Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

9.mai 2001
j. nr. 7.13-2000000410

Til limirnar í landsstýrismálanevndini 

 

Viðvíkjandi gjaldførisláni til P/f Christian í Grótinum

Lógargrundarlag fyri gjaldførislánum

Løgtingslóg nr. 102, frá 19. august 1988, um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum § 16, við seinni broytingum, ásetti undir yvirskriftini "Gjaldførislán" at:

§ 16. Lán kann veitast svarandi til avdráttirnar fyrstu 2 árini av lánum úr Færøernes Realkreditinstitut til nýbygging av deksfiskifari ella til avdráttir av láni, ið Færøernes Realkreditinstitut fyrstu ferð veitir føroyskum deksfiskifari, sum ikki er eldri enn 10 ár.
Stk. 2. Lánið verður at tryggja við panti í viðkomandi fiskifari saman við láninum úr realkreditstovninum ella beint aftaná.
Stk. 3. Lánið er avdráttarfrítt tey fyrstu 10 árini og verður síðani at afturgjalda yvir 2 ár. Rentan verður ásett av landsstýrinum.
Stk. 4. Viðvíkjandi eigaraskifti, og at skipið fer í aðra vinnu enn fiskiskap, galda reglurnar í § 4 samsvarandi.

Hendan løgtingslógin er nú tikin av.

Í viðmerkingunum til fyrstu heimildarlógina av hesum slagi, Ll. nr. 35, frá 3. mai 1984, stendur skriva, at:

"Ætlanin við hesum lógaruppskoti er at finna eina loysn, sum, hóast obligasjónirnar hjá Færøernes Realkreditinstitut verða avdrignar yvir 10 ár eins og fyrr, gevur skipaeigarum ein 2 ára avdráttarskáa og sostatt fær longt lánstíðina til 12 ár. Avdráttarskáin skal gerast møguligur við, at landskassin ígjøgnum Færøernes Realkreditinstitut veitir skipaeigarunum eitt likviditetslán svarandi til teir avdráttir, ið hann annars skuldi goldið til Realin í termin 1-4.

Tað skuldi verið ein hjálp hjá skipunum at sloppið undan at goldið avdráttir av láninum til Færøernes Realkreditinstitut 4 tær fyrstu terminirnar, við tað at tað oftast er trupult við likviditetinum fyrstu tíðina.

Lánið úr landskassanum verður útgoldið til Færøernes Realkreditinstitut, og tað er Færøernes Realkreditinstitut, sum vegna landskassan uppkrevur upphæddina aftur frá skipaeigarunum á sama hátt sum sítt egna lán."

Gongdin í málinum (sambært skjølunum, ið landsstýrismálanevndin hevur fingið) viðvíkjandi P/f Christian í Grótinum er hendan:
Við skrivi, dagfest 26. mars 1997, søkir Føroya Realkreditstovnur, vegna P/f Christian í Grótinum, um, at 1. prioritetslán, sum Realkreditstovnurin hevur játtað P/f Christian í Grótinum, kemur undir gjaldførislánsskipanina.

Tann 30. apríl 1997 letur fíggjar- og búskapardeildin Anfinni Kallsberg, landsstýrismanni, tilmæli í málinum.

Fíggjar- og búskapardeildin skrivar, at:

"Mælt verður til, at rentan á gjaldførisláninum verður 7% p.a. Gjørt verður vart við, at um landsstýrið ynskir at veita lán við eini lægri rentu enn marknaðarrentuni, er neyðugt, at landsstýrið útvegar sær eina serliga heimild, tí talan er um stuðulsveiting heldur enn lán.

Landskassin kann alternativt velja at veita lán við variablari rentu. Í hesum føri kann rentan lækkast nakað. Av tí at gjaldførislánini hava verri trygd enn lánini hjá Føroya Realkredittstovni má rentan í øllum førum liggja nakað oman fyri rentuna á Realkredittlánunum.

Føroya Realkredittstovnur, Atli P. Dam, hevur greitt frá, at Føroya Realkredittstovnur hevur játtað Chr. í Grótinum lán við rentu upp á 5,8 % p.a.

Í hesum føri kann rentan á gjaldførislánunum sostatt ásetast til 6%. Rentan eigur at verða endurskoðað annaðhvørt eina ferð árliga ella hvørja ferð, Føroya Realkredittstovnur endurskoðar rentuna á sínum lánum."

Við skrivið, dagfest 25. juni 1997, boðar fiskivinnudeildin, Realinum frá, at gjørt er av, at "rentan á verandi gjaldførislánum verður sett til 6,5 % p.a., tó soleiðis at lánini verða gjørd variabult forrentaði", og at "rentan á nýggjum gjaldførislánum verður sett til 5.5 % p.a. á sama hátt sum omanfyri nevnt viðvíkjandi verandi gjaldførislánum."

Fiskimálastýrið boðar við skrivi til Realin, dagfest 27. mars 1998, frá tilsøgn um at veita P/f Christian í Grótinum í gjaldførisláni 1,5 mió. kr. í 1998, 3,0 mió. kr. í 1999 og í ár 2000 1,5 mió. kr. ella tilsamans 6 mió. kr. Boðað verður samstundis frá, at rentan í løtuni er 5,5 % p.a., men kann hækkast samsvarandi skrivi landsstýrisins til Færøernes Realkreditinstitut, dagfest 25. juni 1997.

Tann 16. mars 1998, hevur P/f Christian í Grótinum, skrivað undir veðbræv, ið gevur Føroya Landsstýri 2. veðrætt fyri láni á 6 mió. kr. Sambært veðbrævinum verður skuldin rentað við einari fastari árligari rentu á 5,8 %, ið verður roknað hálvárliga og fellur til gjaldingar fyrstu ferð 1. mai 1999.

Landsstýrismálanevndin hevur ikki fingið samsvarandi tilfar viðvíkjandi øðrum umsóknum um gjaldførislán at nýta til samanberingar, hóast hon hevur biðið um tað. Heldur ongar nærri upplýsingar fyriliggja um lánið frá Realinum til P/f Christian í Grótinum. Tað er tó einki, ið bendir á, at alt ikki er farið regluliga fram í hesum sambandi.

Sum sæst omanfyri ger fíggjar- og búskapardeildin galdandi, at ein heimild at veita lán krevur, at lánsavtalan fylgir vanligum marknaðartreytum, og at eitt møguligt stuðulselement í avtaluni krevur at Løgtingið í sjálvari lógini greitt hevur tikið støðu til, at endamálið og heimildin eisini fevna um hetta. Sjálv lógarheimildin ella endamálið, sum lýst í viðmerkingunum, geva onga ábending um, at hetta hevur verið ætlanin hjá Løgtinginum. Reint ideologist kann ein tí siga, at heimild bara er givin til at veita lán eftir vanligum marknaðartreytum.

Hinvegin gevur ásetingin, uttan nakrar beinleiðis avmarkingar, landsstýrinum heimild til at áseta rentuna. Viðmerkingarnar til lógina siga heldur ikki beinleiðis nakað um, at rentan í minsta lagi skal svara til marknaðarrentuna. Nóg gott grundarlag er tí ikki fyri at staðfesta, at talan er um lógarbrot, tá rentan verður sett lægri enn marknaðarrentan.

Harumframt kann eisini verða víst á fleiri onnur øki, har ein heimild hjá landsstýrinum til at áseta rentu hevur verið nýtt til at áseta rentu, ið liggur undir marknaðarrentuni, t.d. hjá Húsalánsgrunninum.

Undir viðgerðini í Løgtinginum av fyrispurningi 100-28/1999 frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi lánum, effektivum veðhaldum o.t., varð spurningur settur við, hvør fíggjarstøðan hjá viðkomandi lántakara var, tá ið gjaldførislánið varð veitt. Heldur ikki her, gevur sjálv ásetingin ella viðmerkingarnar til ásetingina nakra ábending um, hvørt dentur eigur at verða lagdur á fíggjarstøðuna hjá umsøkjaranum. Løgfrøðiliga er tí heldur einki grundarlag fyri at gera nakað við hendan spurningin.

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari

Erling Jallsgøta 6, Boks 208, FO-110 Tórshavn
Tlf. (298)-311000 * Telefax (298)-310686 * E-mail logting@logting.fo