Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

Løgtingið
Erling Jallsgøta 6
100 Tórshavn
att: Landsstýrismálanevndin

Tórshavn, tann 01.06.2000

Frágreiðing til landsstýrismálanevndina

Hetta skriv er ein greining av tølunum í hjálagda yvirliti, sí skjal 1, frá Almannastovuni, sum er býtt sundur í tey ymisku sløgini av pensjónistum.

Viðv. teirri barnaviðbótini, sum nevnd er í yvirlitinum frá Almannastovuni, skal vera gjørt vart við, at talan er um allar barnaviðbøtur til pensjónistar, tvs. bæði tær vanligu sambært almannapensjónslógini og skiftisveitingarnar eftir kunngerðini. Ilt er at siga neyvt, hvussu stórur partur av hesum upphæddum stava frá skiftisveitingum, tí Almannastovan hevur trupult við at skilja hesar sundur í edv-kervinum. Í apríl eru útgoldnar 219 barnaviðbøtur tilsamans. Ein meting frá Almannastovuni er, at uml. 85 viðbøtur verða útgoldnar sambært kunngerðini.

Sum sæst eru fleri av upphæddunum sera stórar í januar. Hetta skyldast, at tvinnar útgjaldingar/bókingar eru farnar fram í januar, nevniliga fyri jan. og feb.

Fólkapensjón

Veitingin hevur heimild í Ásetingarlógini, § 7 stk. 2, og verður veitt við einari upphædd á 856 kr. um mánaðin. Hetta merkir, at hon verður veitt uml. 251 (apríl) fólkapensjónistum. Talið kemur væntandi at minka eitt lítið sindur ígjøgnum árið, tí at nakrir av hjúnafeløgunum hjá hesum pensjónistum væntandi eisini gerast pensjónistar, og harvið dettur rætturin til hesa skiftisveitingina burtur.

Henda veitingin er sjúkrakassaviðbótin, samb. § 8 í kunngerðini. Í apríl er útgoldin ein upphædd svarandi til umleið 2.843 fullar viðbøtur ( 160 kr. / mðr. ). Havandi í huga, at talið á fólkapensjónistum er 5.862 sæst, at inntøkureguleringin førir við sær, at minni enn helvtin fær hesa viðbótina, og er hetta sum ætlað tann fíggjarliga veikara helvtin.

Hetta eru vanligar persónligar viðbøtur, sambært lógini, sum einki hava við skiftisveitingarnar at gera.

Hægsta fyritíðarpensjón

Henda veitingin innheldur skiftisveitingar fyri miss í grundarupphædd og viðbót. Skiftisveitingin fyri grundarupphæddina er 856 kr. / mðr., og heimildin fyri hesari er at finna í § 7 stk. 2 í Ásetingarlógini. Skiftisveitingin fyri viðbótina er 759 kr. / mðr., og heimildin er at finna í § 11 í kunngerðini um persónliga viðbót. Báðar upphæddirnar eru lagdar saman, og verða goldnar út skattafrítt, tí persónliga viðbótin, sambært skattalógini, er skattafrí. Av samlaðu upphæddini fara 53 % til grundarupphæddina og 47 % til viðbótina. Samlaða útgoldnað upphæddin svarar annars til, at uml. 133 persónar fáa fulla skiftisveiting. Hetta skal síggjast í mun til, at tað eru uml. 653 hægstu fyritíðarpensjónistar.

Henda veitingin er sjúkrakassaviðbótin, samb. § 8 í kunngerðini. Frá apríl-mánaði er skattafríi parturin av vanligu viðbótini, sambært § 2 í almannapensjónslógini, eisini bókaður saman við sjúkrakassaviðbótini, og er hetta orsøkin til ógvusliga vøksturin í tølunum frá mars til apríl. Talan er kortini ikki um ein samlaðan vøkstur, tí vanligu viðbøturnar, sum ikki eru við í hesum yvirlitinum eru minkaðar samsvarandi hesum vøkstrinum. Tølini vísa annars, at sjúkrakassaviðbøtur eru goldnar uml. 532 (apríl) hægstu fyritíðarpensjónistum.

Hetta eru vanligar persónligar viðbøtur, sambært lógini, sum einki hava við skiftisveitingarnar at gera.

Miðal fyritíðarpensjón

Henda veitingin innheldur skiftisveitingar fyri miss í grundarupphædd og viðbót. Skiftisveitingin fyri grundarupphæddina er 856 kr. / mðr., og heimildin fyri hesari er at finna í § 7 stk. 2 í Ásetingarlógini. Skiftisveitingin fyri viðbótina er 312 kr. / mðr., og heimildin er at finna í § 12 í kunngerðini um persónliga viðbót. Báðar upphæddirnar eru lagdar saman, og verða goldnar út skattafrítt. Av samlaðu upphæddini fara 73,3 % til grundarupphæddina og 26,7 % til viðbótina. Samlaða útgoldnað upphæddin svarar annars til, at uml. 307 (apríl) persónar fáa fulla skiftisveiting. Hetta skal síggjast í mun til, at tað eru uml. 849 miðal fyritíðarpensjónistar.

Henda veitingin er sjúkrakassaviðbótin, samb. § 8 í kunngerðini. Frá apríl-mánaði er skattafríi parturin av viðbótini eisini bókaður saman við sjúkrakassaviðbótini, og er hetta orsøkin til ógvusliga vøksturin í tølunum frá mars til apríl. Talan er kortini ikki um ein samlaðan vøkstur, tí vanligu viðbøturnar, sum ikki eru við í hesum yvirlitinum eru minkaðar samsvarandi hesum vøkstrinum. Tølini vísa annars, at sjúkrakassaviðbøtur eru goldnar uml. 710 (apríl) miðal fyritíðarpensjónistum. Havast skal í huga, at tað sum nevnt eru uml. 849 miðal fyritíðarpensjónistar í Føroyum.

Hetta eru vanligar persónligar viðbøtur, sambært lógini, sum einki hava við skiftisveitingarnar at gera.

Lægsta fyritíðarpensjón

Henda veitingin er sjúkrakassaviðbótin, samb. § 8 í kunngerðini. Tølini vísa annars, at sjúkrakassaviðbøtur eru goldnar uml. 454 (apríl) lægstu fyritíðarpensjónistum. Havast skal í huga, at tað sum nevnt eru uml. 632 lægstu fyritíðarpensjónistar í Føroyum.

Meirkostnaður

Landsstýrismálanevndin spyr, hvør meirkostnaðurin er av kunngerðini um persónliga viðbót? Fortreytirnar fyri hesum svarinum eru framrokningar gjørdar við støði í útgjaldingunum fyri mánaðarnar jan. – apr. ( tvs. bókingarnar fyri jan., feb. og mars – útgjaldi fyri jan. og feb. eru bæði bókaði í jan.).

Út frá hesum framrokningum sæst, at kunngerðin íroknað skiftisveitingarnar samb. Ásetingarlógini kostar uml. 17,97 mió. kr. Um skiftisveitingarnar fyri grundarupphæddina verða frároknaðar, so kostar sjálv kunngerðin uml. 10,91 mió. kr. Av hesum stava 8,57 mió. kr. frá sjúkrakassaviðbótini samb. § 8 og 2,34 mió. kr. frá §§ 11 og 12 í kunngerðini. Harumframt kemur skiftisveitingin fyri barnaviðbótina, sum tað ikki ber til at siga nakað neyvt um kostnaðin av., men hesin er í hvussu er ikki serliga stórur ( uml. 7 – 800.000 kr. ).

Meirkostnaðurin av kunngerðini um hjálparráð er uml. 1,91 mió kr.

Av tí at sjúkrakassaviðbótin, barnaviðbótin og hinar skiftisviðbótirnar eisini vórðu í tí gomlu lógini, er meirkostnaðurin av kunngerðini, framroknaður í fíggjarlógina fyri ár 2000.

 

Helena Dam á Neystabø

landsstýrismaður