Løgmanstilnevningargerðabók

Ár 2004, hin 2. februar kl. 13.00 hevði løgtingsformaðurin fund um løgmanstilnevningarspurningin við Jóannes Ejdesgaard, samráðingarleiðara. Til staðar var eisini Súsanna Danielsen, løgtingsskrivstovustjóri.

Jóannes Ejdesgaard boðaði frá, at skipað var samgonga millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, og hann mælti løgtingsformanninum til at skjóta upp Jóannes Ejdesgaard sum løgmansevni fyri Løgtinginum sbr. stýrisskipanarlógini § 28, stk. 3. Ikki var væntandi, at hesin fór at fáa 17 tingmenn ímóti sær við atkvøðugreiðsluni.


Edmund Joensen
løgtingsformaður

Súsanna Danielsen
løgtingsskrivstovustjóri