Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

8. desember 2000
j. nr. 7.13-2000000 45ks/ás

 

Fiskimálastýrið
Att.: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Yviri við Strond 17-19
Postboks 87
110 Tórshavn

Viðvíkjandi málinum um lán, veðhald o.t. á fiskivinnuøkinum, tygara j. nr. 20001019-3/1550

Landsstýrismálanevndin hevur á fundi tann 6. desember 2000 havt omanfyri nevnda mál til viðgerðar.

Í sambandi við spurningin um gjaldførislán gjørdi nevndin av at biðja tygum um at senda nevndini umsókn og annað tilfar, ið hevur ligið til grund fyri viðgerðini av umsóknini hjá Christian í Grótinum um gjaldførislán, umframt samsvarandi tilfar viðvíkjandi øðrum umsóknum um gjaldførislán at nýta til samanberingar.

Í sambandi við spurningin viðvíkjandi umlegging av lánum varð eisini gjørt av at biða um fleiri upplýsingar, men vórðu ítøkiligu spurningarnir hesum viðvíkjandi ikki endaliga orðaðir á fundinum. Tygum hoyra sostatt aftur frá nevndini hesum viðvíkjandi.

Biðið verður um svar skjótast gjørligt.

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari

Erling Jallsgøta 6, Boks 208, FO-110 Tórshavn
Tlf. (298)-311000 * Telefax (298)-310686 * E-mail logting@logting.fo