Kanningarstjórakanning SVF



Skjal A


Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

 

 

Tórshavn, tann 14. apríl 2000

 

Vísandi til § 38 í stýrisskipanarlógini krevja undirritaðu løgtingsmenn, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra við hesum arbeiðssetningi:

"Kanningarstjórin skal kanna og kortleggja gongdina, sum førdi til, at landsstýrismaðurin í menta- og undirvísingarmálum rindaði Sjónvarpi Føroya 1,6 mió kr. úr gjaldføri landskassans 23. juli 1999
Við støði í hesum kanningum og frágreiðingum frá løgtingsgrannskoðarunum um roknskapin hjá Sjónvarpi Føroya í 1998 og um landsroknskapirnar 1995-1998 skal kanningarstjórin - við atliti at ásetingini í stýrisskipanarlógini um, at "hann skal, eftir at hann hevur kannað málið, gera eina frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávísum máli er útint á lógligan hátt" - meta, um avgerðin hjá landsstýrismanninum var í samsvari við tær lógir og reglur, sum eru galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum, herundir ta játtanarskipan, sum er ásett í fíggjarløgtingslógini"


Jákup Sverri Kass
Hergeir Nielsen
Jógvan Durhuus
Jákup Suni Joensen
Finnur Helmsdal
Heini Heinesen
Hildur Patursson
Jenis av Rana
Páll á Reynatúgvu
Rúna Sivertsen
Jógvan á Lakjuni
Eyðun Viderø
Vilhelm Johannesen