Mál í Landsstýrismálanevndini - skjřl 1999

LŘGTINGIĐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

5. juli 2001
j. nr. 7.13-2000000324 ks/td

Jřrgen Niclasen, landsstýrismađur
Postsboks 87
FO-110  Tórshavn

 

Viđvíkjandi málinum um tunfiskaloyvir, tygara j. nr. 20000342-32/140

Landsstýrismálanevndin hevur í omanfyrinevnda máli móttikiđ skriv frá Fiskimálastýrinum, dagfest 28. mai 2001, 31. mai 2001, og 2 skriv dagfest 22. juni 2001. Viđlřgd skrivunum frá Fiskimálastýrinum eru avrit av skrivi frá Fiskimálastýrinum, dagfest 15. mai 2001, til tey fřroysku felřgini, iđ landsstýriđ hevur giviđ tilsřgn um royndarloyvi at fiska tun viđ útlendskum skipum, umframt svarskriv frá trimum av hesum felřgunum. Seinasta skriviđ frá Fiskimálastýrinum er ein áminning til seinasta felagiđ um at senda Fiskimálastýrinum svar.

Máliđ varđ viđgjřrt á fundi í landsstýrismálanevndini í gjár.

Eitt av omanfyrinevndu felřgunum ger vart viđ, at spurningurin iđ landsstýrismálanevndin/

Fiskimálastýriđ hevur sett, kann skiljast upp á tveir mátar.

Fřrt verđur fram, at:

"Tann fyrri mátin vit meta at spurningurin kann skiljast sum er, um felag okkara hevur fingiđ eina ella ađra samsýning fyri at útvega einum útlendskum skipiđ eitt royndarloyvi – t.v.s. eitt ella annađ slag av kommissión sum millummađur.

Tann seinni hátturin iđ vit meta at spurningurin kann skiljast sum er, um felagiđ á ein ella annan hátt hevur fingiđ inntřkur iđ stava frá veiđuni hjá útlendska skipinum."

Nevndin gjřrdi av, at heita á landsstýrismannin um at bođa felagnum frá, at nevndin ynskir, at felagiđ svarar báđum hesum spurningunum.

Samstundis verđur heitt á landsstýrismannin um so vítt mřguligt eisini at fáa svar frá seinasta felagnum, iđ enn ikki hevur latiđ hoyra frá sćr.

Vinarlig heilsan

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari

Erling Jallsgřta 6, Boks 208, FO-110 Tórshavn
Tlf. (298)-311000 * Telefax (298)-310686 * E-mail logting@logting.fo