Mál í Landsstýrismálanevndin - Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin

17. mai 2000
j. nr. 7.13.20000001

Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum

Borið bræv

Viðvíkjandi heimildargrundarlagnum fyri kunngerð nr. 8 frá 11. februar 2000 um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir, fyri kunngerð nr. 101 frá 20. desember 1999 um stuðul til hjálparráð og fyri tíðindaskrivið um almannapensjónir og broytingar í skattinum, sent fjølmiðlunum 26. apríl 2000

Landsstýrismálanevndin hevur á fundi í dag gjørt av at taka omanfyrinevnda mál til viðgerðar og samstundis biðja tygum um ummæli í málinum.

a. Kunngerð um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir

Víst verður til viðløgdu kunngerð nr. 8 frá 11. februar 2000 um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir (skjal 1, sí Kunngerðablaðið A ár 2000 síðu 25).

Sum dømi verður m.a. í § 9 í kunngerðini ásett, at "Teimum pensjónistum, sum frammanundan hevur verið veitt barnaviðbót, men sum ikki longur hava rætt til hesa sambært lógini, verður veitt ein skiftisupphædd svarandi til barnaviðbótina. Hendan upphæddin verður latin sum ein serlig persónlig viðbót í eitt ár, og er ikki tengd at fíggjarligu støðuni hjá pensjónistunum."

Sum heimild fyri hesi kunngerð verður víst til § 12, stk. 6, í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a. (§ 12 við viðmerkingum er viðløgd sum skjal 2.)

Í § 12, stk. 1, er ásett, at "Persónlig viðbót kann verða veitt einum pensjónisti, sum hevur serliga trupul kor", og eftir stk. 6 kann landsstýrismaðurin m.a. áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi.

Í viðmerkingunum til hesa áseting verður sagt, at ein fyritreyt er, at pensjónisturin ikki fíggjarliga er førur fyri at bera útreiðsluna sjálvur.

Sum §§ 8-13 og møguliga eisini § 14, stk. 2, í kunngerðini eru orðaðar, verður ikki sett krav um, at veitingin, sum ásett í lógini, er treytað av, at pensjónisturin hevur serliga trupul kor, ella sum sagt verður í viðmerkingunum, ikki fíggjarliga er førur fyri at bera útreiðsluna sjálvur.

Landsstýrismálanevndin biður um upplýsing og nærri frágreiðing um:

b. Kunngerð um stuðul til hjálparráð

Víst verður til viðløgdu kunngerð nr. 101 frá 20.12.1999 um stuðul til hjálparráð (skjal 3). Kunngerðin gevur heimild til at tilluta stuðul til hjálparráð upp til kr. 1.870,- um mánaðin til persónar millum 18 og 67 ár, sum fáa avlamisveiting, men sum missa hesa sum avleiðing av løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

Sum heimild fyri hesi kunngerð verður víst til § 18, stk. 6, í lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 "for Færøerne om offentlig forsorg", jb. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 við seinni broytingum (§ 18 er viðløgd sum skjal 4.)

Sum § 1 í kunngerðini er orðað, er ivasamt, um stuðulin, sum ásett í lógini, einans skal verða veittur út frá eini konkretari metan av, um treytirnar í § 18 í forsorgarlógini eru uppfyltar. Hesin ivi íkemur orsakað av, at tað vanliga ikki kann sigast at vera eitt náttúrligt og upplagt samband millum tað, at persónar missa avlamisveiting sum avleiðing av løgtingslóg um almannapensjónir o.a., og endamálið aftan fyri § 18 í forsorgarlógini, sum útgreinað við teimum treytum, sum har eru ásettar.

Landsstýrismálanevndin biður um upplýsing og nærri frágreiðing um:

c. Tíðindaskriv um almannapensjónir og broytingar í skattinum

Í tíðindaskrivinum (skjal 5), sum hevur yvirskriftina "Um almannapensjónir og broytingar í skattinum", verður boðað frá, at serliga persónliga viðbótin og vanliga viðbótin fyri miðal og hægstu fyritíðarpensjónistar verða broyttar. Eisini verður upplýst, at tey, sum broytingin viðvíkur, fara at fáa eina fráboðan frá Almannastovuni hesum viðvíkjandi við pensjónsútgjaldinum fyri mai.

Vanligu viðbøturnar, pr. 1. januar 2000, eru ásettar í Ll. nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum § 3 (skjal 6).

Vanliga viðbótin til miðal fyritíðarpensjónistar er kr. 29.796,- um árið til gift og kr. 36.036,- um árið til støk. Hetta svarar til kr. 2483,- um mánaðin til gift og kr. 3.003,- um mánaðin til støk.

Vanliga viðbótin til hægstu fyritíðarpensjónistar er kr. 53.160,- um árið til gift og kr. 68.340,- um árið til støk. Hetta svarar til kr. 4.430,- um mánaðin til gift og kr. 5.695,- um mánaðin til støk.

Í § 4 í somu lóg er ásett, at hesar upphæddir tann 1. apríl á hvørjum ári verða javnaðar við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið undan hesum, men at upphæddirnar tó ikki verða javnaðar pr. 1. apríl 2000. Hetta er helst tí, at lógin júst er komin í gildi.

Í omanfyri nevnda tíðindaskrivi verður fráboðað, at vanliga viðbótin til miðal fyritíðarpensjónistar verður broytt til kr. 1.158,- um mánaðin til gift og kr. 1.653,- um mánaðin til støk, og at vanliga viðbótin til hægstu fyritíðarpensjónistar verður broytt til 2.938,- um mánaðin til gift og kr. 4.303,- um mánaðin til støk.

Sagt verður, at tað eru broytingar í skattingini av pensjónum, sum hava við sær hesar broytingarnar í viðbótunum. Upplýst verður, at serliga persónliga viðbótin, ið er skattafrí, er hækkað, meðan vanliga viðbótin, ið er skattskyldug, er lækkað, og at ein minni partur av pensjónini sostatt verður skattaður.

Tað framgongur ikki á nakran hátt av lógaruppskotunum, viðmerkingunum ella álitinum til nevndu skattalógarbroytingar (skjal 7 og 8), at tankar skulu hava verið frammi um at broyta Ll. um áseting og javning av almannaveitingum ella nakrar aðrar ásetingar enn tær skattaásetingarnar, sum vóru til viðgerðar.

Landsstýrismálanevndin biður um upplýsing og nærri frágreiðing um::

Viðvíkjandi broytingini í serligu persónligu viðbótini, sum eisini verður fráboðað við tíðindaskrivinum, so verður veitingin sambært § 8 í kunngerð um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir, sum er eitt endurgjald fyri gjaldið til sjúkrakassarnar, til allar pensjónistar, upp á kr. 160,-, hækkað fyri miðal og hægstu fyritíðarpensjónistar. Sambært tíðindaskrivinum verður hendan serliga persónliga viðbótin kr. 1.485,- til giftar miðal fyritíðarpensjónistar, kr. 1.510,- til stakar miðal fyritíðarpensjónistar, kr. 1.652,- til giftar hægstu fyritíðarpensjónistar og kr. 1.552,- til stakar hægstu fyritíðarpensjónistar.

Umframt spurningin um lógarheimildina fyri veitingini, sum víst verður á omanfyri undir pkt. a, biður landsstýrismálanevndin um at fáa eina frágreiðing, um "tíðindaskrivið" merkir, at kunngerðin verður umsitin, sum fráboðað í tíðindaskrivinum, og í so føri, hvussu orðaljóðið í kunngerðini so er hereftir.

Landsstýrismálanevndin biður samstundis um eina lýsingin av, hvørji viðurskifti gjørdu, at mett varð, at hesar kunngerðir og hetta tíðindaskriv vóru neyðug.

Harumframt verður biðið um at fáa innlit í øll viðkomandi skjøl í hesum máli(-um).

Svarfreistin til at lata landsstýrismálanevndini ummæli í málinum er sett til eina viku, vísandi til at nevndin metir, at málið er av einum slíkum slag, at tað krevur eina serliga skjóta viðgerð.

Umframt omanfyrinevndu upplýsingar biður nevndin um innan 14 dagar at fáa upplýst, hvussu nógvir persónar móttaka persónligar viðbøtur í dag, í mun til áðrenn kunngerðin um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir varð sett í gildi, og hvat meirútreiðslurnar eru av hesum báðum kunngerðunum. 

N. v. 

Edmund Joensen
formaður 

Avrit av hesum skrivi er sent løgmanni

Erling Jallsgøta 6, Boks 208, FO-110 Tórshavn
Tlf. (298)-311000 * Telefax (298)-310686 * E-mail logting@logting.fo