Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

FISKIMÁLASTÝRIÐ - Fiskivinnustovan
______________________________________________________________

Tórshavn, tann 04. juli 2000
j. nr. 20000342-9/140
Viðgjørt: AK
Tygara skriv: 7.13.20000003

Løgtingið - Landsstýrismálanevndin
Postrúm 208
Erling Jallsgøta 6
FO-110 Tórshavn
Føroyar
 

Víst verður til skriv tykkara dagfest 2. juni 2000 (tykkara j. nr. 7.13-20000003 ks), har nevndin heitir á landsstýrismannin um at svara ávísum spurningum í sambandi við tunfiskiskap í føroyskum sjógvi umframt at fáa fult innlit í øll skjøl í málinum. Eisini verður víst til skriv tykkara frá 23. juni 2000 (j. nr. 7.13.200000034 ks/td), har landsstýrismálanevndin gongur á møti ynskinum frá Fiskimálastýrinum um longda freist fyri at svara settu spurningunum og at veita innlit.

Viðvíkjandi spurningunum, sum verða settir landsstýrismanninum, eru svarini hesi :

1. spurningur :
Tilsøgnirnar um royndarloyvini at fiska tunfisk í føroyskum sjógvi hava verið latnar grundað á umsóknir frá føroyskum stigtakarum, men sjálv royndarloyvini hava verið latin tí einstaka skipinum.

Í hesum sambandi skal verða víst á mun millum tilsøgn og loyvi – í hesum føri royndarloyvi. Tilsøgnin er ein váttan um, at Fiskimálastýrið gongur umsókn frá umsøkjara á møti – møguliga við treytum. Loyvi – í hesum føri royndarloyvi – er tað skjalið, sum endaliga við støði í tilsøgnini veitt umsøkjaranum veitir ávísum fiskifari heimild at fara undir fiskiskap – í hesum føri royndarfiskiskap.

Fiskimálastýrið hevur ikki havt sum mannagongd at boða frá alment, at møguleiki er at søkja um royndarloyvi til nakran fiskiskap – heldur ikki eftir tunfiski, tað veri seg við føroyskum ella útlendskum fiskifari.

2. spurningur
Umsóknirnar, sum eru játtaðar japanskum skipum at royndarveiða eftir tunfiski í føroyskum sjógvi, eru frá føroyskum feløgum. Tað hava ikki verið sett ávís krøv til umsóknina frá føroyska felagnum, men treytir hava verið settar í sambandi við royndarfiskiskapin. Hesar treytir hava verið settar í trimum ymiskum skjølum.

Í tilsøgnini til føroyska felagið hevur verið kravt :

Í avtalu millum Fiskirannsóknarstovuna og eigarin av japanska skipinum hevur verið ásett :

Í fiskiloyvinum latið japanska skipinum hevur umframt verið ásett :

Avrit av oman fyri nevndu skjølum eru løgd við sum skjøl.

3. spurningur
Tað hevur ikki verið samband millum føroyskar og japanskar myndugleikar um, hvørji skip møguliga skulu fáa royndarloyvi at fiska tun í føroyskum sjógvi. Tað hava verið føroyskir stigtakarar/feløg, sum hava havt sambandið við tey japansku skipini. Í sambandi við tilsøgnirnar til føroysku feløgini um royndarloyvi til japansk skip hevur navnið á tí japanska skipinum ikki verið viðgjørt.

4. spurningur
Tilsøgnin um royndarloyvi fyri japansk skip verður latin einum føroyskum felagi, men sjálvt loyvið verður latið tí japanska skipinum, sum føroyska felagið samstarvar við. Fiskimálastýrið hevur ikki sett treytir viðvíkjandi samstarvinum – herundir peningaligum samstarvi – millum tað føroyska felagið og umboð fyri tað japanska skipið.

5. spurningur
Fiskimálastýrið hevur ikki kravt at fáa kunnleika um møguligar avtalur millum tann føroyska og tann japanska partin. Um treytir annars fyri fiskiskapinum verður víst til svar upp á spurning 2 og til skjølini í tí sambandi.

6. spurningur
Tá royndarloyvini vóru givin, vóru fortreytirnar mettar við atliti at útlitunum um, at nakað kundi fáast burturúr bæði til føroyska samfelagið, fyri føroyskt vinnulív, og at vísundaligt tilfar kundi útvegast um tunfisk í føroyskum sjógvi, sum kundi verða við til at menna veiðimøguleikar føroyinga sum fiskiveiðitjóð, marknaðaratgongd og skapa framburð til frama fyri alt samfelagið.

Tá umsóknir komu, varð málið latið Fiskirannsóknarstovuni til ummælis. Fiskirannsóknarstovan metti um málið og viðmælti tíðaravmarkað royndarloyvi í føroyskum sjógvi eftir nærri treytum um reiðskap og hvar roynast skuldi, umframt at krav varð sett um eygleiðarar umborð.

Út frá hesum metingum og við atliti at omanfyri nevndu fortreytum vóru royndarloyvi latin fyrst í 1997 og síðani í 1998 og 1999. Tilsøgnirnar um royndarloyvi til japansk skip hava verið latnar eftir, nær tær hava verið Fiskimálastýrinum í hendi. Mannagongdin árini aftan á hevur verið, at somu feløg, sum høvdu tilsøgn og seinni gjørdist virkin árið fyri, hava aftur fingið tilsøgn.

7. spurningur
Tað eru umsóknir um royndarloyvi, sum ikki eru gingnar á møti.

8. spurningur
Til sammetingar er skipanin við fiskiloyvum soleiðis, at fiskiloyvi er tann rættur, sum landsstýrismaðurin hevur latið eigara av ávísum føroyskum fiskifari, sum hevur veiðuloyvi, at veiða ávíst fiskidagatal og/ella ávísa nøgd úr ávísum fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári. Fiskiloyvi kann eisini verða latið eigara av fiskifari, sum ikki hevur veiðiloyvi, soleiðis at veitt verða fyribils ella avmarkað rættindir at veiða ávísa nøgd/dagatal úr fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári. Víst verður til § 5, stk. 4 í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Fyri útlendsk skip, sum veiða á føroysku landleiðunum og sum eru undir fremmandum flaggi, verður víst til §§ 23 og 24 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Reglurnar eru, at hóast forboðnum í § 10, stk. 5 móti at fiskifør, sum eru undir fremmandum flaggi, og ríkisborgarar, sum ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, reka vinnuligan fiskiskap á føroysku landleiðunum, kann landsstýrismaðurin loyva tílíkan fiskiskap sambært sínámillum fiskivinnuavtalum við onnur lond, og hóast kravið um, at bert fiskifør úr londum, sum Føroyar hava sínámillum fiskivinnuavtalu við, kunnu fáa loyvi at reka fiskiskap á føroysku landleiðunum, kann landsstýrismaðurin gera undantak frá hesi reglu, um tað tænir royndarendamálum ella er liður í royndum at menna nýggja veiði ella fiskavirking.

Fiskifør undir fremmandum flaggi hava loyvi at veiða tær veiðunøgdir av ymiskum fiskastovnum undir Føroyum, sum eru avtalaðar millum myndugleikarnar í hesum londum og Føroya landsstýri á hvørjum ári.

Fiskifør undir fremmandum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á einum lista, sum heimland teirra hevur sent Fiskimálastýrinum við navni, skrásetingarnummari og øðrum neyðugum upplýsingum, áðrenn nýtt fiskiár byrjar. Broytingar kunnu gerast í listanum í fiskiárinum.

Hjáløgd eru avrit av skjølum úr sakunum 1560-5/90 og 1550-36/97, har brævaskiftið viðv. tunfiskiskapi hevur verið skrásett.

Vinarliga

Jørgen Niclasen
landsstýrismaður 

Kaj P. Mortensen
aðalstjóri