Samgonguskjalið  2002-2006

line1.gif (286 bytes)

Samgonguskjal millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin


Sjálvstýri, sosial trygd og framburður

Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin eru samdir um at skipa landsstýri og politiska samgongu á løgtingi. Samgongan hevur sum mál at skipa breitt samstarv við allar flokkar á løgtingi.

Ríkisrættarliga støðan

Endamál samgongunnar er, at Føroyar gerast sjálvbjargnar, so Føroya fólk uttan fíggjarligar og umsitingarligar bindingar kann gera av framtíðarstøðu sína.

Samgongan hevur sum grundarlag, at Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti og er samd um í eini tryggari sjálvstýristilgongd í valskeiðnum 2002-2006 at virka fyri:

• at tað verður Løgtingið, sum ger av, at øll málsøki, undantikið tey, sum eru knýtt at suverenitetinum, kunnu yvirtakast sum sermál

• at har vit valda, skulu vit gjalda

Samgongan ætlar í hesum valskeiði at yvirtaka hesi málsøki undir føroyskt málsræði: Familjurættarmál, havumhvørvi, kortlegging, upphavsrætt, vinnulóggávu, tilbúgving, veðurtænastu, vitaverk, uppmerking, fjølmiðlaábyrgdarlóg og arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Umsitingin av tinglýsingini verður yvirtikin.

Fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirútreiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum.

Útbyggingarætlan fyri Vága Floghavn verður gjørd, og tryggjaður verður sunnur rakstrarbygnaður saman við fíggingarætlan, so floghavnin kann útbyggjast og yvirtakast.

Arbeiðið at yvirtaka loftferðslumyndugleikan heldur fram.

Arbeiðið at yvirtaka løgreglu og rættarskipan heldur fram í neyvum samskifti við allar partar á økinum.

Allar yvirtøkur verða neyvt fyrireikaðar í samskifti við allar avvarðandi partar og neyvar umsitingar- og fíggjarætlanir gjørdar og lagdar fyri Løgtingið, áðrenn yvirtøkan verður framd.

Arbeiðið í grundlógarnevndini heldur fram.

Uttanríkismál

Samgongan hevur sum mál at vinna Føroyum veruliga uttanríkispolitiska ávirkan og at fyrireika egnan uttanríkispolitikk.

Føroyskir myndugleikar skulu eftir greiðum reglum tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið kunnu hugsast at hava týdning fyri Føroyar og føroyingar.

Umboðan Føroya í fleirtjóða og altjóða felagsskapum verður styrkt.

Arbeitt verður fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Útnorðursamstarvið verður styrkt. Samstarvið við grannatjóðir og grannaøkir kring alt Norðuratlantshav verður ment.

Hermálsliga og trygdarpolitiska støða Føroya verður framhaldandi útgreinað.

Ein politikkur við greiðum málsetningum fyri menningar- og neyðhjálp verður orðaður, og raðfestingar á fíggjarlógini gjørdar samsvarandi.

Búskapar- og fíggjarmál

Førdur verður ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur.

Grundstøðið undir búskapinum er framleiðsluvirðið í landinum. Politiska endamálið við fíggjarpolitikkinum er at laga føroyska búskapin til ein sjálvberandi búskap, har:

• allir borgarar hava javnbjóðis møguleikar,

• vælferðin hjá føroyingum verður ment,

• samfelagnum verður tryggjað eitt sunt støði fyri sjálvsmenning og búskaparligum sjálvbjargni,

• javnvág verður millum privat og alment fyritaksemi og íløgur.

Búskaparliga skal munurin millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini vaksa positivt á hvørjum ári.

Miðað verður eftir at gjalda niður skuld skjótari enn ætlað.

Blokkstuðulin verður fastfrystur.

Búskapargrunnur verður settur á stovn.

Virðisbrævamarknaður verður settur á stovn.

Almennar langtíðar íløguætlanir skulu gerast og fylgjast í verki.

Lóg um útistandandi áogn landskassans verður gjørd.

Til at nøkta hølistørvin á ymsum økjum í samfelagnum eiga møguleikarnir fyri nýggjum reglum og ognar- og fíggingarhættum at verða royndir.

Skatta- og tollmál
Skatta- og avgjaldspolitikkurin skal eggja til, at tað loysir seg at arbeiða, framleiða, spara saman og gera íløgur.

Samgongan er samd um, at neyðugt er at linka skattin til at lætta um hjá familjum og einstaklingum, til at lækka kostnaðarstøðið og til at bøta realønina og styrkja kappingarførið. Tí verður botnfrádrátturin hækkaður og allir prosentsatsir á skattaskalanum stigvíst lækkaðir, serliga hjá lág- og meðalinntøkum.

Marginalskattamarkið verður stigvíst hækkað til at liggja oman fyri sáttmálalønina hjá verkafólki.

Sum eitt serstakt mál verður samstarv tikið upp við partarnar á arbeiðsmarknaðinum til at leggja fram ætlan fyri skattapolitikkin og at fáa samstarv um framtíðar skattapolitisku ætlanirnar og uppskot til nýggja eftirlønarskipan.

Meirvirðisgjaldsskipanin og punktgjøldini verða endurskoðað.

Almenna fyrisitingin

Nevnd verður sett at endurskoða almenna bygnaðin við tí endamáli at gera uppskot til ódýrari og einfaldari rakstur og betra tænastuna til borgaran. Herundir verður eisini hugt at fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit.

Kommunumál

Kommunala sjálvstýrið og ábyrgdin skulu styrkjast við greiðari skilnaði millum lands- og kommunuuppgávur.

Við støði í álitinum um greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur verður neyv ætlan gjørd fyri at leggja størri ábyrgdarøkir til komunurnar, og semja verður gjørd um íløgu- og skattabýtið.

Økismenning

Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum.

Økismenning og útoyggjapolitikkur verða skipað undir ávísum landstýrismanni.

Við støði í álitinum um økismenning og útoyggjapolitikk verður ætlan løgd fyri, hvussu tilmælini kunnu verða fylgd.

Miðað verður ímóti, at allir borgarar landsins fáa nøktandi tænastustig innan vinnu, telesamskifti, samferðslu, heilsu-, almanna-, menta- og skúlamál.

Miðað verður eftir, at møguligir nýggir almennir stovnar verða lagdir kring landið.

Í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðin verður skipað fyri, at ferðslan um firðir og sund gerst óheft av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.

Flutningskostnaður skal sum minst darva kappingarførinum hjá vinnulívinum í útjaðaranum.

Trivnaðarmál

Familjumál
Familjan er kjarnin í samfelagnum, og tí eiga lógir, sum ikki samsvara við hesa grundreglu, framhaldandi at verða broyttar, so tær eru við til at fjálga um familjuna, eisini tey, sum hava mist part av familjuni.

Skatta- og almannalógir eiga at vera so familjuvinarligar sum gjørligt.

Lóggávan má stuðla virkjum og stovnum til at føra ein familjuvinarligan starvsfólkapolitikk.

Barnafrádrátturin verður hækkaður.

Arbeitt verður fyri at avmarka talið á fosturtøkum. Neyðug ráðgeving, leiðbeining og hjálp eigur at verða veitt mammum/foreldrum í sambandi við barnsburð.

Rikin verður ein rúsevnapolitikkur, sum hevur til endamáls at fyribyrgja og minka um rúsevnamisnýtsluna.

Fyribygjandi tiltøk móti og miðvís upplýsing um skaðaárin av rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu eigur at verða styrkt í skúla og fjølmiðlum.

Heilsumál
Heilsuverkið skal mennast, til tað er á hægst møguligum altjóða støði í góðum samstarvi við útlendsk heilsuverk.

Ein heilsupolitikkur verður orðaður, ið setur greið mál fyri heilsutænastuna og sum ásetur uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum sjúkrahúsini og millum sjúkrahús og primeru heilsutænastuna.

Kommunulæknaskipanin skal endurskoðast við atliti at læknatrotinum. Nýggj skúlalæknaskipan verður gjørd.

Miðast skal ímóti at fylgja tilmælunum í álitinum um heildarpsykiatri.

Skipast skal venjingarmiðstøð fyri langtíðarsjúklingar.

Sjúkrakassaskipanin verður endurskoðað og møguliga umskipað.

Lóggevast skal um ílegu- og biotøknigransking í Føroyum.

Sjúkrahúsini verða um- og útbygd sambært langtíðarætlanum.

Almannamál
Almannaverkið verður gjørt einfaldari og betri. Fólk, ið gerast heft at almannaverkinum, skulu í størst møguligan mun stuðlast at koma úr aftur skipanini.

Nýggj sosiallóggáva skal gera sosialu trygdarskipanina einfaldari og nærri brúkarunum.

Almannaverkið skal – saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum – tryggja fólki við skerdum arbeiðsevnum og sosialum tørvi atgongd til útbúgvingar og/ella arbeiðsmarknaðin.

Íbúðartørvurin hjá fólki við serligum áneyðum verður loystur við raðfestari íløguætlan.

Samdøgurstovnar til evnaveik, menningartarnað, fjølbrekað og sálarsjúk skulu byggjast, og dagstovnatilboð eftirmetast.

Skipanin við hjálpartólum verður endurskoðað. Tøkniligu tilboðini til fjølbrekað verða raðfest ovarliga.

Eldraøkið
Eldraøkið skal – í semju við kommunurnar – skjótast gjørligt leggjast til kommunurnar, og skattalykilin broytast samsvarandi øktu fíggjarbyrðini.

Bráneyðugi tørvurin á eldrabústøðum, ellis- og røktarheimsplássum skal – í samstarvi við kommunurnar – nøktast eftir galdandi skipan. Hóskandi upphædd verður sett av til endamálið. Kommunurnar taka stig til bygging.

Heimarøktin skal beinan vegin víðkast til at umfata samdøgursrøkt.

Bústaðarpolitikkur
Land og kommunur ganga saman um at orða ein bústaðarpolitikk.

Fyri at økja útboðið av bíligari leigubústøðum verður kannað, hvussu inntøka frá útleigu av parti av egnum bústaði kann verða skattað lagaligari.

Nýggja leigulógin skal tryggja leigara og útleigara rættindi og skyldur.

Alternativ bústaðarbygging verður framd við tøkum vinnuligum og almennum fíggingarmøguleikum. Lógin um Húsalánsgrunnin verður broytt, so hann eisini kann taka lut í hesum.

Fiskivinnupolitikkur

Høvuðsendamálið við fiskivinnupolitikkinum er, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum varandi grundarlag undir búskapinum.

Fiskivinnan skal standa á egnum beinum uttan almennan stuðul, og fiskastovnarnir skulu gagnnýtast á sunnum vinnuligum og lívfrøðiligum grundarlagi.

Framtøk skulu gerast innan útbúgving og gransking í samstarvi við vinnuna til at økja um úrtøkuna og at eggja ungfólki at starvast í hesi vinnu í menning.

Hildið verður fast við fiskidagaskipanina, og økis- og gýtingarfriðingarnar verða varðveittar.

Miðað verður eftir at gera skipanina fyri útróður einfaldari við tí endamáli, at útróðurin sum vinna og fólkamentan kann mennast kring landið.

Fult gjøgnumskygni skal vera við fiskirættindunum, har brúksskyldur fylgja við brúksrætti til fiskatilfeingið. Tiltøk til at forða "spekulatión" við fiskirættindum verða støðugt ment og sett í verk.

Fiskivinnuni á landi skulu skapast fríir og javnbjóðis kappingarmøguleikar.

Samstarvið við okkara grannalond um sínámillum fiskirættindasáttmálar á høgum støði skal halda fram, so at vánaligur fiskiskapur á einum øki ávirkar búskapin sum minst.

Kunngerð um arbeiðsumhvørvið umborð á skipum verður gjørd í samráð við vinnuna og sett í verk.

Føroyska altjóða skipaskrásetingin skal styrkjast, so hon kann gerast ein inntøkukelda aftrat hjá landshúsarhaldinum.

Vinnupolitikkur

Virkað verður fyri einum sjálvberandi búskapi, har vinnur av ymsum slagi geva avkast, framburð og vælferð í fríari, altjóða kapping, og har trivnaður og umhvørvi verða raðfest ovarlaga.

Nýggjar vinnur
Miðast skal eftir, at kunningartøkni, bio- og gengransking verða hornasteinar í búskapinum, har samanrenning millum vitan, samskifti og kunningartøkni verður ásin, sum framburðurin á økinum melur um.

Kreativar vinnur skulu mennast.

Byggjast skal starvsstova, har sjúkrahús, apotek, Heilsufrøðiliga Starvstovan, Elektron, aðrar teldufyritøkur og privatir íleggjarar samstarva á felags palli innan gengransking, lívfrøði og evnafrøði.

Til at fáa fleiri útlendsk vitjandi higar, eigur ferðavinnan at stimbrast, so hon gerst kappingarfør við ferðavinnuna í grannalondunum.

Landbúnaðarlóggávan verður endurskoðað.

Aðrar vinnur
Tá virðisbrævamarknaður er settur á stovn, verður farið undir varliga og gjøgnumskygda einskiljing av vinnuligu fyritøkunum hjá landinum.

Partabrøv í fyritøkunum kunnu eftir greiðum reglum og fullum gjøgnumskygni verða boðin til sølu. Møgulig søla av partabrøvum eigur at órógva virksemið í fyritøkunum minst møguligt. Sølan skal geva fullan vinning og fult endurgjald fyri kreppuloysnirnar.

Almennar fyritøkur kunnu, um Løgtingið samtykkir tað, selja ella skipa fyri nýtekning av partabrøvum, sum verða boðin út – lutvíst sum starvsfólkapartabrøv, til almenningin og/ella til strategiskar íleggjarar. Málið er, at landskassin fær sum mest burturúr, og at selt verður til hægstbjóðandi.

Peningurin kann nýtast at gjalda niður almennu skuldina.

Alivinnan
Alivinnan skal vera búskapar- og umhvørvisliga sjálvberandi, skal hvíla í sær sjálvari og vera grundarlag undir víðari menning av dygdarvørum, sum skapa inntøkur í altjóða kapping. Alivinnan skipar seg sjálv, frá smoltaling til marknaðarføring.

Skattliga skal føroyska alivinnan ikki vera verri fyri enn útlendsku kappingarneytarnir.

Hildið verður fast við, at útlendski eigaraparturin í alivinnuni ikki verður víðkaður.

Kynsbót, eftirlit og sjúkufyribyrging verður stuðlað í sama mun sum hjá okkara kappingarneytum. Virkast skal fyri, at menna gransking og aling av øðrum fiskasløgum.

Sandoyggin er lívfiskaøki, og verður virkað fyri at menna oynna sum slíka.

Samferðslu- og samskiftismál
Landsstýrið hevur skyldu at tryggja hóskandi ferða- og flutningssamband millum tey ymsu plássini í Føroyum. Samgongan ásannar, at ferða- og flutningssamband hevur týdning fyri vinnumøguleikar og trivna í landinum.

Raðfesting av íløgum á samferðsluøkinum verður framd sambært fíggjar- og búskaparorku landsins.

Umstøður teirra rørslutarnaðu verða raðfestar høgt, tá ið nýíløgur/ábøtur í samferðsluskipanini verða gjørdar.

Kannað verður, um rationaliseringar kunnu gerast í samferðslukervinum.

Uppgávur kunnu bjóðast út til privatar at røkja, har hetta gevur fíggjarligan og tænastuligan fyrimun.

Landsverkfrøðingurin ger kanningar um framtíðar sambindingar oyggjanna millum.

Játtaður verður framhaldandi stuðul til infrakervið á útoyggjunum.

Kannað verður um Postverkið og Strandferðslan kunnu samskipa post- og farmaflutningin.

Skaptar verða javnbjóðis fortreytir fyri frælsari kapping á fjarskiftisøkinum. Miðað verður eftir at menna netsamfelagið Føroyar.

Tað almenna eigur at ganga á odda at nýta kunningartøkni frá føroyskum fyritøkum.

Møguleikarnir fyri loftvegis samferðslu millum oyggjarnar verða kannaðir.

Orkumál
Orðaður verður almennur orkupolitikkur.

Stórur partur av landsins inntøkum verður nýttur til orku á sjógvi og landi. Tí er umráðandi, at ein langsiktaður orkupolitikkur verður førdur, sum í mest møguligan mun ger okkum óheft av termiskari orku - t.v.s. olju.

Kanningar verða framhaldandi gjørdar í vatn-, vind-, aldu- o.a. náttúrugivnar orkukeldur.

Arbeiðsmarknaðarmál
Saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum verður arbeitt við at gera skipan, sum kann loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum so skjótt, tær koma í.

Nýggj eftirlønarskipan fyri øll skal avgreiðast beinanvegin.

Rætturin til barnsburðarfarloyvi verður longdur til 52 vikur, og endurgjald fyri mista inntøku stigvíst víðkað at galda alt tíðarskeiðið.

Møguleikar fyri, at almennir stovnar skipa fyri barnaansing, verða kannaðir.

Arbeiðsskaðatryggingarlógin verður løgd fyri tingið av nýggjum.

Saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum verður ALS-skipanin eftirmett og dagførd.

Oljuvinna
Kolvetnispolitikkurin verður framhaldandi grundaður á greiðan skilnað millum almennar og privatar uppgávur.

Ojufeløgini gera íløgur í leiting og møguliga framleiðslu, men virka eftir skipaðum karmum, ið tað almenna hevur sett. Myndugleikarnir hava neyvt eftirlit við virkseminum hjá oljufeløgum, ið eru virkin á føroyska landgrunninum.

Um kolvetni í rakstrarverdum nøgdum eru í havbotninum, verður dentur lagdur á at tryggja eina varliga og skynsema framleiðslutilgongd, har atlit verða tikin at búskapi, umhvørvi og mentan.

Dentur verður lagdur á, at føroyskar fyritøkur eru við í leitivirkseminum á landgrunninum, so at kolvetnisleiting stimbrar teirra førleika at gera seg galdandi í oljuvinnu uttanlands.

Trivnaðar-, mentanar- og umhvørvisatlit verða raðfest ovarlaga.

Almennar inntøkur frá kolvetnisskatti fara í serligan grunn.

Útbúgving og gransking

Miðvísar íløgur í vitan, kunnleika og skapandi evnir eru neyðugar í føroyska samfelagnum komandi árini.

Fólkaskúlin
Fólkaskúlin byggir á kristna siðalæru og føroyska mentan.

Fólkaskúlalógin skal eftirmetast, og læraraútbúgvingin endurskoðast og samskipast við hægri lesnað. Eftirútbúgvingin av fólkaskúlalærarum skal fjøltáttast.

Foreldragjaldið til frískúlar skal lækka.

Eftirmetingin av frálæruni í fólkaskúlanum skal styrkjast.

Serundirvísingin og virksemið á Sernámsdeplinum skal endurskoðast.

Miðnám
Vinnuskúlarnir skulu styrkjast til nýggjar avbjóðingar á tekniska økinum á arbeiðsmarknaðinum og til lærugreinir, sum eru neyðugar í eini komandi oljuvinnu.

Íløgur verða gjørdar í miðnámsskúlarnar, so hesir lúka tey krøv, sum nútíðarsamfelagið setur. Møguleikarnir at skipa miðnámsskúlarnar til breytaskipan verða kannaðir.

Kannað verður, um møguligt er at veita stuðul til útbúgvingar uttan fyri Føroyar, sum í dag ikki verða stuðlaðir av Stuðulsstovninum ella SU.

Nýggjur tekniskur skúli og studentaskúli verða bygdir í Tórshavn.

Hølistrupulleikarnir hjá HT-útbúgvingini í Klaksvík verða loystir sambært útbyggingarætlanini.

Hægri lestur
Fróðskaparsetrið skal hava hóskandi karmar og hava møguleikar at geva fleiri útbúgvingartilboð.

Útbyggingarætlan fyri Fróðskaparsetrið verður kannað.

Útbúgvingarnar, sum liggja millum miðnám og hægri lesnað, verða umskipaðar til hægru útbúgvingarnar.

Virkað verður fyri, at útbúgvingarmøguleikarnir hjá føroyskum lesandi úti í heimi verða støðugt styrktir.

Mentan

Mentan og list eru týðandi fyri trivnað og samfelagsliga menning.

Samgongan vil í mest møguligan mun stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum ítróttarfeløg, skótar, einstaklingar o.o. ítrivsfeløg gera til at menna okkara børn og ungdóm.

Miðað verður eftir at fremja tilmælini í mentanarálitinum.

Møguleikarnir fyri at seta á stovn mentanarhús kring landið verða bøttir.

Bókasavnsskipanin eigur at verða ment um alt landð, so hon kann veita øllum borgarum holla og dygga tænastu.

Fyrireikingar til Tjóðleikpall Føroya byrja.

Greiður fornminnapolitikkur verður orðaður og settur í verk.

Orðabókaútgáva úr og í fremmand mál verður stuðlað, harundir teldutøkar orðabøkur.

Í loftmiðlunum verður føroyska tilfarið styrkt, og tilboð til deyv og tunghoyrd økt. Byrgt eigur at verða upp fyri harðskapi og siðspillu.

Útgáva av føroyskum teldutøkum blindamáli verður framd.

Sjónvarpið og Útvarpið skulu skipast sum sjálvstøðugir almennir stovnar.

Upphavsrættindi hjá listafólki skulu fáast í rættlag. Samsýningar fyri orð og løg í sambandi við nýggjar útgávur skulu umsitast av føroyskum stovni.

Tað ræður um at stuðla øllum tí, sum fremur føroyskan samleika á mentanarliga økinum, eitt nú yrkislist, fólkamentan, virksemið í kvøldskúlum, kirkjum og samkomum og frítíðarfelagsskapum.

Umhvørvismál

Umhvørvispolitikkurin og -fyrisitingin verða styrkt. Hetta skal m.a. gerast við at samskipa fyrisitingina av umhvørvisvernd, náttúruvernd og lendisnýtslu.

Meginreglan skal vera, at burturbeining og umhvørvisvernd áliggur tí dálkandi partinum.

Umhvørvis-, náttúru- og planleggingarlóggávan verður endurskoðað og dagførd. Skipanin við umhvørvisgóðkenningum av virkjum og fyritøkum verður gjørd einfaldari, soleiðis at tað almenna setir umhvørvismál, men einstaka fyritøkan fær frælsi at velja, hvussu málini verða nádd.

Upplýsing og tiltøk til náttúru- og umhvørvisvernd verða stuðlað.

Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi við atliti at felags átøkum, ið minka um dálkingina, menna umhvørvisverndina og økja um burðardygdina.

Tórshavn, 6. juni 2002

Tjóðveldisflokkurin      Fólkaflokkurin     Sjálvstýrisflokkurin      Miðflokkurin

Undirskrivað av Anfinni Kallsberg úr Fólkaflokkinum, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, Høgna Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum.