Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Kristina Samuelsen
Sendt: 9. juni 2000 09.28
Til: 'Aibritt a Plogv'
Emne: J. nr. 7.13-20000001 Landsstýrismálanevndin

Hey Aibritt

Sum eg nevndi í telefonini, so manglar mær nakrar upplýsingar til mína frágreiðing, og tað, sum eg vildi spyrja um, er, um tað er møguligt at fáa hesar upplýsingar, uttan at eg kalli nevndina inn, fyri at hon kann koma við áheitanini.

Tað, sum eg mangli av upplýsingum, er:

Eitt konkret dømi um ta fráboðan, sum Almannastovan sendi út til allar miðal og hægstu fyritíðarpensjónistar við pensjónsútgjaldinum fyri mai, og sum Almanna- og Heilsumálastýrið hevur nevnt í tíðindaskrivinum um almannapensjónir og broytingar í skattinum. Tað hevði verið best, um tað var ein fráboðan, sum í veruleikanum er send út, men har navnið og annað, sum kann vísa til tann ávísa persónin, er strikað út.

Konkret dømir um útgjaldingar til pensjónistar (giftir, stakir, og giftir við ikki-pensjónistum, fólkapensjónistar, hægstu, miðal og lægstu fyritíðarpensjónistar) av pensjónum (grundupphædd og viðbót) og serligum viðbótum (§ 8-12 í kunngerðini), umframt av stuðli til hjálparráð. Í hesum sambandi havi eg brúk fyri konkretum dømum, bæði við pensjónistum, sum ikki hava nakra inntøku við síðuna av pensjónini, og við pensjónistum, sum hava inntøku við síðuna av pensjónini, sum hevur eina stødd, sum merkir, at pensjónsveitingar minka, men ikki detta burtur, hetta kundi t.d. verið - fólkapensjónistur 30.000,- kr., lægsti fyritíðarpensjónistur 50.000,- kr., miðal fyritíðarpensjónistur 60.000,- kr. og hægsti fyritíðarpensjónistur 70.000,- kr. Eisini í hesum føri hevði tað verið best, um tað var ein útgjalding, sum í veruleikanum er send út, men har navnið og annað, sum kann vísa til tann ávísa persónin,er strikað út. Eg giti, at umsitingin á Almannastovuni av broytingunum í skattinum vilja síggjast av eini slíkari útskrift.

Kristina