Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

21 juli 2000
j. nr. 7.13-200000043

 

Til Landsstýrismálanevndina 

 

Viðvíkjandi málinum um lán, veðhald o.t. á fiskivinnuøkinum

Við skrivi, dagfest 30. mai 2000, heitti landsstýrismálanevndin á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at fáa innlit í øll skjøl, sum Fiskimálastýrið hevur í málinum.

Tann 12. juli 2000 hevur landsstýrismálanevndin fingið svar frá landsstýrismanninum. Upplýst verður, at: "Hjáløgd eru skjøl, sum lýsa spurningarnar og avgreiðsluna av teimum málum, sum nevnd eru í fyrispurningi nr. 100-28/1999." Í telefonsamrøðu við Heðin Weihe havi eg fingið upplýst, at tilfarið í málinum er sera rúgvismikið, og er hetta orsøkin til, at Fiskimálastýrið hevur valt bara at senda ein part av tilfarinum.

Viðvíkjandi umlegging av lánum hevur nevndin sostatt bara fingið tilfar viðvíkjandi Høgafossi, og viðvíkjandi gjaldførislánum hevur nevndin bara fingið tilfar viðvíkjandi Christian í Grótinum, og her fyriliggur eingin umsókn ella annað bakgrundstilfar, sum kann geva eina frágreiðing um, hví man hevur gjørt av at veita hetta lán.

Støða skal nú takast til, um landsstýrismálanevndin vil taka málið upp til viðgerðar og sostatt biðja landsstýrismannin um ummæli í málinum.

Ein gjøgnumgongd av teimum skjølunum í málinum, sum nevndin hevur fingið, gevur ikki rímiliga grund til at halda, at brot er framt á lóggávuna. Víst verður í hesum sambandi til § 5, stk. 1, nr. 1, í starvsskipan nevndarinnar (Hóast starvsskipanin er undir endurskoðan, verður neyvan talan um at gera broytingar í § 5).

Hóast nevndin ikki hevur fingið serliga nógv tilfar, so er einki, sum beinleiðis bendir á, at hon ikki hevur fingið tey skjøl, ið hava týdning fyri eina støðutakan til spurningin, um brot er framt á lóggávuna.

Á fyriliggjandi grundarlagi verður tí mælt til ikki at taka málið til viðgerðar.

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari

Erling Jallsgøta 6, Boks 208, FO-110 Tórshavn
Tlf. (298)-311000 * Telefax (298)-310686 * E-mail logting@logting.fo