Løgmanstilnevningargerðabók


Ár 1998, hin 15. mai kl. 11.00 hevði løgtingsformaðurin fund um løgmanstilnevningarspurningin við Jógvan I. Olsen, formann í fráfarna Løgtinginum.Til staðar var eisini Súsanna Danielsen løgtingsskrivstovustjóri.

Fráfarni løgtingsformaðurin greiddi nývalda løgtingsformanninum frá, at Anfinn Kallsberg á fundi hevði greitt honum frá, at skipað var samgonga millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin, og hann mælti løgtingsformanninum til at skjóta upp Anfinn Kallsberg sum løgmansevni fyri Løgtinginum sbr. stýrisskipanarlógini § 28, stk. 3. Hesin fór væntandi ikki at fáa 17 tingmenn ímóti sær við atkvøðugreiðsluni.

 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

 

Súsanna Danielsen
løgtingsskrivstovustjóri