Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

8. desember 2000
j. nr. 7.13-2000000314 ks/ás

Fiskimálastýrið
Att.: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Yviri við Strond 17-19
Postsmoga 87
FO-110  Tórshavn

 

 

Viðvíkjandi málinum um tunfiskaloyvir, tygara j. nr. 20000342-9/140

Landsstýrismálanevndin hevur á fundi tann 6. desember 2000 viðgjørt skriv tygara, dagfest 22. november 2000.

Nevndin gjørdi av at biða tygum upplýsa, um svarskrivið frá tygum, dagfest 22. november 2000, skal skiljast soleiðis, at tygum nokta at lata landsstýrismálanevndini tær upplýsingar, ið nevndin hevur biðið um. Tygum verða í hesum sambandi kunnaður um ásetingarnir í § 5 í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna, ið eru soljóðandi:

"§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum." 

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari