Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

15.11.2000
j. nr. 7.13-2000000 44ks/td

 

Til Landsstýrismálanevndina 

 

Viðvíkjandi málinum um lán, veðhald o.t. á fiskivinnuøkinum

Við skrivi, dagfest 30. mai 2000, heitti landsstýrismálanevndin á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at fáa innlit í øll skjøl, sum Fiskimálastýrið hevur í málinum.

Tann 12. juli 2000 hevur landsstýrismálanevndin fingið svar frá landsstýrismanninum. Upplýst verður, at: "Hjáløgd eru skjøl, sum lýsa spurningarnar og avgreiðsluna av teimum málum, sum nevnd eru í fyrispurningi nr. 100-28/1999." Landsstýrismálanevndin hevur hereftir biðið um og fingið avrit av øllum tilsøgnum, ið landsstýrið hevur givið, sambært løgtingslóg nr. 26 frá 14. mars 1997, um umlegging av lánum hjá fjarfiskaflotanum, og teimum tilmælum, ið fjarfiskiflotanevndin hevur gjørt landsstýrinum í hesum sambandi.

Støða skal nú takast til, um landsstýrismálanevndin vil taka málini til viðgerðar.

Viðvíkjandi gjaldførislánunum hevur nevndin bara fingið tilfar viðvíkjandi Christian í Grótinum, og her fyriliggur eingin umsókn ella annað tilfar, sum kann geva eina frágreiðing um, hví man hevur gjørt av at veita hetta lán.

Ein gjøgnumgongd av teimum skjølunum í málinum, sum nevndin hevur fingið, gevur ikki rímiliga grund til at halda, at brot er framt á lóggávuna. Víst verður í hesum sambandi til § 5, stk. 1, nr. 1, í starvsskipan nevndarinnar.

Hóast nevndin ikki hevur fingið serliga nógv tilfar, so er einki, sum beinleiðis bendir á, at hon ikki hevur fingið tey skjøl, ið hava týdning fyri eina støðutakan til spurningin, um brot er framt á lóggávuna.

Á verandi grundarlagi verður tí mælt til ikki at taka málið viðvíkjandi gjaldførislánum til viðgerðar.

Tilfarið, ið nevndin hevur fingið viðvíkjandi umlegging av lánum v.m., lýsir hinvegin ikki øll viðurskifti, ið ein gjøgnumgongd av hesum sama tilfari leggur upp til av spurningum. Viðvíkjandi Ocean Castle kundi tað t.d. verið áhugavert at fingið at vita, hvussu borganirnar fyri láninum hjá Danmarks Skibskreditfond eru veittar í mun til hvørja aðra og í mun til inntríningarrætt í veðrættin hjá Danmarks Skibskreditfond. Eisini kundi tað verið áhugavert at fingið upplýst grundgevingina fyri at viðgera eitt partsreiðarí sum Ocean Castle á sama hátt sum hinar umsøkjararnar, ið eru partafeløg. Harumframt kundi tað verði áhugavert at hugt nærri at teimum borganum, stuðulslánum v.m. ið liggja til grund fyri, at tørvur til umlegging av lánunum yvirhøvur er íkomin. Roknast kann tó við, at hesin parturin verður lýstur í § 19 frágreiðingini, ið nú er handað løgtingsformanninum.

Hesir spurningar eru bara dømi um spurningar, ið eg havi sett mær eftir eini leysligari gjøgnumgongd av tilfarinum viðvíkjandi umelgging av lánum v.m. Skal málið verða kannað gjøllað, er neyðugt, at meira tilfar verður fingið til vega, og at munandi longri tíð verður brúkt upp á málið.

Spurningur má eisini setast við, um ein nevndarviðgerð fer at geva eitt úrslit, ið stendur í mun til orkuna, nevndin skal seta av fyri at kanna málið, jbr. starvsskipan nevndarinnar § 5, stk. 1, nr. 5. Út frá fyriliggjandi tilfari ber tó ikki til at avvísa, at úrslitið kann koma at standa í mun til orkuna. Í øllum førum ber ikki til heilt at avvísa, at rímilig grund, sjálvt á fyriliggjandi grundarlagi, kann vera at halda, at brot er framt á lóggávuna, jbr. starvsskipan nevndarinnar § 5, stk. 1, nr. 1.

Lagt skal tó verða til merkis, at heimildirnar, ið givnar eru landsstýrinum, sambært Ll. nr. 26 frá 14. mars 1997 til umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskaflotanum, eru sera víðar, og at tær fyrst og fremst vísa á metingar landsstýrismansins/fjarfiskiflotanevndarinnar sum grundarlag fyri umleggingunum.

Á verandi grundarlagi meti eg meg ikki føran fyri at koma við einum tilmæli til nevndina, hvørt hon eigur at taka málið til viðgerðar ella ikki.

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari

Erling Jallsgøta 6, Boks 208, FO-110 Tórshavn
Tlf. (298)-311000 * Telefax (298)-310686 * E-mail logting@logting.fo