Løgmanstilnevningargerðabók


Ár 1998, hin 5. mai, kl. 10.00
, hevði løgtingsformaðurin samráð um løgmanstilnevningarspurningin hvør sær við floksformenninar á løgtingi sbr. stýrisskipanarlógini § 28. Til staðar var eisini Súsanna Danielsen, løgtingsskrivstovustjóri.

Klokkan 10.00 kom á fund Heini O Heinesen, floksformaður fyri Tjóðveldisflokkin á tingi. Upp á fyrispurning frá løgtingsformanninum mælti hann til, at litið varð upp í hendi á Høgna Hoydal at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning.

Klokkan 10.10 kom á fund Óli Breckmann, floksformaður fyri Fólkaflokkin á tingi. Upp á fyrispurning frá løgtingsformanninum mælti hann til, at litið varð upp í hendi á Anfinni Kallsberg at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning.

Klokkan 10.20 kom á fund Jóannes Eidesgaard, floksformaður fyri Javnaðarflokkin á tingi. Upp á fyrispurning frá løgtingsformanninum mælti hann til, at litið varð upp í hendi á Høgna Hoydal at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning.

Klokkan 10.25 kom á fund Edmund Joensen, floksformaður fyri Sambandsflokkin á tingi. Upp á fyrispurning frá løgtingsformanninum mælti hann til, at litið varð upp í hendi á Anfinni Kallsberg at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning

Klokkan 10.35 kom á fund Helena D. á Neystabø, floksformaður fyri Sjálvstýrisflokkin á tingi. Upp á fyrispurning frá løgtingsformanninum mælti hann til, at litið varð upp í hendi á Anfinni Kallsberg at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning

Klokkan 10.45 kom á fund Jenis av Rana, floksformaður fyri Miðflokkin á tingi. Upp á fyrispurning frá løgtingsformanninum mælti hon til, at litið varð upp í hendi á Anfinni Kallsberg at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning.


*****

Løgtingsformaðurin boðsendi hereftir Anfinni Kallsberg á fund, og kom hann á fund kl. 11.00. Løgtingsformaðurin heitti á hann um at fara undir samráðingar at skapa grundarlag fyri eini løgmanstilnevning, og í seinasta lagi leygardagin, 9. mai, klokkan 11.00, at boða løgtingsformansembætinum frá, um hann kann vísa á løgmansevni, sum væntandi ikki fer at fáa 17 tingmenn ímóti sær við atkvøðugreiðslu á løgtingi, sbr. stýrisskipanarlógini § 28, stk. 3.

 

 

Jógvan I. Olsen
løgtingsformaður

 

Súsanna Danielsen
løgtingsskrivstovustjóri