Bjarni Djurholm

Bjarni Djurholm121.jpg (53669 bytes)

Suðurstreymoyar valdømi

Fólkaflokkurin

Føddur 19. mars 1957 í Kollafirði.

Foreldur: Günda og Niels Pauli Djurholm, Kollafirði.

Kona: Eydna Djurholm, dóttir Sigbjørg og Thomas Paula Jacobsen, Tórshavn.

Útbúgving: Studentsprógv. Eitt ára lesnað á Geografisk Centralinstitut, Keypmannahavn. Læraraprógv. Telduútbúgving fyri vinnuskúlar frá SEL, Keypmannahavn. Stakgreinalesnaður á Føroya Handilsskúla (Merkonom).

Yrki: Lærari á Føroya Specialskúla 1982-84, á Tekniska skúlanum í Tórshavn 1984 -1996 og síðan 1996 varaskúlastjóri á Eysturskúlanum.

Formaður í løgtingsins Mentannar- og skúlanevnd 1991-93 og 1996- des. 1998. Formaður í fíggjarnevndini des. 1998 - . Harumframt limur í uttanlandsnevndini. Limur í Tórshavnar Skúlaráð fyri fólkaflokkin 1984-1996. Eygleiðari fyri løgtingið í bankakanningarmálinum 1995-1998. Síðan ólavsøku 1996 1. næstformaður á løgtingi.

Løgtingsmaður 1991-1993 og síðan juli 1994. Javnan á tingi sum varamaður í tíðarskeiðnum 1987-1991.

Heimstaður: Millum Gilja 121, 188 Hoyvík. Telefon/fax 315940

E-mail: djurholm@post.olivant.fo