Samgonguskjal dagfest 9. mai 1998 millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin |
Politiski setningurin:
Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru samdir um at skipa
politiska samgongu á løgtingi og at skipa landsstýri.
1. Ríkisrættarliga støðan
Samgongan staðfestir:
* at føroyingar eru tjóð og Føroyar eitt land, og at politikkur samgongunnar
verður at fremja henda suverenitet í verki
Samgongan er samd um: Uppskot verður lagt fyri løgtingið og samtykt í 1998,
sum skal fremja henda suverenitet í verki og skal staðfesta:
* at løgtingið hevur heimild at gera sáttmála við donsku stjórnina um
ríkisrættarligu støðuna, og at tingið hevur heimild til at siga
sáttmálan upp.
* at tað bert er gjøgnum sín demokratiska umboðsstovn, Føroya Løgting, at Føroya
fólk kann seta eina grundlóg í gildi fyri
Føroyar.
Samgongan fremur hesi stig:
I. Farið verður undir samráðingar við donsku stjórnina í
tingsetuni 1998 um føroysk-donsk viðurskifti við tí endamáli, at Føroyar verða
sjálvstøðugar (suverenar). Føroyskur heimarættur verður staðfestur frá 1. januar
1999. Ein sáttmáli verður gjørdur, sum leggur fast framtíðar samstarvið millum
Føroyar og Danmark í útbúgvingar-, heilsu-, uttanríkis- og rættarmálum. Málsøki
eiga at kunna útdelegerast til danska ríkið at umsita og sáttmálin kann umfata felags
kongshús, felags gjaldoyra og felags skyldur og rættindi hjá føroyskum og donskum
ríkisborgarum búsitandi hjá hvørjum øðrum, men føroyingar verða frítiknir fyri
herskyldu. Tá ið sáttmálin millum Føroyar og Danmark er gjørdur og samtyktur á
Føroya Løgtingi, verður hann lagdur til fólkaatkvøðu.
II. Føroya løgting samtykkir í komandi tingsetu (1998) lóg um at seta
grundlógarnevnd, íð skal gera uppskot til føroyska grundlóg. Tá grundlógin er
samtykt á løgtingi, fer hon til fólkaatkvøðu í seinasta lagið ár 2000.
III. Farið verður undir at fáa øll málsøki undir føroyskt
lóggávu- og umsitingarvald. Arbeitt verður fyri, at danski Tjóðbankin eins og
Fíggjareftirlitið hava fráboðanarskyldu til Føroya landsstýri viðvíkjandi
føroysku peningastovnunum.
2. Búskaparligir og fíggjarligir karmar
Fíggjarliga og búskaparliga verður gjørt upp við Danmark, har støða verður tikin
til, hvussu uttanlandsskuld verður afturgoldin og heildarveitingin kann minkast burtur
eitt ávíst áramál, samstundis sum avtala verður gjørd millum donsku stjórnina og
landsstýrið um eina varliga fíggjar- og búskaparliga tillaging.
3. Bankamálið
Bankamálið og kravið um endurgjald fyri keypið av gamla Føroya Banka verður avgreitt
sambært tilmælunum hjá serfrøðingunum til landsstýrið.
4. Fíggjar- og búskaparmál
Grundstøðið undir búskapinum er framleiðsluvirðið í landinum. Politiska
endamálið við fíggjarpolitikkinum er
* at geva øllum borgarum javnbjóðis møguleikar
* at vælferðin hjá føroyingum verður ment
* at samfelagnum verður tryggjað eitt sunt støði fyri sjálvsmenning og búskaparligum
sjálvbjargni
* at javnvág verður millum privat og alment fyritakssemi og íløgur
Rikin verður ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur.
Miðað verður eftir at linka skatta- og avgjaldstrýstið á húsarhald og framleiðslu,
so at kappingarføri vinnulívsins batnar og megnar at bera landsins felags húsarhaldi.
4. Skatta- og tollmál
Skattalóggávan skal ikki darva virkishugin, men skal eggja til vinnuligt fyritakssemi.
Arbeiðið fram móti einari bruttoskattaskipan heldur fram. Málið er ein so høg
skattafrí grundarupphædd sum møguligt og so lágt skattatrýst sum møguligt. Lagt skal
vera upp fyri, at láginntøkur og barnaríkar familjur verða ikki fyri vanbýti.
Hjún, har annað hevur alla inntøkuna, verða at javnstilla við hjún, har bæði hava
inntøku.
Grundarupphæddin í fólkapensjónini verður skattafrí.
Meirvirðisgjaldsskipanin verður framhaldandi endurskoðað, so heimaídnaðurin og
tænastuvinnan verða styrkt.
5. Almenna fyrisitingin
Til tess at tryggja eina vælvirkandi almenna fyrisiting og almennar stovnar, má
bygnaðurin endurskoðast og rationaliserast, so hann gerst lutfalsliga bíligari og kemur
í betri javnvág við vinnuliga sektorin.
Fyrisitingarliga lógarverkið verður endurskoðað, so umsitingin av øllum málsøkjum
verður einfaldari og lagað til tørvin í føroyska samfelagnum.
Í samsvari við arbeiðið við nýggjum kommunubygnaði, verða partar av almenna
sektorinum lagdir nærri borgarunum, har hetta umsitingarliga ber til.
6. Vinnuligir karmar
Vinnulívspolitikkurin verður at leggja í tryggar karmar, so vinnulívið fær
umstøður at mennast til at bera føroyska samfelagið. Landsstýrið orðar ein greiðan
vinnupolitikk og ger langtíðarætlanir í samráði við vinnufeløg,
ráðgevingarstovnar og fíggingarstovnar.
Tað almenna skal reka ein haldgóðan búskapar-, fíggjar-, skatta-, menningar- og
umhvørvispolitikk. Útbúgving, gransking, samferðsla og samskifti, veiðiavtalur við
onnur lond og marknaðaratgongd skulu lagast eftir hesum málssetningi. Innan hesar karmar
skal vinnan mennast á marknaðarbúskaparligum burðardyggum grundarlagi.
6.1 Fiskivinnupolitikkur:
Lóg um endurnýggjan fiskiflotans - herundir útróðrarflotan - verður sett í gildi.
Ein greiður fiskivinnupolitikkur verður orðaður, eisini fyri menning av
fiskiídnaðinum á landi og marknaðaratgongd.
Dentur verður lagdur á økismenning, arbeiðsumhvørvi, góðskukrøv og
hagreiðingarskipanir.
Færøernes Realkreditintitut verður yvirtikið.
Virkað verður fyri at stovna eitt útflutningsráð.
Fiskastovnarnir undir Føroyum skulu gagnnýtast skynsamt sum varandi grundarlag undir
føroyska búskapinum. Teir stovnar, ið flotin hevur atgongd til, skulu gagnnýtast við
neyðugum varsemi eftir tilmæltum fiskidøgum og kvotum, so teir geva sum mest íkast til
búskapin. Fiskastovnum, sum eru ovurveiddir, verða veittir møguleikar at menna seg.
Hildið verður fast við økisfriðingarpolitikkin. Stødd og røtt samanseting av
veiðiflotanum má lagast eftir hesum møguleikum og verður best tryggjað við, at
fiskidagar og kvotur verða so umsetilig sum gjørligt. Undantikin er tó
útróðrarflotin undir 15 tons.
Arbeitt verður fyri, at meiri fiskur verður virkaður í Føroyum.
6.2 Aðrar vinnur
Ein langtíðarpolitikkur verður orðaður fyri ferðavinnu, landbúnað, heimaídnað og
menning av nýggjum vinnum við serligum atliti at kunningartøkni.
Lógirnar um telduskráir verða dagførdar.
Almennur stuðul skal bert veitast sum tíðaravmarkaður
ígongdsetarastuðul/íløgustuðul við greiðum almennum krøvum og reglum fyri
nýtsluna.
Lóg um broyting í FAS-skipanini má fáa gildi skjótast.
Skipasýnið verður yvirtikið.
Landbúnaðurin skal styrkjast við tí høvuðsendamáli, at Føroyar gerast mest
møguligt sjálvbjargnar við landbúnaðarvørum. Virkast skal fyri, at øll
landbúnaðarjørð verður gagnnýtt. Jarðarlóggávan verður endurskoðað, so hon
gagnar smærru plássunum, og umstøðurnar hjá festibóndum verða greiðari.
6.3 Útjaðarin
Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í
landinum. Útjaðarin er í eini serligari støðu. Samgongan er samd um, at neyðugt er
at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og smáplássum skal vera lív lagað.
6.4 Framtaksgrunnur
Viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin verða endurskoðaðar við tí endamáli, at grunnurin
í størri mun skal menna nýggjar vinnur og fremja økismenning eftir handilsligum
fortreytum.
6.5 Føroyar og ES
Nýggj samstarvsavtala skal gerast við ES, sum tryggjar samstarv og marknaðaratgongd,
men heldur fast við fult ræði á náttúrutilfeinginum á sjógvi, landi og í
undirgrundini. Viðurskiftini við ES byggja á løgtingssamtyktina frá 1974, sum sigur,
at Føroyar skulu standa uttan fyri ES.
Stig skulu takast til at menna marknaðarsamstarv millum Føroyar, Grønland, Ísland,
Noreg og Russland til tess at standa sterkari mótvegis ES-marknaðinum.
7. Arbeiðsmarknaðarmál
At minka um arbeiðsloysið verður skattatrýstið lækkað, so tað loysir seg betur at
arbeiða, og betri lønsemi kemur í vinnuna.
Í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum verður hildið fram við arbeiðnum
at gera eina skipan, sum kann loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum so skjótt, tær koma
í.
Lóggáva um arbeiðsumhvørvi verður endurskoðað saman við pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum.
8. Familjumál
Familjan er kjarnin í samfelagnum.
Kannað verður, í hvønn mun ansingarstuðul kann fylgja barninum.
Spurningurin er barnaansing kring landið verður tikin upp.
Virkað verður fyri, at parttíðar starv verður vanligari á arbeiðsmarknaðinum.
Virkað verður fyri, at barnsburðargrunnur verður settur á stovn fyri
allar partar á arbeiðsmarknaðinum.
Barnafrádrátturin í landsskattinum verður hækkaður. Bøtt verður um fíggjarliga,
har annar forsyrgjarin fellur frá.
Arbeitt verður fyri at avmarka talið á fosturtøkum við betri ráðgeving.
Rikin verður ein rúsevnispolitikkur, sum hevur til endamáls at fyribyrgja og minka um
rúsevnismisnýtsluna.
9. Almanna- og heilsumál
Føroysk almannalóggáva skal lagast til føroyskan tørv og føroysk viðurskifti við
serligum atliti til nýggjan kommunubygnað. Endamálið er, at avgerðirnar og
málsviðgerin skulu takast so nær borgarunum sum gjørligt.
Trupulleikarnir á barnagarðs- og røktarheimsøkinum skulu loysast í samstarvi millum
land og kommunur.
Heilsverkið krevur íløgur og menning. Ein greiður heilsupolitikkur verður orðaður
við tí endamáli at bøta um fyribyrgjandi heilsurøktina og at skapa trygg viðurskifti
innan heilsurøktina. Ein raðfesting verður gjørd fyri íløgurnar á
sjúkrahúsøkinum. Heimarøktarskipanin verður skipað sum døgnrøktartænasta.
Samstarvið við Ríkissjúkrahúsið o. a. heilsustovnar í grannalondunum verður betur
samskipað. Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús verða útbygd sum ætlað.
Pensiónsøkið er afturútsiglt og verður tikið til viðgerar. Endamálið er, at
øllum verður veitt ein trygg og rættvís eftirløn. Nevndin, sum er sett at kanna
pensiónsøkið, ger arbeiði sítt liðugt og úrslitið verður viðgjørt í samgonguni
og neyðug stig framd.
Arbeiðsloysið er framvegis stórt kring landið. Arbeitt verður við tiltøkum, so sum
aktiveringsætlanum, útbúgvingarmøguleikum o. ø. til tess at forða fyri varandi
arbeiðsloysi.
Ein greiður íbúðarpolitikkur verður raðfestur. Alternativir íbúðarmøguleikar
skulu skapast kring landið í samstarvi millum landið og kommunurnar, bæði sum
kommunalar/privatar leiguíbúðir, lutafelagsíbúðir, eldraíbúðir, íbúðir til
rørslu- og menningartarnað, ungdómsíbúðir o. a.
Umstøðurnar hjá rørslu- og menningartarnaðum skulu betrast við eini ætlan fyri at
menna bústaðar-, starvs-, frítíðar- og samferðslumøguleikar og tryggja tey
grundleggjandi korini í øllum samfelagsviðurskiftum.
10. Mentan og útbúgving
Útbúgvingin av ungdóminum má byggja á kristna, føroyska mentan. Gjørd verður
ætlan fyri útbúgvingarverkið við atliti til framtíðar útbúgvingar, samskipanir og
rationaliseringar.
Fólkaskúlin, miðnáms- og tær hægru útbúgvingarnar skulu styrkjast at fylgja
tøkniligu samskiftismenningini.
Møguleiki skal vera fyri frí- og eftirskúlum.
Føroyar eiga at mennast í altjóða granskingar- og útbúgvingarhøpi. Vinnuskúlarnir
verða styrktir til nýggjar avbjóðingar: Innan marknaðarføring, innan tekniska økið
og innan lærugreinir, sum eru neyðugar í komandi oljuvinnuni.
Lógin um lestrarstuðul verður dagførd. Førdur verður ein útbúgvingarpolitikkur,
sum eggjar ungdómi at nema sær útbúgving eisini uttan fyri Norðurlond.
Ein greiður mentanarpolitikkur verður orðaður við støði m. ø. mentanarálitinum,
og byrgt eigur at verða upp fyri harðskapi og siðspillu.
Á fjølmiðlaøkinum eigur føroyska tilfarið at styrkjast.
11. Umhvørvismál
Umhvørvispolitikkurin verður styrktur. Meginreglan skal vera, at burturbeining og
umhvørvisvernd áliggur tí dálkandi partinum.
Upplýsing og tiltøk til náttúru- og umhvørvisvernd verða framd.
Føroyar skulu í altjóða høpi stríðast móti dálking frá stóru ídnaðarøkjunum
á meginlandinum.
Brennievni, sum hava minsta skaðiliga árinið á umhvørvið, fáa framíhjárætt við
lægri avgjaldi.
Umhvørvis- og matvørulógin verða endurskoðaðar.
12. Samferðslu- og samskiftismál
Landsstýrið hevur skyldu at tryggja hóskandi ferða- og flutningssamband millum tey
ymsu plássini í Føroyum. Samgongan ásannar, at ferða- og flutningssamband hevur
alstóran týdning fyri vinnumøguleikar og trivna í landinum.
Raðfesting av íløgum á samferðsluøkinum verður framd sambært fíggjar- og
búskaparorku landsins. Hildið verður fast við íløguætlan at seta 20 mió. kr. um
árið í grunn til fast samband um Vestmannasund næstu fýra árini. Grunnurin fær
heimild at upptaka lán og krevja inn bummpening. Kanningar í sambandi við farleiðina
um Leirvíksfjørð halda fram. Arbeiðið at byggja nýtt skip til Sandoynna verður
gjørt. Samferðslan við Suðuroynna verður dagførd beinanvegin. Eisini verður
loftvegis sambandið við flogfari kannað.
Støða teirra rørslutarnaðu verður havd í huga, tá ið nýíløgur/ábøtur í
samferðsluskipanini verða gjørdar.
Kannað verður, um rationaliseringar kunnu gerast í samferðslukervinum. Uppgávur kunnu
bjóðast út til privatar at røkja, har hetta gevur fíggjarligan og tænastuligan
fyrimun.
Flutningur av farmi og fólki millum Føroyar og útlond má leggjast í eina trygga legu,
sum er nøktandi fyri allar partar.
13. Kommunumál
Kommunulóggávan verður nútímansgjørd. Kommunala sjálvsræðið og ábyrgdin skulu
styrkjast við greiðari skilnaði millum lands- og kommunuuppgávur. Í hesum sambandi
verður ætlanin fyri miðfyrisitingina endurskoðað við tí endamáli at flyta
tænastuna nærri borgaranum.
14. Oljuvinna
Landsstýrið ger uppskot til, hvussu møguligar inntøkur av ráevnum í undirgrundini
skulu umsitast og brúkast. Aðalmálið er, at ein møgulig komandi oljuinntøka til
landskassan ikki avlagar búskapin.
Tryggjast skal, at eitt komandi leitingarumfar og ein møgulig oljuvinna, fyrst og fremst
verður grundarlagið undir at menna førleikan í føroysku vinnuni í altjóða høpi,
so hon kann tillaga seg broytingar og menna nýggjar inntøkumøguleikar.
Spurningurin um almennar íløgur í sambandi við oljuvinnu verður tikin upp og
viðgjørdur millum landsstýrið og kommunur.
Strongt verður á til tess at finna eina samráðingarloysn á marknatrætuni við
Bretland um undirgrundarmarkið skjótast gjørligt.
15. Uttanlandssamstarv
Arbeitt verður fyri, at Føroyar fáa sjálvstøðuga umboðan í ST. Politiskt,
handilsligt, vinnuligt og mentanarligt samstarv verður styrkt við onnur lond við
serligum denti á samstarv við aðrar smátjóðir. Føroyar fáa sjálvstøðuga
umboðan í Norðurlandaráðnum. Økt samstarv um at umsita felagstilfeingi í
Norðuratlantshavi skal fáast í lag millum Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg og
Russland, sambært løgtingssamtykt 1996.
Tórshavn, 9. mai 1998
Undirskrivað av Anfinni Kallsberg úr Fólkaflokkinum, Helenu Dam á Neystabø úr
Sjálvstýrisflokkinum og Heina O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum