Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

Løgtingið
Erlig Jallsgøta 6
100 Tórshavn
att: Landsstýrismálanevndin

 Tórshavn, tann 27.05.2000

 

Viðv. fyrispurningi frá Landsstýrismálanevndini; j.nr. 7.13.20000001 

a. Viðvíkjandi kunngerð um persónliga viðbót sambært Ll. nr. 48 frá 10.05.99

Landsstýrismálanevndin biður um upplýsing og nærri frágreiðing um ítøkiliga heimildargrundarlagið fyri kunngerðini.

Heimildin fyri kunngerð nr. 8 frá 11. febr. 2000 er at finna í § 12, stk. 6 í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mei 1999 um almannapensjónir. Sambært § 12, stk. 1 kann persónlig viðbót verða veitt einum pensjónisti, sum hevur serliga trupul kor, og sambært § 12, stk. 6 skal landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um veitan av persónligari viðbót eftir stk. 1.

Landsstýrismálanevndin biður um upplýsing og nærri frágreiðing um kunngerðin skal lesast soleiðis, at skiftisveitingarnar sambært §§ 8 - 13 og 14, stk. 2 eru treytaðar av, at móttakarin hevur serliga trupul kor og sostatt, sum nevnt í viðmerkingunum, ikki er førur fyri at bera útreiðsluna sjálvur.

Svarið er, at kunngerðin skal skiljast soleiðis, at skiftisveitingarnar einans verða veittar teimum, sum hava / vildu havt sera trupul kor, um hesar veitingar ikki vóru. Tó er munur á, hvussu kunngerðin verður umsitin av Almannastovuni, alt eftir um talan er um eina vanliga persónliga viðbót ella eina serliga persónliga viðbót / skiftisveiting.

Treytirnar fyri veitan av vanligari persónligari viðbót eru at finna í §§ 1 - 7 í omanfyri nevndu kunngerð. Haraftrat eru reglur um nakrar skiftisveitingar / serligar persónligar viðbøtur, sum løgtingið partvís hevur samtykt. Reglurnar hesum viðvíkjandi eru at finna í §§ 8 - 13. Eisini hesar veitingarnar eru avmarkaðar soleiðis, at tað bert eru teir pensjónistarnir, sum hava serliga trupul kor og harvið eru ringast fyri, sum fáa hesar skiftisveitingarnar. Hetta er gjørt við, at allar hesar veitingarnar eru antin inntøkureguleraðar ella tíðaravmarkaðar ella bæði. Tey inntøku- og ognarmarkini, sum eru at finna í §§ 2 - 6, tá talan er um veitan av vanligari persónligari viðbót, eru sambært § 13 ikki galdandi viðvíkjandi serligu persónligu viðbótunum. Hetta merkir, at tá veittar verða serligar persónligar viðbøtur / skiftisveitingar, so verður ikki farið undir eina konkreta meting av fíggjarviðurskiftunum hjá pensjónistinum í hvørjum einstøkum føri, eins og gjørt verður, tá talan er um vanligu persónligu viðbøturnar, sum pensjónisturin søkir um.

Sum greitt frá, so verða flestu serligu persónligu viðbøturnar / skiftisveitingarnar inntøkureguleraðar samsvarandi reglunum í § 19 í lógini um almannapensjónir. Hetta verður gjørt á tann hátt, at ymisku upphæddirnar í pensjónini eru lagdar omaná hvørja aðra, soleiðis at tær hvørva ein og ein, so hvørt sum inntøkan við síðuna av pensjónini økist. Longu tá inntøkan fer 3.200 kr upp um inntøkumarkið á 20.600 / 41.200 fyri ávikavist fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar, er sjúkrakassaviðbótin burturdottin. Síðani verður farið at regulera skiftisveitingarnar eftir § 11 ella § 12 fyri ávikavist hægstu og miðal fyritíðarpensjónistar. Hetta merkir, at hóast eingin konkret meting fer fram, falla hesar viðbøturnar burtur, áðrenn inntøkuhámarkið fyri vanligari persónligari viðbót er rokkið. Tískil lúka eisini hesar viðbøturnar treytirnar um serliga trupul kor.

Inntøkuhámørkini sum ásett eru í greinunum 5 og 6 í kunngerðini, eru ásett samsvarandi galdandi siðvenju á økinum. Tá talan er um ein stakan pensjonist, er inntøkumarkið full pensjón og frádráttaupphæddin, eftir ásetingarlógini. Tá talan er um ein giftan pensjonist. er inntøkuhámarkið full pensjón fyri bæði, umframt frádráttaupphæddina fyri annan.

Tær ymisku skiftisveitingarnar :

§ 8; sjúkrakassaviðbótin
Fyrr var sjúkrakassagjaldið innroknað sum ein partur av pensjónini. Tað sum var galdandi áðrenn 1. januar í ár var, at Almannastovan legði sjúkrakassagjaldið omaná viðbótina, sum var ásett í lógini um áseting og javning av almannaveitingum. Sjúkrakassaupphæddin sum ásett var, var ein miðalupphædd í mun til øll sjúkrakassagjøld í landinum. Tá nýggja lógin varð gjørd, var henda upphæddin ikki tikin við, og mett var rættast ikki at broyta lógina um áseting og javning av almannaveitingum og hækka viðbótina við sjúkrakassagjaldinum, tí landsstýrismaðurin ætlaði at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið í ár 2000, har øll, eisini pensjonistarnir sluppu undan at gjalda sjúkrakassagjald, eins og í dag.

Eitt "endurgjald" fyri hendan missin verður tí veitt teimum fíggjarligu veikastu pensjónistunum. Hetta verður gjørt á tann hátt, at viðbótin verður inntøkuregulerað samsvarandi reglunum í lógini um almannapensjónir. Hetta merkir, at pensjónistur, sum hevur eina inntøku við síðuna av pensjónini, sum er 3200 kr. ella meira omanfyri loyvdu árligu inntøkumarkini ( 20.600/41.200 ) ikki fær hesa viðbótina. Hetta merkir, at allir pensjónistar, sum fáa sjúkrakassaviðbótina útgoldnað, lúka inntøkutreytirnar í §§ 5 og 6 í kunngerðini, tí sjúkrakassaviðbótin er langtsíðan burturdottin, innan hesir pensjónistarnir røkka inntøkuloftinum í kunngerðini. Tískil er ikki neyðugt við einari konkretari málsviðgerð í hvørjum einstøkum føri fyri hesa viðbótina.

§ 9; barnaviðbótin
Treytirnar fyri at fáa barnaviðbót eru herdar eftir nýggju almannapensjónslógini, og tískil vóru tað nakrir pensjónistar, sum mistu hesa viðbót, tá nýggja lógin kom í gildi. Siðvenjan eftir gomlu lógini var tann, at ein sambúgvandi (ikki-giftur) pensjónistur, sum livdi saman við tí, sum hevði uppihaldsskyldu mótvegis barninum fekk barnaviðbót, meðan hesin sami onga viðbót fekk, um hann var giftur. Eftir nýggju lógini verður viðbótin heldur ikki veitt teimum, sum eru sambúgvandi. Um hendan viðbót fall burtur pr. 1. jan. 2000 uttan at pensjónisturin hevði møguleika fyri at fyrireika seg til hetta, vildu hesir pensjónistar verið sera illa fyri fíggjarliga, tí tey vildu mist 721 kr. um mánaðin pr. barn. Landsstýrismaðurin helt tí, at rættast var at veita hesum pensjónistunum eina skiftisveiting í eitt ár, har boðað bleiv frá, at veitingin fall burtur 1. jan. 2001. Av tí, at veitingin er tíðaravmarkað, og at tað vildi verið sera trupult hjá hesum pensjónistunum, um viðbótin bara fall burtur, verður mett at kravið um serliga trupul kor er rokkið. Tá talan er um eina barnaviðbót skal hendan eisini síggjast í ljósinum av, at hon knýtir seg at teimum eykaútreiðslum, ið standast av barni/børnum, og ikki er ein "lønarinntøka" eins og vanliga pensjónin. Hendan skiftisviðbótin verður ikki inntøkuregulerað, við m.a. teirri grundgeving, at barnaviðbót ikki verður íroknað, tá inntøkumarkini fyri veitan av persónligari viðbót, sambært § 5, stk. 4 og § 6, stk. 4 í kunngerðini, verða gjørd upp. Hetta er í tráð við tær leiðbeiningar og siðvenju, sum var galdandi frammanundan hesari kunngerðini.

Viðv. §§ 10 - 12
Tá nýggja lógin var sett í gildi, broyttust viðurskiftini hjá nøkrum pensjónistum munandi. Tað var soleiðis, at eftir gomlu lógini fekk ein pensjónistur, sum var giftur við einum ikki-pensjónisti, pensjón sum stakur, umframt at hann eisini fekk eina hjúnabandsviðbót. Hesin pensjónisturin var sostatt betri stillaður fíggjarliga, enn ein tilsvarandi stakur pensjónistur. Hetta hevði við sær, at skiftisveitingarnar í §§ 10 - 12 vóru settar í gildi, men eingin skiftisveiting verður kortini latin fyri mistu hjúnabandsviðbótina.

§ 10; grundupphæddin
Hendan greinin er eitt úrslit av og endurgevur § 7 stk. 2 í Løgtingslóg nr. 107 frá 22. des. 1999 um áseting og javning av almannaveitingum. Við hesari ásetingini samtykti Løgtingið at rindast skuldi hesum pensjónistunum ein skiftisveiting í eitt styttri ella longri tíðarskeið, sum ikki verður inntøkuregulerað. Her hevur Løgtingið valt eina endurgjaldsskipan, sum skal veita pensjónistunum eina persónliga viðbót, men sum kortini ikki nýtist at lúka treytirnar í lógini um serliga trupul kor. Talan er sostatt her um eina heilt serliga persónliga viðbót, sum er ásett við lóg.

§ 11; viðbót - hægsta fyritíðarpensjón
Sambært § 11 verður veitt hægstu fyritíðarpensjónistunum, sum eru giftir við ikki-pensjónistum, og sum frammanundan fingu eina hægri viðbót, eina skiftisveiting, svarandi til munin á viðbótunum eftir, at skattur vildi verið goldin. Skiftisviðbótin er tíðaravmarkað og inntøkuregulerað, soleiðis at einans tey, sum eru ringast fyri fáa hesa veiting. Sum greitt frá omanfyri, fellur hendan viðbótin longu heilt burtur, innan inntøkuhámarkið í kunngerðini eru rokkið. Mett verður tískil, at hendan veiting lýkur treytirnar um serliga trupul kor hjá pensjónistinum.

§ 12; viðbót - miðal fyritíðarpensjón
Sambært § 12 verður veitt miðal fyritíðarpensjónistunum, sum eru giftir við ikki-pensjónistum, og sum frammanundan fingu eina hægri viðbót, eina skiftisveiting, svarandi til munin á viðbótunum eftir, at skattur vildi verið goldin. Skiftisviðbótin er tíðaravmarkað og inntøkuregulerað, soleiðis at einans tey, sum eru ringast fyri fáa hesa veiting. Sum greitt frá omanfyri, fellur eisini hendan viðbótin heilt burtur, innan inntøkuhámarkið í kunngerðini eru rokkið. Mett verður tískil, at eisini hendan veiting lýkur treytirnar um serliga trupul kor hjá pensjónistinum.

§ 13; umsitingin
Sambært hesari greinini verður umsitingin av skiftisviðbótunum foreinklað soleiðis, at ikki verður neyðugt at fara inn í konkreta málsviðgerð í hvørjum einstøkum føri. Ein slík umsiting hevði verið ógjørlig hjá Almannastovuni við verandi arbeiðsorku. Men sum greitt er frá frammanundan, so lúka teir pensjónistarnir sum fáa skiftisviðbøtur eftir §§ 8 og 11 - 12 kortini inntøkukrøvini í §§ 5 - 6 í kunngerðini.

§ 14, stk. 2; skiftisreglur
Persónlig viðbót verður onkuntíð veitt sum ein leypandi veiting til t.d. bústaðarútreiðslur, um so er, at inntøkan ikki røkkur. Her hevur verið og er mannagongdin tann, at slíkar veitingar verða endurskoðaðar einaferð um árið. § 14, stk.. 2 er ein skiftisregla, og viðvíkur einans hesum leypandi veitingunum. Hendan skiftisreglan skal gera tað møguligt fyri Almannastovuna at lata verandi leypandi veitingar ( pr. 01.01.00 ) koyra víðari, inntil tær annars vildu verið endurskoðaðar. Hendan greinin hevur einki at gera við tær skiftisveitingar, sum verða veittar eftir kunngerðini.

Landsstýrismálanevndin spyr, um kunngerðin verður umsitin í samsvari við kravið í lógini um, at veitingin skal vera treytað av, at pensjónisturin hevur serliga trupul kor.

Mett verður, at kunngerðin verður umsitin soleiðis, at bert tey sum hava serliga trupul kor fáa veiting sambært kunngerðini.

Tá talan er um skiftisveitingarnar verður eingin beinleiðis inntøku- og ognaruppgerð gjørd, men veitingarnar eru inntøkureguleraðar, soleiðis at eingin fær persónliga viðbót, sum ikki annars hevði lokið inntøkutreytirnar í §§ 5 og 6 í kunngerðini. Talan er heldur ikki um varandi veitingar, tí §§ 9 og 11 - 12 gerast óvirknar í seinasta lagi 01.01.2001. Viðv. sjúkrakassaviðbótini eftir § 8, so er ætlanin at broyta sjúkrakassalógina í heyst, og verður hendan skiftisupphæddin samstundis tikin burtur. Hetta merkir, at einans § 10-veitingin verður verðandi eftir í ár 2001, men hon er ásett í Ásetingarlógini.

Viðvíkjandi ognartreytunum í § 4 í kunngerðini, so verða hesar ikki kannaðar, tá talan er um skiftisveitingarnar, men hetta hevur heldur ikki verið gjørt frammanundan, tá talan hevur verið um leypandi veitingar, sum skiftisveitingarnar jú eisini eru.

b. Viðvíkjandi kunngerð um stuðul til hjálpiráð

Landsstýrismálanevndin biður um upplýsing og nærri frágreiðing um ítøkiliga heimildargrundarlagið fyri kunngerðini um hjálpiráð.

Kunngerðin hevur heimild í § 18, stk. 6 í lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 "for Færøerne om offentlig forsorg", jb. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 við seinni broytingum.

Sjálv lógarheimildin er í § 18, stk. 5, har m.a. er staðfest : "at personer med invaliditet….. kan der ydes støtte til hjælpemidler, herunder merudgifter til særlige beklædningsgenstande, som: 1) er nødvendige for, at den pågældende kan udøve et erhverv, 2) i væsentlig grad kan afhjælpe pågældendes lidelse 3) i væsentlig grad kan lette den daglige tilværelse i hjemmet".

Víst verður eisini til kæruavgerð hjá kærunevndini í almannamálaum ( avgerð nr. 1060-432 ), har hon staðfestir at: " at hjálp eftir § 18, stk. 5 í forsorgarlógini kann veitast uttan mun til persónskarða, herundir til avlamispensjónistar…"

Síðani spyr Landsstýrismálanevndin um kunngerðin skal lesast soleiðis, at tað er eitt krav fyri at kunna móttaka stuðul, at tann einstaki móttakarin, út frá eini konkretari meting, uppfyllir treytirnar í § 18 í forsorgarlógini og um kunngerðin verður umsitin á tann hátt, at stuðul bara verður veittur, um tann einstaki móttakarin, út frá konkretari meting, uppfyllir treytirnar í § 18 í forsorgarlógini.

Sambært lov nr. 55 frá 15. mars 1967 "for Færøerne om invalidepension m.v." sbr. lógarkunngerð nr. 101 frá 2. mars 1988 við seinni broytingum, sum fór úr gildi 1. januar 2000, stóð:

"§ 16. Invalider, der har en sådan erhvervsindtægt, at de efter den i § 3, stk. 5, foreskrevne bedømmelse ikke har ret til invalidepension, men hvis invaliditet lægeligt bedømt er så alvorlig, at de ville have ret til pension efter § 3, stk. 2 eller stk. 3, hvis de ikke havde erhvervsmæssigt arbejde, er berettiget til en invaliditetsydelse. Berettiget hertil er også personer, der på grund af alvorlig høreskade har svære kontaktvanskeligheder. "

Avlamisveitingin kundi tillutast persónum, sum vegna inntøku ikki kundu fáa pensión, tá avlamnið læknaliga mett var so mikið umfatandi, at teir vildu havt rætt til hægstu ella miðal fyritíðarpensión.

Tað var tá Vanlukkutryggingarráðið, sum gjørdi eina konkreta meting av um tann einkulti avlamispensionisturin skuldi fáa veitingina. Í Vanlukkutryggingarráðnum situr m.a. landslæknin. Fyri at Vanlukkutryggingarráðið skal kunna taka avgerð, um ein persónur yvirhøvur hevur rætt til pensjón, krevst m.a. ein læknaváttan.

Eins og sambært pensiónslógini, kunnu viðskiftafólk sambært grein 18 í forsorgarlógini fáa kompensatión fyri avlamni. Hvussu metingin fer fram, hvat fyri kriterier skulu leggjast til grund og um Almannastovan kann leggja eina meting frá Vanlukkutryggingini til grund, er ikki ásett nakrastaðni. Metingin liggur í um tað er neyðugt fyri at viðkomandi kann " udøve et erhverv " um tað í stóran mun lættir breki og um tað í stóran mun kann lætta um dagligu tilveruna í heiminum. Hetta er tað sum Almannastovan hevur at meta seg eftir, og eru hetta rættuliga víðir karmar.

Metingin hjá Vanlukkutryggingarráðnum verður tí løgd til grund fyri veitingini og mett verður tí, at tann einstaki móttakarin hevur fingið eina konkreta viðgerð, áðrenn hann fær stuðul sambært forsorgarlógini. Mett varð, at hesir persónar uppfyltu treytirnar í § 18 í forsorgarlógini.

Tað stendur ongastaðni, um stuðulin skal veitast í reiðum peningi ella ikki. Í Danmark er man farin at geva fólki reiðan pening ístaðin. Landsstýrismaðurin er greiður yvir, at grein 18 kann tulkast ógvuliga vítt, og tað hevur eisini skapt nógvar trupulleikar gjøgnum árini. Almanna- og heilsumálastýrið er farið í gongd við at gera eina nýggja forsorgarlóg, og vónandi verður henda lógin greiðari at umsita enn verandi lóg.

Tað mest vanliga er, at ein konkret meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri, men í onkrum førum er viðgerðin standariserað, t.d. í mun til heilivág. Fyrst verður staðfest at viðkomandi lýkur treytirnar í mun til § 18, og síðan kann ein játtan halda áfram í fleiri ár, uttan nakra nýggja tørvsmeting.

Í viðmerkingunum í almannapensjónslógini, sum kom í gildi 1. januar 2000 stendur:

"Avlamisveiting kann sambært galdandi lóg tillutast persónum, sum vegna inntøku ikki kundu fáa pensión, tá avlamni læknaliga mett er so mikið umfatandi, at teir vildu havt rætt til hægstu ella miðal fyritíðarpensión. Henda veiting fellur burtur. Hetta kemst av, at sambært uppskotinum, verður øll fyritíðarpensiónin inntøkuregulera og fellur pensiónin harvið burtur tá pensionisturin hevur inntøku yvir eina vissa upphædd. Tí verður mett at rættast er at avlamisveitingin fellur burtur. Mett verður eisini, at henda veiting ikki er so neyðug sum fyrr. Avlamisveitingin skuldi dekka tær eykaútreiðslur brekið hevði havt við sær. Aðrar lógir og aðrar skipanir, so sum forsorgarlógin og avsláttur við strandferðsluni, dekka sama endamál."

Harumframt var mett, at tað var rættast, at pensjónslógin bert var fyri pensjonistar, meðan aðrir persónar vórðu reguleraðir eftir aðrari lóggávu.

Sum kunngerðin er orðað eru tað tey, sum fingu avlamisveiting, men sum mistu hana sum avleiðing av, at løgtingslógin um almannapensjónir kom í gildi 1. januar 2000, og sum ikki heimilaði eina tílíka avlamisveiting, sum fáa hesa veiting. Almannastovan hevur fingið boð frá Landsstýrismanninum um, at øll millum 18 og 67 ár, sum fingu avlamisveiting, men mistu hana sum avleiðing av almannapensjónslógini, skulu fyribils hava kr. 1.870 frá 1. januar 2000, men kunngerðin er soleiðis orðað, at talan er um eina maximala veiting. Sum sagt fyrr var ætlanin, at hesir persónar, talan er um, skuldu fáa dekkað tær eykaútreiðslur brekið hevði havt við sær við heimild í forsorgarlógini frá 1. januar 2000. Hetta er eisini tað kunngerðin gevur heimild til. Rættast hevði tó verið, at ein konkret meting var gjørd fyri hvønn einkultan, men av tí at tað vóru kr. 1.870 sum var tann konkreti missurin av lógarbroytingini hjá hvørjum einkultum og orka var ikki til at tørvsmeta hvønn einkultan persón, var mett rættast, i fyrsta umfari, at geva øllum ta fullu upphæddina og hareftir heita á Almannastovuni um at tørvsmeta hvønn einkultan persón.

Sambært grein 18, stk. 6 er eisini heimild fyri at áseta eitt ávíst egingjald.

c. Viðvíkjandi tíðindaskrivi um almannapensjónir og broytingar í skattinum

Landsstýrismálanevndin biður upplýsing og nærri frágreiðing um ítøkiliga heimildargrundarlagið fyri tíðindaskrivinum

Gjørt skal vera vart við, at ikki er neyðugt við nakrari heimild fyri einum tíðindaskrivi. Talan er ikki um eina broyting í pensjónsviðurskiftunum, men um eina kunning um, hvussu broytingarnar í skattalógunum ávirka skattingina av pensjónunum.

 

Landsstýrismálanevndin spyr síðani, um tíðindaskrivði merkir, at lógin verður umsitin sum fráboðað í tíðindaskrivinum

Her skal beinanvegin verða sagt, at sum tíðindaskrivið sær út, nú ein hyggur at orðingunum í ljósinum av hesum fyrispurninginum, so kundu orðingarnar í tíðindaskrivinum møguliga verið øðrvísi.

Tíðindaskrivið nýtir í talvunum orðingarnar : viðbót, persónlig viðbót, ásettar upphæddir og broyttar upphæddir.

Tað sum tíðindaskrivið vísir, er einans, at broytingarnar í skattalógunum hava við sær, at skattskyldugi parturin av pensjónunum minkar, meðan tann skattafríi parturin veksur tilsvarandi. Pensjónsupphæddirnar eru ikki broyttar.

Orsøkin til at skattabroytingarnar eru lýstar á hendan hátt, er tann, at pensjónistarnir eru greiðir yvir skattamunin á einari viðbót og einari persónligari viðbót. Men talvan kundi kanska verið gjørd greiðari, soleiðis at eingin kundi misskilja hana.

Allir pensjonistar fáa, í mun til fyrr, eitt yvirlit frá Almannastovuni um, hvussu pensjónin er samansett. Á hesum yvirliti verður greitt frá, hvussu nógv tey fáa í grundupphædd, viðbót, persónligum viðbótum o.ø. Av tí at Løgtingið samtykti eftirfylgjandi, eftir at almannapensjónslógin var sett í gildi, at ein partur av teirri vanligu viðbótini, nú skuldi gerast skattafrí, var neyðugt tekniskt, at koyra vanligu viðbótina í tvey. Ístaðin fyri at gera eitt nýtt felt í rokniarkinum, t.v.s tvey felt til vanligu viðbótina, var tann parturin av viðbótini, sum sambært skattalógini var gjørd skattafrí, løgd tekniskt omaná sjúkrakassaviðbótina ístaðin. Henda er skattafrí, tí hon verður givin sum ein persónlig viðbót.

Landsstýrismálanevndin spyr eisini, um tíðindaskrivið broytir umsitingina av kunngerðini um persónliga viðbót

Svarið er einfalt : nei, tíðindaskrivið hevur einki við persónligu viðbøturnar at gera, annað enn at hesar eru nýttar sum dømi um, hvussu skattingin fer at merkjast.

Landsstýrismálanevndin biður um eina grundgeving fyri, hví tíðindaskrivið og kunngerðirnar vóru neyðugar

Viðv. tíðindaskrivinum var hetta gjørt fyri at kunna almenningin um broyttu skattaviðurskiftini viðv. pensjónunum.

Viðv. kunngerðini um stuðul til hjálpiráð var neyðugt við eini kunngerð, tí teir persónar sum fyrr fingu eina upphædd við heimild í pensjónslógini, skuldu framyvir fáa dekkað tær eykaútreiðslur brekið hevði havt við sær við heimild í forsorgarlógini ístaðin.

Viðv. kunngerðini um persónliga viðbót, so skuldi hendan gerast fyri vanligu persónligu viðbøturnar eins og fyri skiftisveitingina vegna mista grundupphædd, sum ásett var í almannapensjónslógini. Hinar skiftisveitingarnar blivu tí eisini tiknar við.

Ætlanin var, sum eisini er rættast, tá ein so týðandi lóg verður samtykt, at gera útrokningar uppá hvønn einkultan persón, fyri at kunna hvønn einkultan um avleiðingarnar av lógarbroytingunum. Hetta kundi tíverri ikki lata seg gera, tí tað eydnaðist ikki at fáa ta nýggju edv skipanina sum var uppsett til hesa nýggju lógina, at koyra fyrr enn í desembur 1999, beint áðrenn fyrsta koyringin skuldi gerast. Tann gamla edv skipanin á Almannastovuni kláraði ikki ár 2000 trupulleikan, tí var neyðugt at skifta skipanina út samstundis.

Tað at tað ikki var møguligt at gera útrokningar fyri hvønn einkultan persón gjørdi eisini, at ein serligur bólkur av pensjonistum, serliga teir sum vóru giftir við ikki pensjonistum, komu at merkja tær størstu broytingarnar. Sum sagt fyrr, hava teir sum eru giftir við ikki pensjonistum fingið eina hjúnarbandsviðbót, men í allar aðrar mátar verið stillaðir sum stakir. Hesir persónar eru teir, sum fáa tær flestu skiftisupphæddirnar.

Tað vísir seg eisini eftirfylgjandi, at pensjónslógin og avlamispensjónslógin ikki altíð eru umsitnar eins gjøgnum árini. Eitt dømi sum kann takast fram er, at barnaviðbótin er veitt ymisk til sambúgvandi. Siðvenjan hevur verið tann, at viðhvørt hava bert kvinnur fingið hesa viðbót, og viðhvørt bert menn. Tað at lógin er umsitin so ymiskt gjøgnum árini ger, at tað altíð vil verða torført at fara inn við einari nýggjari lóggávu, sum tryggjar, at ongin kemur at missa nakað. Millum annað hetta hevur gjørt, at neyðugt hevur verið við skiftisupphæddum.

Ætlanin við almannapensjónslógini var m.a., at hon skuldi verða munandi lættari at skilja og umsita enn tær sum fóru úr gildi á pensjónsøkinum. Skiftisupphæddirnar og skattalógarbroytingarnar hava tíverri gjørt, at so var ikki. Tá árið 2000 er av og tær flestu skiftisupphæddirnar eru burtur, verður mett, at vit koma at hava eina greiða og góða lóg á pensjónsøkinum. Tillagingar eru neyðugar, tað er ikki nakað óvanligt í tí.

Helena Dam á Neystabø

landsstýrismaður