Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

30.mai 2000
j. nr. 7.13-200000041

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Postboks 87
110 Tórshavn 

Í sambandi við fyrispurning nr. 100-28/1999 frá Tórbjørn Jacobsen til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi lánum, effektivum veðhaldum o.t., varð heitt á landsstýrismálanevndina um at kanna málið. Spurningurin er harumframt viðgjørdur í sambandi við fyrispurning nr. 100-13//1999 frá Tórbjørn Jacobsen til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um lóggávu viðv. stuðli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum og í sambandi við eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2000, lm. nr. 1-8/2000.

Fyri at kunna taka støðu til, um grundarlag er fyri at taka málið til viðgerðar, hevur landsstýrismálanevndin á fundi 29. mai 2000 gjørt av at heita á tygum um at fáa innlit í øll skjøl, sum Fiskimálastýrið hevur í málinum. Støða verður hereftir tikin til, um møguligt ummæli skal verða innheintað.

Biðið verður um svar skjótast gjørligt. 

 

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari

Erling Jallsgøta 6, Boks 208, FO-110 Tórshavn
Tlf. (298)-311000 * Telefax (298)-310686 * E-mail logting@logting.fo