Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

 

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

20. juli 2000
j. nr. 7.13-2000000125 ks/td

Anfinn Kallsberg, løgmaður
Tinganes
Postsmoga 64
110 Tórshavn 

 

Viðvíkjandi málinum um ásetingar um og útgjaldingar av pensjónsveitingum aftaná 1. januar ár 2000 og skattur av hesum

Við skrivið, dagfest 19. juli 2000, hava tygum sett landsstýrismálanevndini nakrir spurningar í sambandi við omanfyrinevnda mál.

Skrivið frá tygum varð viðgjørt á fundi í landsstýrismálanevndini 19. juli 2000, har avgjørt varð at svara tygum:

At landsstýrismálanevndin er av tí áskoðan, at tað ikki er uppgávan hjá landsstýrismálanevndini at taka støðu til spurningin um Helena Dam á Neystabø hevur borið seg óregluliga at í hesum máli, men hevur latið hetta upp til løgmann og /ella Løgtingið at gera av.

At nevndin ikki metir, tað vera neyðugt at heita á løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra, vísandi til at málið er nóg væl lýst í frágreiðing, sum nevndin hevur tikið stig til at fáa gjørt, og sum eisini er send løgmanni, landsstýrismonnum og øllum tingmonnum.

At orsøkin til, at landsstýrismálanevndin hevur avgjørt ikki at fylgja mannagongdini í seinast samtyktu starvsskipan fyri nevndina, er, at starvsskipanin er undir endurskoðan. 

N.v. 

Kristina Samuelsen
nevndarskrivari

 

Erling Jallsgøta 6, Boks 208, FO-110 Tórshavn
Tlf. (298)-311000 * Telefax (298)-310686 * E-mail logting@logting.fo