Mál í Landsstýrismálanevndini - skjřl 1999

 FÍGGJARMÁLASTÝRIĐ

 

Argir, tann 29-06-00
J.Nr.:
(at tilskila í svari)
Viđgjřrt: pal
Tygara skriv:

Landsstýrismálanevndin
Erling Jallsgřta 6
Boks 208
FO-110 Tórshavn.
Att: Kristina Samuelsen

 

Viđvíkjandi fyrispurningum frá Landsstýrismálanevndini dagfestum 15.juni 2000.

Í telefonsamrřđu okkara 27 juni spurdi tú um, hvussu Fíggjarmálastýriđ metti um:

Í gjár 28. juni hevđi undirritađi Petur Alberg Lamhauge saman viđ Kurt Madsen, deildarstjóra á Toll- og Skattstovuni fund viđ Aibritt á Plógv, deildarstjóra ě Almanna- og Heilsumálastýrinum, viđ tí endamáli at fáa greiđu á omanfyrinevndu spurningum.

Aibritt ásannađi, at orđingin "útgoldin uttanum skattaskipanina" var óheppin. Tađ sum meint var viđ, var, at tann ávísi parturin av viđbótini, iđ svarar til skattafrádráttin, blívur fluttur um A-skattaskipanina sum forvunnin upphćdd. Til at nýta í álíkningini kemur Toll- og Skattstovan at fáa allar relvantar upplýsingar, so sum hvřrjar pensionistar talan var um, pensiósupphćddir og lćkkingar av frádráttum.

Aibritt greiddi frá, at mannagongdin í samband viđ lćkking av inntřkufrádráttinum var tann, at skattafrádrátturin bleiv minkađur, tá pensionisturin hevđi ađra inntřku, í somu takt sum pensionsviđbótin bleiv minkađ (áđrenn byrja verđur at regulera pensiónsviđbótina, verđur sjúkrakassaviđbótin tó regulerađ burtur).

Fíggjarmálastýriđ og Toll- og Skattstova Fřroya ásanna, at Almanna- og Heilsumálastýriđ og Almannastovan leggja upp til eina lćkking av skattafrádráttinum hjá pensinonistum. Tađ má helst verđa rćtt at lćkka frádráttin í summum fřrum tá lógin ásetur, at frádrátturin skal verđa í mesta lagi….

Almanna- og Heilsumálastýriđ og Almannastovan leggja eisini upp til, at frádrátturin verđur lćkkađur orsakađ av inntřku. Hetta má helst eisini verđa rćtt, tá tađ er í samsvar viđ álitiđ frá Fíggjarnevndini.

Tá lóg og álit ikki geva nćrri útgreiningar, kunnu Fíggjarmálastýriđ og Toll- og Skattstova Fřroya ikki viđ síni núverandi vitan taka střđu til, um tann takt Almanna- og Heilsumálastýriđ og Almannastovan leggja upp til at lćkka frádráttin eftir, er í samsvar viđ galdandi lóg.

Toll- og Skattstova Fřroya metir tađ teknisku loysnina sum almannamyndugleikarnir leggja upp til at verđa eina brúkbara loysn.

Fíggjarmálastýriđ Toll- og Skattstova Fřroya

Petur Alberg Lamhauge

Óli Heinesen

 

TRAĐAGŘTA 39 POSTBOKS 2039 FO-FO-165 ARGIR FĆRŘERNE
TELEFON + 298 35 20 20 - TELEFAX + 298 35 20 30 - E-MAIL: FINANS@FMS-FL.FO