Ábyrgd landsstýrismanna

Løgtingslóg nr. 90 frá 4. juni 1996 um ábyrgd landsstýrisins sum broytt  við løgtingslóg nr. 131 frá 03. desember1996

§ 1. Lógin viðvíkur ábyrgdini hjá løgmanni og landsstýrismonnunum fyri teirra embætisførslu.

§ 2. Løgmaður og landsstýrismenn hava ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra.

§ 3. Reglurnar í almenna partinum í borgarligu revsilógini eru galdandi.

§ 4. Tá reglurnar í borgarligu revsilógini um medvirkni til eitt lógarbrot verða nýttar, skal løgmaður ella landsstýrismaður verða mettur at hava medvirkað til gerðina hjá einum undirmanni, tá
1) hann hevur verið vitandi um, at gerðin fór at verða framd, og hann hevur latið vera við at royna at forða hesum,
2) gerðin hevur verið eitt neyðugt ella natúrligt miðal til at seta í verk eina avgerð, sum løgmaður ella landsstýrismaðurin hevur
    ábyrgdina av,
3) hann, við ikki í rímiligan mun at hava ført eftirlit og ásett reglur, hevur virkað fyri, at gerðin er vorðin framd.

§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

§ 6. Revsingin eftir § 5 er bót, hefti ella fongsul upp til 2 ár.
Stk. 2. Er brotið gjørt av ósketni, er revsingin bót ella hefti.
Stk. 3. Bøturnar verða ásettar eftir reglunum um dagbøtur í borgarligu revsilógini.

§ 7. Ásetanirnar í § 6 eru bert galdandi, um ikki harðari revsing er heimilað í aðrari lóggávu.
Stk. 2. §§ 155-157 í borgarligu revsilógini eru ikki galdandi fyri løgmann og landsstýrismenn.

§ 8. Ábyrgd eftir hesi lóg fyrnast sambært §§ 93-95 í borgarligu revsilógini. Fyrningarfreistin er tó ongantíð styttri enn 5 ár.

§ 9. Løgmaður eins væl og løgtingið kann gera av at reisa ákæru viðvíkjandi broti á hesa løgtingslóg og ger samstundis av, hvør skal virka sum ákæri vegna hitt almenna í málinum.
Stk. 2. Tann av løgmanni ella løgtinginum tilnevndi ákærin hevur somu heimildir og skyldur í málinum sum fútin/statsadvokaturin/ríkisákærin/løgmálaráðharrin hevur eftir rættargangslógini, men er ikki undirgivin nøkrum ríkismyndugleika.

§ 10. Viðvíkjandi endurgjaldsábyrgd í sambandi við gerðir løgmans ella landsstýrismanna eru galdandi tær vanligu reglurnar um endurgjald fyri skaða, sum persónur í landsins tænastu hevur gjørt.

§ 11. Nevningating dømir í málum sambært hesi lóg.

§ 12. Henda lóg fær gildi 29. juli 1996. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 102 frá 23. juni 1992 um ábyrgd landsstýrismanna. Brot, ið eru framd áðrenn henda lóg kemur í gildi, verða viðgjørd eftir higartil galdandi lóggávu.