Mál í Landsstýrismálanevndini - skjøl 1999

Tórshavn 07.06.00 

Løgtingið
Erling Jallsgøta 6
100 Tórshavn
Landsstýrismálanevndin
Kristina Samuelsen, skrivari

Viðv. fyrispurningi, j.nr. 7.13.20000001, dagf. 6. juni 2000

Landsstýrismálanevndin spyr, hvussu tað ber til, at viðbótin til fólkapensjónistar verður útgoldin við einari upphædd, sum árliga víkir 4 kr. frá upphæddunum í § 3 í Ásetingarlógini ?

Svarið er púra einfalt, at upphæddirnar eru avrundaðar, sum ásett í § 5 í lógini.

Í viðmerkingunum í lógaruppskotinum er greitt frá, at ístaðin fyri at hækka viðbøturnar 1. jan. 2000, og síðani javna hesar 1. apr. 2000, so eru upphæddirnar hækkaðar og javnaðar pr. 1. jan. 2000. Í § 4 stk. 2 stendur, at upphæddirnar verða ikki javnaðar í apr. 2000, og skyldast hetta, at árliga javningin fyri ár 2000 longu er gjørd í lógaruppskotinum. Lógaruppskotið við viðmerkingum er at finna á heimasíðu Løgtingsins sum tingmál nr. 14 frá 1999.

Tær upprunaligu árligu upphæddirnar í lógaruppskotinum uppá ávíkavist 14.832 og 18.732 kr. kundu býtast við 12, og høvdu tískil ikki fyri neyðini at vera avrundaðar samb. § 5. Men Løgtingið broytti sum kunnugt hesar upphæddir til ávíkavist 13.832 og 19.732 kr. Tískil mugu upphæddirnar avrundast samb. § 5.

Orsøkin til munin er tískil, at tær pr. 1. jan. ásettu og javnaðu upphæddirnar eru avrundaðar samb. § 5 í lógini.

Helena Dam á Neystabø

landsstýrismaður