Yvirlit yvir søgu løgtingsins

 

blaperla.gif (855 bytes)1274 - 1816
blaperla.gif (855 bytes)1816 - 1852
blaperla.gif (855 bytes)1852 - 1948
blaperla.gif (855 bytes)Eftir 1948

Føroya Løgting hevur røtur meira enn 1000 ár aftur í tíðina.- Fyrsta søguliga heimild, sum nevnir ting og tinghald í Føroyum, er Færeyingasaga, sum varð skrivað í Íslandi um ár 1200, men søgugranskarar meta, at Føroya Løgting gongur heilt aftur til stutt eftir ta fyrstu nørrønu landnámstíðina í Føroyum um ár 800.

Heilt aftur í elstu tíð vórðu tær størstu avgerðirnar, galdandi fyri alt landið, tiknar í tinginum í Tórshavn. Í gamlari tíð varð tingið hildið á helluni úti í Tinganesi.

Umleið 1035 komu Føroyar undir Noregs kong, men søgugranskarar meta, at tann gamla tingskipanin varð varðveitt.

1274 - 1816

Upprunaliga hevur ting føroyinga helst verið eitt alting, har allir frælsir menn kundu møta, men tá Landslóg Magnus Lógbøtara varð setti gildi í 1274, varð tingið broytt til eitt løgting.

Tingmannatalið varð sett til 36. Tingið valdi løgmann, sum kongur síðan tilnevndi. Løgtingið segði upp dóm og hevði samskifti við kong og myndugleika hansara. Kongsins umboðsmaður á tingi var fútin, sum hevði ábyrgdina av kongsins inntøkum av landinum. Hann var eisini almennur ákæri. Løgtingið hevði egnan skrivara, sum varð nevndur sorinskrivari (svorin skrivari). Løgtingið virkaði sum yvirrættur, og dómar, sum vórðu feldir á vártinginum úti í sýslunum, kundu skjótast inn fyri løgtingið.

Í 1380 komu Føroyar, sum norskt krúnland, undir danskan kong, men tær vórðu framvegis roknaðar sum norskt land.

Norska Lóg Kristians V varð sett í gildi í Føroyum í 1688, varð talið á løgtingsmonnum økt til 48, men hvør tingmaður kundi bert sita í eitt ár í senn. Henda skipanin bar í sær, at løgtingið ikki fekk so roynt fólk sum fyrr, og tí minkaði týdningur tess, meðan embætisvaldið vaks. Fútin og sorinskrivarin fingu størri vald, meðan løgmansembætið fekk minni og minni týdning.

Føroyar gjørdust amt aftaná gablatíðina. Frá 1720 til 1775 var amtmaðurin eisini amtmaður í Íslandi. Frá 1776 til 1816 var amtmaðurin felags fyri Sæland og Føroyar.

1816 - 1852

Eftir at Noreg fór frá Danmark við friðinum í Kiel í 1814, vórðu Føroyar verandi saman við Danmark.

Í 1816 varð yvirrætturin, appellrætturin, løgmaður og løgting tikið av.  Sorinskrivarin dømdi nú einsamallur.

Í 1816 varð avgjørt, at Føroyar skuldu hava amtmann bert fyri Føroyar  við einum donskum amtmanni sum ovasta embætismanni, og eingin føroyskur umboðsstovnur var longur til. Amtmaðurin tók einsamallur støðu til, hvørjar danskar lógir skuldu setast í gildi í Føroyum.

1852 - 1948

Í 1852 varð løgtingið eftir ynski føroyinga endurreist, tó bara sum ráðgevandi stovnur hjá donsku ríkismyndugleikunum viðvíkjandi stýringini av Føroyum. Løgtingið hevði 18 valdar limir. Amtmaðurin og próvsturin høvdu eisini sæti í tinginum, og amtmaðurin var formaður.

Í 1906 varð tingmannatalið hækkað til 22, men annars stóð henda skipanin við til 1923. Tá varð tingmannatalið broytt soleiðis, at 20 vórðu umdømisvaldir og upp til 10 eykavaldir. Samstundis fór próvsturin úr tinginum, og eftir hetta valdi tingið sjálvt formannin.

Eftir 1948

Eftir seinna heimsbardaga var stórur meirluti fyri eini nýskipan av Føroya støðu í ríkinum. Eftir samráðingar millum umboð fyri løgtingið og donsku stjórnina, varð fólkaatkvøða hildin 14. september 1946. Veljararnir skuldu atkvøða um eitt ógvuliga avmarkað størri sjálvstýri ella loysing frá Danmark. Úrslitið var ein tepur meirluti fyri loysing, men ósemja tók seg upp um tulkingina av úrslitinum - um tað var vegleiðandi ella bindandi. Eftir løgtingsvalið í 1946 og nýggjar tingingar við danir, var Heimastýrislógin sett í gildi í 1948.

Eftir hetta broyttist virksemið hjá løgtinginum munandi. Meðan tað higartil bara hevði verið ráðgevandi, fekk tað nú innan karmar Heimastýrislógarinnar lóggávuvald í yvirtiknum sermálum. Í Heimastýrislógini eru málsøkini býtt sundur í A-mál og B-mál. A-mál eru føroysk sermál og kunnu yvirtakast, um heimastýrið ella danska stjórnin ynskja tað. B-mál kunnu yvirtakast, um heimastýrið og ríkisstýrið í samráðingum semjast um, at so skal verða. Verjumál og uttanríkismál liggja uttan fyri Heimastýrislógina. Í øllum málum, uttan yvirtiknum sermálum, liggur lóggávuvaldið hjá Fólkatinginum, har føroyingar eiga tvey umboð. Innan Heimastýrislógina ræður løgtingið fyri stýrisskipan Føroya og fyri tingskipanini.

Hvussu heimastýrið skipar seg innanhýsis, er eitt yvirtikið sermál. Hetta er gjørt við løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya. Eftir hesi lóg § 1 er valdsbýtið í Føroyum soleiðis, at lóggávuvaldið í yvirtiknum málum er hjá løgtinginum og løgmanni í felag, útinnandi valdið hjá landsstýrinum, meðan dómsvaldið í slíkum málum liggur hjá dómstólum ríkisins (stýrisskipanarlógin § 1).

Í løgtinginum, sum verður valt fyri 4 ár í senn, sita í mesta lagi 33 tingmenn, sum verða valdir á almennum, loyniligum og beinleiðis vali (stýrisskipanarlógin § 5). Í landsstýrinum sita løgmaður og minst 2 landsstýrismenn (stýrisskipanarlógin § 27 stk.. 1). Løgmaður verður tilnevndur óbeinleiðis av løgtinginum á tann hátt, at løgtingsformaðurin eftir at hava fingið frágreiðing frá floksformonnunum leggur fyri løgtingið uppskot, sum atkvøtt verður um. Atkvøður meir enn helmingurin av øllum tingmonnum ímóti uppskotinum, er tað fallið. Annars er tað samtykt (stýrisskipanarlógin § 28). Løgmaður tilnevnir sjálvur landsstýrismenninar (stýrisskipanarlógin § 27 stk. 2). Hvørki løgmaður ella landsstýrismaður kann verða sitandi í sessi sínum, um so er, at løgtingið við atkvøðugreiðslu, har helmingurin av øllum tingmonnum atkvøður fyri, hevur samtykt, at tað ikki longur hevur álit á løgmanni ella viðkomandi landsstýrismanni. Løgmaður kann, nær ið verða skal, skriva út nýval til løgtingið (stýrisskipanarlógin § 6 stk. 2).