Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

 

Tórshavn, 19. juli 2000

Landsstýrismannanevndin
Føroya Løgting
Erling Jalsgøta 6
Postboks 208
110 Tórshavn
Stílað: Edmund Joensen, formanni 

 

Viðvíkjandi málinum um ásetingar um og útgjaldingar av pensiónsveitingum aftaná 1. januar ár 2000 og skattur av hesum

Sambært stýrisskipanarlógini § 38, stk. 1, setir Løgtingið eina trý manna nevnd av løgtingsmonnum at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.

Í frágreiðing dagfest tann 30. juni 2000 hevur landsstýrismálanevndin viðgjørt málið um útgjaldingar av pensiónsveitingum aftaná 1. januar 2000 og skatt av hesum.

Landsstýrsmálanevndin setir í frágreiðingini í níggju førum spurning við, um umsitingin av nevndu viðurskiftum er farin fram samsvarandi lóggávuni á økinum. Landsstýrismálanevndin kemur ikki til nakra niðurstøðu hesum viðvíkjandi.

Løgmaður skal tí spyrja landsstýrismálanevndina, um nevndin, grundað á frágreiðingina, hevur illgruna um, at Helena Dam á Neystabø, ið hevur ábyrgdina av málsøkinum, hevur borið seg óregluliga at í hesum máli.

Sambært stýrisskipanarlógini § 38, stk. 2, kann landsstýrismálanevndin, um hon hevur illgruna um at óregluliga hevur verið atborið, krevja, at løgtingsformaðurin setir ein kanningarstjóra at kanna um fyrisitingin í málinum er útint á lógligan hátt.

Um landsstýrismálanevndin hevur illgruna um, at landsstýrismaðurin hevur borið seg óregluliga at, verður harnæst spurt, hví landsstýrismálanevndin so ikki hevur gjørt nýtslu av heimildini í stýrisskipanarlógini § 38. stk 2, at krevja, at løgtingsformaðurin setir ein kanningarstjóra at gera eina niðurstøðu í málinum, hvørt fyrisitingin er útint á lógligan hátt.

Sambært § 9 í starvsskipanini hjá landsstýrismálanevndini skal nevndin, um fyribilsstøða nevndarinnar er, at løgmaður ella landsstýrismaður hevur borið seg óregluliga at, kalla viðkomandi til samráðs í landsstýrismálanevndini saman við løgfrøðiliga ráðgeva sínum.

Um landsstýrismálanevndin hevur illgruna um at landsstýrismaðurin hevur borið seg óregluliga at, verður at enda spurt, hví landsstýrismálanevndin ikki hevur boðsent landsstýrismanninum til nevndarfund. 

Anfinn Kallsberg
løgmaður