Anfinn Kallsberg

Norðoya valdømi

Fólkaflokkurin

Føddur: 19. november 1947

Foreldur: Gunnar og Kathrina Kallsberg

Hjúnafelagi: Berghild Kallsberg

Børn: 3

Útbúgving: Skrivstovu- og handilsútbúgving

Yrki: Løgtingsmaður. 1964-74 hjá P/F J. F. Kjølbro. Frá 1974 sjálvstøðugt bókhaldsvirki.

Álitisstørv: Afturvaldur á ting við valið 20. januar 2004. 2004 formaður í fíggjarnevndini og limur í uttanlandsnevndini. Fyrstu ferð valdur á ting í 1980 og hevur verið tingmaður síðani, undantikið tíðarskeiðini sum landsstýrismaður og løgmaður. Løgmaður 1998-2004. Løgtingsformaður 1991-1993. Landsstýrismaður 1983-1985, januar-juni 1989 og juni 1996 - mai 1998. Nevndarsess í Norðurlandaráðnum januar - juli 1991, og frá juli 1994 til 1998. Limur í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús 1991-1996. Bygdarráðsformaður á Viðareiði 1974-1980.

Heimstaður: FO-750 Viðareiði

Telefon: 451032 - 212025

Telefax: 451263

Teldupostadressa: Anfinnk@logting.fo