Ymsar aðrar nevndir v.m.

Eftirlit við varðhaldsfangum
Lokalnevndin
Norðurlandaráðið
Útnorðurráðið
Løgtingsgrannskoðararnir
§ 19 nevndin
Nevningagrundlistanevndir
Nevnd at viðgera tingmannalønir
Nevnd at viðgera tingskipanina
Nevnd at viðgera umboðsmannaskipan
Nevnd at viðgera landsstýrismannalønir

 


Eftirlit við varðhaldsfangum
Starv Tingmenninir, sum valdir eru 19. mai 1998, starva sambært rættargangslógini § 779, sum er soljóðandi:
"Til at føre tilsyn med varetægtsfangers behandling og forholdene i varetægtsfænglser udvælger Lagtinget efter forholdstal 2 medlemmer af sin midte for 4 år ad gangen. De pågældende skal have adgang til i forening at besøge varetægtsfængslerne (arresthusene) inden for deres område og påse, at de bestemmelser, der gælder for varetægtsarrestanternes behandling, overholdes. De afgiver indberetning om formentlige misbrug og fejl til justitsministeren, der lader forholdene undersøge.
Stk. 2. Meddelelse til private eller andre myndigheder end justitsministeren om, hvad de har erfaret ved ovennævnte besøg, straffes med bøde."
Limir Lisbeth L. Petersen
Finnur Helmsdal

Lokalnevndin
Starv Lokalnevndin starvar sambært serligari starvsskipan. Størvini hjá lokalnevndini kunnu býtast upp í tveir høvuðsbólkar. Annar bólkurin er viðgerð av almennum málum løgregluni viðvíkjandi. Hin bólkurin er klagumál um løgregluna.
Løgtingsvaldir limir
valdir 19.05.1998
Jógvan Durhuus, form.
Eyðun Viderø, næstfm.
Katrin Dahl Jakobsen
Marjus Dam
Varalimir Finnur Helmsdal
Rúna Sivertsen
Dan R. Petersen
Lisbeth L. Petersen
Politistavaldir limir
valdir 07.05.2001
Per Skov Christensen, Politistøðin í Havn
Kristian Dahl, Politistøðin í Havn
Varalimur Jaspur Vang
Politistøðin á Tvøroyri
Advokatlimur í klagumálum Kári D. Petersen Varalimur Julianna Klett
Fastur limur Mogens Nepper-Christensen, fúti
Skrivari Kristina Samuelsen

 

Norðurlandaráðið
Starv Norðurlandaráðið er stovnsett í 1952, tað er samstarvsforum hjá parlaamentarikarunum í norðurlondum Ráðið hevur 87 limir, sum umboða tey fimm londini og tey trý sjálvstýrandi økini. Ráðslimirnir sita í tingunum í londunum og verða tilnevnd av flokkunum har. Sostatt verða umboðini ikki beinleiðis vald. Føroyar luttaka sbr. lov nr. 185 af 28.04.1971 om nordisk samarbejde, som senest ændret ved lov nr. 220 af 16.05.1984 og løgtingslóg nr. 33 frá 26.06.1973 um sendinevnd Føroya til Norrøna ráðið sum broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 10.05.1984. Sáttmálin, sum setur karmarnar um virksemi Norðurlandaráðsins og Norðurlendska ráðharraráðsins, kallast Helsingforssáttmálin. Hann bleiv fyrstu ferð undirskrivaður av stjórnunum í Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark í Helsingfors 23. mars 1962.

Um norðurlendska samstarvið sí heimasíðu norðurlandaráðsins

Limir, valdir 2.aug. 2001 Jógvan við Keldu, form.
Dan R. Petersen, næstform.
Varalimir Jógvan á Lakjuni
Heðin Mortensen
Skrivari Høgni Joensen
Kunningarskriv

 

Útnorðurráðið
Starv Útnorðurráðið er samstarvsfelagsskapur ímillum Føroya Løgtings, Landsting Grønlands og Alting Íslands. Stevna ráðsins er:
  1. at samstarva um áhugamálini hjá londunum í útnorðri.
  2. Saman at varða av tilfeingi og mentan í londunum í útnorði, hjálpa til at menna áhugamál í útnorðri um stjórnir og landsstýri, ikki minst, tá ið álvarsom mál stinga seg upp um, hvussu tilfeingið skal verða skipað, dálkan o.a.
  3. Fremja samstarv hjá stjórnum og landsstýrum í útnorðri.
  4. At arbeiða saman við Norðurlandaráðnum og vera millumliður í áhugamálum hjá londunum í útnorðri í norðurlendskum samstarvi.

Fyri virksemi hjá útnorðurráðnum er galdandi Sáttmálaskjal um Útnorðurráðið viðtikið á løgtingi 26. mai 1997. Ráðið virkar sbr. serligari starvsskipan. Útnorðurráðið hevur egnu heimasíðu.

Limir valdir 19.05.1998 Jógvan Durhuus, form.
Lisbeth L. Petersen, næstform.
Eyðun Viderø
Henrik Old
Jenis av Rana
Kári P. Højgaard
Varalimir Signar á Brúnni
Alfred Olsen
Jógvan á Lakjuni
Kristian Magnussen
Edmund Joensen
Helena Dam á Neystabø
Skrivari Høgni Joensen
Gerðabókin
Kunningarskriv

 

Løgtingsgrannskoðararnir
Starv Løgtingsgrannskoðarnir verða valdir av løgtinginum at fara ígjøgnum árliga landskassaroknskapin og aðrar almennar roknskapir og ansa eftir, at allar inntøkur eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg. Løgtingsgrannskoðarnir leggja roknskapirnar við teirra viðmerkingum fyri løgtingið til samtyktar. Teir virka sbr. stýrisskipanarlógini § 45 og  Ll. nr. 25 frá 21.04.1999 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.
Valdir
19.05.1998
Hergeir Nielsen, form.
Óli Breckmann
Kristian Magnussen
Flemming Mikkelsen
Varamenn Heini O. Heinesen
Jógvan á Lakjuni
Henrik Old
Alfred Olsen
Skrivari Leivur Harryson, stjóri á grannskoðanardeild landskassans

 

§ 19 nevndin
Starv Nevndin er sett sbr. tingssamtykt 14. august 1998 eftir stýrisskipanarlógini § 19 og vald 18. august 1998 (umskipað 17. des. 1998) at geva eina frágreiðing, sum verður løgd fyri løgtingið til støðutakan við støði í teimum málum og hendingum, sum m.a. eru lýstar í løgtings- og landsgrannskoðarafrágreiðingum frá 1980 og frameftir.
Limir Lisbeth L. Petersen, formaður
Jákup Sverri Kass, næstformaður
Eyðun Viderø
Jóannes Eidesgaard
Heini O. Heinesen
Jenis av Rana
Skrivstovuhald Grannskoðanardeild landskassans

 

Nevningagrundlistanevndir
Starv Nevndirnar eru valdar 10. desember 1998 (rættingar framdar 17. des.1998, 29. des. 1998 og 9. februar 1999) fyri valskeið løgtingsins og eru settar sbr. rættargangslógini § 72 og bekendtgørelse nr. 392 af 26.09.1967 for Færøerne om udtagelse af nævningegrundlisten at gera ein nevningagrundlista fyri sýsluna við einum persóni fyri hvørjar 100 íbúgvar í sýsluni. Av nevningagrundlistunum í øllum sýslunum lutakastar sorinskrivaran 60 persónar til hin sokallaða nevningalistan. Av hesum 60 verða 12 nevningar úttiknir til nevningating tá ið dømast skal í revsisøk har ákæruvaldið krevur hin ákærda dømdan hægri enn 4 ára fongsul.
Limir Norðoya Sýsla Andrea Løve Jacobsen Klaksvík
Bergfríð Ellingsgaard Klaksvík
Jógvan Vágsheyg Klaksvík
Sámal Christiansen Klaksvík
Hanna Adam Klaksvík
Eysturoyar Sýsla Anna Berg Skála
Helena Eliasen Toftir
Maria Jacobsen Glyvrar
Selinda í Heiðinum Runavík
Eilif Debes Oyri
Streymoyar Sýsla Heðin Olsen Haldarsvík
Gisleyg Dahl Bonde Tórshavn
Jákup Símun Simonsen Hoyvík
Dánjal Jákup í Brekkunum Hósvík
Jóhanna Maria Pedersen Vestmanna
Vága Sýsla Árni Jacobsen Miðvágur
Eyðhild Simonsen Sandavágur
Hans Arni Nielsen Sandavágur
Marianna Simonsen Miðvági
Helgi Mouritsen Sørvágur
Sandoyar Sýsla Anna Horn Sandi
Palli Dalsgaard Skálavík
Herman Winther Skopun
Hansa Olsen Húsavík
Eyðun Poulsen, Skopun
Suðuroyar Sýsla Aksel Poulsen Sumba
Tórleif Augustinussen Vági
Palli Jacobsen Vági
Zacharias Bech Porkeri
Hervør Svalbard Trongisvágur

 

Nevnd at viðgera tingmannalønir
Starv Nevndin er undir 2. viðgerð 7. januar 1999 av løgtingsmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning  og eftirløn løgtingsmanna sett sbr. tingskipanini § 25 í tingskipanina, har formansskapurin og floksformenninir á tingi eru limir. Fyri Sambandsflokkin var Alfred Olsen tó valdur, tí formaður Sambandsfloksins er limur í formansskapinum.
Limir Finnbogi Ísakson, formaður
Eyðun Viderø
Vilhelm Johannesen
Edmund Joensen
Óli Breckmann
Jóannes Eidesgaard
Alfred Olsen
Sámal Petur í Grund
Heini O. Heinesen
Jenis av Rana
Skrivari Súsanna Danielsen

 

Nevnd at viðgera tingskipanina
Starv Nevndin er sett 12. mars 1999 vísandi til løgtingsmál nr 118/1998 sbr. tingskipanini § 25, við einum løgtingsmanni úr hvørjum flokki saman við formansskapinum at umhugsa og møguliga gera uppskot um at broyta Tingskipan Føroya Løgtings.
Limir Finnbogi Ísakson
Eyðun Viderø
Vilhelm Johannesen
Edmund Joensen
Jógvan Durhuus
Bjarni Djurholm
Henrik Old
Alfred Olsen
Sámal Petur í Grund
Jenis av Rana
Skrivari Súsanna Danielsen
  Nevndin endaði arbeiði sítt  við løgtingsmáli nr.122/1998.

 

Nevnd at viðgera umboðsmannaskipan
Starv Nevndin er sett sbr. tingsamtykt 21. januar 2000 eftir tingskipanini § 25 at geva løgtinginum álit í løgtingsmáli nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann.
Limir Jenis av Rana, formaður
Sámal Petur í Grund, næstformaður
Finnbogi Ísakson
Eyðun Viderø
Vilhelm Johannesen
Edmund Joensen
Annita á Fríðriksmørk
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen
Skrivari Kristina Samuelsen
Gerðabókin

 

Nevnd at viðgera landsstýrismannalønir
Starv Nevndin er á tingfundi tann 28. mars 2000 vald til viðgerð av løgtingsmáli nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um samsýning  og eftirløn landsstýrismanna v.m.sett sbr. tingskipanini § 25 í tingskipanina, har formansskapurin og limur úr hvørjum flokki á tingi eru limir.
Limir Finnbogi Ísakson
Eyðun Viderø
Vilhelm Johannesen
Edmund Joensen
Jóannes Eidesgaard
Lisbeth Petersen
Sámal Petur í Grund
Finnur Helmsdal
Jenis av Rana
Jógvan á Lakjuni
Skrivari Súsanna Danielsen
Gerðabókin