Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

9. mai 2001
j. nr. 7.13-2000000319 ks/td

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Postsboks 87
FO-110  Tórshavn

 

Viðvíkjandi málinum um tunfiskaloyvir, tygara j. nr. 20000342-20/140

Í skrivi til landsstýrismálanevndina, dagfest 20. apríl 2001, koma tygum enn einaferð við viðmerkingum til omanfyrinevnda mál, uttan at svara nøkrum av teimum spurningunum, ið nevndin hevur sett tygum.

Málið varð aftur viðgjørt í landsstýrismálanevndini tann 9. mai 2001.

Landsstýrismálanevndin gjørdi av at seta tygum ein spurning ísenn.

Nevndin heitir tí í fyrstu syftu á tygum, um at seta tygum í samband við allar teir persónar/øll tey feløg, ið landsstýrið hevur givið tilsøgn um royndarloyvi at fiska tun við útlendskum skipum, og spyrja hesi, um tey hava fingið nakra samsýning frá útlendsku skipunum/feløgunum í sambandi við, at royndarloyvi vóru givin.

Biðið verður um svar skjótast gjørligt og í seinasta lagi 25. mai 2001. 

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari

Erling Jallsgøta 6, Boks 208, FO-110 Tórshavn
Tlf. (298)-311000 * Telefax (298)-310686 * E-mail logting@logting.fo