Tíðarfreistir eftir løgtingsvalið 20. januar 2004

Tann 22. januar 2004 ætlar løgtingsformaðurin at boða formonnunum fyri flokkunum, ið eru umboðaðir á Løgtingi til samráðs. Eingin freist er í sjálvum sær fyri, nær løgtingsformaðurin skal boða til samráðs. Rættast er tó, at hetta verður gjørt skjótast gjørligt soleiðis, at stundirnar at skipa samgongu verða longst møguligar. Hinvegin eigur løgtingsformaðurin tó at geva formonnunum rímiligar stundir at taka støðu til, hvønn teir vilja peika á sum samráðingarleiðara.

Tann 3. februar 2004 kl. 10.00 er seinasta freist at hava fyrsta tingfund eftir løgtingsvalið, har valdir verða løgtingsformaður og næstformenn. (ssl § 9)

Tann 13. februar 2004, ella 9. yrkadagin eftir fyrsta tingfund, er seinasta freist hjá løgtingsformanninum at leggja uppskot um fyrsta løgmansevni fyri Løgtingið. (ssl § 28, stk. 2)

Tann 18. februar 2004, ella 4. yrkadagin eftir at uppskot er lagt fram, er seinasta freist hjá Løgtinginum at greiða atkvøðu um løgmansevni. (ssl § 28, stk. 3)

Tann 23. februar 2004, ella 4. yrkadagin eftir at fyrsta uppskot til løgmansevni er fallið, er seinasta freist hjá løgtingsformanninum at leggja uppskot um næsta løgmansevni fyri Løgtingið, og tingið skal sama dag greiða atkvøðu um tað. (ssl § 28, stk. 4)

Tann 27. februar 2004, ella 4. yrkadagin eftir at næsta uppskot til løgmansevni er fallið, er seinasta freist hjá løgtingsformanninum at leggja uppskot um triðja løgmansevni fyri Løgtingið, og tingið skal sama dag greiða atkvøðu um tað. (ssl § 28, stk. 5)

Tann 3. mars 2004, ella 4. yrkadagin eftir at triðja uppskot til løgmansevni er fallið, er seinasta freist hjá løgtingsformanninum at leggja uppskot um fjórða og seinasta løgmansevni fyri Løgtingið, og tingið skal sama dag greiða atkvøðu um tað. (ssl § 28, stk. 5). Verður tað felt, skrivar starvandi løgmaður út nýval til Løgtingið. 

 

Tað kunnu ongantíð ganga meiri enn 44 dagar (talið verður tó hægri um mishalgidagar eru) frá og við løgtingsvaldegnum, til vit hava ein nýggjan løgmann.