Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

FISKIMÁLASTÝRIÐ - Aðalskrivstovan
______________________________________________________________

12. juli 2000
j. nr. 20001019-3 / 1550
Viðgjørt: HW
Tygara skriv 7.13-20000004

Løgtingið
Landsstýrismálanevndin
Postrúm 208
110 Tórshavn 

Viðvíkjandi innlit í skjøl í sambandi við fyrispurning nr. 100-28/1999

Víst verður til skriv tykkara dagfest 30. mai 2000.

Hjáløgd eru skjøl, sum lýsa spurningarnar og avgreiðsluna av teimum málum, sum nevnd eru í fyrispurningi nr. 100-28/1999.

Sum tað framgongur, eru fleiri av skjølunum stemplaði í trúnaði", tí Fiskimálastýrið ikki hevur kannað nærri eftir, um hesi eru fevnd av løgtingslóg um innlit í fyrisitingina. Skjølini verða tó latin, tí talan er um Landsstýrismálanevndina, sum sambært stýrisskipanarlógini hevur eftirlit við umsitingini.

 

Virðingarmest
Kaj P. Mortensen
Aðalstjóri

Yviri við Strond 17 - 19 * Postsmoga 347 * FO-110 Tórshavn
Telefon 35 30 30 * Telefax 35 30 35 * E-mail FISK@FISK.FL.FO