðið. Síðsta støðumet í viðkomandi lærugreinum/lærugreinarpørtum telur tá sum royndarmet.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann gera av, at fráfaringarroynd kann vera í øðrum enn teimum lærugreinum, sum nevndar eru í 2. - 5. stk.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin setur tær skrivligu uppgávurnar til royndirnar. Hinar uppgávurnar setur lærarin ella próvdómarin eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 9. Næmingurin tekur í samráð við foreldrini, smb. § 65, og skúlan avgerð um at skriva seg inn til royndirnar.

§ 17. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um royndarkrøvini í teimum einstøku lærugreinunum, um innskriving til royndirnar, royndarhald, meting, próvtalsgeving og um, hvussu fráfaringarskjølini skulu vera.
Stk. 2. Skúli kann gera frávik frá royndarreglunum fyri næmingar við serligum tørvi og fyri fremmandamæltar næmingar. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur hesum viðvíkjandi.

§ 18. Skúlaárið byrjar 1. august. Landsstýrismaðurin ásetur árliga talið á skúladøgum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skipar tað árliga talið á frídøgum og frítíðum, og nær summarfrítíðin byrjar.
Stk. 3. Dagliga undirvísingartíð næminga má í mesta lagi vera:

  1. í forskúlaflokki, 1. og 2. floksstigi 5 tímar
  2. í 3. og 4. floksstigi 6 tímar
  3. í 5., 6. og 7. floksstigi 7 tímar
  4. í 8., 9. og 10. flokki 8 tímar.

Stk. 4. Undirvísingartíð næminga verður roknað í undirvísingartímum, og er 1 tími 45 minuttir.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serstøkum føri víkja frá ásetingunum í 3. stk., eins og honum er heimilað í hvørjum einstøkum føri at áseta vikutímatal næminganna í forskúlaflokkinum.
Stk. 6. Við atliti at luttøku næminganna í setursskúla, starvspraktikk ella tílíkum kann vanliga skipanin av undirvísingini í einum flokki verða steðgað fyribils eitt tímatal, ið svarar til í mesta lagi 10 skúladagar árliga í 1. - 7 skúlaári, 20 skúladagar í 8. flokki, 30 skúladagar í 9. flokki og í 10. flokki so nógv, sum neyðugt er sambært § 9, 3. stk.

§ 19. Í ársbýttum skúla eigur vikutímatal næminganna tey 7 fyrstu skúlaárini at vera í minsta lagi 182 undirvísingartímar og 238, um skúlin harumframt hevur 8. og 9. flokk.
Stk. 2. Undirvísingartímatal næminganna um vikuna í hvørjum flokki eigur í minsta lagi at vera:

  1. í 1. flokki 18 tímar
  2. í 2. flokki 20 tímar
  3. í 3. flokki 24 tímar
  4. í 4. flokki 28 tímar
  5. í 5. flokki 30 tímar
  6. í 6. flokki 31 tímar
  7. í 7. flokki 31 tímar
  8. í 8. flokki 28 tímar
  9. í 9. flokki 28 tímar.

Stk. 3. Í 10. flokki er undirvísingartímatal næminganna um vikuna í minsta lagi 28 tímar.
Stk. 4. Loyvt kann vera ársbýttum skúlum at flyta í mesta lagi 2 undirvísingartímar millum flokkar. Tað í 1. stk. nevnda tímalágmark eigur tó ikki at verða broytt av hesi orsøk.
Stk. 5. Í skúlum, sum ikki eru ársbýttir, og sum kunnu hava næmingar fyrstu 7 skúlaárini, eigur vikutímatal næminganna í tí einstaka skúlanum at verða lagað eftir næmingatali og aldursbýti næminga, og skal tað í minsta lagi vera:

  1. í 1-flokkaðum skúla 15 tímar
  2. í 2-flokkaðum skúla 40 tímar
  3. í 3-flokkaðum skúla 70 tímar
  4. í 4-flokkaðum skúla 100 tímar
  5. í 5-flokkaðum skúla 120 tímar
  6. í 6-flokkaðum skúla 145 tímar.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur eftir nærri reglum vikutímatal skúlanna og kann í serstøkum føri víkja frá ásetingunum í 1. - 5. stk.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann loyva, at skylduga undirvísingin verður savnað í einum parti av skúlaárinum.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin ger reglur um tíma- og lærugreinabýti.

§ 20. 2) Við skúlaárs byrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum.

§ 21. Ráðleggingin av undirvísingini, herímillum valið av undirvísingar- og arbeiðsformum, háttum, undirvísingar-miðlum og evnum, skal megna tað, sum ásett er í endamálsgrein fólkaskúlans, og vera lagað til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum.
Stk. 2. Tað áliggur leiðslu skúlans at tryggja, at flokslærarin og aðrir lærarar floksins ráðleggja og fyrireika undirvísingina, so at allir næmingar kunnu fáa sínar avbjóðingar.
Stk. 3. Í royndarlærugreinunum, smb. § 16, skal undirvísingarinnihaldið vera fyriskipað soleiðis, at royndarkrøvini í tí einstøku lærugreinini skulu vera nádd.
Stk. 4. Á hvørjum floksstigi og í hvørji lærugrein samarbeiða lærarar og næmingur javnan um at áseta tey mál, roynt verður at náa. Arbeiði næmingsins verður lagt til rættis við atliti at hesum málum. Ásetingin av arbeiðsformum, -háttum og evnisvali skal í mestan mun fara fram í samstarvi millum lærararnar og næmingarnar.
Stk. 5. Til hvønn flokk verður settur ein flokslærari at loysa serstakar uppgávur flokkinum viðvíkjandi.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um flokslærarans uppgávur.

§ 22. Til hvønn skúla verður gjørd ein undirvísingarætlan, ið skal hava hesar ásetingar:

  1. Skipan av undirvísingini hvørt skúlaárið, smb. §§ 5 - 9, 19 og 21, herímillum tímatalið í teimum einstøku lærugreinunum, møguligan tvørgreinalestur og skipan av skúlagongdini teir ymsu vikudagarnar (tímabýtisætlan).
  2. Innihaldið av undirvísingini í einstøku lærugreinunum, tvørgreinalestri og evnum, tilskilað við høvuðs kunnleika- og fimis-økjum (læriætlan).
  3. Undirvísing eftir § 4, 3. - 7. stk.
  4. Frítíðarætlan.

§ 23. Teir undirvísingarmiðlar, ið neyðugir eru, skulu ókeypis latast næmingunum til nýtslu. Hetta er tó ikki galdandi fyri tól og útbúnað, ið nýtt verða til undirvísing í frítíðini eftir § 4, 6. stk., og sum næmingarnir taka heim til egna nýtslu. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð vavið av undirvísingarmiðlum eftir 1. pkt.
Stk. 2.
Í hvørjum skúla smb. § 30, 1. stk. verður skipað eitt skúlabókasavn sum námsfrøðiligur tænastudepil. Skúlabóka-savnið er partur av virksemi skúlans og galdandi bókasavnsskipan. Í skúlabókasavninum skulu vera til taks undir-vísingarmiðlar til undirvísingina í skúlanum, herímillum eisini frílesibøkur. Skúlabókasavnið skal leiðbeina næmingarnar um tilfarsnýtslu.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um endamál og virki skúlabókasavnsins.
Stk. 4. Landsmiðstøðin verður skipað eftir greiniligari reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.

§ 24. Sett verður á stovn ein skúlavegleiðaraskipan at ráðgeva og leiðbeina næmingarnar í sambandi við útbúgvingar- og starvsval teirra.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um skúlavegleiðaraskipanina.

§ 25. Landsstýrismaðurin ger eina menningarætlan fyri allan fólkaskúlan og kann fyrireika royndar- og menningartiltøk, sum kunnu standa tí einstaka skúlanum í boði at royna, smb. § 58, 1. stk.
Stk. 2. Landstýrismaðurin kann geva tí einstaka skúlanum fíggjarligan og ráðgevingarligan stuðul eftir 1. stk.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli frá skúlastýrinum víkja frá reglunum í 2. kapitli í tí vavi, neyðugt er til tess at fremja royndarvirksemi og námsfrøðiligt menningararbeiði.

Kapittul 3
Skipanin 1)

§ 26. Kommunustýrið hevur, um foreldrini, smb. § 65, ynskja, at børn teirra verða skrivað inn í fólkaskúlan, skyldu at skipa so fyri, at øll hesi børn, sum búgva í øki skúlamyndugleikans, fáa undirvísing í hesum sama øki tey 7 fyrstu skúlaárini, smb. tó § 31. Skúlamyndugleikin á staðnum hevur somuleiðis skyldu at skipa so fyri, at børnum og ungfólki undir 18 ár, sum búgva í øki skúlamyndugleikans, verður tryggjaður undirvísingarmøguleiki í 8., 9. og 10. flokki, og at teimum kann verða veitt sernámsfrøðilig hjálp, smb. § 4, 3. og 4. stk.
Stk. 2. 9 ára undirvísingarskylda heimilar ikki í sjálvum sær skúlamyndugleikanum á staðnum at broyta verandi skipan av skúlaverkinum.
Stk. 3. Avgerð um undirvísing av næmingum í 8., 9. og 10. skúlaári tekur landsstýrismaðurin í hvørjum einstøkum føri.
Stk. 4. Næmingar, sum í skúlaárinum flyta úr øki skúlamyndugleikans, ella sum fylla 18 ár, hava rætt at halda fram skúlagongdina í sama øki, tað ið eftir er av skúlaárinum.
Stk. 5. Skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu í serstøkum føri loyva, at ásetingarnar í 1. og 4. stk. eisini eru galdandi fyri næmingar, ið eru eldri enn 18 ár.

§ 27. Eftir sáttmála kommuna millum kann verða víst næmingum á undirvísing í skúla hjá aðrari kommunu ella í privatar skúlar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna teir sáttmálar, sum nevndir eru í 1. stk.
Stk. 3. Tilvísing til skúla hjá øðrum skúlamyndugleika kann vanliga bert fata um næmingar, sum eru í 4. skúlaári og eldri, og næmingar, sum skulu verða undirvístir í serflokkum og serskúlum, og um teir næmingar, sum búgva í útryðjunum í umdømi skúlamyndugleikanna á staðnum, har høgligari er at ganga í skúla í eini grannakommunu.
Stk. 4. Tilvísing til privatar skúlar kann bert verða gjørd við samtykki foreldra, smb. § 65.
Stk. 5. Bert í serstøkum føri kann verða víst børnum í undirvísingarskyldugum aldri, sum búgva á plássum, har skúli er, tá ið henda lóg kemur í gildi, á undirvísing í øðrum skúlaumdømi, um tað ber við sær, at tey verða noydd at flyta heimanífrá.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann skipa serundirvísing fyri bæði undirvísingarskyldug og ikki undirvísingarskyldug børn og ung undir 18 ár, smb. § 26, 1. stk.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áleggja einum skúlamyndugleika á staðnum at taka ímóti næmingum frá øðrum skúlamyndugleika, um so er, at pláss er í skúlanum. Tær skúlaútreiðslur, ið standast av hesi skipan, verða rindaðar eftir gjøllari reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.

§ 28. Næmingar, sum í longri tíð ikki kunnu verða undirvístir í skúlanum vegna smittuvanda ella við atliti at heilsu ella vælferð, verða undirvístir heima ella á tí stovni, har teir eru staddir.
Stk. 2. Tað er skylda skúlamyndugleikans á staðnum at skipa undirvísing eftir 1. stk. á teimum sjúkrahúsum og øðrum stovnum, sum eru í øki skúlamyndugleikans, og sum taka ímóti børnum og unglingum í 6-18 ára aldri, uttan so er, at skipað verður fyri undirvísing teirra á annan hátt. Landsstýrismaðurin kann eisini skipa fyri tílíkari undirvísing. Stovnurin skal lata hóskandi høli.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger reglur um undirvísing eftir 1. og 2. stk. Landskassin rindar læraralønir fyri undirvísing eftir 1. og 2. stk. eins og læraralønir annars. Kommunustýrið ber aðrar útreiðslur í sambandi við undirvísing eftir 1. stk. Útreiðslurnar av undirvísingarmiðlum eftir 2. stk. vera rindaðar úr landskassanum í tann mun, stovnurin ikki letur tilfarið.

§ 29. Skúlamyndugleikin á staðnum býtir vanliga sítt øki upp í skúlaumdømi, ið kunnu vera størri fyri skúlans eldru floksstig enn fyri tey yngru, smb. tó § 31, 1. stk. Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at eitt skúlaumdømi er felags fyri fleiri skúlar.
Stk. 2. Undirvísing sambært § 4, 3. - 5. stk. kann vera felags fyri næmingar úr fleiri skúlum, og sambært §§ 5, 7 og 9 kann undirvísingin vera felags fyri næmingar í 8., 9. og 10. flokki úr fleiri skúlum.
Stk. 3. Undirvísing sambært § 4, 3. - 5. stk., §§ 5, 7 og 9 kann verða skipað eftir lóggávuni um frítíðarundirvísing, so at næmingum kann verða víst hagar. Næmingarnir skulu tó, um teir ynskja tað, verða undirvístir í fólkaskúlanum alt tað vikutímatalið, sum sett er í undirvísingarætlanini, smb. § 22, 1. stk., nr. 1.
Stk. 4. Um foreldrini ynskja, at børn teirra skulu verða verandi í sama skúla, so skal umlegging av umdømismarkum millum verandi skúlar alt tað, ið til ber, ikki ávirka tey børn, sum longu eru farin í skúla. Hetta er tó ikki galdandi, um allur flokkurin kann verða fluttur. Dentur eigur somuleiðis at vera lagdur á, at umlegging av umdømismarkum heldur ikki skal ávirka børn, ið hava eldri systkin í skúlanum, um foreldrini ynskja, at systkini eisini skulu verða verandi í sama skúla. Skúlastýrið kann í serstøkum føri loyva, at næmingar ganga í skúla í einum øðrum umdømi enn sínum egna.
Stk. 5. Um eitt kommunustýri hevur gjørt av at leggja ein skúla niður, so skal tað verða kunngjørt í teimum føroysku bløðunum. Um í minsta lagi 30% av teimum íbúgvum í viðkomandi skúlaumdømi, ið hava valrætt til kommunustýrið, seta fram innan ein mánað eftir kunngerðina skrivliga áheitan um tað, so skal kommunustýrið halda atkvøðugreiðslu um at leggja skúlan niður. Atkvøðurætt hava teir íbúgvar í skúlaumdøminum, ið hava atkvøðurætt til kommunustýrið. Landsstýrismaðurin ásetur greiniligari reglur um tílíkar atkvøðugreiðslur. Verður úrslitið av atkvøðugreiðsluni, at í minsta lagi 50% av teimum, ið hava atkvøtt, ynskja at varðveita skúlan, verður hann varðveittur.

§ 30. Hvør sjálvstøðugur skúli skal vanliga fata um í minsta lagi 3 samanhangandi floksstig.
Stk. 2. Skúlarnir verða býttir í flokkar eftir næmingatalinum, smb. § 13. Í skúlum, sum ikki kunnu vera ársbýttir, kann flokkur fata um fleiri floksstig.
Stk. 3. Tá ið børnini á fyrsta sinni verða býtt sundur í flokkar, eigur dentur at verða lagdur á, at tann einstaki flokkurin verður varðveittur, allur sum hann er, tey komandi skúlaárini. Vanliga kann nýtt floksbýti ikki gerast vegna val av lærugreinum eftir § 12, 3. stk.
Stk. 4. Undirvísingin í ávikavist for-skúlaflokki, 1. og 2. skúlaári ella 1., 2. og 3. skúlaári kann lutvís verða samskipað. Á hesum somu floksstigum kann øll undirvísingin í teimum smáu skúlunum verða samskipað. Harumframt kann undirvísing, uttan mun til floksbýti, vera felags fyri næmingar úr fleiri floksstigum.

§ 31. Tveir ella fleiri skúlamyndugleikar á staðnum kunnu ganga saman í eitt skúlasamband til heilt ella lutvíst at skipa síni skúlaviðurskifti felags í øki skúlamyndugleikanna. Áðrenn avgerð verður tikin um hetta, skulu íbúgvarnir í teimum økjum, sum skúlasambandið verður at fata um, hava havt høvi at sagt sína hugsan um málið á einum fundi, sum teir einstøku skúlamyndugleikarnir á staðnum skipa fyri.
Stk. 2. 1) Greiniligari reglur um samarbeiði og um val av felagsskúlastýri og um, hvørt og hvussu teir einstøku skúlamyndugleikarnir skulu kunna fara burtur úr felagsskapinum, verða at seta í ein sáttmála, sum landsstýrismaðurin góðkennir, smbr. § 57, stk. 5."

§ 32. Ein skúlabygnaður skal verða gjørdur fyri fólkaskúlan í kommununi, sbrt. § 47, 6. stk. Skúlabygnaðurin skal fata um:

  1. Navnið á tí einstaka skúlanum. Um so er, at kommunan hevur býtt sítt øki upp í skúlaumdømi, smb. § 29, so skulu nøvnini á umdømunum verða tilskilað. Her kann eisini vera ásett, at smærri umleggingar av umdømunum kunnu verða gjørdar í sambandi við ta árligu innskrivingina.
  2. Vavið á tí einstaka skúlanum við atliti at undirvísing í grundskúla, 10. flokki o.ø. eftir § 4.
  3. Tilvísing til undirvísing í øðrum skúlum sambært sáttmála, smb. § 27.
  4. Undirvísing á stovnum í økinum, smb. § 28, 2. stk.

Stk. 2. 2) Landsstýrismaðurin skipar á hvørjum ári læraratalið í hvørjum skúla. Skipanin er grundað á upplýsingar frá tí einstaka skúlanum um væntað næmingatal, flokkatal o.a.

§ 33. Kommunustýrið skal skipa fyri flutningi millum skúlar og heim ella nánd av heiminum av næmingum, sum ganga í skúla uttan fyri teirra egnu bústaðarkommunu.
Stk. 2. Kommunustýrið kann harumframt skipa fyri flutningi millum skúlar og heim ella nánd av heimum av niðanfyri nevndu næmingum, sum ganga í skúla í teirra egnu bústaðarkommunu:

  1. næmingum upp í 3. skúlaár, ið hava longri skúlaveg enn 2,5 km, og eldri næmingum, ið hava longri skúlaveg enn 3,5 km, og
  2. næmingum, ið hava styttri skúlaveg, um so er, at tað er serliga neyðugt fyri tryggleikan hjá næmingunum í ferðsluni, ella um skúlavegurin er ov torførur.

Stk. 3. Kommunustýrið skal harumframt skipa fyri flutningi í og úr skúla av næmingum, ið eru sjúkir ella avlamnir, eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 4. Skyldan at skipa fyri flutningi eftir 1. stk. kann vera lokin við at vísa næmingunum til almennar ferðslumiðlar ella við at samsýna teimum útreiðslur til egnan flutning.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um, hvussu long tíð uttan fyri egna skúlatíð í mesta lagi kann vera millum flutning næmingsins til og frá skúla og um onnur viðurskifti, ið serliga viðvíkja avbygdanæmingum og øðrum, sum hava langan veg í skúla.
Stk. 6. Ásetingarnar í 1. stk. umfata ikki næmingar, ið sambært § 26, 4. stk. verða undirvístir í øðrum skúla enn umdømisskúla sínum.
Stk. 7. Tær flutningsskipanir, ið kommunustýrið hevur gjørt sambært 1., 3. og 4. stk., skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um landskassastudning til lutvísa rindan av útreiðslunum til góðkendar flutningsskipanir eftir 1. stk.
Stk. 9. Landsstýrismaðurin kann í serstøkum føri víkja frá reglunum í 1.- 6. stk., eins og hann kann loyva, at endurgjaldsútreiðslur, ið standast av læraraflutningi, kunnu verða viðgjørdar eftir somu reglum sum útreiðslur av næmingaflutningi eftir 1.- 3. stk., um so er, at slík skipan verður hildin at verða betur hóskandi.

§ 34. Landsstýrismaðurin kann veita tilskot til útreiðslur foreldra fyri uppihald næminga í aðrari kommunu, um so er, at viðkomandi næmingar bert kunnu fáa undirvísing í 8. - 10. flokki í einum skúla, har dagligur flutningur millum heim og skúla er serliga ótryggur, drúgvur ella kostnaðarmikil.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann veita tilskot til útreiðslur foreldra fyri uppihald næminga í aðrari kommunu, um so er, at viðkomandi næmingar bert kunnu fáa ta í § 4, 4. - 5. stk. umrøddu undirvísing í einum skúla, har dagligur flutningur millum heim og skúla í royndum ikki er møguligur fyri næmingarnar.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann ístaðin við samtykki foreldra, smb. § 65, skipa fyri, at teir í 1. og 2. stk. nevndu næmingar verða at búgva á staðnum, har skúli teirra er.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann við samtykki foreldra, smb. § 65 í serstøkum føri loyva, at næmingar, sum eru í 7. skúlaári og yngri, og sum ikki ganga í skúla í heimbygdini, verða at búgva á staðnum, har skúli teirra er.
Stk. 5. Tilskotið verður veitt sum heilt ella lutvíst endurgjald fyri innivist, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent. Tilskotið skal heilt ella lutvíst samsvara við tann meirkostnað foreldra, ið stendst av, at næmingurin býr ikki heima. Harumframt verður veitt tilskot til ferðaútreiðslur næminga millum heim og skúla vikuskiftini, og tá ið frítíðir byrja og enda.
Stk. 6. Tilskotið eftir 1.- 5. stk, verður veitt úr landskassanum.
Stk. 7. Heimstaðarkommunan endurrindar skúlakommununi útreiðslur hennara fyri skúlagongdina hjá næminginum, smb. § 27.

Kapittul 4
Lærararnir

§ 35. Til at kunna røkja undirvísingina í fólkaskúlanum skal viðkomandi hava lokið útbúgvingina sum fólkaskúlalærari á Føroya Læraraskúla ella á donskum læraraskúla, smb. tó 2. og 3. stk., ella aðra læraraútbúgving, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent hesum viðvíkjandi.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri fastari setan sum lærari, at viðkomandi hevur staðið eina serliga roynd í føroyskum. Landsstýrismaðurin ásetur greiniligari reglur um hesa roynd.
Stk. 3. Í skúlum, har settu lærarar ella tímalærarar skúlans ikki kunnu átaka sær undirvísingina í øllum teimum lærugreinum, sum standa í undirvísingarætlan skúlans, og har fólkaskúlalærari ikki er at átaka sær hesa undirvísing, kann sergreinarlærari verða settur at undirvísa í viðkomandi lærugreinum.

§ 36. 1) Til at røkja undirvísing í frítíðini eftir § 4, stk.6 ella aðrar námsfrøðiligar arbeiðsuppgávur, ið ikki koma undir § 35, kunnu verða sett starvsfólk við serligari útbúgving. Landsstýrismaðurin ásetur greiniligari reglur hesum viðvíkjandi.

§ 37. Landsstýrismaðurin kann í serstøkum føri loyva frávik frá teimum í § 35 og § 36 settu reglum.

§ 38. Landsstýrismaðurin ger reglur um setanarkorini hjá tímalærarum, vikarum og sergreinalærarum í fólkaskúlanum.

§ 39. Skúlastýrið kann eftirlíka einum lærara, sum av góðum grundum vil sleppa undan at undirvísa í kristnikunnleika. Um lærari av hesi orsøk ikki kann fáa fulla tænastutíð, verður lønin skerd samsvarandi, men eftirlønaraldur hansara verður kortini óskerdur.

Kapittul 5
Undirvísingarskylda. Innskriving og útskriving úr fólkaskúlanum

§ 40. Eitt og hvørt barn, sum býr her á landi, hevur undirvísingarskyldu eftir reglunum í §§ 42 - 44, uttan so er, at galdandi er fyri tað reglur um undirvísingarskyldu í aðrari lóggávu. Sama er galdandi fyri børn, sum skulu vera her í landinum í minsta lagi 6 mánaðir.

§ 41. Eitt og hvørt undirvísingarskyldugt barn hevur skyldu at ganga í fólkaskúlan, um tað ikki á annan hátt fær eina undirvísing, ið kann javnmetast við ta, sum vanliga verður kravd í fólkaskúlanum.
Stk. 2. Ikki kann verða kravt, at eitt undirvísingarskyldugt barn verður skrivað inn í fólkaskúlan, um so er, at tað verður skrivað inn í ein góðkendan privatskúla, ella um tann, ið hevur ábyrgdina av undirvísing barnsins, smb. § 65, váttar skrivliga fyri skúlastýrinum, at hann sjálvur vil skipa fyri undirvísingini. Sama er galdandi fyri næmingar, sum eftir 7. floksstig halda fram í einum góðkendum eftirskúla, háskúla, húshaldsskúla ella á einum góðkendum skeiði.
Stk. 3. Leiðari skúlans kann eftir áheitan foreldra, smbr. § 65, loyva, at næmingur eftir 7 ára skúlagongd heilt ella lutvíst lýkur undirvísingarskylduna við arbeiði, vinnuligari útbúgving ella undirvísingartilboði sambært § 9, 2. stk., um so er, at tað av serligum orsøkum verður hildið at vera best fyri næmingin.
Stk. 4. Landsstýrismanninum er heimilað at áseta gjøllari reglur eftir 2. og 3. stk.

§ 42. Undirvísingarskyldan byrjar 1. august í tí álmanakkaári, barnið fyllir 7 ár, og endar 31. juli, eftir at barnið hevur fingið regluliga undirvísing í 9 ár. Forskúlin verður ikki taldur uppí. Undirvísingarskyldan endar tó í seinasta lagi 31. juli í tí álmanakkaári, barnið fyllir 17 ár, ella tá ið tað hevur lokið skúlagongdina í grundskúlanum ella eina útbúgving, ið kann javnmetast við hana, smb. § 41, 3. stk.
Stk. 2. Leiðari skúlans kann eftir áheitan foreldra, smb. § 65, góðkenna, at barnið verður skrivað inn í 1. flokk í tí álmanakkaári, tað innan 1. august fyllir 6 ár, um hildið verður, at tað kann fylgja undirvísingini í flokkinum.
Stk. 3. Leiðari skúlans kann somuleiðis eftir áheitan foreldra ella við teirra samtykki, smb. § 65, góðkenna, at barnið verður skrivað inn árið eftir, at undirvísingarskyldan eftir 1. stk. er byrjað, um so er, at tað hevur sínar grundir í menning barnsins.
Stk. 4. Eitt barn skal, um kommuna sambært § 4, 2. stk. hevur sett forskúlaflokk á stovn, eftir áheitan foreldra, smb. § 65, verða skrivað inn í forskúlan í tí álmanakkaári, barnið fyllir 6 ár, ella seinni.
Stk. 5. Eftir 4. stk. skulu somuleiðis børn í teimum kommunum, sum ikki hava møguleika at stovna sjálvstøðugan fo-skúlaflokk, fáa høvi at koma í 1. flokk í tí vavi, hildið verður hóskandi.

§ 43. Tey ella tann, ið hevur foreldramyndugleikan, ella tann, sum í roynd og veru er um barnið, skal gera sítt til, at barnið lýkur undirvísingarskylduna, og má ikki forða fyri tí.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera greiniligari reglur um eftirlit við teimum góðkendu privatskúlunum.
Stk. 3. Tá ið eitt skúlaár byrjar, skal leiðarin í einum góðkendum privatskúla senda skúlastýrinum ein lista yvir næmingarnar í skúlanum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta greiniligari reglur um krøv og umsjón við heimaundirvísing.

§ 44. Innskriving í fólkaskúlan fer fram við ársbyrjan. Um sjúka ella aðrar serligar umstøður skuldu borist á, kann innskriving tó fara fram í skúlaárinum.
Stk. 2. Útskriving úr fólkaskúlanum fer fram við skúlaárs lok. Undir heilt serligum umstøðum kann útskriving tó fara fram í skúlaárinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera greiniligari reglur um innskriving, útskriving og endurinnskriving av áður útskrivaðum næmingum úr fólkaskúlanum, eins og um flyting úr einum skúla í annan.

§ 45. Leiðari skúlans ansar eftir, at allir teir næmingar, sum eru skrivaðir inn í fólkaskúlan, taka lut í undirvísingini, smb. § 55, 5. stk.
Stk. 2. Er næmingur burtur frá undir-vísingini, skulu foreldrini, smb. § 65, persónliga ella skrivliga geva skúlanum upplýsing um orsøkina til hetta. Er orsøkin til fráveruna sjúka, ið varir meir enn 2 vikur, kann skúlin krevja læknaváttan fyri fráveruna. Læknaváttan kann somuleiðis verða kravd fyri styttri endurtiknar fráverur vegna sjúku.

Kapittul 6
Fyrisitingin
2)

§ 46. Skúlamyndugleikin á staðnum er kommunustýrið og skúlastýrið smb. § 50, 1. stk.

§ 47. Kommunustýrið hevur skyldu at skipa so fyri, at íbúgvarnir í kommununi hava møguleika at fáa ta í § 26 nevndu undirvísing í fólkaskúlanum, og at fígging er tøk til hetta.
Stk. 2. Kommunustýrið hevur eftirlit við, at øll undirvísingarskyldug børn í kommununi verða innskrivað í fólkaskúlan, smb. § 44, 1. stk., ella at tey á annan hátt fáa eina undirvísing, ið kann javnmetast við ta, sum vanliga verður kravd í fólkaskúlanum. Eftirlitsskyldan fer tó úr gildi, um næmingurin verður undirvístur í einum góðkendum privatskúla, ið hevur valt sítt egna eftirlitsfólk.
Stk. 3. Tað er kommunustýrisins ábyrgd, at hóskandi undirvísingarhøli eru tøk til ta í § 26 nevndu undirvísing, ella at avtala er gjørd við aðra kommunu um felags undirvísing, smb. § 27, 1. stk. Stk. 4. Kommunustýrið hevur ábyrgdina av rakstrinum av skúlunum í kommununi og ásetur fíggjarkarmin fyri tann einstaka skúlan.
Stk. 5. Kommunustýrið ger uppskot um skúlabygging og umbygging av verandi skúlum, smb. § 57, 4. stk.
Stk. 6. Kommunustýrið skal góðkenna uppskot um skúlabygnað kommununnar og broytingar í honum, smb. §§ 32, 1. stk. og 57, 5. stk.
Stk. 7. Kommunustýrið ásetur reglur um nýtslu av skúlum kommununnar til annað endamál enn undirvísing, smb. § 63.
Stk. 8. Kommunustýrið gevur ummæli um sín skúlaskap í øllum málum, sum landsstýrismaðurin leggur fyri tað.

§ 48. 2) Kommunustýrið ásetir, eftir at hava útvegað sær ummæli frá skúlastýrinum, reglugerð um fyrisitingina av fólkaskúlanum í kommununi.. Í reglugerðini skal m.a. standa:

  1. Talið á foreldraumboðum í skúlastýrinum.
  2. 2) Tilnevning av kommunustýrislimum ella umboðum fyri kommunustýrið til skúlastýrið, sbrt. § 50, stk. 2, nr. 1.
  3. Mannagongd viðvíkjandi vali av umboðum í skúlastýrið.
  4. Samanseting av møguligum ráðgevingargøgni fyri kommununnar skúlaverk.

Stk. 2. Í einum fylgiskjali til reglugerðina skulu standa tær samtyktir, kommunustýrið hevur gjørt viðvíkjandi skúlabygnaði skúlans o.ø., smb. § 32, 1. stk.

§ 49. (Avtikin)2)

§ 50. Eitt skúlastýri skal verða valt til hvønn sjálvstøðugan skúla í kommununi.
Stk. 2. Í skúlum, sum í minsta lagi hava 20 næmingar og 2 lærarar smb. § 55 stk. 1 eru limir tess:

  1. 2 umboð , ið verða vald av kommunustýrinum.
  2. 3 foreldraumboð, ið skulu verða vald millum teirra, ið hava foreldramyndugleikan yvir teimum børnum, sum eru skrivað inn í skúlan.
  3. Skúlaleiðarin.
  4. 1 umboð fyri lærararnar og hini samstarvsfólkini, ið skulu verða vald av samstarvsfólkum skúlans.

Stk. 3. Í skúlum ið hava minni enn 20 næmingar og bert 1 lærara eru limir tess 2 foreldraumboð, eitt kommunustýrisumboð og skúlaleiðarin.
Stk. 4. Avgerðir í skúlastýrinum verða tiknar við atkvøðugreiðslu. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 5. Skúlaleiðarin hevur ikki atkvøðurætt
Stk. 6. Formaðurin í skúlastýrinum skal verða valdur ímillum foreldraumboðini.
Stk. 7. Leiðari skúlans er skrivari í stýrinum.
Stk. 8 Valskeiðið hjá foreldraumboðunum er vanliga 3 ár, smb. tó § 51, 1. og 2. stk.. Valskeiðið hjá kommunuvaldu limunum er valskeiðið hjá kommunustýrinum, og verða teir valdir aftan á hvørt kommunuval. Valskeiðið hjá lærarum og samstarvsfólki er 1 ár. Tey fólk, sum eru sett í starv í skúlanum, kunnu ikki vera foreldravaldir limir í skúlastýrinum.
Stk. 9 . Í teimum kommunum, har undirvísing skúlans fer fram í skúlaeindum, sum hølisliga eru spjaddar í skúlaøkinum, eiga foreldraumboðini, har tað er gjørligt, at verða vald soleiðis, at í minsta lagi 1 foreldraumboð verður valt fyri hvørja skúlaeind.

§ 51.2) Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um val av foreldraumboðum í skúlastýrið og val av umboðum fyri kommunustýrið í skúlastýrið í felagsskúlum.
Stk. 2. Landsstýrismanninum er heimilað at taka avgerðir í øllum ivamálum viðvíkjandi skúlastýrum og virksemi teirra.
Stk. 3. Har fleiri skúlar eru í somu kommunu, eru kommunustýrisumboðini umboð í øllum skúlastýrunum. Eru fleiri enn 2 skúlar í kommununi, kann kommunustýrið velja 2 umboð aftrat fyri hvørjar 2 skúlar, sum eru í kommununi.
Stk. 4. Foreldraumboðið missir sítt valbæri, tá ið barnið er útskrivað úr fólkaskúlanum smb. § 44, 2. stk. Foreldraumboðið kann krevja at sleppa frá at vera skúlastýrislimur ella foreldraumboðslimur, um barnið verður útskrivað úr fólkaskúlanum.

Stk. 5. 2) Landsstýrismaðurin kann, um tað av serligum orsøkum ikki eydnast at manna eitt skúlastýri, í samráð við skúlamyndugleikarnar á staðnum, velja umboð í stýrið. Hesi kunnu verða vald, hóast tey ikki hava valbæri sbrt. reglunum í § 50.
Stk. 6. Kommunustýrið kann veita umboðunum fundarpening, flutningsendurgjald o.a. eftir galdandi reglum hesum viðvíkjandi.

§ 52. 2) Skúlastýrið hevur eftirlit við virksemi skúlans og tekur avgerð um øll viðurskifti skúlanum viðvíkjandi, ið ikki eru løgd undir kommunustýrið, smb. §§ 47 og 48, leiðara skúlans, smb. § 55, ella aðrar myndugleikar.
Stk. 2. Skúlastýrið skal ummæla árligu fíggjarætlanina fyri viðkomandi skúla og leggja øll tey mál fyri kommunustýrið til góðkenningar, ið bera fleiri útreiðslur við sær, enn ásett er í fíggjarætlanini, smb. § 47, 4. stk.
Stk. 3. Skúlastýrið viðger saman við kommunustýrinum uppskot um skúla-bygging/-umbygging, smb. § 47, 5. stk. Í teimum kommunum, ið hava tvey ella fleiri skúlastýri, velur kommunustýrið ein arbeiðsbólk at viðgera uppskot um skúlabygging/umbygging, smb. § 57, 4. stk.
Stk. 4. Skúlastýrið ger uppskot um skúlabygnað kommununnar og broytingar í honum, smb. § 32, 1. stk. Í teimum kommunum, ið hava tvey ella fleiri skúlastýri, ger hvørt skúlastýri uppskot um skúlabygnaðin í viðkomandi skúla, smb. § 47, 6. stk.

§ 53. Skúlastýrið ásetur meginreglurnar um virksemi skúlans, smb. § 55, 4. stk., herímillum um:

  1. undirvísingarætlan skúlans, smb. § 22,
  2. arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina
  3. samarbeiðið ímillum skúla og heim,
  4. fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini,
  5. næmingafráverur,
  6. foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a.

Stk. 2. Skúlastýrið skal ummæla øll mál viðvíkjandi skúlanum, sum kommunustýrið tekur avgerð um.
Stk. 3. Skúlastýrið hevur rætt at ummæla øll mál, ið viðvíkja viðkomandi skúla í kommununi. Skúlastýrið gevur ummæli í øllum málum, sum kommunustýrið ella landsstýrismaðurin leggur fyri tað.
Stk. 4. Skúlastýrið góðkennir eftir tilmæli frá námsfrøðiliga ráðnum teir undirvísingarmiðlar, skúlin skal brúka, herímillum eisini teir, ið skulu vera í skúlabókasavninum.
Stk. 5. Skúlastýrið ger við støði í ásettum reglum, smb. § 60, uppskot um atferðarreglur skúlans og umsjónina við næmingunum í skúlatíðini.
Stk. 6. Samstarv eigur at vera ímillum skúlastýrini sínámillum um at stimbra og menna skúlaskapin í økinum.

§ 54. 2) Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi skúlaleiðarar eftir tilmæli frá skúlastýrinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi varaskúlastjórar, lærarar og tey starvsfólk skúlans, ið røkja aðrar námsfrøðiligar uppgávur, eftir tilmæli frá skúlastýrinum og skúlaleiðaranum.
Stk. 3. Skúlastýrið setur lærarar í tíðaravmarkað størv eftir tilmæli frá skúlaleiðaranum. Tíðaravmarkað størv vara úr 3 til 9 mánaðir.
Stk. 4. Skúlaleiðarin setur lærarar í størv, sum eru fyribils og ikki vara longur enn 3 mánaðir.

§ 55. Til hvønn sjálvstøðugan skúla, sum hevur fleiri lærarar í føstum starvi, verður leiðari settur, ið annaðhvørt verður nevndur fyrstilærari ella skúlastjóri. Í skúlum, ið bert hava ein lærara, har er hesin lærari samstundis leiðari skúlans.
Stk. 2. Skúlaleiðarin hevur ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av skúlanum og ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis skúlamyndugleikunum á staðnum.
Stk. 3. Skúlaleiðarin stýrir og býtir arbeiðið ímillum teirra, sum starvast í skúlanum, og tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum skúlans.
Stk. 4. Skúlaleiðarin ger uppskot til skúlastýrið um meginreglurnar fyri virksemi skúlans, smb. §§ 53, 1. stk., og uppskot um fíggjarætlan skúlans, smb. §§ 52, 2. stk., innan fyri teir fíggjarligu karmar, sum kommunustýrið hevur ásett, smb. § 47, 4. stk.
Stk. 5. Skúlaleiðarin hevur eftirlit við, at teir næmingar, sum eru innskrivaðir í skúlan, fylgja nóg væl við undirvísingini.
Stk. 6. Skúlaleiðarin fremur virksemi sítt í samarbeiði við tey, sum sett eru í starv í skúlanum.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin ger reglugerð fyri fólkaskúlaleiðarar.

§ 56. Til hvønn skúla, sum í minsta lagi hevur 20 næmingar og 2 lærarar verður stovnað eitt námsfrøðiligt ráð at ráðgeva skúlaleiðaranum. Limir í ráðnum eru øll tey samstarvsfólk, ið hava undirvísingarligar og aðrar námsfrøðiligar uppgávur í skúlanum.
Stk. 2. Til hvønn skúla, ið hevur 5. ella eldri floksstig, stovna næmingarnir eitt næmingaráð.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger reglur eftir 1. og 2. stk.

Kapittul 7
Meginfyrisiting og yvirumsjón

§ 57. 1) Landsstýrismaðurin hevur meginfyrisitingina og yvirumsjónina av fólkaskúlanum og ansar eftir, at galdandi reglur verða hildnar, og at ásettar fyriskipanir verða settar í verk.
Stk. 2. Til tess at røkja lóggávu- og vegleiðingarstarv sítt kann landsstýrismaðurin vitja allar fólkaskúlarnar og krevja at fáa allar upplýsingar frá skúlamyndugleikunum á staðnum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin setur almenn stevnumið fyri fólkaskúlan og ger almennar reglur, ið verða sendar út sum kunngerðir ella sum rundskriv.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin góðkennir øll byggimál og allar útbyggingarætlanir, ásetur reglur byggimálum viðvíkjandi, og hvussu ein fólkaskúli verður innrættaður.
Stk. 5. 2) Landsstýrismaðurin góðkennir skúlabygnað kommununnar og tær ítøkiligu undirvísingarætlanirnar fyri teir einstøku skúlarnar og møguligar broytingar í teimum. Landstýrismaðurin kann loyva, at fleiri skúlar í einum øki verða roknaðir sum ein skúli, sjálvt um ikki øll undirvísingarhølini eru savnað á sama staði í økinum.
Stk. 6. 2) Landsstýrismaðurin tekur avgerðir í øllum málum viðvíkjandi teimum, sum starvast í fólkaskúlanum, ið ikki eru løgd til aðrar myndugleikar at taka støðu til.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann taka øll mál, ið eru av týdningi fyri fólkaskúlan, til viðgerðar.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann áseta almennar reglur um, at avgerðir hjá skúlamyndugleikunum á staðnum, herímillum leiðara skúlans, eru endaligar.
Stk. 9. Landsstýrismaðurin kann seta ráðgevandi nevndir at taka sær av serstøkum uppgávum.

Kapittul 8
Fólkaskúlaráð

§ 58. Landsstýrismaðurin setur eitt fólkaskúlaráð. Fólkaskúlaráðið gevur landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan. Fólkaskúlaráðið kann ráða landsstýrismanninum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi fólkaskúlanum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir bæði formann og ráðslimir.
Stk. 3. Limirnir verða valdir fyri eitt 3 ára skeið.
Stk. 4. Fólkaskúlaráðið ásetur sjálvt sína fundarskipan.
Stk. 5.
Unsirvísingar- og mentamálastýrið er skrivstova ráðsins.

Kapittul 9
Kærur

§ 59. Avgerð, sum skúlamyndugleikin á staðnum, herímillum eisini leiðari skúlans, hevur tikið, kann verða kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur, eftir at avgerðin er fráboðað, smb. tó § 57, 9. stk.

Kapittul 10
Aðrar ásetingar

§ 60. Landsstýrismaðurin ger vanligar reglur um fyriskipanir til tess at fremja gott skil í skúlunum og um umsjón skúlanna við næmingunum í skúlatíðini.

§ 61. 2) Tíðin hjá lestrarbørnunum at ganga til verður sett við samráðingum millum skúlaleiðaran og viðkomandi prest. Lestrarbørnini skulu fáa ta lestrartíð, tey hava brúk fyri. Við tíðarásetingini skal verða ansað eftir, at skúlans arbeiði verður tarnað sum minst. Fæst ikki semja partanna millum, setur landsstýrismaðurin lestrartíðina.

§ 62. Landsstýrismaðurin kann, eftir at hava fingið ummæli frá skúlastýrinum, eftir ávísum settum treytum loyva avvik frá teimum ásetingum, sum eru í hesi lóg um skipanina av undirvísingini fyri næmingar, tá ið foreldur teirra eru limir í trúarsamfeløgum uttan fyri fólkakirkjuna, um so er, at læran hjá hesum trúarsamfelag ger tað til ein samvitskuspurning fyri foreldrini, at børn teirra út í æsir fylgja viðkomandi ásetingum.

§ 63. Nýtsla av skúlans hølum til annað endamál enn skúlans undirvísing eigur bert at vera í tann mun, tað er í sambæri við skúlans tørv. Avgerð hesum viðvíkjandi tekur kommunustýrið eftir at hava fingið ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga ráði skúlans. Gerst tað ein spurningur, hvørt nýtslan av skúlahølum stríðir ímóti skúlans tørvi, skal málið verða lagt fyri landsstýrismannin til endaliga avgerð.
Stk. 2. Skúlamyndugleikarnir á staðnum skulu lata øll tey høli, sum ríkis- og landskassi hava latið byggistudning til, vera tøk at nýta til undirvísing og upplýsing, ið boðin verður fólki í økinum eftir reglum, landsstýrismaðurin ásetur.

§ 64. Tey grundstykki, ið neyðug eru at útvega til undirvísingarlig endamál av einum og hvørjum slag, kunnu fáast við ognartøku.
Stk. 2. Ognartøkan verður framd eftir teimum reglum, sum settar eru í lóg nr. 69 frá 7. mai 1881.

§ 65. Tey rættindi, ið við lógini eru veitt foreldrum, eigur tann ella teir persónar, ið hava foreldramyndugleikan. Næmingar, ið ikki eru undir foreldramyndugleika, hava sjálvir hesi rættindi.
Stk. 2. Undantikið spurninginum um, nær skúlagongdin byrjar, og hvussu leingi hon varir, kann skúlin halda tann, ið stendur fyri húskinum, næmingurin hoyrir til, vera heimilaðan at fremja atgerðir hansara, ið hevur foreldramyndugleikan.

§ 66. Við atliti at teimum meginreglum, sum galdandi eru fyri skúlastýri, smb. §§ 50, 52, 53 og 54, er landsstýrismanninum heimilað at gera reglur viðvíkjandi skúlastýrum o.ø. í almennum undirvísingarstovnum undir landinum, sum undirvísa næmingar í fólkaskúlaaldri, smb. eisini § 4, 4. stk.
§ 66a.2) Ognirnar hjá Færø Amts Skolefond verða lagdar í sjálvsognargrunn, hvørs endamál er at veita granskingarstyrk til verkætlanir í námsfrøði innan fólkaskúlaøkið. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri grunnin.

Kapittul 11
Ásetanir um, nær lógin fær gildi og um bráðfeingisreglur o.a.

§ 67. Lógin fær gildi 1. august 1998, smb. tó 2. - 4., 7. og 8. stk. Samstundis fer løgtingslóg nr. 21 frá 22. mars 1979 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við § 1 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 um broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing úr gildi, smb. tó 5. og 6. stk.
Stk. 2. Tær reglur, sum ásettar eru í 5. kapitli, fáa gildi 1. januar 1998.
Stk. 3 1)Ásetingin í § 5, stk. 2, nr. 2 viðvíkjandi lærugreinini náttúra/tøkni í 4.-6. flokki verður sett í gildi eftir trimum árum, soleiðis at byrjað verður í 4. flokki, 5. flokki og 6. flokki ávikavist 1. august 1999, 1. august 2000 og 1. august 2001."
Stk. 4. Ásetingin í § 14, 5. stk. um verkætlanaruppgávuna fær gildi 1. august 2000.
Stk. 5. Ásetingarnar í §§ 18, 19, 20 og 21 í løgtingslóg. nr. 21 frá 22. mars 1979 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við § 1 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 um broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing, verða í gildi, til teir næmingar, sum byrja í 9. og 10. flokki skúlaárið 1998/99, hava havt høvi at fara til fráfaringarroynd fólkaskúlans og víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Stk. 6. 1) Teir í § 31, stk. 2 nevndu sáttmálar eru í gildi til 1. januar 2001, tá nýggir sáttmálar verða settir í gildi
Stk. 7. Reglur, sum eru gjørdar við heimild í lóg nr. 21 um fólkaskúlan frá 22. mars 1979, sum seinast broytt við § 1 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 um broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing, eru í gildi, til tær verða loystar av nýggjum reglum, sum verða gjørdar við heimild í hesi lóg.
Stk. 8. 2) Ásetingarnar í §§ 46 – 56 fáa tó gildi 1. august 2001. Samstundis fara úr gildi §§ 7-16 í løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 20. mai 1996. Skeiðið sum skúlanevndirnar sum valdar vóru 3. desember 1996 verður longt til 1. august 2001.
Stk. 9. Ásetingarnar um heimildir hjá skúlastýrum í hesi lóg fáa tó gildi frá 2)1. august 2001.

  1. Sum broytt við Ll. nr. 46 frá 10.05.1999.
  2. Sum broytt við Ll. nr. 128 frá 22.12.2000.