Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

 FÍGGJARMÁLASTÝRIÐ

Argir, tann 26-06-00
J.Nr.:
(at tilskila í svari)
Viðgjørt: pal
Tygara skriv:

Landsstýrismálanevndin
Erling Jallsgøta 6
Boks 208
FO-110 Tórshavn.

 

Viðvíkjandi fyrispurningum frá Landsstýrismálanevndini dagfestum 15. juni 2000

Ì skrivi nevndarinnar dagfest 15. Juni 2000 verður spurt:

Heitt verður á tygum um at upplýsa, um Almanna- og heilsumálastýrið umsitur serliga frádráttin í skattskyldugu inntøkuni til miðal og hægstu fyrtíðarpensjónistar, og í so føri í hvønn mun og hvussu hetta verður gjørt.

Hertil er at siga, at Toll- og Skattstova Føroya umsitur skattalóggávuna og harvið eisini teir frádráttir, ið skattalóggávan til eina og hvørja tíð heimilar. Evstu fyrisitingarligu ábyrgd í álíkning av tí einstaka borgaranum hevur Toll- og Skattaráð Føroya.

Tá ið um frádráttir ræður, er meginreglan tann, at tann einstaki skattaborgarin sjálvur á fyribilsskjali og sjálvuppgávu upplýsir skattavaldinum inntøkur og frádráttir sínar.

Vanligt er tó, bæði í Føroyum og grannalondum okkara, at skattavaldið far upplýsingar beinleiðis frá kelduni at nýta í álíkningini. Í summum førum er hetta ásett í lóggávuni og í øðrum er tað sambært umsitingarligari siðvenju. Hetta verður gjørt bæði fyri at lætta um hjá borgarunum og fáa álíkningina effektivari og rættari.

Sum dømi um tílíkt samstarv í Føroyum kunnu nevnast:

Rættleikan av upplýsingunum frá nevndu stovnum og virkjum kannar Toll- og Skattstovan við stakroyndum.

Frádráttirnir sambært løgtingslóg nr. 40 frá 24. mars 2000 skulu sum áður nevnt umsitast á tann hátt, at Almannastovan finnur fram til, hvørjir persónar skulu hava frádrátt og hvussu nógv frádrátturin hjá hvørjum einstøkum møguliga skal minkast.

Toll- og Skattstova Føroya kannar síðan rættleikan av frádráttunum og leggur teir inn í fyribilsálíkningarskipanina og seinni skipanina fyri endaligu álíkningina.

Síðan verður spurt:

"Eisini verður biðið um at fáa upplýst, um ivi er um, hvussu frádrátturin skal umsitast, og í so føri hvussu ætlanin er at loysa hetta ivamál ? "

Tað sum ivi kann verða um, er hvussu orðingin í broytingaruppskotinum frá Fíggjarnevndini skal skiljast.
Broytingaruppskotið sigur:
1. Í § 1, nr.1, pkt.15, verður aftaná "16.700 kr." sett inn "í mesta lagi".
2. Í § 1, nr.1, pkt.16, verður aftaná "16.200 kr." sett inn "í mesta lagi".

Álitið sigur:
"Á fundinum við Almanna- og heilsumálastýrið var heitt á Fíggjarnevndina um at seta fram broytingaruppskot í § 1, nr. 1, soleiðis, at tað verður gjørt heilt greitt, at upphæddirnar, ið nevndar verða, kunnu verða lækkaðar orsakað av inntøku, og tí eru at rokna sum upphæddir í mesta lagi."

Í gerðabókini hjá Fíggjarnevndini stendur:
Í nr. 57 skal setast fram broytingaruppskot eftir áheitan frá Almanna- og heilsumálastýrinum soleiðis, at upphæddirnar, ið nevndar eru, verða "Í mesta lagi".

Hvørki broytingaruppskot, álit ella gerabók hjá Fíggjarnevndini siga soleiðis nakað um hvørjar inntøkur roknast skal við, og hvussu frádrátturin annars skal minkast

Toll- og Skattstova Føroya upplýsir, at tá upplýsingarnir um frádráttir koma frá Almannastovuni, fer stovnurin og Toll-og Skattaráð Føroya at meta um hesir eru samsvarandi galdandi lóggávu, og eru teir ikki tað, fer stovnurin beinanvegin at seta seg í samband við Almanna- og heilsumálastýrið og Almannastovuna fyri at fáa hetta rætta.

Fíggarmálastýrið er annars av tí áskoðan, at so skjótt høvi verður til tað, má lógarteksturin gerast greiðari. Útgreinast má, hvørjar inntøkur roknast skal við, tá frádráttarlækking skal gerast, og hvussu henda lækking skal gerast.

+ skjal

Karsten Hansen
landstýrismaður

/Petur Alberg Lamhauge
fíggjarmálastjóri

 

 

TRAÐAGØTA 39 POSTBOKS 2039 FO-FO-165 ARGIR FÆRØERNE
TELEFON + 298 35 20 20 - TELEFAX + 298 35 20 30 - E-MAIL: FINANS@FMS-FL.FO