Undirskjal

Samgonguskjal

millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin

Breiða semjan

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin eru samdir um at skipa landsstýri og politiska samgongu á Føroya Løgtingi. Samgongan hevur sum mál at skipa breitt samstarv.

Ríkisrættarliga støðan
Yvirskipaði parturin
Málið er at greiða viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar. Hetta skal gerast við lóg, so løgtingið hevur heimild at yvirtaka øll mál, undantikið málsøki, sum viðvíkja ríkiseindini.

Uttanríkismál
Vit skulu hava størri ávirkan á uttanríkispolitiska økinum. Hetta skal gerast í avtalu við danskar myndugleikar.

Føroyskir myndugleikar skulu tryggja sær innlit í og ávirkan/avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið hava týdning fyri Føroyar. Samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um at lógartryggja hetta.

Umboðanin í fleirtjóða og altjóða felagsskapum verður styrkt.

Arbeitt verður fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Útnorðursamstarvið verður styrkt. Samstarvið við grannatjóðir og grannaøkir kring alt Norðuratlantshav verður ment.

Arbeitt verður fyri gagnligastu marknaðaratgongd við ES og onnur lond.

Hermálsliga og trygdarpolitiska støða Føroya verður framhaldandi útgreinað.

Ein politikkur við greiðum málsetningum fyri menningar- og neyðhjálp verður orðaður og raðfestingar á fíggjarlógini gjørdar samsvarandi.

Yvirtøkur
Flokkarnir eru samdir um hesar yvirtøkur:

Trupulleikarnir við arbeiðs- og uppihaldsloyvum verða loystir.

Stjórnarskipan
Arbeiðið í grundlógarnevndini skal skipast av nýggjum. Uppgávan er at gera eina stjórnarskipanarlóg, sum eisini inniheldur ásetingar um mannarættindi og onnur rættindi. Umframt at lýsa verandi ríkisrættarligu støðu, skal lógin innihalda greiðar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, um ríkisrættarliga støðan verður broytt.

Fíggjar- og búskaparpolitikkur
Inntøkur landskassans eru minkaðar. Tí er málið at fáa javnvág aftur á fíggjarlógina. Umframt at tálma útreiðslunum verður serligur dentur lagdur á at fáa inntøkurnar at vaksa við m.a. vinnupolitiskum tiltøkum.

Búskapur
Førdur verður ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur. Endamálið er at tálma sveiggjum í búskapinum.

Skatta- og avgjaldspolitikkur
Skattaskipanin verður broytt, so hon verður meira arbeiðs- og búskaparliga vakstrarfremjandi. Málið er, at lønin ikki verður etin upp av harðari skatting.

Hetta er bæði neyðugt fyri áhaldandi búskaparvøkstri, og fyri at hava eitt høgt alment tænastustøði.

Málið er, at skattatrýstið skal falla, serliga á seinast vunnu krónunum.

Punktgjøldini og MVG skipanin skulu endurskoðast, so tey verða meira brúkara- og vinnuvinarlig.

Ferðafrádrátturin fyri arbeiði uttanlands verður endurskoðaður.

Lóg um útistandandi áogn landskassans verður gjørd.

Til at nøkta hølistørvin á ymsum økjum í samfelagnum eiga møguleikarnir fyri nýggjum reglum, ognar- og fíggjarhættum at verða royndir.

Vinnupolitikkur
Vinnan er grundarlagið undir vælferðini. Tí er neyðugt at tryggja framhaldandi menning í tøttum samstarvi við vinnuna.

Vit skulu hava ein vinnupolitikk, ið skapar eitt fjølbroytt og dynamiskt vinnulív. Vit skulu stimbra vinnulívið at klekja haldgóð hugskot um nýggjar vinnumøguleikar.

Fortreytir fyri vøkstri verða millum annað skaptar gjøgnum:

Gransking
Málið er at skapa eitt felags granskingarumhvørvi, har vísindi og vinnuáhugamál skapa nýggj virði. Játtanir til gransking skulu samskipast.

Ferðavinnan
Ein yvirskipað ætlan fyri ferðavinnuna verður gjørd. Endamálið er at fáa ferðavinnuna út um alt landið.

Ferðavinnuskrivstovan verður gjørd meira sjónlig.

Landbúnaður
Samgongan vil virka fyri at avtaka Jarðarráðið og at loyva bóndum at skipa raksturin í partafelag.

Spurningurin um skuldina til Jarðargrunnin verður tikin upp og loystur.

Samgongan vil endurskoða jarðarlóggávuna og matrikullóggávuna.

Privatiseringar
Samgongan er samd um, at partabrøv í almennum fyritøkum, sum til dømis

kunnu verða boðin út til almenningin og/ella til strategiskar íleggjarar, har tað kann gerast við fyrimuni.

Vinningurin fer til at gjalda niður almenna skuld og/ella konsolidering.

Útlisiteringar
Almennar tænastur - tó ikki tær, sum fevna um umsorganararbeiði - kunnu verða bodnar út til privat feløg at reka, har hetta gevur fíggjarligan og tænastuligan fyrimun.

Alivinnan
Alivinnan skal vera búskapar- og umhvørvisliga sjálvberandi, skal hvíla í sær sjálvari og vera grundarlag undir víðari menning av dygdarvørum, sum skapa inntøkur í altjóða kapping.

Samgongan vil virka fyri at loysa trupulleikarnar hjá alivinnuni. Hetta kann gerast við at:

Kynsbót, eftirlit og sjúkufyribyrging verður stuðlað í sama mun sum hjá okkara kappingarneytum. Virkast skal fyri at menna gransking og aling av øðrum fiskasløgum.

Sandoyggin er lívfiskaøki, og verður virkað fyri at menna oynna sum slíka. Virksemið við Áir heldur fram.

Arbeiðsmarknaðarmál
Barsilsskipanin skal endurskoðast.

Arbeiðið at gera eina nýggja kappingarlóg heldur fram. Eisini verður farið undir at gera eina nýggja marknaðarføringslóg.

Nevnd verður sett at lýsa øll viðurskifti brúkaranna í brúkaramálum, við tí endamáli at fáa betur skipað viðurskifti á økinum.

Pensjónsviðurskiftini skulu betrast. Nevndin, sum endurskoðar eftirlønarviðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, verður víðkað við einum av pørtunum góðkendum formanni. Miðað verður eftir, at nevndin letur álit 1. oktober 2004. Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin verður styrktur.

Arbeiðið hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at gera eina skipan, sum kann loysa trætur, so skjótt tær koma í, heldur fram.

Samferðslu- og samskiftismál
Landsstýrið hevur skyldu at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi hevur alstóran týdning fyri trivnaðin í útjaðaranum og fyri vinnuna og trivnað í landinum sum heild.

Nýggj samferðsluætlan verður gjørd. Landsverkfrøðingurin ger framhaldandi kanningar til smærri berghol, ið mugu gerast av trygdarávum.

Kanningar verða gjørdar um fast samband undir Skopunarfirði við tí endamáli at betra sambandið bæði til Sandoynna og Suðuroynna.

Umstøðurnar hjá rørslutarnaðum í samferðsluni skulu betrast í samstarvi við avvarðandi feløg.

Atkomuviðurskiftini á útoyggj skulu betrast. Samstundis verður stuðul til infrakervið framhaldandi játtaður.

Verandi útbyggingar á samferðsluøkinum halda fram.

Umleggingin av Postverkinum til alment partafelag heldur fram.

Hildið verður fram at menna kappingarførar samskiftismøguleikar í øllum landinum.

Vága Floghavn verður útbygd og nútímansgjørd. Viðurskiftini um loftferðslumyndugleikan verða framhaldandi kannað.

Fiskivinnan
Hildið verður fast við fiskidagaskipanina. Økis- og gýtingarfriðingarnar verða varðveittar.

Í samstarvi við vinnuna verður skipað fyri, at fult gjøgnumskygni verður við fiskirættindunum, soleiðis at brúksskyldur fylgja við brúksrætti til fiskatilfeingið. Somuleiðis verða tiltøk at forða "spekulatión" við fiskirættindum støðugt ment og sett í verk.

Miðað verður eftir at gera skipanina fyri útróður einfaldari. Fjálgað verður um hesa vinnu kring landið.

Fiskivinnulóggávan skal gerast greiðari.

Ráðgevingin í sambandi við áseting av fiskidøgum skal byggja á vinnulig, vísindalig, samfelagslig og búskaparlig atlit.

Betraðir veiðumøguleikar
Nevnd, umboðandi vinnuna og myndugleikarnar, verður sett at gera eina menningarætlan fyri veiðumøguleikar uttan fyri føroyskt sjóøki.

Rækjuvinnan
Loysn skal finnast á trupulleikunum hjá rækjuvinnuni. Nevnd umboðandi myndugleikar, skip og manningar verður sett at gera uppskot.

Fiskivinnan á landi
Kappingarførið hjá fiskivinnuni skal betrast.

Fiskiríkidømið eigur í mest møguligan mun at virðisøkjast her á landi.

Flutningskostnaður av rávøru skal sum minst darva kappingarførinum hjá vinnulívinum í útjaðaranum.

Trivnaðarmál
Trivnaður hjá øllum bólkum í samfelagnum er ein avgerandi treyt fyri einum samfelag í menning.

Familjupolitikkur
Samgongan er samd um at hava ein virknan familjupolitikk, sum tryggjar tørvin hjá einstøku familjuni.

Ein høgur føðitíttleiki er avgerandi fyri, at samfelagið kann mennast. Tí hevur samgongan sett sær sum mál at betra um fíggjarligu korini hjá smábarnafamiljum.

Arbeitt verður fyri at avmarka talið á fosturtøkum við betri umsorgan, upplýsing og ráðgeving.

Heilsumál
Samgongan fer framhaldandi at útbyggja og nútímansgera sjúkrahúsverkið sambært langtíðarætlanunum. Málið er framhaldandi at hava eitt sjúkrahúsverk á høgum støði. Samstundis heldur arbeiðið fram at samskipa og dygdarmenna sjúkrahúsverkið, soleiðis at bíðilistarnir verða burtur.

Sjúklingum skal verða tryggjað viðgerð – eisini uttanlands.

Samgongan vil virka fyri at samskipa heilsustovnar, undirvísingarstovnar og áhugafeløg í eitt felags átak fyri fólkaheilsu. Skipan skal gerast um fyribyrgjandi heilsukanning fyri fólk í miðal aldri.

Ein langsiktað skipan fyri heilsugóðan mat til børn verður løgd til rættis.

Arbeitt verður fyri at fáa mjólkina bíligari.

Rikin verður ein royki- og rúsevnapolitikkur, sum hevur til endamáls at fyribyrgja og minka um nýtsluna.

Primera heilsutænastan verður raðfest hægri.

Tøkniliga samskiftið millum heilsustovnar og heilsutænastur verður fingið at virka bæði innlendis og til onnur lond.

Virkað verður fyri at fylgja tilmælinum í Heildarpsykiatriætlanini. Nýggj psykiatrilóg verður gjørd.

Sjúkrakassaskipanin verður nútímansgjørd, so skipanin verður einføld.

Almannamál
Almannaskipanir skulu vera háttaðar soleiðis, at fólk í mest møguligan mun skulu hava ein virknan leiklut í samfelagnum.

Almannaverkið verður gjørt betri og einfaldari.

Almannaverkið skal – saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum – hjálpa fólki við avmarkaðum møguleikum at fáa atgongd til útbúgvingar og arbeiðsmarknaðin.

Ein langtíðarætlan verður gjørd fyri at loysa íbúðartørvin hjá fólki við serligum tørvi.

Tøkniligu tilboðini til fjølbrekað verða raðfest.

Skipanin við hjálpitólum verður gjørd einfaldari.

Eldraøkið
Røktarheim og eldrasambýli verða framhaldandi bygd.

Samráðingar verða tiknar upp millum land og kommunur, um hvussu framtíðar eldraøkið skal skipast.

Heimarøktin verður ment og útbygd, so hon verður før fyri at veita nøktandi tænastur.

Bústaðarpolitikkur
Samgongan vil virka fyri at fáa ein fjøltáttaðan íbúðarmarknað. Hetta verður gjørt við at broyta lógina, so íbúðarfeløg fáa somu rentustuðuls- og mvg sømdir, sum tey, ið byggja privat sethús. Lógin um Húsalánsgrunnin verður endurskoðað í hesum sambandi.

Miðvís ætlan verður gjørd fyri at byggja lestraríbúðir og íbúðir fyri fólk við serligum tørvi.

Rentustuðulin til sethúsaeigarar verður varðveittur.

Leigulóg verður gjørd, sum tryggjar rættindi hjá leigarum og útleigarum.

Samgongan er samd um at kanna, hvat kann gerast fyri at fáa størri útboð av leiguíbúðum á leigumarknaðinum og hækka støðið.

Útbúgving og mentan
Grundstøðið undir einum væl virkandi samfelag er ein góð útbúgvingarskipan. Samspælið millum útbúgvingarstovnarnar og vinnuna skal styrkjast, so vitanin eisini kemur vinnuni til góðar.

Fólkaskúlin
Fólkaskúlin byggir á kristna siðalæru og føroyska mentan.

Fólkaskúlalógin verður eftirmett, og trivnaðurin hjá næmingum og lærarum verður kannaður.

Frálæran í fólkaskúlanum verður eftirmett.

Læraraútbúgvingin verður endurskoðað og samskipað við hægri lesnað. Eftirútbúgvingin av fólkaskúlalærarum skal fjøltáttast.

Sernámsfrøðin verður styrkt við støði í álitinum um sernámsfrøði.

Handverksútbúgvingar
Stuðulin til handverkslærlingar skal varðveitast.

Miðnám
Vinnuskúlarnir skulu styrkjast til nýggjar avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum.

Íløgur verða gjørdar í miðnámsskúlarnar, so hesir lúka tey krøv, sum nútíðarsamfelagið setir. Samstarvsmøguleikar millum miðnámsskúlar verða kannaðir.

Fyrireikingarnar til ætlaðar skúlabyggingar halda fram.

ÚS stuðulsskipanin til forsyrgjarar verður endurskoðað.

Hægri lestur
Fróðskaparsetrið skal hava hóskandi umstøður og hava møguleikar at geva fleiri útbúgvingartilboð.

Virkað verður fyri, at útbúgvingarmøguleikarnir hjá føroyskum lesandi úti í heimi verða støðugt mentir.

Mentan
Mentanin er týðandi fyri trivnað og samfelagsliga menning.

Samgongan vil í mest møguligan mun við góðum viðurskiftum stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum ÍSF, ÍSB, ítróttarfeløg, skótar, ítrivsfeløg, samkomur og einstaklingar gera til at menna børn og ungdóm.

Fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirútreiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum.

Bókmentir, tónleikur, leiklist, málningalist og onnur list eiga at verða stuðlað, eisini av tí almenna.

Almennu loftmiðlarnir skulu verða óheftir og virka undir ábyrgd av óheftari nevnd.

Fjølmiðlaábyrgdarlóg verður sett í gildi.

Føroyska tilfarið í loftmiðlunum verður styrkt, og tilboð til deyv og tunghoyrd økt.

Byrgt eigur at verða upp fyri harðskapi og siðspillu.

Digitaliseringin av almennu loftmiðlunum heldur fram.

Bókasavnsskipanin verður endurskoðað og ment.

Upphavsrætturin hjá listafólki skal fáast í rættlag.

Umhvørvi
Miðvís ætlan verður løgd fyri at minka um luftdálkingina.

Agenda 21 ætlanin um umhvørvistiltøk hjá kommunum og landi verður sett í verk.

Upplýsing og tiltøk til náttúru- og umhvørvisvernd verður stuðlað.

Lendisætlanir og friðingar av viðkvomum og serligum lendi eiga at raðfestast.

Træ- og runnaplanting verður stimbrað.

Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi við atliti at felags átøkum, ið minka um dálkingina, menna umhvørvisverndina og økja um burðardygdina.

Orka
Yvirskipaði orkupolitikkurin eigur at vera landspolitisk ábyrgd. Í samráði við kommunurnar verður elveitingarlóg fyrireikað.

Orkuútbyggingin skal fara so skynsamiliga fram sum gjørligt fyri umhvørvi og náttúru. Varandi orkukeldur – vindur, alda, streymur, sól o.s.fr. - eiga at gerast ein so stórur partur, sum til ber av orkuframleiðsluni.

Granskingarsamstarv og royndarvirksemi við alternativari orku á sjógvi og landi verður stimbrað.

Avgjøld á orkusparandi vørum verða tillagað, so orkunýtslan í húsarhaldinum kann minka.

Kommunumál
Kommunala sjálvstýrið og ábyrgdin skulu styrkjast við greiðari skilnaði millum lands- og kommunuuppgávur.

Samráðingar verða tiknar upp við kommunurnar um, hvørji øki skulu leggjast út til kommunurnar.

Økismenning
Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum.

Økismenning og útoyggjapolitikkur verða skipað undir ávísum landsstýrismanni.

Við støði í álitunum um økismenning og útoyggjapolitikk verður ætlan løgd fyri, hvussu tilmælini kunnu verða fylgd.

Miðað verður ímóti, at allir borgarar landsins fáa nøktandi tænastustig innan vinnu, telesamskifti, samferðslu, heilsu-, almanna-, menta- og skúlamál.

Miðað verður eftir, at møguligir nýggir almennir stovnar verða lagdir kring landið.

Miðað verður eftir at skipa tænastudeplar, har borgarar í økjunum kunnu avgreiða flestu mál mótvegis tí almenna. Deplarnir verða skipaðir saman við Postverkinum.

Í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum verður skipað fyri, at ferðslan um firðir og sund gerst óheft av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.

Flutningskostnaður skal sum minst darva kappingarførinum hjá vinnulívinum í útjaðaranum.

Almenna fyrisitingin
Almenna fyrisitingin verður samskipað, so betri samstarv fæst millum aðalráðini. Fyrisitingin skal gerast meira opin og einføld fyri brúkaran. Rættartrygdin skal styrkjast.

Fyrisitingarlógin og lógin um alment innlit verða endurskoðaðar.

Navnalógin og lógin um persónsupplýsingar verða endurskoðaðar.

Vallógin verður endurskoðað.

31. januar 2004

Alfred Olsen (sign)        Anfinn Kallsberg (sign.)         Jóannes Eidesgaard (sign.)
Sambandsflokkurin    Fólkaflokkurin                 Javnaðarflokkurin