Standmyndin av Effersøe

line1.gif (286 bytes)

Á tinghúsvøllinum er ólavsøkudag 1933 sett standmynd av yrkjaranum Rasmus C. Effersøe. Standmyndin er gjørd av listakvinnuni Anne Marie Carl Nielsen. Anne Marie Carl Nielsen var gift við tónasmiðinum Carl Nielsen.


wpe2.gif (54428 bytes)

R.C. Effersøe (1857-1916)

 

Í Dimmalætting nr. 14 frá 15. februar 1919 stendur at lesa soljóðandi lýsing:

"Vit, sum her hava sett okkara nøvn undir, eru komin á samt um, at Føroyingar eiga at reisa eitt minnismerki eftir Rasmus Christoffer Effersøe. Vit føla okkum viss í, at flest øll tey nógvu, sum kendur henda merkismann, eru samsint við okkum um, at Rasmus Effersøes lívsyrki longu hevur haft og eisini í framtíðini vil koma at hava ómetuligt virði fyri Føringar í strevi teirra fyri móðurmálinum og fyri at fáa teir til at ganga fram í øllum lutum. Og vit trúgva, at vit tey sum kendu hann, goyma minni um ein fálíka góðan og fosturlandskæran Føring, sum ofraði øll síni evnir til gagn fyri Føroyafólki og Føroyalandi á ymsan hátt.

Fyri at fremja mál okkara: at reisa Rasmus Effersøe eitt sjónligt, prýðuligt minnismerki, biðja vit tey, sum eru samsint við okkum her, um at styðja okkum við peningagávum.

Hvar minnismerkið skal reisast, kann best avgerast, tá ið peningurin er samankomin.

 

Fru Ellen Andreasen                            Jacob Jacobsen, pens. lærari.     

Just Jakobsen,
bóndi                             Fru Sigrid Lützen

Fru Sigrid Niclasen.                             B. A. Samuelsen.


Øll úr Havn


M. A. Winther, løgtingsmaður, Sand, Sandoy.                

Johan H. Poulsen løgtingsmaður, Skopun, Sandoy.  

Mourits Winther,keypmaður,Klaksvík, Norðoyum

S. F. Hansen,keypmaður, Klaksvík, Norðoyum.

D. P. Michelsen, óðalsbóndi,Miðvág, Vágoy

Joen Poulsen,pens. lærari Strondum, Eysturoy

Andr. Samuelsen,sýslumaður, Fuglafirði, Eysturoy. "

 

Í sama blaði verður Rasmus Effersøe lýstur soleiðis:

"Føroyar hava, tó at tær eru smáar og liggja langt av leið frá teim stóru og mentaðu londunum, stundum fostrað reystmenni og merkismenn, hvørs nøvn hava verið kend og vird víða hvar. Rasmus var ein av Føroya merkismonnum. Orð yrkjarans: "Skaldagudur legði grip sín mær í brósti" hava neyvan hóskað betur til nakran Føroying enn Rasmus Effersøe. Hann átti sum fáur dýrgripin, skaldagávuna, og hansara skaldaharpa ljómaði fagurt yvir heila Føroyaland. Nakað av tí besta í føroyskum skaldskapi er úr hansara hondum, og óivað vilja góðir Føroyingar veita minni hans ta æru at samla og geva út tað, hann gav okkum. Um okkara føgru oyar, um tað fagra og ljósa í náttúruni, um góðar gamlar siðir, ljóðaði Rasmussar kvæði. Um ein brennandi kærleika til fosturlandið og móðurmálið bóru tey vitni. Hevði hann viljað, kundi hann óivað eisini við skaldinum kvøðið "yvir sakn tey størstu"; men tær sáru og eymu kenslurnar goymdi hann djúpt í sínum egna brósti.

Umframt skaldskaparliga yrki var Rasmus á ymsan hátt ein merkismaður og undangongumaður. Í mong ár strevaðist hann fyri at gera koruni fyri føroyskum vinnulívi, serliga landbúnaðarviðurskiftum viðvíkjandi, toluligari, og hann royndi, tað hann var mentur, her at vísa á og bróta nýggjar ræsur. Fyri avhaldssakini gjørdi hann eitt stórt og munagott arbeiði.

Rasmus var av siðuligastu og fólkaligastu monnum. Tó honum var givið so nógv fram um teir flestu, virdi og metaði hann hvønn mann sum sín javnlíka. Ongantíð vildi hann troka seg sjálvan fram ella leggja meinbogar í vegin fyri, at aðrir kundu fáa tann sess, ið teir av røttum áttu. Ongantíð reypaði hann sær av sínum kunnleika ella viti. Men hann var sera skemtingarsamur maður, og harmleysan stuttleika dugdi hann sum fáir at fáa í lag. Har Rasmus ferðaðist ella vitjaði inn, var aloftast stuttleikur og gaman. Hesa gávuna bera ymsir av hansara sjónleikum týðilig vitnisprógv um.

Minnið um Rasmus Effersøe eigur at vera goymt, so leingi Føroyar standa. Og vit eiga øll eftir førimuni við gávum og á annan hátt at styðja ta nevnd, ið arbeiðir fyri at reisa Rasmus Effersøe ein minnisvarða. Tey, sum vilja styðja hesa sak, biðjast venda sær til nevndina. Eisini "Dimmalætting" vil við gleði taka ímóti peningagávum til minnisvarðan."

Avdúkingin av standmyndini fór fram ólavsøkudag 1933. Um hesa hending skrivar Tingakrossur 2. august 1933:

"Aftaná tingsetuna var ein frammíhjáhending hesa ólavsøku. Stór mannfjøld var saman komin undir tinghúsinum at síggja hesa friðarmynd, sum verjumenn vóru mannsterkir stillaðir rundan um meðan sangkór sang: "Eg oyggjar veit", "Mítt fagra heim høgt móti norð", "Úr øllum ættum koma vindar" o.s.fr. Harri Edw. Mitens helt røðu um R. C. Effersøe og hansara týdning fyri føroyska tjóðmenning, meðan vestanregnið sáttliga sílaði niður yvir tinghúsvøllin, har myndin stóð hyljað. Ein "improvisator"-røðari vildi havt byrja sína røðu við teirri vesturætt, sum skaldið Effersøe so yndisliga hevur yrkt um, og sum nú summarsliga sirmaði hesa løtu yvir Havnar bý. Hann mól fleiri ferðir við ættini um ólavsøkuna, men hesa løtuna var vesturætt ...... "tó ættin ein mær dámar best". Dúkurin var tikin av og har stóð myndin í bronzu. R. C. Effersøe hevur, fyrsta standmynd, Havnin eigir. Vøkur er hon, og væl líkist hon, men hitt bleyta friðarútlitið í Effersøes andliti finst valla aftur í henni. – Símun av Skarði helt eisini røðu um skaldið Effersøe, og telegram við heilsan frá Føroyingafelag í Keypmannahavn kom í somu stund til hesa hátíð."

Maria Mikkelsen skrivar í "Jól uttanlendis" 1944 at:

"Til ta standmyndina av honum (Effersøe), sum sett er á Tinghúsvøllin í Havn, komu higar tvær myndir (fotografi) at skapa eftir, umframt at víst var á ein Føroying, sum hevði kent hann. Frú Anne Marie Carl-Nielsen fýltist á tilfarið, hon fekk ikki heilt fatur á mannin: hann sá  út at vera "baade mild og stejl og uden smaalighed", men hvat so meira, - og boð varð tá sent eftir Føroyingum, ið tá so væl sum til bar greiddi frá hansara yrki og virki sum føðilandsvinur, náttúruelskari og skald - og vóru eisini hansara umsetingar nevndar, "Æðan" og "Dúgvan". "Ja - en heftig harme over uretfærdighed og vold mod værgeløse ! ... Det sidste digt maa have udløst hans egen længsel efter sol og vaar og medfølelse. ....det lyder saa kønt.---""