Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

 

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin
______________________________________________________________

2. juni 2000
j. nr. 7.13-200000014 ks/td

Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum 

 

Á seinasta fundi í landsstýrismálanevndini, tann 30. mai 2000, har málið um pensjónsútgjaldingar varð viðgjørt, varð umrøða í sambandi við tey skjøl sum tygum hava viðlagt ummælinum. Limur í landsstýrismálanevndini førdi fram, at hann veit um, at annað samskiftið (skjøl, e-brøv) fyriliggur í málinum enn tað, sum landsstýrismálanevndin hevur fingið sendandi saman við ummælinum.

Landsstýrismálanevndin tók avgerð um, at biðja tygum um at senda nevndini hesi skjøl beinanvegin.

 Kristina Samuelsen
nevndarskrivari