Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

2. juni 2000
j. nr. 7.13-20000003

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

 

Í sambandi við fyrispurning nr. 100-23/1999 frá Dan R. Petersen til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi tunfiskaloyvum varð heitt á landsstýrismálanevndina um at kanna málið. Spurningurin er harumframt viðgjørdur í sambandi við orðaskiftið tann 16. februar 2000 eftir munnligan fyrispurning frá Tórbjørn Jacobsen til Jørgen Niclasen.

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 2. juni 2000. Gjørt varð av, at nevndin skuldi útvega sær neyvari upplýsingar, áðrenn støða kann verða tikin til, um farast skal víðari við málinum.

Nevndin vil í hesum sambandi heita á landsstýrismannin um at svara ávísum spurningum, umframt fáa fult innlit í øll skjøl í málinum, herundir í og viðvíkjandi teimun einstøku umsóknunum/loyvunum.

Spurningarnir, sum nevndin hevur, eru hesir:

Verða royndarloyvir latin eftir umsókn, og hvussu verður kunnað um, at áhugað kunnu søkja?

Tá royndarloyvir verða latin japanskum skipum, hvør er tað tá, sum søkir um loyvi, er tað tað japanska skipið ella umboðið í Føroyum, og um tað er umboðið í Føroyum, hvørji krøv verða tá sett til umsóknina, og hvørjar treytir verða settar fyri loyvinum?

Er tað eitt samstarv millum føroyskar myndugleikar og japanskar myndugleikar, sum skapar grundarlag fyri støðutakanini til, hvørji japansk skip fáa loyvi, ella eru tað einstaklingar í Føroyum (møgul. feløg), sum taka samband við eitt tilvildarligt japanskt skip, og í so føri verður royndarloyvið givið áðrenn ella aftaná, at tað japanska skipið er komið inn í myndina?

Eru treytir t.d. settar um, at loyvið ikki kann seljast til japanska skipið, ella vera treytað av samsýning annars?

Eru treytir settar um, at umsitingin skal hava avrit av tí avtaluni, sum gjørd er/verður millum føroyska umboðið og japanska skipið, og í so føri, kann landsstýrismálanevndin fáa innlit í hesar avtalur?

Hvørji viðurskifti verður mett um, tá støða skal takast til, um ein umsøkjari skal fáa eitt royndarloyvi?

Hevur nakar umsøkjari fingið avslag?

Til sammetingar, hvussu er skipanin við øðrum fiskiloyvum, hvat viðvíkur omanfyristandandi spurningum?

Svarfreistin er sett til 14 dagar. 

N.v. 

Edmund Joensen
formaður