Løgmanstilnevningargerðabók


Ár 1998, hin 9. mai kl. 11.15 hevði løgtingsformaðurin fund um løgmanstilnevningarspurningin við Anfinn Kallsberg samráðingarleiðara.Til staðar var eisini Súsanna Danielsen, løgtingsskrivstovustjóri.

Anfinn Kallsberg boðaði frá, at skipað var samgonga millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin, og hann mælti løgtingsformanninum til at skjóta upp Anfinn Kallsberg sum løgmansevni fyri Løgtinginum sbr. stýrisskipanarlógini § 28, stk. 3. Ikki var væntandi, at hesin fór at fáa 17 tingmenn ímóti sær við atkvøðugreiðsluni.


Jógvan I. Olsen
løgtingsformaður

Súsanna Danielsen
løgtingsskrivstovustjóri