Løgmanstilnevningargerðabók

Ár 2004, hin 22. januar, kl. 10.00, hevði løgtingsformaðurin samráð um løgmanstilnevningarspurningin hvør sær við floksformenninar á Løgtingi sbr. stýrisskipanarlógini § 28. Til staðar vóru eisini Súsanna Danielsen, stjóri, Kristina Samuelsen, ráðgevi, og Marius Rein, skrivstovufulltrúi.

Klokkan 10.00 kom á fund Høgni Hoydal, floksformaður fyri Tjóðveldisflokkin á tingi. Upp á fyrispurning frá løgtingsformanninum mælti hann til, at litið varð upp í hendi á Høgna Hoydal at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning.

Klokkan 10.10 kom á fund Alfred Olsen, floksformaður fyri Sambandsflokkin á tingi. Upp á fyrispurning frá løgtingsformanninum mælti hann til, at litið varð upp í hendi á Jóannesi Eidesgaard at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning.

Klokkan 10.20 kom á fund Jóannes Eidesgaard, floksformaður fyri Javnaðarflokkin á tingi. Upp á fyrispurning frá løgtingsformanninum mælti hann til, at litið varð upp í hendi á Jóannesi Eidesgaard at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning.

Klokkan 10.30 kom á fund Anfinn Kallsberg, floksformaður fyri Fólkaflokkin á tingi. Upp á fyrispurning frá løgtingsformanninum mælti hann til, at litið varð upp í hendi á Anfinni Kallsberg at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning.

Klokkan 10.40 kom á fund Jenis av Rana, floksformaður fyri Miðflokkin á tingi. Upp á fyrispurning frá løgtingsformanninum mælti hann til, at litið varð upp í hendi á Høgna Hoydal at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning.

Klokkan 10.50 kom á fund Kári P. Højgaard, floksformaður fyri Sjálvstýrisflokkin á tingi. Upp á fyrispurning frá løgtingsformanninum mælti hann til, at litið var upp í hendi á Jóannesi Eidesgaard at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning. 

***** 

Løgtingsformaðurin boðsendi hereftir á fund Jóannesi Eidesgaard, og kom hann á fund kl. 11.00. Løgtingsformaðurin heitti á hann um at fara undir samráðingar at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning og í seinasta lagi 6. februar 2004 at boða løgtingsformansembætinum frá, um hann kann vísa á løgmansevni, sum væntandi ikki fer at fáa 17 tingmenn ímóti sær við atkvøðugreiðslu á Løgtingi, sbr. stýrisskipanarlógini § 28, stk. 3. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

Súsanna Danielsen
stjóri