Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

 

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

6. juni 2000
j. nr. 7.13-20000001 ks/td

Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum 

 

Á fundi í landsstýrismálanevndini, í dag, varð málið um pensjónsútgjaldingar aftur viðgjørt.

Sambært tilfarinum í málinum sær út til, at viðbótin til fólkapensjón ikki verður útgoldin við tí upphædd sum Ll. nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum tilskilar. Viðbót til fólkapensjón – til gift hvør er kr. 13.832,-, og til støk er hon kr. 19.732,- sambært lógini. Tað letur tó til, at viðbótin til fólkapensjón – til gift hvør verður útgoldin við kr. 13.836,- og til støk við kr. 19.728,-.

Nevndin gjørdi av at spyrja tygum, um tygum kunnu vátta hetta, og í so føri greiða nevndini frá, hví hesin munurin er.

Biðið verður um svar skjótast gjørligt.

 Kristina Samuelsen
nevndarskrivari